So fjarur og tó so nær

Teitur á Reinsarínum

Á konsertini upplivdi eg hissini løtur av hugspjaðing, sum komu av, at framførslan í støðum upplivdist eitt sindur flosnað í kantunum, at Teitur í løtum virkaði eitt sindur introvertur og sum um hann hugnaði sær og spældi fyri sær sjálvum. Men hesin spælandi og opni framførsluhátturin hevur eisini sínar greiðu fyrimunir, tá hann kemur frá einum framúrskarandi listamanni, hvørs avrik higartil hevur uppiborið upp til fleiri mentanarvirðislønir, tó at hann er lutfalsliga ungur enn. Eg havi upplivað hetta sama fyribrigdið fyrr, tá eg havi lurtað eftir Teiti, at tann stóri tónasmiðurin, sangarin og tónleikarin sýnist so mikið avslappaður til framførsluna, at tað næstan tykist forargiligt. At alt tað pínliga, uppstillaða og hátíðarliga, sum ofta merkir tílíkar framførslur, púrasta hvørvur. Har situr hann á klaverbonkinum, klimprar okkurt, smáprátar okkurt og syngur okkurt, spælir síðan okkurt aftrat eitt sindur sum í øðrum tonkum. Hetta ger hann nóg leingi til, at mínir tankar spakuliga flyta seg frá trafikkinum uttanfyri, frá skróvandi bommpakkanum hjá unga manninum yvirav og filmandi Iphone´um, frá gerandisdegnum, frá øllum óviðkomandi, so at eg í grundini slappi fullkomiliga av, eg eri trygg, her hendir jú einki óvanligt. Og júst tá er tað, at Teitur syngur okkurt, sum fer beint inn, og tað ber jú væl til - allir vanligir verjugarðar eru niðri. Hetta hendi nakrar ferðir hóskvøldið 5.februar, tá eg var til konsert hjá Teiti Lassen á  Reinsarínum, og elvdi til gásarhold og ørstuttar stundir av stórari nærveru.

 Frástøða

All the good symptoms of art will always bring some restlessness 

Er ein setningur úr einum sangi hjá Teiti, sum passaði til kvøldið, tí har var eitt sindur av órógv, fólk gingu á ves ella hvar tey gingu. Men hetta hevur kanska við Reinsaríið at gera, og hugnaligu caféstemningin har. Rúmið niðriundir var meira ella minni fult, tá eg kom klokkan tíggju minuttir í níggju. Eg fór uppá at seta meg, har er gott at sita, men frástøðan til tann einsamalla framførandi kendist eitt sindur stór, í øllum førum um mann órógvast lætt av óljóði. Ljóðið var annars einastandandi frálíkt við serligum plássi til og denti á nýggja flygilin, sum Teitur gjørdi vart við, júst er komin har at standa, keyptur úr Danmark. Teir kosta ikki so nógv, gjørdi Teitur prátandi vart við - kunnu skaffast úr donskum deyðsbúgvum fyri lítið og einki, men hansara egni flygil kom úr Saltangará, segði  hann.

Vónrík byrjan

Teitur legði út við vakra sanginum “Hopeful” frá nýggjastu útgávuni Story Music frá 2013, ein vónrík byrjan, sum førdi hann yvir í tann melankolska “Letter from “Alex frá The Singer. Hann greiddi frá, at hann í januar hevur spælt nógvan tónleik, og at hann eitt nú hevur arbeitt við ymiskum arpeggio´um. Arpeggio er eitt hugtak frá tónlistini, sum merkir “eins og ein harpa”, tá harpur spælir akkordir er tað ofta ein brotin akkord, sum støkkur frá lægsta til hægsta tóna. - Tit kunnu bara fáa tykkum eina øl, skála og hugna tykkum, meðan eg jammi eitt sindur, helt lítillætni høvuðspersónurin á pallinum og gav okkum síðani ein farra av innliti í áhugan fyri jazz- og kompositiónstónleiki, sum í vaksandi mun hómast í hansara útgávum.

Antihetjan

Millum gjøgnumkomponerað løg stinga seg fram eldri vísukendir sangir, sum minna um vísurnar hjá Kára P, og sum eisini eru vorðnir fólkaogn. Vit kenna aftur ta heimligu typuna, antihetjuliga alter-egoið hjá sangaranum, rekavættið við hond í lumma, sum bíðar eftir bussinum og sum ikki eigur meira enn seytjan krónur í lummanum og sum gongur og melur í Havnini æviga takksamur og nøgdur, tó at Havnin er ein lítil bygd og einki Piccadilly ella Piazza Navona. Teitur er ein bygdasligur verðinsmaður, sum spælir Velbastað World Music, so mitt í heimliga hugnanum kemur ein sangur um, at tað ikki ber til at fara úr Los Angeles og “It´s not funny anymore”, sum heimskendi Van Dyke Parks slapp at útseta og sum er ein av fleiri musikalskum gimsteinum í framúrskarandi útgávuni Storymusic.

 

I sing to be loved

Næsta sett byrjaði eitt sindur brádliga við einari a capella framførslu av “The Singer”, sum eg í grundini ikki fekk samlað meg um orsakað av einum ófráboðaðum knallertfundi uttanfyri og tað var av sonnum spell, tí hesin sangurin er framúrskarandi bæði tekstliga og eisini í mátanum, hann verður framborin við serstøku røddini hjá Teiti og við rørandi erligu staðfestingini; “They want to understand me, but I sing to be loved”. Tá hann hevði eitt sindur ilt við at stemma elektriska guitaran, sum hann brúkti í “Rockn´roll Band” segði hann mest sum fyri at áminna seg sjálvan – aja, skít, tað er ikki neyðugt, at tað stemmar. Eg má tó viðganga, at mær dámar best, tá gittarar eru stemmaðir, í øllum førum, tá talan er um tílíkan tónleik, sum Teitur Lassen framførir og eg var um at ganga av verðini av snjalla, falska og alt ov harða guitarljóðinum, sum fór gjøgnum bein og merg.

At vera til staðar í ferðini

Tilsamans framførdi Teitur Lassen yvir tjúgu sangir hetta kvøldið, eg haldi eg kendi allar. Tað var eitt úrval, sum vísti breiddina í verkinum higartil og so var onkur sangur spældur eitt sindur sum í kvøðuljómunum eins og ein cadeau til áskoðarar og teirra yndissangir. Sum heild helt eg, at framførslan hjá Teiti Lassen hetta hóskvøldið var merkt av, at hann onkursvegna prinsipielt tóktist raðfesta hugna, opinleika og eitt erligt úttrykk fram um neyvleika og virtuosan musikalitet. Ein sangur frá Storymusic eitur "If you wait", hann verður spakuliga laðaður upp orð fyri orð, tóna fyri tóna. Á framførsluni hóskvøldið varð laðingin eitt sindur ójøvn meðan Teitur sang: "If you wait a little longer than you normally would, the most amazing thing may appear". Men tað er júst hetta, sum tað snýr seg um í serstaka universinum hjá Teiti, um at bíða eitt lítið bil og at dvølja, vera til staðar í ferðini og finna meining í at vera á veg, eisini tá vegurin er eitt sindur ójavnur.

Pressan á ákærubonkinum – framsøgufrælsið í vanda?

censor.jpg

Okkara lítla samfelag er í tvíningum og hevur verið tað leingi. Eg tosi sjálvandi um surrealistiska rættarmálið móti fýra journalistum, sum gongur fyri seg beint í løtuni, sum nøkur halda vera púra beint og fyri neyðini og sum onnur halda vera langt úti. Óansæð, so má staðfestast, at føroyska pressan er hart pressað í løtuni. Tað er sum kunnugt Jørgen Niclasen fíggjarmálaráðharri, ið hevur stevnt teimum fýra, Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, tíðindamanni í Kringvarpinum, og Sveini Tróndarson, fyrrverandi ábyrgdara á Portalinum og núverandi blaðstjóra á Dimmalætting, sum hann vil hava dømd fyri ærumeiðing í sambandi við nógv umrødda tollmálið, sum Kringvarpið og Portalurin gjørdi nógv burtur úr á sinni. Beint nú hoyrdi eg í útvarpinum, at mann ikki kann dømast fyri ærumeiðandi uppáhald um uppáhaldið vísir seg at vera satt, men satt er bert tað, ið kann prógvast at vera satt. Hetta at maktin stevnir fjølmiðlarnar kann samanberast við støðuna í Danmark, tá Estrup og Viggo Hørup vóru í hornatøkum. Hetta var síðst í 19. øld, eitt nýbrot var um at taka seg upp í samfelagnum, rithøvundar lýstu sosialar trupulleikar og mæltu til politiska broyting við fólkaræði og samræði, meðan tey konservativu mutaðu ímóti og yvirhøvur var danska samfelagið tá í tíðini nógv merkt av ósemju alt meðan nýbrotið breyt seg fram og so líðandi broytti hugsunarháttin hjá fjøldini.

Jacob Brønnum Scavenius Estrup var danskur ríkisráðharri frá 1875 til 1895. Hann var ongantíð í meirluta í fólkatinginum, men stýrdi gjøgnum provisoriir, fyribils fíggjarlógir, sum vórðu kunngjørdar í Landstinginum. Estrup stríddist øll nítjan árini við pressuna, sum við tað, at hon varð sensurerað hetta tíðarskeiðið mátti bera seg rættiliga kreativt fyri at orða sínar atfinningar móti antiparlamentariska stýriháttinum hjá Estrup. Hann var hinvegin fult upptikin av at stevna ymiskar miðlar, sum høvdu orðað seg kritiskt móti hansara stýri. T.d. stevndi hann ritstjóran í Svendborg Avis, sum hevði dittað sær at sett eitt lesarabræv í blaðið, har ein bóndi (Hr. Bondegaard) spurdi um hann kundir loyva sær at kalla sín hund fyri Estrup, sjálvt um avvarðandi hundur altso í roynd og veru ikki var nakar svínhundur. Blaðstjórin í Politiken Viggo Hørup brúkti hesa stevningina í sínum berømta leiðara frá 11.august 1886, har hann letur sum um, at hann ógvast um svínhundaeyknevnið, men har hann samstundis fær sett orðini "svínhundur" og "Estrup" saman so nógvar ferðir, at eingin lesari ivast í hvat greinahøvundurin í veruleikanum heldur forsætisráðharran vera.

Á sama hátt er navnið á Jørgen Niclasen nú knýtt saman við orðinum “snýt” so nógvar ferðir í miðlunum, at eg ikki fái latið vera við at hugsa um snýt hvørja ferð eg hoyri navnið Jørgen Niclasen og tað er jú eitt sindur óheppið. Men sjálvandi er munur á støðuni tá og nú. Jørgen Niclasen er kanska maktríkasti maður í Føroyum eins og Estrup var tað tá í Danmark, men Jørgen Niclasen hevur hóast alt demokratiið í rygginum, hann fekk sum kunnugt 382 atkvøður síðsta val, sum hann jú var nóg snildur til at fáa til at røkka nógv longur enn tær nógv fleiri atkvøðurnar hjá partakvinnu hansara Anniku Olsen. Allíkavæl er okkurt ógvuliga ódámligt við, at landsins mest maktfulli maður dregur sentralar partar av føroysku pressuni í rættin í einum máli, sum tey í ringasta føri í øllum førum teoretiskt kunnu fara í fongsul fyri. Tað man neyvan kennast serliga hugaligt hjá teimum soleiðis at verða stevnd fyri at gera sítt arbeiði. Christian Andreasen, advokatur hjá Jørgen Niclasen er sera neyvur og av øllum hansara neyvleika fáa vit av ákæruskrivinum, ið var almannakunngjørt í fjør, frænir av eini sera aktivari tíðindadeild í Kringvarpinum, sum hvørki letur seg møða ella hótta av umboðum fyri ein av maktríkastu persónunum í Føroyum. Eg má siga, at eg skilji tað væl, um tílíkar hóttanir virka øvugt av endamálinum. Ein góður journalistur eigur at bora víðari, serliga, tá hann ella hon verður hótt. Slíkar journalistar skulu vit fegnast um. 

