SÓLARMYRKING

Sólarmyrkingin nærkast í hvørjum, og fólk flest eru spent um hesa stórhending og gleða seg til ta vónandi dramatisku upplivingina, tá hin lívgevandi sólin fer at slókna. Onnur eru meira illteinkin, tey snerkja og huffa um hesi tekin í sólarmyrking og blóðmána og halda øll sum ein, at tíðirnar eru løgnar. Eg haldi sjálv, at hetta er løgin tíð, og tað haldi eg, sjálvt um tað hevur verið ein klisjé longu áðrenn Platon so mikið sum hugsaði tankan um tær løgnu tíðir, hann helt seg liva í, tá ung og gomul lærdu ósannindi, meðan tann, sum tordi at siga satt varð hildin at vera bæði svakur og býttur. Hendan vísdóm orðaði Platon forrestin á enskum, sambært Facebook, okkara felags andingarholi, sum sonevndir vinir í heilum ríka við klókum orðum hjá megnarkonum og – monnum, Sokrates, Simone de Beauvoir, Edvard Munch, Einstein, Ghandi, Buddha, H.C.Andersen, ið øll sambært nevndu  FB-sitatum hava hugsað og orðað seg á enskum. Enskt er eitt vinnaramál í okkara tíð, danskt vilja børnini ikki hoyra - tað er mega embaressing og uncool, og hesi eru kanska hóskandi orð, tá hugsað verður um, at hesi somu børn búgva í einum múgvandi landi, sum í fjør fekk 644 milliónur av donskum krónum í blokkstuðuli. At tíðirnar eru góðar, tað skilst á samgonguni og tað fegnast vit sjálvsagt um, men eisini her eru løgnar andsøgnir sum t.d. tørvurin á eskjum við mati frá Herberginum, ið varð trífaldaður í 2014 í mun til árið fyri. Tað tykist sum vaksur talið á fólkum, sum mangla pengar til mat, og leiðarin á Herberginum nevnir bæði stakar uppihaldarar og pensionistar sum dømi uppá medmenniskju í okkara samfelag, sum ikki ordiliga fáa endarnar at røkka saman. Vit hava eisini í vaksandi mun hoyrt um álvarsligar trupulleikar hjá Landssjúkrahúsinum, og at nógvar kvinnur við ávísing til mammografi ikki eru slopnar til kanningar í mánaðir. Eru hetta góðar tíðir, má okkurt vera spinnandi galið við okkara raðfesting. Men nógv er løgið, kanska skuldu vit heldur lært børnini norskt, tá nú normenn vísa seg at eiga stóran part av okkara firðum. Tað er í øllum førum ringt at skilja, at ávísir privatpersónar ella fyritøkur kunnu eiga firðir og havið kring okkum. Hevði man nú átt sólina, kundi mann kravt atgongugjald til sólarmyrkingina ella í øllum førum til ta spektakuleru tendringina aftaná. Eg haldi, at sólarmyrkingin er nakað av tí minst løgna í okkara tíð. Eri eingin serfrøðingar, men havi als ongar trupulleikar við at fata, at mánin júst handan fríggjamorgunin eina stutta stund skuggar fyri sólini, og tann sannroynd, at hesin góði skuggi fellur á Føroyar júst nú og í mínari livitíð er ein av teimum mongu stuttligu tilvildarligu tilburðum, sum ríka tilveruna. Hjá summum er sjálvsálitið betri enn nøkur tilvild kann rúma. Fleiri tykjast halda sólarmyrkingina vera enn eitt gudagivið tekin um, at føroyingar eru tað útvalda fólkið og tað vakrasta landið, fleiri taka æruna av sólarmyrkingini og reypa øgiligt nú Føroyar eru ársins ferðamál 2015. “Flott – eitt ordans bragd” ljóðar ein av viðmerkingunum til fráboðanina um, at Føroyar eru nevndar í New York Times. – Ja óluksáliga flott, vit mugu fara at fyriskipa fleiri av hasum sólarmyrkingunum, hugsi eg við mær sjálvari.

