Listatiltak í Kringvarpinum
/http://kvf.fo/netvarp/uv/2015/02/05/her-er-besta-verki-fyrstu-listakappingini
Hey tit!
Nú er ikki at halda seg aftur. Øll kunnu senda inn myndauppskot til Listatiltakið hjá Kringvarpinum. Eg velji tríggjar myndir út hvønn hósmorgun og práti um tær. Tað kann vera hvat sum helst, standmyndir, náttúrumyndir, installatiónir, skramblilist, broderaðar myndir, smíð, teldugjørdar myndir osfr. Send inn!!
Tað vísir seg at vera ein ung kvinna, Rannvá Skaalum Petersen, sum eigur myndina, sum eg valdi út at vera hin besta á Listatiltaki 1. Listatiltak 2 er farið í gongd. Temaið er HÚSARÚM og øll eru hjartans vælkomin at senda inn uppskot til FB síðuna hjá Góðan Morgun Føroyar. Freist er mánadagin komandi á middegi. Hósmorgunin 12.2-15 greiði eg aftur frá.
Blíðar heilsanir
Kinna