Nú hevur talu- og skrivifrælsið verið á breddanum í sambandi við yvirgangsatsóknirnar í Keypmannahavn. Í hesum føri tosa vit ikki um rættin til at særa onnur fólkasløg og religiónir við at gera gjøldur við teirra gudum, nei tað snýr seg um at fjølmiðlafrælsið, rættin hjá fjølmiðlum at fyrihalda seg kritiskt til ein politiskan maktpersón. Talu- ella framsagnarfrælsið er sum kunnugt rætturin til frítt at kunna siga og skriva sína meining uttan góðkenning frá nøkrum og talufrælsið verður mett at vera ein av grundsúlunum í fólkaræðinum. Talufrælsið hevur serliga stóran týdning fyri minnilutabólkar og fyri tey, sum á onkran hátt tala maktini ímóti. Talufrælsið hoyrir til tey grundleggjandi borgarligu rættindini, sum geva borgaranum rætt til at leggja fram ymisk sjónarmið og samfelagsviðurskifti og kjakast um hesi viðurskifti uttan at risikera revsiákæru, óansæð um hesi viðurskifti kunnu tyngja onkran. Í okkara parti av heiminum hava vit talufrælsi, tað er sum kunnugt sjálvt grundarlagið undir teirri frælsu pressuni og hetta talufrælsið hava miðlar sum Dimmalætting og Kringvarp Føroya brúkt og strekt, ikki minst tíðarskeiðið undir núverandi samgongu. Eg skilji væl, at onkrir samgongulimir ynskja tíðindadeildina hjá Kringvarpinum langt burtur har sum piparið grør, ikki minst, ikki minst tá hugsað verður um Tollmálið og teir tvøru journalistarnar, sum í einari TV2-kendari sending við ljóðeffektum, suspense og nokk so idiotiskum og í tí sambandi púra óhóskandi tilvísingum til tá Jørgen Niclasen á sinni sang Dilliloodiggley hóast alt prógvaðu, at sjálvur fíggjarmálaráðharrin hevur logið fyri Føroya fólki og sum nú í trimum sendingum hava avdúkað hvussu rotnir partar av føroysku fiskivinnuni eru. Men, sum vit øll vita av, so varð Jørgen Niclasen ikki dømdur fyri tollsvikið á sinni og harumframt er málið aggamalt og tí hugsi eg, at fíggjarmálaráðharrin við sínum neyvu consiglieri væl kann enda omaná, tá av tornar. So hevur hann vunnið. Og aftaná at hava upplivað Jacob Vestergaard í einum sonevndu “hard talk” við Jón Brian Hvidtfelt í sjónvarpinum, eri eg farin at ivast í øllum. Fiskimálaráðharrin er, vísir tað seg, gjørdur úr teflon, óansæð hvussu nógv tann ídni og dugnaligi journalisturin vísti á hárreisandi sannroydir um ótamdan grammleika, so gleið alt av aftur uttan at nøkur fløkja hómaðist á slætta hárburðinum á tí róliga og væl talandi fiskimálaráðharranum. Óansæð ákæru vísir fiskimálaráðharrin støðugt til lógir og lógarbroyting, har umsetiligheit eftir øllum at døma er ein spurningur um tulking.

Sjálvt um samrøðusendingin við fiskimálaráðharran einki hevði við tað aktuella rættarmálið at gera, fekk hon meg at stúra fyri dóminum, har skal so í øllum førum tulkast eitt sindur, tað er einki at ivast í. Spurningurin er so bara hvønn veg tað verður tulkað og hvørjar avleiðingarnar verða. Advokaturin hjá trimum av teimum stevndu, Brandur Ellingsgaard stúrdi í gjár í útvarpinum um møguligar avleiðingar, um tey fýra verða dømd. Hann helt, at tað møguliga fór at leiða til eitt slag av sensuri, at journalistar í framtíðini ikki fóru at tora at finnast at samgonguni ella øðrum maktríkum fólkum og stovnum, tí tey eru bangin fyri at blíva stevnd og dømd. Tá er framsøgufrælsið jú í veruleikanum avtikið. Hetta má ikki henda, men nú fáa vit at hoyra 25.februar klokkan 13, tá fellur dómur í málinum.

Sólrun Michelsen í uppskoti at vinna bókmentavirðisløn norðurlandaráðsins

Føroyska uppskotið at vinna Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2015 er skaldsøgan Hinumegin mars hjá Sólrun Michelsen. Vinnarin verður almannakunngjørdur 27.okt í Reykjavík. Virðislønin er áljóðandi 350.000 krónur. 

Frásøgukvinnan í skaldsøguni sigur frá mammuni, sum er á ferð úr lívinum. Umstøðurnar hjá teimum gomlu verða lýstar sum óvirðiligar, men samstundis verður sagt frá lívsjáttandi brotum úr tilveruni hjá mammuni og dóttrini.

Hinumegin er mars er ein poetisk mynd av tí at eldast, og hon dregur fram, at tað snýr seg um at steðga á og njóta hvørja løtu.

 

Her eru allar innstillingarnar:


Danmark

Pia Juul: Avuncular. Onkelagtige tekster

Digtsamling, Tiderne Skifter, 2014

Helle Helle: Hvis det er

Roman, Samleren, 2014

Det samiske sprogområde

Niillas Holmberg: amas amas amasmuvvat

Digtsamling, DAT, 2013

Finland

Peter Sandström:Transparente Blanche

Roman, Schildts & Söderströms, 2014

Hannu Raittila: Terminaali (Terminal)

Roman, Siltala, 2013

Færøerne

Sólrún Michelsen: Hinumegin er mars (På den anden side er marts, Dansk oversættelse af Kirsten Brix)

Roman, Mentunargrunnur Studentafelagsins2013

Grønland

Niviaq Korneliussen: HOMO sapienne

Roman, Milik, 2014

Island

Jón Kalman Stefánsson: Fiskarnir hafa enga fætur (Fiskarna skal simma vidare)

Roman, Bjartur, 2013

Þorsteinn frá Hamri: Skessukatlar (Jättegrytor)

Digte,  Mál og menning, 2013

Norge

Kristine Næss: Bare et menneske

Roman, Oktober, 2014

Jon Fosse: Trilogien: Andvake. Olavs draumar. Kveldsvævd

Roman, Samlaget, 2014

Sverige

Therese Bohman: Den andra kvinnan

Roman, Norstedts, 2014

Bruno K. Öijer: Och natten viskade Annabel Lee

Digtsamling, Wahlström & Widstrand, 2014

Åland

Karin Erlandsson: Minkriket

Roman, Schildts & Söderströms, 2014

 

Drottningin av svørtum

BARBARA Í GONGINI

Í ár eru tíggju ár liðin síðani Barbara í Gongini setti sína fyritøku á stovn í Keypmannahavn. Ein fyritøka, sum framleiðir klæðir, taskur og annað, sum hon skapar og finnur uppá og sum eisini eitur eftir henni. Á teirri árligu mótavikuni í Keypmannahavn, sum var fyri kortum, fekk hon hesa ferð heiðurin at prýða bæði forsíðu og baksíðu á The Daily, sum er blaðið hjá Copenhagen Fashion Week. Hetta er ein ítøkilig staðfesting av onkrum, sum fleiri kanska longu hava grunað; at tað gongur serstakliga væl hjá Barbaru í Gongini og hennara fyritøku.


-“Er det noget kinesisk?” spyr ein kvinna vinkonuna, ið á sama hátt og hon sjálv er í bjartlittum violettum frítíðarklæðum við grønum fartstrípum á síðuni og kritahvítum løriftskóm við neonmynstri. Vinkonan sigur Gongini við herðslu á stavilsið í miðjuni, gonGIni, so at tað ljóðar eitt sindur kinverskt. Munurin millum hesar báðar litríku, prátandi ferðakonurnar og tigandi, hátíðarligu svørtu klæðini á stativinum tykist ovurhonds stórur, men tær eru báðar ógvuliga áhugaðar, tá eg greiði teimum frá, at navnið er eitt staðarnavn og somuleiðis eftirnavnið á sniðgevanum, sum er føroysk. Tær takka mær so miriliga og fara fegnar víðari sína rannsóknarferð inni hjá Østrøm, har mangt og hvat er at fáa av føroyskum handverki og design.

Kennir mótaverðina innanífrá

Sniðgevin Barbara í Gongini er 48 ár og úr Havn, men hevur síðstu nógvu árini búð í Keypmannahavn. Vit kunnu helst siga, at hon kennir mótaverðina innanífrá, hon byrjaði í hvussu er í sera ungum aldri at ganga model fyri Elspu Hardlei (Elspu í Skotinum). Seinni í tíðini tók hon lut í fyriskipanini av mótasýningum í SMS fyri m.a. Klivan, men í dag eru tað hennara designhugskot, hennara tankar um snið, sum verða presenteraðir, tá modellirnar, ungar kvinnur og menn spáka um pallin. Hugurin mótvegis list og kreativum vinnum kom tíðliga. Barbara í Gongini teknaði í fyrstani og arbeiddi við skitsum. Hon fór á designskúla í Keypmannahavn á deildina fyri unika-sniðgeving, haðani hon tók prógv í 1996. Síðani hevur hon arbeitt og hon hevur arbeitt hart, tí tað er ikki bara sum at siga tað, at lansera eitt nýtt merki. Men við sínum konsekventa dapra og dramatiskt dekonstrueraða úttrykki hevur hon arbeitt seg upp til at vera millum kendastu donsku klædnamerkini. Tað eru hennara design-visiónir, tað snýr seg um, men hon er ikki einsamøll í fyritøkuni. Har eru fleiri enn hon, m.a. er maður hennara, Ole Gongini Jensen stjóri í fyritøkuni BARBARA Í GONGINI, sum metir sosiala ábyrgd vera sjálvsagdan part av rakstrinum, hetta sæst aftur á, at dentur eitt nú verður lagdur á burðardygga framleiðslu við eitt nú endurnýtslu av pørtum av framleiðsluni.

 

Nýggja kollektiónin

Klæðini í nýggju kollektiónini tykjast lutfalsliga einføld við nógvum áhugaverdum staklutum, ið ofta eru assymetriskt staðsettir á meginbulin, sum í síni heild er merktur av avgjørdum diagonalum linjum. Kanska kann man siga, at nýggju klæðini sum heild eru meira vanlig, meira nýtilig enn tey hava verið, men helst er ein orsøk til hesa hugsan eisini tann, at vit  hava vant okkum við stílin, sum hevur verið avant garde, tvs. framman fyri sína egnu tíð. Eg eigi sjálv okkurt einstakt plagg frá fyritøkuni, tað hevði eg í grundini ikki ímyndað mær, at eg fór at gera fyri nøkrum árum síðani. Sum heild er stílurin hjá Barbaru í Gongini konsekventur og tí ivast vit onga løtu í, at hetta eru design hjá dramatisku avantgardedrotningini, sum ikki minst plagar at skara framúr við svørtum pløggum í skiftandi tilfari, ofta brúkar hon silkimjúkt, tunt leður, men eisini ull og pløgg, sum eru bundin.

