Endurnýggjandi søgurnar hjá Silju Strøm
/
Silja Strøm býr í Glasgow, har hon eisini er útbúgvin. Hon hevur verið ein túr heima í Føroyum og arbeitt í Steinprenti og vit hava nýtt høvið at hyggja at teimum seks prentunum, hon fekk burturúr, og gera eitt stutt viðtal við ungu listakvinnuna úr Vestmanna.
Hóast sín unga aldur, man navnið á Silju Strøm vera kent av listaáhugaðum, tí tað eru longu nógv ár síðani hon gjørdi vart við seg við framsýningum v.m. Í 2010 fekk hon gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum og í 2012 fekk hon Virðisløn til ungt listafólk frá Mentamálaráðnum. Í 2013 myndaði hon Summarframsýningina í Norðurlandahúsinum saman við íslendsku listakvinnuni, Steinunn Thórarinsdóttir. Steinprentini, sum Silja Strøm hevur gjørt á hesum sinni eru seks í tali. Tað var í sambandi við, at hon varð biðin um at gera árliga gávuprentið til limirnar í grafikkfelagnum Steinbrá, at hon hevur arbeitt eina viku á verkstaðnum við seks myndum. Vit kenna hennara myndamál og teir ógvuliga fínt teknaðu figurarnar aftur frá eldri myndum. Úttrykkið er vakurt, næstan ovurestetiskt, men myndirnar hjá Silju Strøm eru annað og meira enn tað.
Ítøkiligar myndir við óítøkiligum søgum
Tey nýggju prentini eru øll teknað á sama stein og prentumførini eru fýra, tvey blá umframt eitt gult og eitt orange. Nýggju myndirnar eru figurativar við abstraktum og surrealistiskum elementum, sum í fleiri førum sipa til umhvørvi, skapan, gróður og konstruktión. Á einari mynd síggja vit t.d. ein persón úr erva, sum er í ferð við at breiða ein flata út við smáum trøum á. Niðri undir er ein líknandi flati við nógvum smáum sporum og niðri undir henni eru aftur trø. Kring figurativa myndevnið eru ymisk strok og litfarrar í bláum, gulum og orange, sum á dekorativan hátt tykjast savna og undirstrika fabulerandi huglagið í myndini. At allar myndirnar eru teknaðar á ein einstakan stein hevur við sær, at tær hanga saman eisini ítøkiliga, men tó at søgan tykist ítøkilig, er talan ikki um eina vanliga søgu sum vit kenna tær við eini ávísari byrjan og einari kronologiskari hendingagongd og enda. Dentur tykist onkursvegna vera lagdur á tað dynamiska, sveimandi og óavkláraða í myndunum og hetta hevur við sær, at eygað á áskoðaranum fylgir hesi tilvitaðu tilvildini og støkkur runt í heildini frá hending til aðra. Fragmenteraða heildin ávirkar sostatt mátan, sum tú sum áskoðari hyggur at myndunum, hvagar tú hyggur fyrst og hvørja leið eygað tekur á myndaflatanum. Hetta hevur við sær, at tú fært nakað nýtt burtur úr, hvørja ferð, tú hyggur at hesum myndunum, og at hvør nýggjur partur leiðir yvir í eina nýggja heild, eina ósagda søgu.
Kompleksar myndir
Sambært Silju Strøm snúgva hennara myndir seg um viðurskifti millum folk og samspælið millum lutir, fólk og umhvørvið. Á myndaflatanum síggjast mynstur, ið sipa til nýhugsandi byggilistarligu eksperimentini hjá John Hejduk við flatum og bogaðum trunkum í ymiskum samansetingum og litum. Her eru myndir inni í øðrum myndum og fleiri løg av týdningum, sum tala saman. Og um tú sum áskoðari brádliga heldur teg hóma hálvfjersarasosialar tónar mitt í øllum tí vakra, fert tú kanska ikki heilt skeivt av hugburðinum í myndunum. Tá eg sá prentini ella kanska serliga strikumyndin av einari einsamallari konu í einum geometriskum rúmi, kom eg í tankar um onkra av kvinnulagnunum hjá danska sosialrealistiska høvundanum Vitu Andersen, hesar kvinnur, sum brúka alla orku uppá at síggja gott út og at keypa klæðir og smyrsl og nýggjar møblar og sum allíkavæl eru so knúsandi einsamallar í allari teirri materiellu dýrdini. Eg haldi, at myndirnar hjá Silju Strøm eru grundleggjandi altruistiskar, tær minna okkum á tað einastandandi støðuna vit eru í sum menniskju millum onnur menniskju.
Uppihaldið í Steinprenti
KP: Hvussu ert tú sjálv nøgd við uppihaldið í Steinprenti hesa ferð?
SS: Hetta var eitt rættiliga knappligt uppihald, sum var planlagt vikuna fyri tað byrjaði, so eg hevði lítla og onga tíð til at fyrireika og at hugsa alt ov nógv um tað. Men eg eri sera væl nøgd við prentini, eg gjørdi teir fimm dagarnar eg var í Steinprent og arbeiddi. Mær dámar væl at arbeiða intensivt yvir stuttar tíðaravmarkningar og eg føli, at eg fekk nógv burturúr. Jan og Fríða stuðla so væl undir allari prosessini, og Steinprent hevur so góðar fyritreytir at arbeiða í (t.d. gott pláss, tilfeingi og hentleikar - og ikki at gloyma lekkurt kaffi!), at tað er ein sonn frøi at arbeiða har og tí er tað kanska eisini, at tað kennst lætt at fáa nógv frá hondini, sjálvt yvir stutta tíð.
Stories for the City – Stories for the Sea
KP: Hvussu vilt tú sjálv lýsa tínar myndir?
SS: Síðan september havi eg teknað og skrivað og ekperimenterað á ymiskan hátt við ástøði, hugtøkum og framburði fyri at byrja eina nýggja verkætlan, sum er meira avbjóðandi enn nakað annað, eg higartil havi arbeitt við. Eg arbeiði fyribils undir heitinum Stories for the City - Stories for the Sea. Eg arbeiði við fleiri evnum, sum eg havi arbeitt við fyrr (staðinum millum abstrakt og figurativt, muninum millum at siga søgur og at brúka frásagnarligir myndaliðir í myndlist, mørkunum hjá ymiskum listarligum tøknum og týdninginum av at skapa), men hendan verkætlanin byggir víðari á fyribrygdi, eg bara havi sipað til heilt stutt. T.d. sambond millum fólk og teirra umhvørvi (interpersonalt, sosialt, mannaskapt, nærumhvørvi, mannaskapt umhvørvi) og hvat ávirkar hesi sambondini á einum persónligum og umhvørvisligum støði.
KP: Arbeiðir tú fram móti nøkrum serligum nú? Nakrari framsýning ella?
SS: Ja, eg arbeiði fram móti einari einstakari framsýning í mai í ár. Annars fyriskipi eg ein listafestival sum verður síðst í apríl. Tað er sera krevjandi á ymiskan hátt, men eisini sera spennandi, so eg havi valt ikki at hava nakrar framsýningar fyrr enn festivalurin er liðugur. Eg skal eisini aftur til Scottish Sculpture Workshop at vera við í teirra Emerging Artist Residency Programme í maj, tað gleði eg meg ordiliga nógv til.