Mentanarstuðulin latin
/Hesa seinastu tíðina hava listafólk bíða eftir einum serligum brævi frá Mentanargrunni Landsins. Eitt bræv, sum ger av um tey í eitt tíðarskeið sleppa at hugsavna seg um listina ella um tey mugu arbeiða við ymiskum fyrifallandi arbeiði við síðuna av. Aftur í ár var mentanarstuðulin rættiliga smábýttur, nógv fingu ein til tríggjar mánaðars starvsløn, men Arnbjørn Dalsgarð fekk eitt ára starvsløn. Um ikki langa tíð fáa vit at vita hvør fekk tær longri listafólkalønirnar. Tíðindaskriv:
Mentanargrunnur Landsins letur einaferð um árið stuðul til starvsløn og íverksetan. Grunnurin fekk nógvar dygdargóðar umsóknir í ár, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar. Grunnurin fekk 117 umsóknir, og søkt var um 40,5 mio. kr. Grunnurin hevur 3,350 mio kr at lata til starvslønir og íverksetanarstuðul. 40 umsøkjarar fingu stuðul í hesum umfari.
Nevndin hevur á fundi tann 19. januar 2020 avgjørt at veita starvsløn til hesar umsøkjarar:
1 ár:
Arnbjørn Dalsgarð, rithøvund.
6 mánaðir:
Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvund.
Jón Sonni Jensen, myndlist.
Tórfinnur Jákupsson, filmslist.
Rógvi á Rógvu, tónasmíð.
Niclas Johannesen, tónasmíð.
Sekstan umsøkjarar fingu 3 mánaðir, seks 2 mánaðir og níggju umsøkjarar fingu 1 mánað.
Tilsamans vóru 103 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2020 (sí fylgiskjal).
Tá starvslønir verða latnar, tekur nevndin støði í upplýsingum í sjálvari umsóknini og ásetingum í kunngerð nr. 109 §4: Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.
Stk. 2. Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og eftir nevndarinnar meting av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.
Grunnurin fekk 13 umsóknir til íverksetan. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við teirra skapandi listaarbeiði. Stuðulin er 75.000 kr. og kann bert latast sama umsøkjara tvær ferðir.
Nevndin hevur gjørt av, at lata hesum umsøkjarum íversetanarstuðul.
Janu Jonhardsdóttir, myndlist.
Rúnu Volmarsdóttir Højgaard, dansur.
Terja Rasmussen, tónleik.
Eitt ár
Arnbjørn Dalsgarð, rithøvundur.
Seks mánaðir
Anna Malan Jógvansdóttir, rithøvundur
Jón Sonni Jensen, myndlist.
Niclas Johannesen, tónleikari.
Rógvi á Rógvu, tónleikari.
Tórfinnur Jákupsson, filmur.
Tríggjar mánaðir
Guðrið Hansdóttir, tónleikari.
Hanni Julius Bjartalíð, myndlist.
Heðin Ziska Davidsen, tónleikari.
Hugin Eide, týðari.
Ingun Christensen, rithøvundur.
Jensina Olsen, tónleikari.
Kristian Blak, tónleikari.
Margit Baadsager, rithøvundur.
Mattias Kapnas, tónleikari.
Oddfríður M. Rasmussen, rithøvundur.
Óli A. Reinert á Geilini, rithøvundur.
Poulina Jóanesardóttir, vevlist.
Rani Nolsøe, tónleikari.
Steffan Stumann Hansen, rithøvundur.
Sunleif Rasmussen, tónleikari.
Zacharias Hammer, heimildarfilmur.
Tveir mánaðir
Jón Aldará, tónleikari.
Ines Jørgensen, týðari.
Leivur Thomsen, tónleikari.
Rannvá Guðrunardóttir Niclasen, dansur.
Rúna Volmersdóttir Højgaard, dansur
Theodor Kapnas, tónleikari.
Ein mánað
Durita Dahl Andreassen, sjónleikari.
Edvard S. Olsen, týðari.
Eli Tausen á Lava, tónleikari.
Elin Michelsen, rithøvundur.
Jákup Dahl, sjónleikari.
Kári Sverrisson, tónleikari.
Mariann Hansen, sjónleikari.
Martin Schurholz, týðari.
Sanna A. Dahl, týðari