 

Móti og list

Barbara í Gongini er kend sum avantgardedesignari, hennara outfit eru skulpturkend og hennara sýningar minna í støðum um listarliga performance. Javnan samstarvar hon við listafólk bæði innan film, tónleik, dans í crossoverframførslum. Hon hevur fleiri ferðir samstarvað við Jens L.Thomsen/Orka og við Eivør, og í sambandi við nýggjastu sýningina, hevði hon fingið pop-avantgarde-improvisatiónsbólkin Den Magnetiske Ørn at spæla og improvisera live. Hon hevur eisini gjørt búnar til leikin Elektra hjá Sofokles, sum Betty Nansen Teatrið pallsetti. Fyri Barbaru í Gongini er eingin ørkymlandi munur millum list og móta við tað, at bæði spretta úr somu kreativu keldu. Tíggju ár aftan á byrjanina sum sjálvstøðugt merki, er Barbaru í Gongini í dag eitt design, ið av álvara verður mett millum tungvektararnar innan norðurlendskan avantgardemóta. Greinir um og við hennara designi síggjast alsamt oftari í altjóða tíðarritum og internetmagasinum. Sjálvt tann avantgarde-kritiska Sarah Skarum, mótaummælarin í Berlingske Tidende, hevur eftir øllum at døma givið seg yvir. Í einum ummæli av nýggjastu kollektiónini skrivar hon, at Barbara í Gongini er fantastisk at hava í Keypmannahavn, tí hon er original: :”Barbara í Gongini er fantastisk at hava í Keypmannhavn, tí hon letur upp eina hurð inn til ein part av mótaheiminum, sum ikki líkist hinum. Tí hon hevur pláss til at vísa, at dreymir kunnu hava nógv skap. Og kanska gevur hon ungum dreingjum og gentum, sum ikki føla seg sum øll hini, eina kenslu av, at tey ikki eru einsamøl. Har finst eitt fólk av svartklæddum menniskjum, tey hoyra til. Eingin er einsamallur. Heldur ikki í myrkrinum.”

Humanistiskur móti

Klæðini hjá Barbaru í Gongini eru merkt av eini sameining millum listarliga avantgarde og burðardygt skilvísi. Hugsjónarliga kunnu vit av hesum ávum lýsa hesi klæðini sum grundleggjandi humanistisk – eisini tí eitt tað fremsta málið hjá sniðskaparanum er, at hvør einasti persónur, sum fer í tey, skal føla seg sum nakað serligt, hann ella hon skal kenna seg væl í klæðunum óansæð kyn ella aldur, eisini tey, sum vanliga kenna seg útihýst. Onkur detalja er skemtilig, ofta ber til at variera klæðini við bondum og knappum, so at ein síður kjóli gerst stuttur t.d. Klæðini frá BARBARU Í GONGINI eru lutfalsliga dýr, men tey halda væl og tað, at sniðið er so mikið konsekvent sum tað er, og litirnir so fáir hevur eisini við sær, at pløggini ikki so skjótt verða ómodernað. Humani hugburðurin skínur ígjøgnum í burðardyggu framleiðsluni og eisini í tilfarinum á klæðunum, sum eru mjúk og fjálg at vera í. Men hugsunarhátturin er eisini endurspeglaður í mátanum, sum Barbara í Gongini brýtur vanliga mótaformin bæði í sínum klædnasniði, og í dramatiska og neyva mátanum, hon hugsar síni show. Tá ein modell á eini mótasýning trýstir seg ígjøgnum og fram um ein flokk, fatar tú sum áskoðari alt fyri eitt, at tað snýr seg um einstaklingin um individualismu í mun til tað kollektiva. Hetta snýr seg um einsemi og individuatión, um at tora at stinga út og vera øðrvísi. Tá tvær modellir sum á sýningini hava samanvaksið eldreytt hár, er hetta eitt slag av sjálvsmynd hjá sniðskaparanum, har áskoðarin fær eina kenslu bæði av teim mørkum og tí dupultleika, sum merkir tilveruna. Nevndu dømi eru frá Copenhagen Fashion Week í fjør. Hetta showið var um somu tíð ein mótasýning við klæðum, har tú kanst meta um stíl, útsjónd og hvussu tey einstøku pløggini rigga, men samstundis er talan um eina avantgarde framførslu við listarligum elementum av sjónleiki, stillaleiki við løgnum interaktiónum, ið tykjast snúgva seg um viðurskifti millum menniskju. Klæðini eru svørt og huglagið er dramatiskt og myrkt, úttrykkið er elegant og cool, samstundis sum okkurt rørandi og stuttligt knýtir seg at hesum glataðu figurunum við teimum ómetaliga merkiliga reivveru- ella cocoonkendu frisurunum og lýsandi reyða hárpraktinum og skegginum, sum eru einastu koloristisku elementini í framførsluni.

 

Tað einsamalla menniskjað

Í ár var størri dentur lagdur á einstaklingin, einaran, tað einsamalla fantastiska menniskjað. Í staðin fyri at arbeiða dramatiskt við stórum armrørslum, er úttrykkið meira stillfarandi og undirspælt við einum dekonstruktivum undirtóna, har vit hóma partar av sjálvari konstruktiónini av teimum ymisku sniðunum. Enn sum áður spælir sniðgevin við kynsleiklutir og við frammanundan viðtiknar staðfestingar um hvat man eigur at gera og hvat ikki ber til. Menninir eru ógvusliga smurdir um eyguni og hava í fleiri førum stórt, sítt hár, hetta ger teir ikki femininar, yvirhøvur ikki, men sum  heild kann sigast, at har er eitt ávíst androgynt brá yvir bæði teimum mannligu og kvinnuligu modellunum. Tað norðurlendska er týdningarmikið fyri Barbaru í Gongini, sum í mongu samrøðunum, ið eru gjørdar við hana, ongantíð forsømir at nevna Føroyar og týdningin, sum føroyski upprunin hevur fyri hana. Hon hevur eitt nú greitt frá í einum viðtali, at hon kennir seg ávirkaða av ógvusligu náttúruni, skulpturellu fjøllunum, skúmandi briminum, men eisini av hugskotum, sum hon hevur fingið frá tí føroyska samtíðartónleikaumhvørvinum

Svend-Allan 40

Fríggjadagin 6.februar fylti listamaðurin Svend-Allan Sørensen 40 ár. Sama dag læt upp framsýningin Grafik og Gevær í Galleri Specta í Keypmannhavn við 40 verkum. Meginparturin av hesum verkum er framleiddur í Steinprenti á Skálatrøð í Havn, sum myndin omanfyri lýsir. Svend-Allan Sørensen arbeiðir konseptuelt við orðum og við installatiónum á heilt sín egna hátt. Hann er ein original og sambært hann sjálvan er hann ein bygdasligur av slagnum. Hann er Føroyavinur og tilhangari av, at Google Translate finnur út av at týða føroyskt og so er hann ein av teimum mest áhugaverdu samtíðarlistafólkunum, eg veit um og tí havi eg eisini skrivað um hann fleiri ferð. Seinasta portrettið er her niðriundir og undir myndini er ein leinkja til myndir frá ferniseringini. Hjartaliga til lukku við teimum 40, Svend-Allan, halt áfram við góðu listini í minst fjøruti ár aftrat. 

http://www.listaportal.com/tidindi/2015/1/24/froyar-og-konsept?rq=Svend-Allan

 

Endurnýggjandi søgurnar hjá Silju Strøm

 

Silja Strøm býr í Glasgow, har hon eisini er útbúgvin. Hon hevur verið ein túr heima í Føroyum og arbeitt í Steinprenti og vit hava nýtt høvið at hyggja at teimum seks prentunum, hon fekk burturúr, og gera eitt stutt viðtal við ungu listakvinnuna úr Vestmanna.

 Hóast sín unga aldur, man navnið á Silju Strøm vera kent av listaáhugaðum, tí tað eru longu nógv ár síðani hon gjørdi vart við seg við framsýningum v.m. Í 2010 fekk hon gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum og í 2012 fekk hon Virðisløn til ungt listafólk frá Mentamálaráðnum. Í 2013 myndaði hon Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum saman við íslendsku listakvinnuni, Steinunn Thórarinsdóttir. Steinprentini, sum Silja Strøm hevur gjørt á hesum sinni eru seks í tali. Tað var í sambandi við, at hon varð biðin um at gera árliga gávuprentið til limirnar í grafikkfelagnum Steinbrá, at hon hevur arbeitt eina viku á verkstaðnum við seks myndum. Vit kenna hennara myndamál og teir ógvuliga fínt teknaðu figurarnar aftur frá eldri myndum. Úttrykkið er vakurt, næstan ovurestetiskt, men myndirnar hjá Silju Strøm eru annað og meira enn tað.

 

Ítøkiligar myndir við óítøkiligum søgum

Tey nýggju prentini eru øll teknað á sama stein og prentumførini eru fýra, tvey blá umframt eitt gult og eitt orange. Nýggju myndirnar eru figurativar við abstraktum og surrealistiskum elementum, sum í fleiri førum sipa til umhvørvi, skapan, gróður og konstruktión. Á einari mynd síggja vit t.d. ein persón úr erva, sum er í ferð við at breiða ein flata út við smáum trøum á. Niðri undir er ein líknandi flati við nógvum smáum sporum og niðri undir henni eru aftur trø. Kring figurativa myndevnið eru ymisk strok og litfarrar í bláum, gulum og orange, sum á dekorativan hátt tykjast savna og undirstrika fabulerandi huglagið í myndini. At allar myndirnar eru teknaðar á ein einstakan stein hevur við sær, at tær hanga saman eisini ítøkiliga, men tó at søgan tykist ítøkilig, er talan ikki um eina vanliga søgu sum vit kenna tær við eini ávísari byrjan og einari kronologiskari hendingagongd og enda. Dentur tykist onkursvegna vera lagdur á tað dynamiska, sveimandi og óavkláraða í myndunum og hetta hevur við sær, at eygað á áskoðaranum fylgir hesi tilvitaðu tilvildini og støkkur runt í heildini frá hending til aðra. Fragmenteraða heildin ávirkar sostatt mátan, sum tú sum áskoðari hyggur at myndunum, hvagar tú hyggur fyrst og hvørja leið eygað tekur á myndaflatanum. Hetta hevur við sær, at tú fært nakað nýtt burtur úr, hvørja ferð, tú hyggur at hesum myndunum, og at hvør nýggjur partur leiðir yvir í eina nýggja heild, eina ósagda søgu.

 

Kompleksar myndir

Sambært Silju Strøm snúgva hennara myndir seg um viðurskifti millum folk og samspælið millum lutir, fólk og umhvørvið. Á myndaflatanum síggjast mynstur, ið sipa til nýhugsandi byggilistarligu eksperimentini hjá John Hejduk við flatum og bogaðum trunkum í ymiskum samansetingum og litum. Her eru myndir inni í øðrum myndum og fleiri løg av týdningum, sum tala saman. Og um tú sum áskoðari brádliga heldur teg hóma hálvfjersarasosialar tónar mitt í øllum tí vakra, fert tú kanska ikki heilt skeivt av hugburðinum í myndunum. Tá eg sá prentini ella kanska serliga strikumyndin av einari einsamallari konu í einum geometriskum rúmi, kom eg í tankar um onkra av kvinnulagnunum hjá danska sosialrealistiska høvundanum Vitu Andersen, hesar kvinnur, sum brúka alla orku uppá at síggja gott út og at keypa klæðir og smyrsl og nýggjar møblar og sum allíkavæl eru so knúsandi einsamallar í allari teirri materiellu dýrdini. Eg haldi, at myndirnar hjá Silju Strøm eru grundleggjandi altruistiskar, tær minna okkum á tað einastandandi støðuna vit eru í sum menniskju millum onnur menniskju.

 Uppihaldið í Steinprenti

KP: Hvussu ert tú sjálv nøgd við uppihaldið í Steinprenti hesa ferð?

