So fjarur og tó so nær

Teitur á Reinsarínum

Á konsertini upplivdi eg hissini løtur av hugspjaðing, sum komu av, at framførslan í støðum upplivdist eitt sindur flosnað í kantunum, at Teitur í løtum virkaði eitt sindur introvertur og sum um hann hugnaði sær og spældi fyri sær sjálvum. Men hesin spælandi og opni framførsluhátturin hevur eisini sínar greiðu fyrimunir, tá hann kemur frá einum framúrskarandi listamanni, hvørs avrik higartil hevur uppiborið upp til fleiri mentanarvirðislønir, tó at hann er lutfalsliga ungur enn. Eg havi upplivað hetta sama fyribrigdið fyrr, tá eg havi lurtað eftir Teiti, at tann stóri tónasmiðurin, sangarin og tónleikarin sýnist so mikið avslappaður til framførsluna, at tað næstan tykist forargiligt. At alt tað pínliga, uppstillaða og hátíðarliga, sum ofta merkir tílíkar framførslur, púrasta hvørvur. Har situr hann á klaverbonkinum, klimprar okkurt, smáprátar okkurt og syngur okkurt, spælir síðan okkurt aftrat eitt sindur sum í øðrum tonkum. Hetta ger hann nóg leingi til, at mínir tankar spakuliga flyta seg frá trafikkinum uttanfyri, frá skróvandi bommpakkanum hjá unga manninum yvirav og filmandi Iphone´um, frá gerandisdegnum, frá øllum óviðkomandi, so at eg í grundini slappi fullkomiliga av, eg eri trygg, her hendir jú einki óvanligt. Og júst tá er tað, at Teitur syngur okkurt, sum fer beint inn, og tað ber jú væl til - allir vanligir verjugarðar eru niðri. Hetta hendi nakrar ferðir hóskvøldið 5.februar, tá eg var til konsert hjá Teiti Lassen á  Reinsarínum, og elvdi til gásarhold og ørstuttar stundir av stórari nærveru.

 Frástøða

All the good symptoms of art will always bring some restlessness 

Er ein setningur úr einum sangi hjá Teiti, sum passaði til kvøldið, tí har var eitt sindur av órógv, fólk gingu á ves ella hvar tey gingu. Men hetta hevur kanska við Reinsaríið at gera, og hugnaligu caféstemningin har. Rúmið niðriundir var meira ella minni fult, tá eg kom klokkan tíggju minuttir í níggju. Eg fór uppá at seta meg, har er gott at sita, men frástøðan til tann einsamalla framførandi kendist eitt sindur stór, í øllum førum um mann órógvast lætt av óljóði. Ljóðið var annars einastandandi frálíkt við serligum plássi til og denti á nýggja flygilin, sum Teitur gjørdi vart við, júst er komin har at standa, keyptur úr Danmark. Teir kosta ikki so nógv, gjørdi Teitur prátandi vart við - kunnu skaffast úr donskum deyðsbúgvum fyri lítið og einki, men hansara egni flygil kom úr Saltangará, segði  hann.

Vónrík byrjan

Teitur legði út við vakra sanginum “Hopeful” frá nýggjastu útgávuni Story Music frá 2013, ein vónrík byrjan, sum førdi hann yvir í tann melankolska “Letter from “Alex frá The Singer. Hann greiddi frá, at hann í januar hevur spælt nógvan tónleik, og at hann eitt nú hevur arbeitt við ymiskum arpeggio´um. Arpeggio er eitt hugtak frá tónlistini, sum merkir “eins og ein harpa”, tá harpur spælir akkordir er tað ofta ein brotin akkord, sum støkkur frá lægsta til hægsta tóna. - Tit kunnu bara fáa tykkum eina øl, skála og hugna tykkum, meðan eg jammi eitt sindur, helt lítillætni høvuðspersónurin á pallinum og gav okkum síðani ein farra av innliti í áhugan fyri jazz- og kompositiónstónleiki, sum í vaksandi mun hómast í hansara útgávum.

Antihetjan

Millum gjøgnumkomponerað løg stinga seg fram eldri vísukendir sangir, sum minna um vísurnar hjá Kára P, og sum eisini eru vorðnir fólkaogn. Vit kenna aftur ta heimligu typuna, antihetjuliga alter-egoið hjá sangaranum, rekavættið við hond í lumma, sum bíðar eftir bussinum og sum ikki eigur meira enn seytjan krónur í lummanum og sum gongur og melur í Havnini æviga takksamur og nøgdur, tó at Havnin er ein lítil bygd og einki Piccadilly ella Piazza Navona. Teitur er ein bygdasligur verðinsmaður, sum spælir Velbastað World Music, so mitt í heimliga hugnanum kemur ein sangur um, at tað ikki ber til at fara úr Los Angeles og “It´s not funny anymore”, sum heimskendi Van Dyke Parks slapp at útseta og sum er ein av fleiri musikalskum gimsteinum í framúrskarandi útgávuni Storymusic.

 

I sing to be loved

Næsta sett byrjaði eitt sindur brádliga við einari a capella framførslu av “The Singer”, sum eg í grundini ikki fekk samlað meg um orsakað av einum ófráboðaðum knallertfundi uttanfyri og tað var av sonnum spell, tí hesin sangurin er framúrskarandi bæði tekstliga og eisini í mátanum, hann verður framborin við serstøku røddini hjá Teiti og við rørandi erligu staðfestingini; “They want to understand me, but I sing to be loved”. Tá hann hevði eitt sindur ilt við at stemma elektriska guitaran, sum hann brúkti í “Rockn´roll Band” segði hann mest sum fyri at áminna seg sjálvan – aja, skít, tað er ikki neyðugt, at tað stemmar. Eg má tó viðganga, at mær dámar best, tá gittarar eru stemmaðir, í øllum førum, tá talan er um tílíkan tónleik, sum Teitur Lassen framførir og eg var um at ganga av verðini av snjalla, falska og alt ov harða guitarljóðinum, sum fór gjøgnum bein og merg.

At vera til staðar í ferðini

Tilsamans framførdi Teitur Lassen yvir tjúgu sangir hetta kvøldið, eg haldi eg kendi allar. Tað var eitt úrval, sum vísti breiddina í verkinum higartil og so var onkur sangur spældur eitt sindur sum í kvøðuljómunum eins og ein cadeau til áskoðarar og teirra yndissangir. Sum heild helt eg, at framførslan hjá Teiti Lassen hetta hóskvøldið var merkt av, at hann onkursvegna prinsipielt tóktist raðfesta hugna, opinleika og eitt erligt úttrykk fram um neyvleika og virtuosan musikalitet. Ein sangur frá Storymusic eitur "If you wait", hann verður spakuliga laðaður upp orð fyri orð, tóna fyri tóna. Á framførsluni hóskvøldið varð laðingin eitt sindur ójøvn meðan Teitur sang: "If you wait a little longer than you normally would, the most amazing thing may appear". Men tað er júst hetta, sum tað snýr seg um í serstaka universinum hjá Teiti, um at bíða eitt lítið bil og at dvølja, vera til staðar í ferðini og finna meining í at vera á veg, eisini tá vegurin er eitt sindur ójavnur.