Svend-Allan Sørensen í Steinprenti
Fríggjadagin 10.januar klokkan 16-18 letur ein spennandi framsýning upp í Steinprenti í Havn við nýggjum verkum eftir listamannin, Svend-Allan Sørensen, ið hóast talan er um hansara fyrstu serframsýning her á landi, ikki á nakran hátt er ókendur innan føroyska myndlist. Síðan 2011 hevur hann javnan arbeitt á verkstaðnum í Steinprenti, eins og hann hevur tikið lut á hópin av listaframsýningum. Tó at náttúran hevur ein stóran leiklut í hansara listaverkum, er tað ikki heilt á sama illustrativa ella ekspressiva hátt sum vit eru von við í føroyskari list. Tí hjá Svend-Allan Sørensen er konseptið alla tíðina í miðdeplinum – tað er hugskotið, sum drívur verkið, og ofta eru hansara verk beinleiðis bygd upp av orðum ella setningum.
Í hansara nýggju myndum kykna týdningar í logiskum frávikum millum orð og mynd til dømis, tá ein orðing um grábleikar kjálkar stendur á lýsandi pinklittari grund. Svend-Allan Sørensen skýrir seg sjálvan at vera ein ordans bygdamann. Hann er rokaligur og fúsur, og veiðimaður um ein háls. Hann er føddur í 1975 í Kjellerup í Jútlandi, men býr og arbeiðir í Odense. Hann er grafiskur listamaður, og fæst við linoprent, træprent og steinprent. Hann hevur samstarvað við Steinprent í Havn síðani 2011 og fekk í 2014 ta stóru grafikaravirðislønina The Queen Sonja Nordic Art Award fyri prent, hann hevði framleitt í Steinprenti. Hann hevur havt serframsýningar eitt nú í SPECTA í Keypmannahavn og í Museum Jorn í Silkeborg, eins og hansara verk hava verið partar av framsýningunum, Grafisk Sambond og Orð og Mynd.
Verkini á framsýningini í Steinprenti eru øll nýggj og fyri tað mesta framleidd í Steinprenti. Tey taka støði í tekstum hjá tveimum donskum yrkjarum, Svend Fleuron (1874-1966) og Valdemar Rørdam (1872-1946), sum listamaðurin hevur latið týða til føroyskt og sum hann brúkar í sínum prentmyndum. Framsýningarheitið VINDUR ALDA FUGLUR stavar frá eini yrking hjá Valdemar Rørdam, sum er prentað á hansara gravstein og sum fyri Svend-Allan Sørensen knýtir seg at hansara uppliving av Føroyum. Ein orsøk til, at báðir teir nevndu høvundarnir eru lutfalsliga ókendir í dag er, at teir hava verið útihýstir eftir kríggið orsakað av, at teir á ymiskan hátt verða settir í samband við nazistýrið og við týska hersetingarvaldið undir krígnum. Orsøkin til, at Svend-Allan Sørensen hevur áhuga fyri teimum er bókmentaligur, at listamaðurin er hugtikin av yrkingum og prosa hjá hesum báðum høvundunum, serliga har teir hava miðsavnað seg um náttúru og hava skrivað áhugaverdar veiðibókmentir, Fleuron í “Jagtbreve” frá 1906 og Rørdam í “Jagtens Eventyr i Danmark” frá 1934. Veiðibókmentir eru enn sum áður til stóran íblástur hjá Svend-Allan Sørensen, bæði hjá amerikanska høvundinum, Henry David Thoureau og danska høvundinum, Boganis/Wilhelm Dinesen.
Á framsýningini eru tvær monumentalar portrettmyndir av høvundunum báðum, sum tó at tøknið er siðbundið træprent, líkjast frá øllum vanligum grafikki, bæði tí tær eru so stórar, sum tær eru, men eisini, tí tær bæði sýnast modernaðar samstundis sum tær hava eitthvørt lagnutungt yvir sær. Eitt dramatiskt kanska enntá romantiskt brá, ið tó eisini tykist merkiliga cool og samansett. Listamaðurin greiðir frá, at hann við hesi framsýningini fer yvir í nakað nýtt, sum hann ikki hevur arbeitt við áður. Hann heldur sjálvur, at tað er føroyska listin og landið sjálvt, sum ávirkar við sínum patosfyllta, ekspressiva og koloristiska brá.
Framsýningin, VINDUR ALDA FUGLUR, ið fevnir um steinprent, linoprent, træprent, monotypi og heliografi, er fíggjarliga stuðlað av Statens Kunstfond og L.F. Foghts Fond, og letur upp fyri almenninginum í Steinprenti fríggjadagin 10.januar klokkan 16-18 og øll eru hjartaliga vælkomin.