SS: Hetta var eitt rættiliga knappligt uppihald, sum var planlagt vikuna fyri tað byrjaði, so eg hevði lítla og onga tíð til at fyrireika og at hugsa alt ov nógv um tað. Men eg eri sera væl nøgd við prentini, eg gjørdi teir fimm dagarnar eg var í Steinprent og arbeiddi. Mær dámar væl at arbeiða intensivt yvir stuttar tíðaravmarkningar og eg føli, at eg fekk nógv burturúr. Jan og Fríða stuðla so væl undir allari prosessini, og Steinprent hevur so góðar fyritreytir at arbeiða í (t.d. gott pláss, tilfeingi og hentleikar - og ikki at gloyma lekkurt kaffi!), at tað er ein sonn frøi at arbeiða har og tí er tað kanska eisini, at tað kennst lætt at fáa nógv frá hondini, sjálvt yvir stutta tíð.

 

Stories for the City – Stories for the Sea

KP: Hvussu vilt tú sjálv lýsa tínar myndir?

SS: Síðan september havi eg teknað og skrivað og ekperimenterað á ymiskan hátt við ástøði, hugtøkum og framburði fyri at byrja eina nýggja verkætlan, sum er meira avbjóðandi enn nakað annað, eg higartil havi arbeitt við. Eg arbeiði fyribils undir heitinum Stories for the City - Stories for the Sea. Eg arbeiði við fleiri evnum, sum eg havi arbeitt við fyrr (staðinum millum abstrakt og figurativt, muninum millum at siga søgur og at brúka frásagnarligir myndaliðir í myndlist, mørkunum hjá ymiskum listarligum tøknum og týdninginum av at skapa), men hendan verkætlanin byggir víðari á fyribrygdi, eg bara havi sipað til heilt stutt. T.d. sambond millum fólk og teirra umhvørvi (interpersonalt, sosialt, mannaskapt, nærumhvørvi, mannaskapt umhvørvi) og hvat ávirkar hesi sambondini á einum persónligum og umhvørvisligum støði.

KP: Arbeiðir tú fram móti nøkrum serligum nú? Nakrari framsýning ella?

SS: Ja, eg arbeiði fram móti einari einstakari framsýning í mai í ár. Annars fyriskipi eg ein listafestival sum verður síðst í apríl. Tað er sera krevjandi á ymiskan hátt, men eisini sera spennandi, so eg havi valt ikki at hava nakrar framsýningar fyrr enn festivalurin er liðugur. Eg skal eisini aftur til Scottish Sculpture Workshop at vera við í teirra Emerging Artist Residency Programme í maj, tað gleði eg meg ordiliga nógv til.

 

SÓLARMYRKING

Sólarmyrkingin nærkast í hvørjum, og fólk flest eru spent um hesa stórhending og gleða seg til ta vónandi dramatisku upplivingina, tá hin lívgevandi sólin fer at slókna. Onnur eru meira illteinkin, tey snerkja og huffa um hesi tekin í sólarmyrking og blóðmána og halda øll sum ein, at tíðirnar eru løgnar. Eg haldi sjálv, at hetta er løgin tíð, og tað haldi eg, sjálvt um tað hevur verið ein klisjé longu áðrenn Platon so mikið sum hugsaði tankan um tær løgnu tíðir, hann helt seg liva í, tá ung og gomul lærdu ósannindi, meðan tann, sum tordi at siga satt varð hildin at vera bæði svakur og býttur. Hendan vísdóm orðaði Platon forrestin á enskum, sambært Facebook, okkara felags andingarholi, sum sonevndir vinir í heilum ríka við klókum orðum hjá megnarkonum og – monnum, Sokrates, Simone de Beauvoir, Edvard Munch, Einstein, Ghandi, Buddha, H.C.Andersen, ið øll sambært nevndu  FB-sitatum hava hugsað og orðað seg á enskum. Enskt er eitt vinnaramál í okkara tíð, danskt vilja børnini ikki hoyra - tað er mega embaressing og uncool, og hesi eru kanska hóskandi orð, tá hugsað verður um, at hesi somu børn búgva í einum múgvandi landi, sum í fjør fekk 644 milliónur av donskum krónum í blokkstuðuli. At tíðirnar eru góðar, tað skilst á samgonguni og tað fegnast vit sjálvsagt um, men eisini her eru løgnar andsøgnir sum t.d. tørvurin á eskjum við mati frá Herberginum, ið varð trífaldaður í 2014 í mun til árið fyri. Tað tykist sum vaksur talið á fólkum, sum mangla pengar til mat, og leiðarin á Herberginum nevnir bæði stakar uppihaldarar og pensionistar sum dømi uppá medmenniskju í okkara samfelag, sum ikki ordiliga fáa endarnar at røkka saman. Vit hava eisini í vaksandi mun hoyrt um álvarsligar trupulleikar hjá Landssjúkrahúsinum, og at nógvar kvinnur við ávísing til mammografi ikki eru slopnar til kanningar í mánaðir. Eru hetta góðar tíðir, má okkurt vera spinnandi galið við okkara raðfesting. Men nógv er løgið, kanska skuldu vit heldur lært børnini norskt, tá nú normenn vísa seg at eiga stóran part av okkara firðum. Tað er í øllum førum ringt at skilja, at ávísir privatpersónar ella fyritøkur kunnu eiga firðir og havið kring okkum. Hevði man nú átt sólina, kundi mann kravt atgongugjald til sólarmyrkingina ella í øllum førum til ta spektakuleru tendringina aftaná. Eg haldi, at sólarmyrkingin er nakað av tí minst løgna í okkara tíð. Eri eingin serfrøðingar, men havi als ongar trupulleikar við at fata, at mánin júst handan fríggjamorgunin eina stutta stund skuggar fyri sólini, og tann sannroynd, at hesin góði skuggi fellur á Føroyar júst nú og í mínari livitíð er ein av teimum mongu stuttligu tilvildarligu tilburðum, sum ríka tilveruna. Hjá summum er sjálvsálitið betri enn nøkur tilvild kann rúma. Fleiri tykjast halda sólarmyrkingina vera enn eitt gudagivið tekin um, at føroyingar eru tað útvalda fólkið og tað vakrasta landið, fleiri taka æruna av sólarmyrkingini og reypa øgiligt nú Føroyar eru ársins ferðamál 2015. “Flott – eitt ordans bragd” ljóðar ein av viðmerkingunum til fráboðanina um, at Føroyar eru nevndar í New York Times. – Ja óluksáliga flott, vit mugu fara at fyriskipa fleiri av hasum sólarmyrkingunum, hugsi eg við mær sjálvari.

 

Tìðirnar hava helst verið løgnar fyrr. Men eg veit ikki um nøkur onnur lutfalsliga vanlig kona í onkrum øðrum tíðarskeiði hevur sitið við køksborðið við einari so sterkari kenslu av støðugari broyting, sum hendan konan hevur í skrivandi stund. Einum varhuga av, at alt kann henda hvørja løtu, at vit yvirhøvur ikki stýra nøkrum. Kanska er tað internetið og altjóðagerðin, ein alsamt minkandi heimur og ein støðugt øktur kunningarstreymur, sum geva rákunum ferð og fáa meg at hóma dómadag upp til fleiri ferðir um vikuna - kanska er tað raðfestingin hjá tíðindarásunum ella mín egni ovurhonds tíðindaáhugi, sum eisini fær meg at hússja meðan tíðindini eru. Men viðhvørt verður útvarpið her í húsinum sløkt, serliga tá tey tosa, øll hesi ørkymlaðu fólkini um tørvin, tey hava at tukta likamið, at eta rætt, at trena kroppin og at tøma høvdið fyri øllum tí strævna, sum høvd nú einaferð kunnu innihalda. Men hvussu tómt skal tað í grundini vera í hasum høvdunum? Og ja, eg veit væl, at hesin eftirstundaði, svalligi mentali tómleikin neyvan varir allan dagin, men eg sakni mentanarligt dannilsi og virðing fyri hugdýpingini í samfelagnum. Ein av nógvum fyrimunum við at lesa bøkur og at uppliva list frá ymiskum tíðarskeiðum er, at listin gevur okkum eina fatan av hvussu fólk hava havt tað fyrr í tíðini, so at vitt eitt nú fáa ein varhuga av teirri øgiligu angist og tí velduga skelki, sum veraldarbardagarnir hava elvt til. Henda vitanin kann sjálvandi eisini finnast í søgubókum ella dagbókum, men vit vita, at fortíðin er konstruerað eftir hvussu framtíðin formaði seg júst á sama hátt sum vit í dag konstruera okkara facebook-vangamynd eftir hvussu vit sjálvi vilja fatast.

 

Hesa seinastu tíðina hava nógv hildið uppá, at tey eru Charlie. Eg var sjálv heilt frammi í skónum longu sama dag, sum yvirgangsatsóknin varð framd 7.januar í Paris við eini grein á Listaportalinum. Vit hoyra javnan um yvirgang og um sjálvmorðsbumbumenn – og konur, sum kring heimin spreingja seg sjálvi og mong onnur ósek menniskju í luftina fyri eina ella aðra søk og tað er jú altíð ræðuligt at hoyra um tílíkt, men tá tíðindini um yvirgangsálopið í París um, at fleiri teknarar og starvsfólk á satirublaðnum Charlie Hebdo vórðu myrd, fekk ræðuleikin eyka syrgiligar og beiskar dimensiónir í París, sum mentanarsøguliga sæð er okkara intellektuelli og frælsi miðdepil. Tá spanska inkvisitiónin ráddi fyri borgum og tankaforboð var í Spania, vórðu grafisk bløð smuglað yvir um landamørk – hesi komu úr Fraklandi bæði við speirekandi myndum og upplýstum tankum. Nú eru fransku teknararnir Jean Cabu, Georges Wolinsky, Stéphane 'Charb' Charbonnie og Tignous avrættaðir -  teir tekna ikki meira, teir eru effektivt skotnir við AK-47 ella Kalashnikov-riflum. Men upplýstu tankarnir, sum mynda ideologiska grundvøllin hjá satirutekningunum, teir eru til enn.

Tíðin er løgin og tað eri eg kanska eisini sjálv. Tí í dag, fjúrtan dagar eftir atsóknina í Paris má eg ásanna, at eg ikki eri Charlie og neyvan verði tað nakrantíð. Eg tori ikki sovorðið, eg ræðist vápn og yvirgang og eri soleiðis uppdrigin, at eg ikki hevði kunnað teknað eina ta einastu av tekningunum í blaðnum Charlie Hebdo. Eg má eisini viðganga, at eg sum heild haldi myndirnar í franska blaðnum vera óstuttligar, keðiliga vinklaðar móti at særa ávísar samfelagsbólkar. Av øllum teimum mongu samkensluváttandi tekningunum, sum eru komnar aftaná ljótu atsóknina í Paris, er tann hjá amerikanska teknaranum Robert S.Crumb so nógv tann stuttligasta og tað er helst tí, at hon er vend móti teknaranum sjálvum. Tað er ein herliga sjálvspeisk sjálvsmynd av einum fjálturstungnum sveittandi teknara, sum hevur spjaldrið “A cowardly cartoonist” hangandi uppi yvir sær. Teknarin hevur eina tekning í hondini av einum hárutum afturparti, sum sambært skrivaðu viðmerkingini er rumpan á Mohammed, men við elasmáum bókstavum ger teknarin vart við, at talan altso yvirhøvur ikki er um profetin, men um ein filmsframleiðara, sum  teknarin kennir og sum altso av tilvild hevur sama fornavn sum profeturin. Mær dámar tekningina, tí hon er erlig og antihetjulig. Teknarin vil fegin sýna samhuga við sínar deyðu starvsfelagar, men hevur samstundis ongan hug at útseta seg sjálvan ella familju sína fyri hevndaratsóknum. Tað er ikki ódjarvt, men klókt, haldi eg. Sjálvandi skal eingin myrðast ella forfylgjast orsakað av sínum hugsjónum, óansæð um tær eru tosaðar, skrivaðar ella teknaðar. Men um vit seta idealini til viks eina løtu, mugu vit eisini ásanna, at vit í heilum bæði innan fyri og uttan fyri altjóða lógir javnan fara um mørk hjá hvørjum øðrum eisini okkara síða (DK, NATO og USA), sum orsakað av yvirgangsatsóknum og hevndarhuga gerst støðugt náðileysari. Guantanamo er eitt av mongum syrgiligum dømum um skeivu gongdina. Tað tykist yvirhøvur sum at kríggj og yvirgangur ger okkum øll ráari av lyndi í einari tíð, sum í grundini krevur tað øvuta av okkum. Ikki síðani annan veraldarbardaga hava so nógv flóttafólk verið sum tá ST taldi upp í fjør. Náttúruvanlukkur, hungursneyð, men eisini ein rúgva av konfliktum og kríggjum hava tvungið 51,2 milliónir av menniskjum til at flýggja frá sínum heimum Mest av øllum er tørvur á friði, at fólk læra at lata vera við at skjóta og bumba, og í staðin venda hin kjálkan til og geva nuansunum og virðingini fyri hvørjum øðrum ein kjans.

