Pressan á ákærubonkinum – framsøgufrælsið í vanda?
/Okkara lítla samfelag er í tvíningum og hevur verið tað leingi. Eg tosi sjálvandi um surrealistiska rættarmálið móti fýra journalistum, sum gongur fyri seg beint í løtuni, sum nøkur halda vera púra beint og fyri neyðini og sum onnur halda vera langt úti. Óansæð, so má staðfestast, at føroyska pressan er hart pressað í løtuni. Tað er sum kunnugt Jørgen Niclasen fíggjarmálaráðharri, ið hevur stevnt teimum fýra, Dia Midjord, kringvarpsstjóra, Liljuni Weihe, tíðindaleiðara í Kringvarpinum, Jan Lamhauge, tíðindamanni í Kringvarpinum, og Sveini Tróndarson, fyrrverandi ábyrgdara á Portalinum og núverandi blaðstjóra á Dimmalætting, sum hann vil hava dømd fyri ærumeiðing í sambandi við nógv umrødda tollmálið, sum Kringvarpið og Portalurin gjørdi nógv burtur úr á sinni. Beint nú hoyrdi eg í útvarpinum, at mann ikki kann dømast fyri ærumeiðandi uppáhald um uppáhaldið vísir seg at vera satt, men satt er bert tað, ið kann prógvast at vera satt. Hetta at maktin stevnir fjølmiðlarnar kann samanberast við støðuna í Danmark, tá Estrup og Viggo Hørup vóru í hornatøkum. Hetta var síðst í 19. øld, eitt nýbrot var um at taka seg upp í samfelagnum, rithøvundar lýstu sosialar trupulleikar og mæltu til politiska broyting við fólkaræði og samræði, meðan tey konservativu mutaðu ímóti og yvirhøvur var danska samfelagið tá í tíðini nógv merkt av ósemju alt meðan nýbrotið breyt seg fram og so líðandi broytti hugsunarháttin hjá fjøldini.
Jacob Brønnum Scavenius Estrup var danskur ríkisráðharri frá 1875 til 1895. Hann var ongantíð í meirluta í fólkatinginum, men stýrdi gjøgnum provisoriir, fyribils fíggjarlógir, sum vórðu kunngjørdar í Landstinginum. Estrup stríddist øll nítjan árini við pressuna, sum við tað, at hon varð sensurerað hetta tíðarskeiðið mátti bera seg rættiliga kreativt fyri at orða sínar atfinningar móti antiparlamentariska stýriháttinum hjá Estrup. Hann var hinvegin fult upptikin av at stevna ymiskar miðlar, sum høvdu orðað seg kritiskt móti hansara stýri. T.d. stevndi hann ritstjóran í Svendborg Avis, sum hevði dittað sær at sett eitt lesarabræv í blaðið, har ein bóndi (Hr. Bondegaard) spurdi um hann kundir loyva sær at kalla sín hund fyri Estrup, sjálvt um avvarðandi hundur altso í roynd og veru ikki var nakar svínhundur. Blaðstjórin í Politiken Viggo Hørup brúkti hesa stevningina í sínum berømta leiðara frá 11.august 1886, har hann letur sum um, at hann ógvast um svínhundaeyknevnið, men har hann samstundis fær sett orðini "svínhundur" og "Estrup" saman so nógvar ferðir, at eingin lesari ivast í hvat greinahøvundurin í veruleikanum heldur forsætisráðharran vera.
Á sama hátt er navnið á Jørgen Niclasen nú knýtt saman við orðinum “snýt” so nógvar ferðir í miðlunum, at eg ikki fái latið vera við at hugsa um snýt hvørja ferð eg hoyri navnið Jørgen Niclasen og tað er jú eitt sindur óheppið. Men sjálvandi er munur á støðuni tá og nú. Jørgen Niclasen er kanska maktríkasti maður í Føroyum eins og Estrup var tað tá í Danmark, men Jørgen Niclasen hevur hóast alt demokratiið í rygginum, hann fekk sum kunnugt 382 atkvøður síðsta val, sum hann jú var nóg snildur til at fáa til at røkka nógv longur enn tær nógv fleiri atkvøðurnar hjá partakvinnu hansara Anniku Olsen. Allíkavæl er okkurt ógvuliga ódámligt við, at landsins mest maktfulli maður dregur sentralar partar av føroysku pressuni í rættin í einum máli, sum tey í ringasta føri í øllum førum teoretiskt kunnu fara í fongsul fyri. Tað man neyvan kennast serliga hugaligt hjá teimum soleiðis at verða stevnd fyri at gera sítt arbeiði. Christian Andreasen, advokatur hjá Jørgen Niclasen er sera neyvur og av øllum hansara neyvleika fáa vit av ákæruskrivinum, ið var almannakunngjørt í fjør, frænir av eini sera aktivari tíðindadeild í Kringvarpinum, sum hvørki letur seg møða ella hótta av umboðum fyri ein av maktríkastu persónunum í Føroyum. Eg má siga, at eg skilji tað væl, um tílíkar hóttanir virka øvugt av endamálinum. Ein góður journalistur eigur at bora víðari, serliga, tá hann ella hon verður hótt. Slíkar journalistar skulu vit fegnast um.
