Starvslønir - fáar krónur til leiklistina
/Bárður Oskarsson fekk - væl uppiborið - 1 ára starvsløn.
Í dag varð almannakunngjørt hvørji nevndin í Mentanargrunni Landsins metir at vera skilagóð at gera íløgu í vegna landið. Nógv fín listafólk hava fingið høvi at fáa arbeiðsfrið at skapa verk, ið verða okkum øllum til góðar. Sum altíð er eitt sindur av kjaki í kjalarvørrinum av starvslønunum. Tað vil so vera, tá umleið tveir triðingar av teimum, sum søktu starvsløn, einki fingu. Tilsamans vórðu latnar 117 mánaðarlønir fyri góðar tríggjar milliónir. Tilsamans vóru tað 104 umsøkjarar, sum søktu um starvsløn fyri tilsamans umleið 32 milliónir krónur og herav vóru 35 umsóknir gignar á møti. Eg havi talt saman nøkulunda hvat hvør listagrein hevur fingið og har eru bókmentirnar fremstar við 44 mánaðarstarvslønum, men her má leggjast aftrat, at talan eisini er um barnabókmentir, krimibókmentir, ymsar fakbókmentir, týddar bókmentir umframt upprunaføroyskar fagrar bókmentir. Á øðrum plássi er tónleikurin, sum fær tillutaðar umleið 30 mánaðars starvsløn, filmslistafólk fáa 12 mánaðar, meðan leiklist og dansur eru heilt niðri á 3 mánaðum. Mítt yvirlit skal lesast við fyrivarni, tað er gjørt við støði í hvat listafólkini plaga at takast við. Í veruleikanum, so sæst ikki nógv á tølunum. Kanska fara nakrir av bókmentakrónunum til at skriva leikrit fyri. Á tann hátt kann støðan javnviga eitt sindur betur enn hon sær út til, men skurðurin tykist ikki góður hjá leiklistini í ár.
Myndlist umleið 24 mánaðar
Bókmentir umleið 44 mánaðar (harav 18 barnabókmentir)
Tónleikur umleið 30 mánaðar
Filmur 12 mánaðar
Leiklist og dans 3 mánaðar
Ymiskt Umleið 4 mánaðar
Hesi fingu starvsløn í 2015:
Anker Eli Petersen 3 mánaðir
Astrid Andreasen 3 mánaðir
Bárður Oskarsson 12 mánaðir
Benjamin Petersen 3 mánaðir
Bergur Rønne Moberg 3 mánaðir
Brandur Patursson 3 mánaðir
Dánjal Dam á Neystabø 12 mánaðir
Durita Holm 2 mánaðir
Edvard Sofus Olsen 2 mánaðir
Elin Henriksen 2 mánaðir
Hanni Julius Bjartalíð 3 mánaðir
Hans Tórgarð 1 mánað
Ingi Joensen 2 mánaðir
Jan Nystrøm 3 mánaðir
Jens L. Thomsen 1 mánað
Jóanes Nielsen 6 mánaðir
Jón Aldará 3 mánaðir
Kirstin Helgadóttir 1 mánað
Kjartan Hansen 1 mánað
Kristina Sørensen Ougaard 1 mánað
Leivur Thomsen 3 mánaðir
Lív Maria Róadóttir Jæger 2 mánaðir
Maria Winther Olsen 3 mánaðir
Marianna Mørkøre 3 mánaðir
Marjun Syderbø Kjelnæs 3 mánaðir
Páll Nolsøe 2 mánaðir
Rakel Helmsdal 6 mánaðir
Rannvá Káradóttir 3 mánaðir
Rógvi á Rógvu 6 mánaðir
Sakaris Fríði Stórá 3 mánaðir
Sigmar Bláberg 2 mánaðir
Silja Strøm 6 mánaðir
Sissal Kampmann 3 mánaðir
Stanley Samuelsen 2 mánaðir
Steintór Rasmussen 3 mánaðir