 

Tìðirnar hava helst verið løgnar fyrr. Men eg veit ikki um nøkur onnur lutfalsliga vanlig kona í onkrum øðrum tíðarskeiði hevur sitið við køksborðið við einari so sterkari kenslu av støðugari broyting, sum hendan konan hevur í skrivandi stund. Einum varhuga av, at alt kann henda hvørja løtu, at vit yvirhøvur ikki stýra nøkrum. Kanska er tað internetið og altjóðagerðin, ein alsamt minkandi heimur og ein støðugt øktur kunningarstreymur, sum geva rákunum ferð og fáa meg at hóma dómadag upp til fleiri ferðir um vikuna - kanska er tað raðfestingin hjá tíðindarásunum ella mín egni ovurhonds tíðindaáhugi, sum eisini fær meg at hússja meðan tíðindini eru. Men viðhvørt verður útvarpið her í húsinum sløkt, serliga tá tey tosa, øll hesi ørkymlaðu fólkini um tørvin, tey hava at tukta likamið, at eta rætt, at trena kroppin og at tøma høvdið fyri øllum tí strævna, sum høvd nú einaferð kunnu innihalda. Men hvussu tómt skal tað í grundini vera í hasum høvdunum? Og ja, eg veit væl, at hesin eftirstundaði, svalligi mentali tómleikin neyvan varir allan dagin, men eg sakni mentanarligt dannilsi og virðing fyri hugdýpingini í samfelagnum. Ein av nógvum fyrimunum við at lesa bøkur og at uppliva list frá ymiskum tíðarskeiðum er, at listin gevur okkum eina fatan av hvussu fólk hava havt tað fyrr í tíðini, so at vitt eitt nú fáa ein varhuga av teirri øgiligu angist og tí velduga skelki, sum veraldarbardagarnir hava elvt til. Henda vitanin kann sjálvandi eisini finnast í søgubókum ella dagbókum, men vit vita, at fortíðin er konstruerað eftir hvussu framtíðin formaði seg júst á sama hátt sum vit í dag konstruera okkara facebook-vangamynd eftir hvussu vit sjálvi vilja fatast.

 

Hesa seinastu tíðina hava nógv hildið uppá, at tey eru Charlie. Eg var sjálv heilt frammi í skónum longu sama dag, sum yvirgangsatsóknin varð framd 7.januar í Paris við eini grein á Listaportalinum. Vit hoyra javnan um yvirgang og um sjálvmorðsbumbumenn – og konur, sum kring heimin spreingja seg sjálvi og mong onnur ósek menniskju í luftina fyri eina ella aðra søk og tað er jú altíð ræðuligt at hoyra um tílíkt, men tá tíðindini um yvirgangsálopið í París um, at fleiri teknarar og starvsfólk á satirublaðnum Charlie Hebdo vórðu myrd, fekk ræðuleikin eyka syrgiligar og beiskar dimensiónir í París, sum mentanarsøguliga sæð er okkara intellektuelli og frælsi miðdepil. Tá spanska inkvisitiónin ráddi fyri borgum og tankaforboð var í Spania, vórðu grafisk bløð smuglað yvir um landamørk – hesi komu úr Fraklandi bæði við speirekandi myndum og upplýstum tankum. Nú eru fransku teknararnir Jean Cabu, Georges Wolinsky, Stéphane 'Charb' Charbonnie og Tignous avrættaðir -  teir tekna ikki meira, teir eru effektivt skotnir við AK-47 ella Kalashnikov-riflum. Men upplýstu tankarnir, sum mynda ideologiska grundvøllin hjá satirutekningunum, teir eru til enn.