Hetta er ein løgin tíð og nú vilja fleiri vera við, at vit skulu vraka 266b, sum eg annars haldi markerar ein tann týdningarmesta hugsjónarpolitiska sigurin og eitt fyrijáttandi tekin um, at Føroyar eru á veg inn í framtíðina og ikki hin vegin. Nú aftaná ber sjálvandi til at intellektualisera málið, men hatta var eitt týðandi stríð, har serliga LGBT-persónar fingu eina tiltrongda viðurkenning frá móðurlandinum og hetta málið má og skal ongantíð undirmetast. Rákini flyta seg skjótt, men ikki nógv skjótari enn, at ráksnúningarnir fáa fylgt við. At løgmaður við bíbliusitatum velur at føra symbolpolitikk í sjálvari nýggjársrøðuni og brúkar vanlukkuligu støðuna hjá yvir hálvtrýss milliónum av flóttafólkum sum agn er ikki meira skammiligt enn atburðurin hjá øllum okkum bestuborgarum í Føroyum. Vit, sum halda við bæði upplýsing og sólarmyrking, men tó meta tað vera best, um flóttafólkini ikki koma higar til okkum, tí vit ikki meta okkum vera før fyri at taka okkum av menniskjum við so ræðuligum royndum, sum tey hava. Tá eg hoyri og luttaki í tílíkum samrøðum millum fitt hampafólk, má eg bara undrast. Eg undri meg sjálvandi um eklatanta óblíðskapin og kuldan, sum ikki passar saman við teirri føroysku sjálvsmyndini, men mest av øllum undrist eg um ta undirliggjandi samtyktina um, at vit í Føroyum onkursvegna eru ov góðvarin og fitt til tess at taka okkum av fólkum við sálarsárum, sum flýggja undan kríggji og øðrum fanansskapi. Hetta er ein margháttlig sjálvsfatan. Er hetta í grundini ikki ein fullkomilig vesalaváttan frá sama fólkaslagnum, sum av sínum eintingum hevur megnað at skipa fyri einari totalari sólarmyrking? 

Evnið í litinum í Listasavninum og Land í Eygsjón: Noreg í Norðurlandahúsinum

Nils Ohrt savnsleiðari byrjaði við at halda røðu um Thomas Arge og um framsýningina

Nils Ohrt savnsleiðari byrjaði við at halda røðu um Thomas Arge og um framsýningina

Evnið í litinum eitur framsýningin hjá Thomas Arge, sum læt upp í Listasavni Føroya í dag. Ein fernisering, ið savnaði eina rúgvu av fólkum. Í Norðurlandahúsinum settu tey hol á norsku vikuna við tveimum framsýningum hjá ávikavist Lars Kjemphol og Astri Luihn. Her eru myndir frá í dag, ummælið av Thomas Arge framsýningini kemur í komandi Dimmalætting. 

Angelika Nielsen og Anna Hüdepohl spældu framúrskarandi, m.a. eitt verk hjá Astor Piazzola.

Angelika Nielsen og Anna Hüdepohl spældu framúrskarandi, m.a. eitt verk hjá Astor Piazzola.

Síðani læt Bárður Jákupsson framsýningina upp við einari áhugaverdari røðu, sum eg hevði ynskt vardi longri.

Síðani læt Bárður Jákupsson framsýningina upp við einari áhugaverdari røðu, sum eg hevði ynskt vardi longri.

Nógv fólk vóru í Listasavninum

Eitt av verkunum hjá Thomas Arge

Sif Gunnarsdóttir helt upplatingarrøðu (á føroyskum!) í sambandi við tiltakið Land í Eygsjón: Noreg í Norðurlandahúsinum.

Malan Marnersdóttir helt røðu í sambandi við upplatingina av framsýningini hjá Astri Luihn í forhøllini í Norðurlandahúsinum

Malan Marnersdóttir helt røðu í sambandi við upplatingina av framsýningini hjá Astri Luihn í forhøllini í Norðurlandahúsinum

Har vóru eisini nógv fólk í Norðurlandahúsinum

Frá verkinum hjá Lars Kjemphol í Klingruni, sum eftir ætlan skal broyta seg komand dagarnar

Starvslønir - fáar krónur til leiklistina

Bárður Oskarsson fekk - væl uppiborið - 1 ára starvsløn. 

Í dag varð almannakunngjørt hvørji nevndin í Mentanargrunni Landsins metir at vera skilagóð at gera íløgu í vegna landið. Nógv fín listafólk hava fingið høvi at fáa arbeiðsfrið at skapa verk, ið verða okkum øllum til góðar. Sum altíð er eitt sindur av kjaki í kjalarvørrinum av starvslønunum. Tað vil so vera, tá umleið tveir triðingar av teimum, sum søktu starvsløn, einki fingu. Tilsamans vórðu latnar 117 mánaðarlønir fyri góðar tríggjar milliónir. Tilsamans vóru tað 104 umsøkjarar, sum søktu um starvsløn fyri tilsamans umleið 32 milliónir krónur og herav vóru 35 umsóknir gignar á møti. Eg havi talt saman nøkulunda hvat hvør listagrein hevur fingið og har eru bókmentirnar fremstar við 44 mánaðarstarvslønum, men her má leggjast aftrat, at talan eisini er um barnabókmentir, krimibókmentir, ymsar fakbókmentir, týddar bókmentir umframt upprunaføroyskar fagrar bókmentir. Á øðrum plássi er tónleikurin, sum fær tillutaðar umleið 30 mánaðars starvsløn, filmslistafólk fáa 12 mánaðar, meðan leiklist og dansur eru heilt niðri á 3 mánaðum. Mítt yvirlit skal lesast við fyrivarni, tað er gjørt við støði í hvat listafólkini plaga at takast við. Í veruleikanum, so sæst ikki nógv á tølunum. Kanska fara nakrir av bókmentakrónunum til at skriva leikrit fyri. Á tann hátt kann støðan javnviga eitt sindur betur enn hon sær út til, men skurðurin tykist ikki góður hjá leiklistini í ár.

Myndlist umleið 24 mánaðar

Bókmentir umleið 44 mánaðar (harav 18 barnabókmentir)

Tónleikur umleið 30 mánaðar

Filmur 12 mánaðar

Leiklist og dans 3 mánaðar

Ymiskt Umleið 4 mánaðar

 

Hesi fingu starvsløn í 2015:

Anker Eli Petersen 3 mánaðir

Astrid Andreasen 3 mánaðir

Bárður Oskarsson 12 mánaðir

Benjamin Petersen 3 mánaðir

Bergur Rønne Moberg 3 mánaðir

Brandur Patursson 3 mánaðir

Dánjal Dam á Neystabø 12 mánaðir

Durita Holm 2 mánaðir

Edvard Sofus Olsen 2 mánaðir

Elin Henriksen 2 mánaðir

Hanni Julius Bjartalíð 3 mánaðir

Hans Tórgarð 1 mánað

Ingi Joensen 2 mánaðir

Jan Nystrøm 3 mánaðir

Jens L. Thomsen 1 mánað

Jóanes Nielsen 6 mánaðir

Jón Aldará 3 mánaðir

Kirstin Helgadóttir 1 mánað

Kjartan Hansen 1 mánað

Kristina Sørensen Ougaard 1 mánað

Leivur Thomsen 3 mánaðir

Lív Maria Róadóttir Jæger 2 mánaðir

Maria Winther Olsen 3 mánaðir

Marianna Mørkøre 3 mánaðir

Marjun Syderbø Kjelnæs 3 mánaðir

Páll Nolsøe 2 mánaðir

Rakel Helmsdal 6 mánaðir

Rannvá Káradóttir 3 mánaðir

Rógvi á Rógvu 6 mánaðir

Sakaris Fríði Stórá 3 mánaðir

Sigmar Bláberg 2 mánaðir

Silja Strøm 6 mánaðir

Sissal Kampmann 3 mánaðir

Stanley Samuelsen 2 mánaðir

Steintór Rasmussen 3 mánaðir

 

Thomas Arge á Listasavni Føroya

Thomas Arge á Listasavni Føroya 
6. februar - 6. apríl 2015 

Fríggjadagin tann 6. februar kl. 16:00 letur framsýning upp á Listasavni Føroya við verkum hjá dugnaliga listamanninum Thomasi Arge (1942-78). Hetta er ein afturlítandi framsýning við meira enn 45 útvaldum verkum, sum fyri tað mesta eru lænt frá privatum ognarum bæði í Føroyum og í Danmark. 

Hóast sítt stutta lív stendur Thomas Arge sum tann størsti málarin í sínum ættarliði. 

Hann var tann fyrsti, ið førdi hagan inn í føroysku listina, men eisini listaliga gekk hann sínar egnu vegir. Soleiðis javnviga málningarnir hjá Thomasi Arge millum tað livandi og sakliga - og millum veruleika og hugflog. Hansara list hevur tí eina serliga hugbindingarmegi, sum í hansara bestu verkum setur hann á altjóða støði.

Listatiltak í Kringvarpinum

http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/02/05/her-er-besta-verki-fyrstu-listakappingini

Hey tit!

Nú er ikki at halda seg aftur. Øll kunnu senda inn myndauppskot til Listatiltakið hjá Kringvarpinum. Eg velji tríggjar myndir út hvønn hósmorgun og práti um tær. Tað kann vera hvat sum helst, standmyndir, náttúrumyndir, installatiónir, skramblilist, broderaðar myndir, smíð, teldugjørdar myndir osfr. Send inn!! 

Tað vísir seg at vera ein ung kvinna, Rannvá Skaalum Petersen, sum eigur myndina, sum eg valdi út at vera hin besta á Listatiltaki 1. Listatiltak 2 er farið í gongd. Temaið er HÚSARÚM og øll eru hjartans vælkomin at senda inn uppskot til FB síðuna hjá Góðan Morgun Føroyar. Freist er mánadagin komandi á middegi. Hósmorgunin 12.2-15 greiði eg aftur frá.

Blíðar heilsanir

Kinna 

Ein feril av ævinleika...

Foto: Jan Andersson

Foto: Jan Andersson

Eitt portrett av listamanninum Torbirni Olsen

Ein feril av ævinleika er yvir manninum. Tá fartelefonin ringir, tekur tað ein lítlan ævinleika, áðrenn telefonin er fingin upp úr skjúrtulummanum og hann hevur sagt sítt spakføra - hallo. Gongulagið er hóvligt fyri ikki at siga seinført, rørslunar eru spakuligar, drúgvar og kanska eitt lítið sindur ampaðar viðhvørt. Men tað hevur einki at siga - list hevur alt at siga. Tað er næstan sum skúgvar hann til viks sjálva tíðarinnar lívsgrundtreyt við sínum áhaldandi róliga verimáta og við síni list. Tí fyri Torbjørn Olsen hevur listin av sonnum alt at siga. Júst tí er tað so ómetaliga gleðiligt, at hann fekk Mentanarvirðisløn Landsins á hesum sinni.

