Havnarútbyggingin í Tórshavnar Havn kemur fyri á býráðsfundi í kvøld
/Kringvarpið visti at siga frá skránni fyri býráðsfundin í Tórshavnar Kommunu í kvøld, at ætlan er at bjóða út arbeiðið at útbyggja havnalagið undir Skansanum longu í ár í ár. Eg haldi, at nú Tjóðveldi er komin við fína hugskotinum um góðshavn á Sundi, má Býráðið hugsa seg væl um áðrenn tey seta gongd á ógvusligu ætlanina, sum fleiri arkitektar mæla frá at fara undir. Rithøvundurin Oddvør Johansen, ið fyri kortum fekk tillutaða Sømdargávu landsins hevur skrivað eina áheitan til borgarstjóran: Góði Heðin Mortensen. Tú hevur verið ein góður borgarstjóri, og tú hevur fólkatekki. Ger nú ikki tann brølaran at byggja eina bingjuhavn á Skansanum, og fell heldur ikki í ta grøvina at sverta tey, sum hava aðra meining enn tú. Um nú ein bingjuhavn verður á Sundi, so er hon við sama lag Tórshavnar havn við teimum inntøkum, hetta gevur. Set grótbrotið á Skansanum í stand, ger eina turistbryggju burturav (við sjópavillióng) á Eystaru bryggju, og lat Skansan, "sálina" í innsiglingini til høvuðsstaðin standa. Tað verður tær til heiður í komandi døgum. Vinarliga Oddvør Johansen.