Føroyar og Konsept

Eitt portrett av listamanninum Svend-Allan Sørensen

Tekstur: Kinna Poulsen

Myndir: Steinprent

Grein í Dimmalætting 16.jan. 2015.

Svend-Allan Sørensen býr í Odense og í næstum sýnir hann fram í Keypmannahavn, Oslo og New York grafisk verk, sum fyri ein stóran part eru framleidd í Havn. Listamaðurin er føddur í Kjellerup í Jyllandi og tað er møguligt, at upprunin á bygd hevur sína ávirkan á, at hesin listamaðurin trívist so væl í Føroyum sum hann ger. Men týdningarmesta orsøkin til, at hann í heilum vitjar, er góða samstarvið, sum listamaðurin nú í mong ár hevur havt við Steinprent. Nú hevur Svend-Allan Sørensen aftur havt eitt arbeiðsuppihald í grafiska verkstaðnum í Østrøms Fabrikk á Skálatrøð, har hann saman við Jan Andersson, Fríðu Matras Brekku og Magnus V.Andersson hevur gjørt 29 grafisk verk til eina framsýning í Galleri Specta, sum letur upp á føðingardegi hansara í februar.

 

Føroyavinur

At vera Føroyavinur er eitt lutfalsliga dustmikið og gamaldags hugtak - tú sært fyri tær ein ullintan útlending uttan frið við seg sjálvan, sum í heilum skal út í náttúruna at vála og sum við eitthvørt høvi reisir seg upp at halda panegyriskar røðu. Men hetta eru jú teir beru fordómar og Svend-Allan Sørensen er í hvussu so er ikki soleiðis. Allíkavæl haldi eg, at gamla orðið “Føroyavinur” - um tað verður eitt sindur brýnt og avdustað - kann brúkast um listamannin. T.d. er Føroyavinarspjaldrið hóskandi, um hugsað verður um hansara stóra alsk til føroyskan mat, náttúru og mentalitet. Fyri hann stendur fyrsta uppihaldið í Steinprenti sum eitt vegamót - hann fekk nakað heilt serligt burturúr listarliga og menniskjaliga, sum hann ikki hevur upplivað aðrastaðni, og sum hevur við sær, at hann kennir seg heima her.

 

Heimsins størsta grafikkvirðisløn

Tilsamans hevur Svend-Allan Sørensen gjørt væl yvir hundrað myndir í Steinprenti, m.a. nøkur grafisk verk, sum hann fyri ikki so langari tíð síðani fekk stóru listaheiðurslønina frá norsku drottningini, Sonju fyri; ein virðisløn, sum við 400.000 norskum krónum er heimsins størsta grafikkvirðisløn. Svend-Allan Sørensen hevur fleiri ferð tikið lut á føroyskum bólkaframsýningum og í løtuni hevur hann fimm stór prent við á framsýningini hjá Steinprenti, Grafiske Forbindelser í Vendsyssel Kunstmuseum í Hjørring, sum seinni verður at síggja í Kastrupgaardsamlingen og í Norðurlandahúsinum í Havn. Danski listamaðurin skal brúka nýggjastu prentini til eina framsýning í Galleri Specta í Keypmannahavn, sum fær heitið “Grafik og Gevær”. Hetta er eitt ógvuliga eyðkent heiti hjá listamanninum hvørs serframsýning í Asger Jorn Listasavninum hevði heitið “Country og Koncept”.

 

Listin

Listin hjá Svend-Allan Sørensen er í grundini rættiliga lík listamanninum sjálvum. Tí hann er ein sera blíður, skemtiligur, næstan kátur maður, sum brádliga og uttan ávaring fær stillislig herðindi av álvarsemi. Tá gerst hann innfjarur. Við ansi fyri skemti, spei og kitsch tekur Svend-Allan Sørensen listina í sera stórum álvara. Hann hevur ein serligan poetiskan ans og brúkar í stóran mun orð í sínum myndum, og so dámar honum at blanda tað upprunakenda primitiva og tað listafína. Honum dámar vápn, hann er íðin veiðimaður og tá hann er í Føroyum, etur hann helst ræst, so nógv, sum hann fær fatur á. Tað tykist sum hevur matgleðin smittað yvir á okkurt prent, tí á einum av nýggju prentunum stendur skrivað DO LIKE THE BEST EAT THE RÆST.  

 