 

Foto: Eiler Fagraklett

Listarligt yvirmenni

Tá Torbjørn Olsen skapar list er hann skjótur, tað gongur fyri seg í rúkandi ferð. Listarliga er hann eitt yvirmenni, tað veit ein og hvør, sum hevur sæð hann arbeiða í atelierinum við pensli ella blýanti í hond. Eg havi havt skúlaflokkar við fyri at vitja listamannin í starvsstovuni úti á Rundingi. Stuttligt at síggja tey ungu um at missa bæði nøs og munn av hamskiftinum, tá tann hóligi málarin brádliga umbroyttist til eitt listarligt yvirmenni framman fyri løriftið. Við kvikum og miðvísum handarørslum gandar hann fram litríkar tulkingar av sínum myndevni, tað verið seg landsløg, býarpartar, bíbilskar hendingar ella kvinnur og gentur og onnur portrettevni eisini. Tá danska Bíbliufelagið fyri nøkrum árum síðani valdi at brúka altartalvuna í Vík, parafrasuna hjá Torbirni Olsen frá 1996 av heilagu kvøldmáltíðini hjá Leonardo da Vinci til permumynd á teirri nýggju myndprýddu versiónini av nýggja testamenti, varð staðfest, at Torbjørn Olsen er millum týdningarmestu religiøsu málararnar í kongaríkinum og á ein hátt er hansara koloristiski og ekspressivi máliháttur sum skaptur til at lýsa líðingarsøguna. Torbjørn Olsen er framúrskarandi koloristur, sum hvørki ræðist primerar ella sekunderar litir, og sum fegin brúkar lýsandi gult saman við djúpum violettum, og bjartasta blátt saman við gløðandi reyðum og orange og øllum møguligum øðrum litum, sum hann megnar at stýra, tó at teir gerast nógvir.

Foto: Elsebeth Egholm

 

Portrettmálarin

 Sjálvt um Torbirni tørvar modellir, tá hann málar, og at hann til allar seks sínar altartalvur hevur havt bróðirin, grafikaran Marius Olsen og ymisk vinfólk og kenningar sitandi ella hangandi á krossi fyri seg í skiftandi bíbilskum leiklutum, er talan ongantíð um grunnskygda myndprýðing ella illustratión í hansara myndum. Listamaðurin arbeiðir gjølliga. Hann byrjar við at lesa viðkomandi tekstir í bíbliuni og granskar hvussu onnur listafólk hava gjørt og fer síðani í gongd við at arbeiða við skitsum. Tá hann hevur livandi modellir framman fyri sær, hendir beinanvegin ein rúgva í málningunum. Umframt at vera ein mynd av einari religiøsari stórhending, er altartalvan í Haldórsvík eisini eitt bólkaportrett av kendum lista- og mentanarmonnum úr okkara tíð. Har er Hanus G.Johansen, Tróndur Patursson, Zacharias Heinesen, Bárður Jákupsson, Árni Dahl, Anker Mortensen, Jóanes Nielsen, Tóroddur Poulsen og fleiri. Sum portrettmálari er Torbjørn Olsen tikin úr leikum. Honum tørvar bert fáar strikur, so hevur hann fangað yvirbráið á einum menniskjað. Men hann er ikki nøgdur við tað ytra tilvildarliga, hann vil longur inn í sinnið og persónsmenskuna hjá tí portretteraða. Á tann hátt hevur hann málað nøkur av bestu portrettmyndunum, eg havi sæð. Eitt dømi er ljósa og lívliga portrettmyndin av Eyðuni Johannesen, leikstjóra, har Torbjørn rakar seymin á høvdið í mun til orkumiklu persónligheitina á tí stóra forteljaranum og visionera leiklistarmanninum. Sami neyvleiki og myndaliga yvirskotið sæst í mongum øðrum portrettmyndum, t.d. av Hera Smith, William Heinesen, Rosu av Rógvu osfr.

Foto: Jan Andersson

 Ljós og myrkur

Eg haldi, at málningarnir hjá Torbirni Olsen í stóran mun snúgva seg um ljós og skugga og um á hvønn hátt hesi fyribrigdi ávirka litirnar. Tað er næstan sum um, at Torbjørn Olsen hevur eitt triðja eyga, sum vanlig fólk ikki hava, og sum hómar sterkastu litir eisini í dimmum skuggum. Fyrst og fremst er tað ljósið, ið hevur høvuðsleiklutin í hansara myndum, og ikki minst tað ljósið, sum finst í myrkrinum. Sjálvt um litríku, frísku modernistisku myndirnar tykjast vera staddar fjart frá gomlum myrkabrúnum barokkmyndum, er eingin ivi um, at tvær stórar listarligar fyrimyndir hjá Torbirni Olsen eru úr 17.øld, tað eru barokkmeistararnir báðir, italski Caravaggio og spanski Velazquez. Hesir báðir arbeiða báðir við ljósi í myrkri ella við clair obscur árini og við stórum kompositiónum við persónum í myndarúminum.

 

Málningar

Starvsstovan hjá Torbirni Olsen ovast í grøna bygninginum á Rundingi er ógvuliga stór og eitt sindur skýmlig, og hetta hevur við sær, at ljósið frá tí eina vindeyganum til tíðir sýnist næstan yvirnatúrliga bjart. Hetta sama vindeygað sæst aftur í nógvum máningum hjá Torbirni Olsen, t.d. framúrskarandi lýsingini av eini barnakonu, sum í grundini ikki fyllir tað stóra í myndarúminum. Men tað er hon, sum er høvi og orsøk til ta fantastisku litveitsluna kring hana í bláum, violettum, orange og gulum málningastrokum. Rúmið er bygt upp av eini ørgrynnu av strokum, sum savnast í eini ljósskygdari harmoni av loddrøttum lindum, sum saman mynda flatan. Í einari aðrari mynd, sum hekk á seinastu framsýningini hjá Heystframsýningarbólkinum, sæst áhugin fyri tí dramatiska, sum somuleiðis vísir til ein áhuga fyri Edvard Munch. Aftur er her ein nakin kvinnufigurur í fokus, men hann er settur upp móti einum blóðreyðum rúmi og eini strikumynd av málaranum sjálvum, hann tykist vera við at hvørva inn í ta reyðu bakgrundina. Samstundis sum myndin er eitt avbrigdi av tí klassiska myndevninum av málara og model, sipar hon til dramatiskar myndir, t.d. Deyða Marats hjá Munch. Ein onnur mynd av somu model við somu Converse basketskóm er ljósari og vísir sama lyndi at brúka ein naknan kvinnufigur sum høvi til at mála eina stórbæra og kompleksa rúmkompositión sum vit sóu í myndini av barnakonuni.

 

Tíð

Torbjørn Olsen er ein gudaborin málari og tað er hann altíð óansæð um hann stendur framman fyri eitt lørift, um hann stendur uppi yvir einum litografiskum steini, einum akvarelpappíri ella um talan bara er um ein lítlan serviett, sum hann finnur í onkrari hissini café. Í 2007 gav danska forlagið Atlantia bók út um Torbjørn Olsen við teksti hjá Bárði Jákupsson, sum enn sum áður er forvitnislig at hyggja í og at lesa. At vera gudaborin málari er annars ikki nakað serliga modernað at vera í samtíðarlistini í løtuni. Framúrskarandi listaakademi fara í vaksandi tali frá handverksligari venjing og disiplin yvir í eina meira flótandi frálæru grundað á listarlig hugskot, har næmingar sjálvir sleppa at menna egin hugskot í staðin fyri at læra ymisk tøkni og málihættir. Alt flytir seg alla tíðina. Kanska kemur handverkið aftur, eg veit ikki og heilt erligt, tá eg sjálv eri stødd framman fyri eini mynd hjá Torbirni Olsen, leggi eg ikki petti í modernað ella ikki modernað. Tíðin hvørvur í málarínum og hevur einki at siga. Fyri Torbjørn Olsen hevur listin alt at siga, og júst av somu orsøk, er tað, at tað skygdi blankt eina løtu av endaleysum takksemi og eydnu í teimum grønbrúnu eygunum hjá hesum blíða og spakføra litmeistaranum, tá hann í Deplinum í Skálavík fekk Mentanarvirðisløn Landsins.

Barbara í Gongini er fantastisk...

Barbara í Gongini er fantastisk at hava í Keypmannahavn, tí hon er original, skrivar ummælarin í Berlingske Tidende í einum sera positivum ummæli av sýningini hjá Barbaru í Gongini á Copenhagen Fashion Week. Tað má sigast at ganga sera væl hjá Barbaru í Gongini, sum við sínum konsekventa dapurt og dramatiskt dekonstrueraða úttrykki hevur arbeitt seg upp til at vera millum kendastu donsku klædnamerkini. 

"Så allermest er Barbara I Gongini fantastisk at have i København, fordi hun åbner en dør ind til en del af modeverdenen, der ikke ligner alle de andres. Fordi hun giver rum til at vise, at drømme kan have mange former. Og måske giver unge drenge og piger, der ikke føler sig som alle de andre, en fornemmelse af, at de ikke er alene. Der findes en stamme af sortklædte mennesker, de hører til i. Ingen er alene. Heller ikke i mørket."

http://www.b.dk/mode/barbara-i-gongini-ingen-er-alene-i-moerket#

 

Strindberg á Tjóðpallinum

Stjórin í Tjóðpalli Føroya Jenny Petersen greiddi frá í Mentanarsendingini í útvarpinum í dag, at fyrsta leikverkið á skránni í 2015 verður leikurin Áognarar hjá August Strindberg. Strindberg (1849-1912) er ein av mastodontunum, tá talan er um modernistiskar bókmentir í Skandinavia. Hansara samlaða verk er ógvuliga stórt, myndað av skaldsøgum, stuttsøgum og leikum. Fleiri av hansara leikum vórðu frumframførdir í Danmark, t.d. hesin leikurin Áognarar/Kreditorar, sum Tjóðpallurin fer undir við Eyðuni Johannesen sum leikstjóra. Leikurin er eitt tríkantsdrama og snýr seg um tveir menn um eina kvinnu, ástarøvund er sjálvsagdur partur av hesum viðurskiftum. Strindberg er kendur kvinnuhatari, men nú fáa vit at síggja hvussu Eyðun Johannesen snarar hesari søguni um kærleikans áognarar. Eg gleði meg og fari sjálvandi at skriva meira um hetta seinni.

Havnarútbyggingin í Tórshavnar Havn kemur fyri á býráðsfundi í kvøld

Kringvarpið visti at siga frá skránni fyri býráðsfundin í Tórshavnar Kommunu í kvøld, at ætlan er at bjóða út arbeiðið at útbyggja havnalagið undir Skansanum longu í ár í ár. Eg haldi, at nú Tjóðveldi er komin við fína hugskotinum um góðshavn á Sundi, má Býráðið hugsa seg væl um áðrenn tey seta gongd á ógvusligu ætlanina, sum fleiri arkitektar mæla frá at fara undir. Rithøvundurin Oddvør Johansen, ið fyri kortum fekk tillutaða Sømdargávu landsins hevur skrivað eina áheitan til borgarstjóran: Góði Heðin Mortensen. Tú hevur verið ein góður borgarstjóri, og tú hevur fólkatekki. Ger nú ikki tann brølaran at byggja eina bingjuhavn á Skansanum, og fell heldur ikki í ta grøvina at sverta tey, sum hava aðra meining enn tú. Um nú ein bingjuhavn verður á Sundi, so er hon við sama lag Tórshavnar havn við teimum inntøkum, hetta gevur. Set grótbrotið á Skansanum í stand, ger eina turistbryggju burturav (við sjópavillióng) á Eystaru bryggju, og lat Skansan, "sálina" í innsiglingini til høvuðsstaðin standa. Tað verður tær til heiður í komandi døgum. Vinarliga Oddvør Johansen.