Nú hevur talu- og skrivifrælsið verið á breddanum í sambandi við yvirgangsatsóknirnar í Keypmannahavn. Í hesum føri tosa vit ikki um rættin til at særa onnur fólkasløg og religiónir við at gera gjøldur við teirra gudum, nei tað snýr seg um at fjølmiðlafrælsið, rættin hjá fjølmiðlum at fyrihalda seg kritiskt til ein politiskan maktpersón. Talu- ella framsagnarfrælsið er sum kunnugt rætturin til frítt at kunna siga og skriva sína meining uttan góðkenning frá nøkrum og talufrælsið verður mett at vera ein av grundsúlunum í fólkaræðinum. Talufrælsið hevur serliga stóran týdning fyri minnilutabólkar og fyri tey, sum á onkran hátt tala maktini ímóti. Talufrælsið hoyrir til tey grundleggjandi borgarligu rættindini, sum geva borgaranum rætt til at leggja fram ymisk sjónarmið og samfelagsviðurskifti og kjakast um hesi viðurskifti uttan at risikera revsiákæru, óansæð um hesi viðurskifti kunnu tyngja onkran. Í okkara parti av heiminum hava vit talufrælsi, tað er sum kunnugt sjálvt grundarlagið undir teirri frælsu pressuni og hetta talufrælsið hava miðlar sum Dimmalætting og Kringvarp Føroya brúkt og strekt, ikki minst tíðarskeiðið undir núverandi samgongu. Eg skilji væl, at onkrir samgongulimir ynskja tíðindadeildina hjá Kringvarpinum langt burtur har sum piparið grør, ikki minst, ikki minst tá hugsað verður um Tollmálið og teir tvøru journalistarnar, sum í einari TV2-kendari sending við ljóðeffektum, suspense og nokk so idiotiskum og í tí sambandi púra óhóskandi tilvísingum til tá Jørgen Niclasen á sinni sang Dilliloodiggley hóast alt prógvaðu, at sjálvur fíggjarmálaráðharrin hevur logið fyri Føroya fólki og sum nú í trimum sendingum hava avdúkað hvussu rotnir partar av føroysku fiskivinnuni eru. Men, sum vit øll vita av, so varð Jørgen Niclasen ikki dømdur fyri tollsvikið á sinni og harumframt er málið aggamalt og tí hugsi eg, at fíggjarmálaráðharrin við sínum neyvu consiglieri væl kann enda omaná, tá av tornar. So hevur hann vunnið. Og aftaná at hava upplivað Jacob Vestergaard í einum sonevndu “hard talk” við Jón Brian Hvidtfelt í sjónvarpinum, eri eg farin at ivast í øllum. Fiskimálaráðharrin er, vísir tað seg, gjørdur úr teflon, óansæð hvussu nógv tann ídni og dugnaligi journalisturin vísti á hárreisandi sannroydir um ótamdan grammleika, so gleið alt av aftur uttan at nøkur fløkja hómaðist á slætta hárburðinum á tí róliga og væl talandi fiskimálaráðharranum. Óansæð ákæru vísir fiskimálaráðharrin støðugt til lógir og lógarbroyting, har umsetiligheit eftir øllum at døma er ein spurningur um tulking.
Sjálvt um samrøðusendingin við fiskimálaráðharran einki hevði við tað aktuella rættarmálið at gera, fekk hon meg at stúra fyri dóminum, har skal so í øllum førum tulkast eitt sindur, tað er einki at ivast í. Spurningurin er so bara hvønn veg tað verður tulkað og hvørjar avleiðingarnar verða. Advokaturin hjá trimum av teimum stevndu, Brandur Ellingsgaard stúrdi í gjár í útvarpinum um møguligar avleiðingar, um tey fýra verða dømd. Hann helt, at tað møguliga fór at leiða til eitt slag av sensuri, at journalistar í framtíðini ikki fóru at tora at finnast at samgonguni ella øðrum maktríkum fólkum og stovnum, tí tey eru bangin fyri at blíva stevnd og dømd. Tá er framsøgufrælsið jú í veruleikanum avtikið. Hetta má ikki henda, men nú fáa vit at hoyra 25.februar klokkan 13, tá fellur dómur í málinum.