Tíðin er løgin og tað eri eg kanska eisini sjálv. Tí í dag, fjúrtan dagar eftir atsóknina í Paris má eg ásanna, at eg ikki eri Charlie og neyvan verði tað nakrantíð. Eg tori ikki sovorðið, eg ræðist vápn og yvirgang og eri soleiðis uppdrigin, at eg ikki hevði kunnað teknað eina ta einastu av tekningunum í blaðnum Charlie Hebdo. Eg má eisini viðganga, at eg sum heild haldi myndirnar í franska blaðnum vera óstuttligar, keðiliga vinklaðar móti at særa ávísar samfelagsbólkar. Av øllum teimum mongu samkensluváttandi tekningunum, sum eru komnar aftaná ljótu atsóknina í Paris, er tann hjá amerikanska teknaranum Robert S.Crumb so nógv tann stuttligasta og tað er helst tí, at hon er vend móti teknaranum sjálvum. Tað er ein herliga sjálvspeisk sjálvsmynd av einum fjálturstungnum sveittandi teknara, sum hevur spjaldrið “A cowardly cartoonist” hangandi uppi yvir sær. Teknarin hevur eina tekning í hondini av einum hárutum afturparti, sum sambært skrivaðu viðmerkingini er rumpan á Mohammed, men við elasmáum bókstavum ger teknarin vart við, at talan altso yvirhøvur ikki er um profetin, men um ein filmsframleiðara, sum  teknarin kennir og sum altso av tilvild hevur sama fornavn sum profeturin. Mær dámar tekningina, tí hon er erlig og antihetjulig. Teknarin vil fegin sýna samhuga við sínar deyðu starvsfelagar, men hevur samstundis ongan hug at útseta seg sjálvan ella familju sína fyri hevndaratsóknum. Tað er ikki ódjarvt, men klókt, haldi eg. Sjálvandi skal eingin myrðast ella forfylgjast orsakað av sínum hugsjónum, óansæð um tær eru tosaðar, skrivaðar ella teknaðar. Men um vit seta idealini til viks eina løtu, mugu vit eisini ásanna, at vit í heilum bæði innan fyri og uttan fyri altjóða lógir javnan fara um mørk hjá hvørjum øðrum eisini okkara síða (DK, NATO og USA), sum orsakað av yvirgangsatsóknum og hevndarhuga gerst støðugt náðileysari. Guantanamo er eitt av mongum syrgiligum dømum um skeivu gongdina. Tað tykist yvirhøvur sum at kríggj og yvirgangur ger okkum øll ráari av lyndi í einari tíð, sum í grundini krevur tað øvuta av okkum. Ikki síðani annan veraldarbardaga hava so nógv flóttafólk verið sum tá ST taldi upp í fjør. Náttúruvanlukkur, hungursneyð, men eisini ein rúgva av konfliktum og kríggjum hava tvungið 51,2 milliónir av menniskjum til at flýggja frá sínum heimum Mest av øllum er tørvur á friði, at fólk læra at lata vera við at skjóta og bumba, og í staðin venda hin kjálkan til og geva nuansunum og virðingini fyri hvørjum øðrum ein kjans.

Hetta er ein løgin tíð og nú vilja fleiri vera við, at vit skulu vraka 266b, sum eg annars haldi markerar ein tann týdningarmesta hugsjónarpolitiska sigurin og eitt fyrijáttandi tekin um, at Føroyar eru á veg inn í framtíðina og ikki hin vegin. Nú aftaná ber sjálvandi til at intellektualisera málið, men hatta var eitt týðandi stríð, har serliga LGBT-persónar fingu eina tiltrongda viðurkenning frá móðurlandinum og hetta málið má og skal ongantíð undirmetast. Rákini flyta seg skjótt, men ikki nógv skjótari enn, at ráksnúningarnir fáa fylgt við. At løgmaður við bíbliusitatum velur at føra symbolpolitikk í sjálvari nýggjársrøðuni og brúkar vanlukkuligu støðuna hjá yvir hálvtrýss milliónum av flóttafólkum sum agn er ikki meira skammiligt enn atburðurin hjá øllum okkum bestuborgarum í Føroyum. Vit, sum halda við bæði upplýsing og sólarmyrking, men tó meta tað vera best, um flóttafólkini ikki koma higar til okkum, tí vit ikki meta okkum vera før fyri at taka okkum av menniskjum við so ræðuligum royndum, sum tey hava. Tá eg hoyri og luttaki í tílíkum samrøðum millum fitt hampafólk, má eg bara undrast. Eg undri meg sjálvandi um eklatanta óblíðskapin og kuldan, sum ikki passar saman við teirri føroysku sjálvsmyndini, men mest av øllum undrist eg um ta undirliggjandi samtyktina um, at vit í Føroyum onkursvegna eru ov góðvarin og fitt til tess at taka okkum av fólkum við sálarsárum, sum flýggja undan kríggji og øðrum fanansskapi. Hetta er ein margháttlig sjálvsfatan. Er hetta í grundini ikki ein fullkomilig vesalaváttan frá sama fólkaslagnum, sum av sínum eintingum hevur megnað at skipa fyri einari totalari sólarmyrking?