Spegling er fyrsta evnið

Velazquez: Las Meninas 1656

Kringvarp Føroya hevur funnið uppá eitt stuttligt tiltak, har øll sum hava hug kunnu senda inn myndir av einum verki. Um tað er ein mynd, ein skulpturur ella okkurt heilt annað er púra opið. Alt er loyvt. Tá verkið er liðugt, skal tað avmyndast og myndin sendast til morgunsendingina. Teldupostbústaðurin er gmf@kvf.fo. Hin møguleikin er at leggja myndina á facebookvangan hjá Góðan morgun Føroyar. Evsta mark er mánadagin á middegi og so sigi eg mína hugsan um nøkur av innkomnu verkunum hósmorgunin.  

http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/01/29/spegling-er-fyrsta-evni-listatiltatakinum

Hans Pauli Olsen: Spegilsmynd. 1992

Richard Wilson 20 50. 187



VÁRFRAMSÝNINGIN 2015


Sambært fyrireikarunum fara tey at skipa fyri kunstnarasalong á teirri 25.Várframsýningini, ið verður á Listasavni Føroya 10.apríl-3.mai í ár.  Innlatingarfreist: 22. mars 2015. Várframsýningin er ein sokallað "sensurerað" framsýning.

Eitt eyðkenni við Várframsýningini er, at tað altíð er ein nevnd, sum skipar fyri og velur út verkini til framsýningina. Hetta fyri at geva listafólkunum møguleika fyri at hyggja at, og meta um verkini hjá hvørjum øðrum.

Tískil verður, sum nakað nýtt, í ár eisini skipað fyri "salong" í samband við Várframsýningina. Hetta er eitt tiltak fyri luttakandi listafólk, har ið nevndin greiðir frá teimum valunum tey hava tikið fyri Várframsýningina 2015, og samstundis fáa listafólkini høvi at kjakast um verkini, ið eru við á framsýningini.

Úvalsnevndin fyri Várframsýningina 2015 er:

Ole Wich
Sigrun Gunnarsdóttir
Jóhan Martin Christiansen

---

VEGLEIÐING FYRI INNLATING AV VERKUM TIL METINGAR:

HVØR KANN LATA VERK INN TIL METINGAR Á VÁRFRAMSÝNINGINI 2015?

Ein og hvør kann lata verk inn til metingar, bæði einstaklingar sum bólkar eru vælkomin at lata verk inn.

NÆR ER UMSÓKNARFREIST?

Innlating av verkum gongur fyri seg umvegins teldupost, tað vil siga við digitalari domumentatión av verkunum. Hetta skal latast inn í seinasta lagi sunnudagin 22. mars 2015.

Sendast skal til hendan t-postin: varfram@gmail.com

HVUSSU NÓGV VERK KUNNU LATAST INN?

Tað ber til at lata í mesta lagi 10 verk, líkamikið hvør tøknin er.

Fyri hvørt verk skal í mesta lagi latast inn 4 myndir. Eitt videoverk ella líknandi verk, kann eisini latast inn sum ein leinkja til heimasíðu ella líknandi. Tó skal tað vera heilt greitt hvat verk verður latið inn til metingar. Verkini skulu ikki vera eldri enn 2 ár.

HVAT SKAL LATAST INN SAMAN VIÐ VERKUNUM?

Verkini skulu latast inn umvegis teldupost. Hvørt verk (fíl) skal vera navngivið við navni á listafólki og nummari. Umframt hetta skal latast inn:

1) Ein greiður listi við nummari á verki og tilhoyrandi heiti, ár, stødd/longd, nøgd/upplag (til dømis í samband við grafisk verk, foto, video osv.), tilfari, prísi og annars onnur viðkomandi informatión. 

2) Ein listi við navni á listafólki, telefonnummar og t-post.

3) Eventuelt stutt fágreiðing (okkurt um 5-10 linjur) um tankarnar handan verkini. Legg til merkis at dokumentatiónin/fotomyndirnar skulu vera av nóg høgari góðsku so at nevndin ikki er í iva, hvussu verki sær út!

NÆR OG HVUSSU FÆR EIN BOÐ UM VERKINI ERU VIÐ Á FRAMSÝNINGINI ELLA IKKI?

Avgerðin hjá nevndini verður send út umvegis t-post, sum er nevnd á listanum, sum verður sendur við verkunum. Umsóknarfreistin er 22. mars 2015 og svar verður sent út í seinasta lagi eina viku seinni.

UM EITT VERK VERÐUR VIÐ Á VÁRFRAMSÝNINGINI, HVØR STENDUR SO FYRI UPPHEINGING OG LÍKNANDI?

Nevndin fyri Várframsýningina stendur fyri hesum, og hevur fullan rætt til at disponera yvir framsýningini og hvussu verk verða hongd upp.

HVUSSU ER VIÐ TEKNISKARI ÚTGERÐ?

Listafólki skal lata tekniska útgerð inn saman við verkinum. Set teg í samband við nevndina frammanundan umsóknarfreistina um neyðugt.

NÆR OG HVAR SKULU ÚTVALD VERK LATAST INN?

Um tíni verk verða útvald til Várframsýningina 2015 skal hetta latast inn á Listasavni Føroya mánadagin 6. apríl 2015. 

Listafólki stendur sjálvt fyri flutningi av verkunum, bæði til og frá Listasavni Føroya. 

Verkini eru tryggjað meðan tey verða sýnd fram í Listasavni Føroya 7. apríl - 4. mai 2015 

UM EITT VERK VERÐUR SELT?

Verður eitt verk selt, verður 20% av prísinum á verkinum latin til Føroysk Myndlistafólk. Tískil skal hetta verða íroknað prísinum, sum stendur á listasum, sum verður latin inn við verkunum. 

Peningurin verður útgoldin, tá ið keypari hevur goldið alla upphæddina til Føroysk Myndlistafólk.

ØLL VERK SUM IKKI VERÐA SELD, SKULU AVHEINTAST Á LISTASAVNI FØROYA, TÁ IÐ FRAMSÝNINGIN LATUR AFTUR, Í SEINASTA LAGI MÁNADAGIN 4. MAI 2015!

Um tú hevur narkar spurningar viðvíkjandi Várframsýningini 2015, ert tú vælkomi at seta teg í samband við okkum á: 

varfram@gmail.com

---

Vinarliga heilsan 

Nevndin fyri Várframsýningina 2015

Pauli í Sandagerði 60 ár

 

Í dag fyllir ein maður seksti ár, sum satt at siga hevur havt ómetaligan týdning fyri meg líka síðan hann á fyrsta sinni í sangstovuni í Eysturskúlanum sparkaði meg í afturpartin og bað meg for fanin syngja ordiligt. Eg var so smæðin tá í tíðini, at eg tordi illa at lata munnin upp og syngja, men í so góðum musikalskum selskapi, sum eg brádliga fann meg í tá saman við Paula og ymiskum tónleikarum og sangarum, var ringt at tiga. Tað er sjálvandi Pauli í Sandagerði, sum eg tosi um. Ein av okkara bestu, tá tað snýr seg um at skriva kórtónleik. Hann hevur skrivað nakrar av teimum allarbestu føroysku kórsangunum, Á Grækarismessu,Yvir hvørjum tindi, Nú aftnar dagur, Mjørkanátt og yvirhøvur allar tær mongu tulkingarnar av yrkingum hjá Regini Dahl osfr. Hann er ein musikalskur søgusigari og dugir helst betur enn nakar annar av okkara samtíðarkomponistum at troyta teir møguleikar, sum eru innan fyri tonalan tónleik og hevur eina serliga styrki tá tað kemur til at skapa yndislig og kensluborin løg. Eg bílegði einaferð eitt kórverk frá Paula í Sandagerði til kórið Mpiri, sum endaði við at gerast tvey stutt verk, sum vit fingu frá honum. Eitt av teimum var tað lætta og haikustuttliga “Stari í kavi”, sum krevur øgiligan dynamikk av kórinum. Hitt verkið var hansara tónleikaliga tulking av kendu yrkingini hjá Goethe, sum Janus Djurhus umyrkti við byrjanarregluni "Yvir hvørjum tindi er ró". Tann fyrsta kórvenjingin við hesum verkinum stendur sum rist føst í minninum. Kórleiðarin, sum tá var Sunleif Rasmussen spældi harmoniirnar á klaverið og melankolsku og dramatisku tónasamansetingarnar floymdu omanyvir okkum, so at vit øll gjørdust rørd. Eg haldi, at Sunleif sjálvur var rørdur, hann segði í øllum førum beinanvegin, at hetta heilt týðiliga var eitt høvuðsverk innan føroyskan kórtónleik og eitt dømi um hvussu dugnaligur Pauli í Sandagerði er, tá tað kemur til at komponera serliga kórtónleik.

 

Pauli í Sandagerði er tónleikaligur undangongumaður, hann skrivaði tónleikin til verkið Jesus og Makedonaran, sum legði brúgv yvir um ta tá í tíðini púra endaleysu gjónna millum klassiskt og rytmiskt. Eg gloymi ongantíð sjónina av teimum gomlu violinistunum í lítla symfoniorkestrinum, og hvussu teir tuskaðu violinirnar til í royndini at fylgja við Sunleifi og Kolbein og teimum. Tað var fantastiskt at uppliva. Pauli í Sandagerði hevur eitt einastandandi talent og kanska er hesin rundi føðingardagurin eitt gott høvið at taka tað fram. Tí tónaskaldið er lærari, tað var soleiðis eg møtti honum, tá hann byrjaði sum orkufullur og inspirerandi musikklærari í Eysturskúlanum. Hann býr niðri saman við familjuni, men hansara leiklutur innan føroyskan tónleik má ikki undirmetast. Hann komponerar framhaldandi og hevur vunnið fleiri virðislønir m.a. varð hansara uppskot valt framum 40 onnur upppskot í eini kapping um at skriva eitt verk til standmyndina hjá Giacometti í Holstebro. Tá Pauli í Sandagerði byrjaði í Eysturskúlanum, hendi nógv spennandi, m.a. kom kórsangur á skránna í skúlanum, eg minnist eitt stórt blandað høvi-kór, men eisini eitt gentukór, ið varð grundlagt, og sum skuldi vísa seg at hava óvanliga gott og drúgt haldføri. Gentukórið kallaðist seinni fyri Cantabile, genturnar eru kanska ikki gentur meir, men saman við Hanusi G.Johansen fara kvinnurnar saman við Paula í Sandagerði at geva út eina fløgu við kærleikssangum út, sum varð tikin upp í Müllers Pakkhúsi í fjør. Hjartaliga til lukku við føðingardegnum, góði Pauli, og hjartans takk fyri tónleikin - vit gleða okkum til meira tónleik frá tínari hond. 

Rannvá Kunoy framsýnir í Sveis

Rannvá Kunoy: Dodd Frank (2014). Hendan fantastiska málningin minnast áskoðarar á Ólavsøkuframsýningin, hann verður í næstum við á framsýning í  CentrePasquArt í Biel í Sveis. 