Konseptlist

Svend-Allan Sørensen er konseptlistamaður, og tað  hava vit ikki ov nógv av í Føroyum, so næstseinast hann var her, nýtti eg høvið at vitja Steinprent saman við næmingum í myndlist í Hoydølum fyri at hoyra listamannin greiða frá síni list og frá lívinum sum listamaður. Eg haldi, at onkrir av næmingunum gjørdist eitt sindur kløkkir av listamanninum, og høvdu hug at illneitast, tá  hann greiddi frá, at hann næstan altíð googlar síni myndevni, og kopierar tey, printar tey út, og yvirførir tey á litografiska steinin í staðin fyri at tekna sjálvur. Álvarsamur men við einum næstan ósjónligum skálkabrosi greiddi hann teimum bilsnu næmingunum frá, at hann sanniliga ikki tímir at spilla tíðina við at tekna eitt myndevni, tá tað allíkavæl finst á netinum frammanundan. Konseptlist er eitt ómetaliga breitt og torskilt hugtak, og eg havi varhugan av, at tað gongst verri við at fata hetta hugtakið í Føroyum enn aðrastaðni, tó at hugskotsgrundaða konseptlistin hevur verið til í í heimslistini meir enn hálva øld. Eg veit ikki um orsøkin er, at myndlistin í Føroyum er so mikið ung sum hon er, ella at vit her á landi ikki eru væl fyri listaútbúgvingarliga, ella at brúkslistin er nógv eldri enn myndlistin. Men føroyingar halda í hvussu er rættiliga fast í handverkliga partinum av listini og í gamla hugburðinum til listafólk, at tey eiga at hava ávísir handaligir førleikar. Somuleiðis eru myndevni, sum tulka veruleikan á sama hátt sum í klassiskari modernistiskari list enn áhugaverd fyri føroysk listafólk.

 

Royn ikki at gera eitt listaverk...

-Tað, sum er mest umráðandi, segði Svend-Allan Sørensen við tey ungu fólkini, er at gera tað, sum mann vil og ongantíð tað, sum onnur vænta av tær. Tað ringasta er at royna at gera eitt listaverk, tí tá blívur tað ikki til list. At vera listafólk er at skýggja allar vónir hjá øðrum til tín og tað, tú gert og í staðin gera títt egna, sum tú so kanst risikera, at eingin annar skilir. Ein næmingur spurdi ógvuliga skilagott hvussu mann kundi skyna á hvat var gott og nær tað var vánaligt, um mann ikki kann meta út frá tekniskum førleikum, og her svaraði listamaðurin, at einki annað er at gera enn at líta á sín egna varhuga. Sjálvandi finnast serfrøðingar við skili fyri list, men grundleggjandi er listin ábyrgdin hjá avvarðandi listafólki, heldur Svend-Allan Sørensen. Summastaðni hómast eitt mótsetningsríkt spæl í hansara verkum millum rátt og sofistikerað, millum readymade og heimagjørdan autenticitet. Í teirri svørtu, dynamiskt ruslutu grundini á einum av prentunum, sum eru við í framsýningini Grafiske Forbindelser hómast orðini "LOWER ME DOWN WITH A QUICK SAID GOODBYE POUR IN THE BLACK HAVNARDALUR MUD". Myndin sýnist skitin, tað tykist sum orðini eru krutlaði niður við einum fingri í móru, men tað er kanska júst hetta primitiva árinið, sum saman við teirri óvæntaðu lokalu tilsipingini gevur lagnutunga og sentimentala countrysitatinum frá Townes Van Zandt eina serstaka, lívrunna megi.

 

Lívið í skóginum

Í fleiri av teimum nýggju prentunum eru smá ljóðorð, sum herma eftir fuglaljóðum. Náttúra og serliga fuglar hugtaka hann ómetaliga nógv, og tað sama ger amerikanski rithøvundurin Henry David Thoreau, sum livdi í 19.øld og hansara tankar um einfaldan livihátt, sum hann lýsti í kendu bókini "Walden - Life in the woods", og sum ávirkaðu fleiri ættarlið. Men sjálvt um myndirnar hjá Svend-Allan á ein hátt eru einfaldar, er einki naivt yvir hesum myndunum. Heldur er talan um subtilar, sofistikeraðar og rættiliga poetiskar myndir, sum í støðum eru konkretar inn á bein. Talan er til tíðir um tautologiskar staðfestingar, har tað verður sipað til tað sama, ið onkursvegna verður orðað og umorðað við bókstavum, prentliti og tekning. Listamaðurin arbeiðir eisini við føstum orðingum, har hann t.d. skiftir eitt orð út, soleiðis at orðafellið fær nýggja poetiska kraft. Sostatt verður t.d. staðfest einastaðni, at KRAGEN ER IKKE GRATIS í einum av nýggju prentunum, sum í stóran mun eru miðsavnað um krákur, ein av yndisfuglunum hjá Svend-Allan Sørensen. Hann hevur skotið onkra kráku í Havnardali, sum síðani er stappað út, og sum skal brúkast í eini komandi listarligari installatión. Havnardalur er eitt umráðandi stað fyri listamannin, økið er nevnt í fleiri verkum, og millum nýggjastu prentini er eitt, sum eitt sindur viðvent staðfestir: WHAT A PERFECT HAVNARDALUR SOUND IS THIS VOICE OF THE CROW.

 

Svend-Allan Sørensen er farin niður aftur til Danmarkar, men hann kemur aftur, tá tað ber til og tá pláss aftur er á tímatalvuni í Steinprenti. Tað kundi verið spennandi onkuntíð í nærmastu framtíð at sæð eina framsýning í Føroyum við teimum yvir hundað verkunum, sum hann hevur gjørt her. Framsýningin Grafik og Gevær letur upp í Galleri Specta, Peder Skrams Gade 13 í Keypmannahavn 6.februar.