Strindberg á Tjóðpallinum
/Stjórin í Tjóðpalli Føroya Jenny Petersen greiddi frá í Mentanarsendingini í útvarpinum í dag, at fyrsta leikverkið á skránni í 2015 verður leikurin Áognarar hjá August Strindberg. Strindberg (1849-1912) er ein av mastodontunum, tá talan er um modernistiskar bókmentir í Skandinavia. Hansara samlaða verk er ógvuliga stórt, myndað av skaldsøgum, stuttsøgum og leikum. Fleiri av hansara leikum vórðu frumframførdir í Danmark, t.d. hesin leikurin Áognarar/Kreditorar, sum Tjóðpallurin fer undir við Eyðuni Johannesen sum leikstjóra. Leikurin er eitt tríkantsdrama og snýr seg um tveir menn um eina kvinnu, ástarøvund er sjálvsagdur partur av hesum viðurskiftum. Strindberg er kendur kvinnuhatari, men nú fáa vit at síggja hvussu Eyðun Johannesen snarar hesari søguni um kærleikans áognarar. Eg gleði meg og fari sjálvandi at skriva meira um hetta seinni.