Pauli í Sandagerði 60 ár

 

Í dag fyllir ein maður seksti ár, sum satt at siga hevur havt ómetaligan týdning fyri meg líka síðan hann á fyrsta sinni í sangstovuni í Eysturskúlanum sparkaði meg í afturpartin og bað meg for fanin syngja ordiligt. Eg var so smæðin tá í tíðini, at eg tordi illa at lata munnin upp og syngja, men í so góðum musikalskum selskapi, sum eg brádliga fann meg í tá saman við Paula og ymiskum tónleikarum og sangarum, var ringt at tiga. Tað er sjálvandi Pauli í Sandagerði, sum eg tosi um. Ein av okkara bestu, tá tað snýr seg um at skriva kórtónleik. Hann hevur skrivað nakrar av teimum allarbestu føroysku kórsangunum, Á Grækarismessu,Yvir hvørjum tindi, Nú aftnar dagur, Mjørkanátt og yvirhøvur allar tær mongu tulkingarnar av yrkingum hjá Regini Dahl osfr. Hann er ein musikalskur søgusigari og dugir helst betur enn nakar annar av okkara samtíðarkomponistum at troyta teir møguleikar, sum eru innan fyri tonalan tónleik og hevur eina serliga styrki tá tað kemur til at skapa yndislig og kensluborin løg. Eg bílegði einaferð eitt kórverk frá Paula í Sandagerði til kórið Mpiri, sum endaði við at gerast tvey stutt verk, sum vit fingu frá honum. Eitt av teimum var tað lætta og haikustuttliga “Stari í kavi”, sum krevur øgiligan dynamikk av kórinum. Hitt verkið var hansara tónleikaliga tulking av kendu yrkingini hjá Goethe, sum Janus Djurhus umyrkti við byrjanarregluni "Yvir hvørjum tindi er ró". Tann fyrsta kórvenjingin við hesum verkinum stendur sum rist føst í minninum. Kórleiðarin, sum tá var Sunleif Rasmussen spældi harmoniirnar á klaverið og melankolsku og dramatisku tónasamansetingarnar floymdu omanyvir okkum, so at vit øll gjørdust rørd. Eg haldi, at Sunleif sjálvur var rørdur, hann segði í øllum førum beinanvegin, at hetta heilt týðiliga var eitt høvuðsverk innan føroyskan kórtónleik og eitt dømi um hvussu dugnaligur Pauli í Sandagerði er, tá tað kemur til at komponera serliga kórtónleik.

 

Pauli í Sandagerði er tónleikaligur undangongumaður, hann skrivaði tónleikin til verkið Jesus og Makedonaran, sum legði brúgv yvir um ta tá í tíðini púra endaleysu gjónna millum klassiskt og rytmiskt. Eg gloymi ongantíð sjónina av teimum gomlu violinistunum í lítla symfoniorkestrinum, og hvussu teir tuskaðu violinirnar til í royndini at fylgja við Sunleifi og Kolbein og teimum. Tað var fantastiskt at uppliva. Pauli í Sandagerði hevur eitt einastandandi talent og kanska er hesin rundi føðingardagurin eitt gott høvið at taka tað fram. Tí tónaskaldið er lærari, tað var soleiðis eg møtti honum, tá hann byrjaði sum orkufullur og inspirerandi musikklærari í Eysturskúlanum. Hann býr niðri saman við familjuni, men hansara leiklutur innan føroyskan tónleik má ikki undirmetast. Hann komponerar framhaldandi og hevur vunnið fleiri virðislønir m.a. varð hansara uppskot valt framum 40 onnur upppskot í eini kapping um at skriva eitt verk til standmyndina hjá Giacometti í Holstebro. Tá Pauli í Sandagerði byrjaði í Eysturskúlanum, hendi nógv spennandi, m.a. kom kórsangur á skránna í skúlanum, eg minnist eitt stórt blandað høvi-kór, men eisini eitt gentukór, ið varð grundlagt, og sum skuldi vísa seg at hava óvanliga gott og drúgt haldføri. Gentukórið kallaðist seinni fyri Cantabile, genturnar eru kanska ikki gentur meir, men saman við Hanusi G.Johansen fara kvinnurnar saman við Paula í Sandagerði at geva út eina fløgu við kærleikssangum út, sum varð tikin upp í Müllers Pakkhúsi í fjør. Hjartaliga til lukku við føðingardegnum, góði Pauli, og hjartans takk fyri tónleikin - vit gleða okkum til meira tónleik frá tínari hond.