Leygardagin 31.januar letur ein framsýning upp við verkum hjá Rannvá Kunoy í stóra mentanar- og listadeplinum CentrePasquArt í Biel í Sveis. Framsýningin varir inntil 5.apríl. Á framsýningarinnbjóðingini verða málningarnir hjá Rannvá Kunoy lýstir soleiðis (eg velji tann franska tekstin framum týska avbrigdið): A première vue, les peintures de Rannva Kunoy (*1975, Îles Féroé) apparaissent comme de simples surfaces monochromatiques perturbées par des rayures qui dialoguent avec les traces d’un cadre fantomatique. Cependant, en y regardant de plus près, les œuvres présentent une qualité tridimensionnelle, presque holographique. Les couleurs éclatantes et les formes changeantes des tableaux renforcent l’impression d’entrevoir des éléments qui demeurent pourtant insaisissables. Cette série sera présentée en parallèle d’un autre groupe de peintures aux accents comiques. Dans celles-ci, l’absurde cède la place aux lignes qui semblent construire une trame narrative mais ne sont jamais suffisamment claires pour former un sujet définitif. L’œuvre de Kunoy est caractérisé par son aspect performatif. Les mouvements de l’artiste, clairement rendus dans les lignes dynamiques du tableau, renvoient aux images éphémères tracées sur une vitre couverte de givre ou avec une lampe torche dans le noir. Les peintures semblent également duper le spectateur lorsqu’il se déplace autour de l’œuvre : l’espace se modifie et les traces deviennent plus ambiguës.

Eg vóni at fáa myndir frá hesari áhugaverdu framsýningini og ætli at koma við einari grein seinni.

 

 

Rannva Kunoy

01 02 – 05 04 2015


Opening: Sa 31 01 2015, 5pm

 

The abstract paintings of Rannva Kunoy (*1975, FO) are an interplay of scratch marks and the ghost traces of the frame. Yet on closer inspection the works have a three-dimensional, almost holographic quality, suggesting that something is always just coming into being.

 

Photo: Rannva Kunoy, Dodd Frank, 2014 (Foto / Photo: Lewis Ronald)

 

Føroyar og Konsept

Eitt portrett av listamanninum Svend-Allan Sørensen

Tekstur: Kinna Poulsen

Myndir: Steinprent

Grein í Dimmalætting 16.jan. 2015.

Svend-Allan Sørensen býr í Odense og í næstum sýnir hann fram í Keypmannahavn, Oslo og New York grafisk verk, sum fyri ein stóran part eru framleidd í Havn. Listamaðurin er føddur í Kjellerup í Jyllandi og tað er møguligt, at upprunin á bygd hevur sína ávirkan á, at hesin listamaðurin trívist so væl í Føroyum sum hann ger. Men týdningarmesta orsøkin til, at hann í heilum vitjar, er góða samstarvið, sum listamaðurin nú í mong ár hevur havt við Steinprent. Nú hevur Svend-Allan Sørensen aftur havt eitt arbeiðsuppihald í grafiska verkstaðnum í Østrøms Fabrikk á Skálatrøð, har hann saman við Jan Andersson, Fríðu Matras Brekku og Magnus V.Andersson hevur gjørt 29 grafisk verk til eina framsýning í Galleri Specta, sum letur upp á føðingardegi hansara í februar.

 

Føroyavinur

At vera Føroyavinur er eitt lutfalsliga dustmikið og gamaldags hugtak - tú sært fyri tær ein ullintan útlending uttan frið við seg sjálvan, sum í heilum skal út í náttúruna at vála og sum við eitthvørt høvi reisir seg upp at halda panegyriskar røðu. Men hetta eru jú teir beru fordómar og Svend-Allan Sørensen er í hvussu so er ikki soleiðis. Allíkavæl haldi eg, at gamla orðið “Føroyavinur” - um tað verður eitt sindur brýnt og avdustað - kann brúkast um listamannin. T.d. er Føroyavinarspjaldrið hóskandi, um hugsað verður um hansara stóra alsk til føroyskan mat, náttúru og mentalitet. Fyri hann stendur fyrsta uppihaldið í Steinprenti sum eitt vegamót - hann fekk nakað heilt serligt burturúr listarliga og menniskjaliga, sum hann ikki hevur upplivað aðrastaðni, og sum hevur við sær, at hann kennir seg heima her.

 

Heimsins størsta grafikkvirðisløn

Tilsamans hevur Svend-Allan Sørensen gjørt væl yvir hundrað myndir í Steinprenti, m.a. nøkur grafisk verk, sum hann fyri ikki so langari tíð síðani fekk stóru listaheiðurslønina frá norsku drottningini, Sonju fyri; ein virðisløn, sum við 400.000 norskum krónum er heimsins størsta grafikkvirðisløn. Svend-Allan Sørensen hevur fleiri ferð tikið lut á føroyskum bólkaframsýningum og í løtuni hevur hann fimm stór prent við á framsýningini hjá Steinprenti, Grafiske Forbindelser í Vendsyssel Kunstmuseum í Hjørring, sum seinni verður at síggja í Kastrupgaardsamlingen og í Norðurlandahúsinum í Havn. Danski listamaðurin skal brúka nýggjastu prentini til eina framsýning í Galleri Specta í Keypmannahavn, sum fær heitið “Grafik og Gevær”. Hetta er eitt ógvuliga eyðkent heiti hjá listamanninum hvørs serframsýning í Asger Jorn Listasavninum hevði heitið “Country og Koncept”.

 

Listin

Listin hjá Svend-Allan Sørensen er í grundini rættiliga lík listamanninum sjálvum. Tí hann er ein sera blíður, skemtiligur, næstan kátur maður, sum brádliga og uttan ávaring fær stillislig herðindi av álvarsemi. Tá gerst hann innfjarur. Við ansi fyri skemti, spei og kitsch tekur Svend-Allan Sørensen listina í sera stórum álvara. Hann hevur ein serligan poetiskan ans og brúkar í stóran mun orð í sínum myndum, og so dámar honum at blanda tað upprunakenda primitiva og tað listafína. Honum dámar vápn, hann er íðin veiðimaður og tá hann er í Føroyum, etur hann helst ræst, so nógv, sum hann fær fatur á. Tað tykist sum hevur matgleðin smittað yvir á okkurt prent, tí á einum av nýggju prentunum stendur skrivað DO LIKE THE BEST EAT THE RÆST.  

 

Konseptlist

Svend-Allan Sørensen er konseptlistamaður, og tað  hava vit ikki ov nógv av í Føroyum, so næstseinast hann var her, nýtti eg høvið at vitja Steinprent saman við næmingum í myndlist í Hoydølum fyri at hoyra listamannin greiða frá síni list og frá lívinum sum listamaður. Eg haldi, at onkrir av næmingunum gjørdist eitt sindur kløkkir av listamanninum, og høvdu hug at illneitast, tá  hann greiddi frá, at hann næstan altíð googlar síni myndevni, og kopierar tey, printar tey út, og yvirførir tey á litografiska steinin í staðin fyri at tekna sjálvur. Álvarsamur men við einum næstan ósjónligum skálkabrosi greiddi hann teimum bilsnu næmingunum frá, at hann sanniliga ikki tímir at spilla tíðina við at tekna eitt myndevni, tá tað allíkavæl finst á netinum frammanundan. Konseptlist er eitt ómetaliga breitt og torskilt hugtak, og eg havi varhugan av, at tað gongst verri við at fata hetta hugtakið í Føroyum enn aðrastaðni, tó at hugskotsgrundaða konseptlistin hevur verið til í í heimslistini meir enn hálva øld. Eg veit ikki um orsøkin er, at myndlistin í Føroyum er so mikið ung sum hon er, ella at vit her á landi ikki eru væl fyri listaútbúgvingarliga, ella at brúkslistin er nógv eldri enn myndlistin. Men føroyingar halda í hvussu er rættiliga fast í handverkliga partinum av listini og í gamla hugburðinum til listafólk, at tey eiga at hava ávísir handaligir førleikar. Somuleiðis eru myndevni, sum tulka veruleikan á sama hátt sum í klassiskari modernistiskari list enn áhugaverd fyri føroysk listafólk.

 

Royn ikki at gera eitt listaverk...

-Tað, sum er mest umráðandi, segði Svend-Allan Sørensen við tey ungu fólkini, er at gera tað, sum mann vil og ongantíð tað, sum onnur vænta av tær. Tað ringasta er at royna at gera eitt listaverk, tí tá blívur tað ikki til list. At vera listafólk er at skýggja allar vónir hjá øðrum til tín og tað, tú gert og í staðin gera títt egna, sum tú so kanst risikera, at eingin annar skilir. Ein næmingur spurdi ógvuliga skilagott hvussu mann kundi skyna á hvat var gott og nær tað var vánaligt, um mann ikki kann meta út frá tekniskum førleikum, og her svaraði listamaðurin, at einki annað er at gera enn at líta á sín egna varhuga. Sjálvandi finnast serfrøðingar við skili fyri list, men grundleggjandi er listin ábyrgdin hjá avvarðandi listafólki, heldur Svend-Allan Sørensen. Summastaðni hómast eitt mótsetningsríkt spæl í hansara verkum millum rátt og sofistikerað, millum readymade og heimagjørdan autenticitet. Í teirri svørtu, dynamiskt ruslutu grundini á einum av prentunum, sum eru við í framsýningini Grafiske Forbindelser hómast orðini "LOWER ME DOWN WITH A QUICK SAID GOODBYE POUR IN THE BLACK HAVNARDALUR MUD". Myndin sýnist skitin, tað tykist sum orðini eru krutlaði niður við einum fingri í móru, men tað er kanska júst hetta primitiva árinið, sum saman við teirri óvæntaðu lokalu tilsipingini gevur lagnutunga og sentimentala countrysitatinum frá Townes Van Zandt eina serstaka, lívrunna megi.

 

Lívið í skóginum

Í fleiri av teimum nýggju prentunum eru smá ljóðorð, sum herma eftir fuglaljóðum. Náttúra og serliga fuglar hugtaka hann ómetaliga nógv, og tað sama ger amerikanski rithøvundurin Henry David Thoreau, sum livdi í 19.øld og hansara tankar um einfaldan livihátt, sum hann lýsti í kendu bókini "Walden - Life in the woods", og sum ávirkaðu fleiri ættarlið. Men sjálvt um myndirnar hjá Svend-Allan á ein hátt eru einfaldar, er einki naivt yvir hesum myndunum. Heldur er talan um subtilar, sofistikeraðar og rættiliga poetiskar myndir, sum í støðum eru konkretar inn á bein. Talan er til tíðir um tautologiskar staðfestingar, har tað verður sipað til tað sama, ið onkursvegna verður orðað og umorðað við bókstavum, prentliti og tekning. Listamaðurin arbeiðir eisini við føstum orðingum, har hann t.d. skiftir eitt orð út, soleiðis at orðafellið fær nýggja poetiska kraft. Sostatt verður t.d. staðfest einastaðni, at KRAGEN ER IKKE GRATIS í einum av nýggju prentunum, sum í stóran mun eru miðsavnað um krákur, ein av yndisfuglunum hjá Svend-Allan Sørensen. Hann hevur skotið onkra kráku í Havnardali, sum síðani er stappað út, og sum skal brúkast í eini komandi listarligari installatión. Havnardalur er eitt umráðandi stað fyri listamannin, økið er nevnt í fleiri verkum, og millum nýggjastu prentini er eitt, sum eitt sindur viðvent staðfestir: WHAT A PERFECT HAVNARDALUR SOUND IS THIS VOICE OF THE CROW.

 

Svend-Allan Sørensen er farin niður aftur til Danmarkar, men hann kemur aftur, tá tað ber til og tá pláss aftur er á tímatalvuni í Steinprenti. Tað kundi verið spennandi onkuntíð í nærmastu framtíð at sæð eina framsýning í Føroyum við teimum yvir hundað verkunum, sum hann hevur gjørt her. Framsýningin Grafik og Gevær letur upp í Galleri Specta, Peder Skrams Gade 13 í Keypmannahavn 6.februar.