Torbjørn Olsen -upplating
/Í skrivandi stund er enn vernissage í Steinprenti, har hópin av fólki kom saman í dag fyri at síggja nýggju málningarnar og steinprentið hjá einum av okkara best umtólktu listamonnum, Torbjørn Olsen. Jan Andersson beyð vælkomin, eg helt eina lítla upplatingarrøðu og Drifa Hansen og Johanne Andersson spældu tvær vakrar kompositiónir. Her er røðan og nakrar myndir.
Steinprent 22.nov 2019
Góðu tit øll – góði Torbjørn.
Eg byrji hesa upplatingarrøðuna í London við einum brævi, sum varð skrivað har í mars í 1901. Tað er listamálarin, Claude Monet, sum skrivar til konu sína. Hann skrivar: “Mín kærasta, veðrið er eins ræðuligt her sum tað var í gjár í Giverny – oysregn, sum slær so hart móti vindeyganum, at eg næstan einki síggi yvirhøvur. Fyrimunurin er, at eg í slíkum veðri havi tíð at skriva til tín og ynski tær góðan bata. Eg eri púra oyðilagdur av hesum veðrinum...Sum eg segði tær, so ger veðrið, at eg má avmarka meg til nakrar skitsur, sum eg síðan kann brúka onkuntíð á atelierinum. At halda fram við at arbeiða á lørift er at kalla ómøguligt. Eg broyti, og ofta verða tey frægaru løriftini verri av tí. - Eingin fer nakrantíð at vita hvussu strævið tað var hjá mær at fáa so lítið burtur úr.. Seinni skrivar Monet: “Mín kærasta, eg eri fullkomiliga vónleysur og havi hug at leggja alt frá mær her sum eg standi - og fara út í kvøld frá bæði løriftum og máling. Eg veit ikki um hetta gongur yvir, men eg eri í ringum lag og troyttur av øllum. Kanska tú vildi sagt, at eg kom upp á skeivu síðuni á seingini í morgun. Hvussu er og ikki, so var eg uppi klokkan seks og ógvaðist av, at síggja tekjurnar fullar av kava. Eg vónaði, at kavin fór at smelta, meðan eg lat meg í, men tað sum hendi var, at tað gjørdist ræðuliga nógvur mjørki, so her er fullkomiliga myrkt, og eg mátti hava ljósið tendrað inntil hálvgum ellivu, tá hugsaði eg, at eg kundi arbeiða, men eg havi ikki vitað um so umskiftiligt veður og eg mátti arbeiða uppá tey fimtan løriftini í senn, legði tey niður og hugdi at teimum og tey vóru ongantíð sum eg ætlaði tey skuldu vera. Har vóru illa málað penslastrok, sum irriteraðu meg og gjørdu meg óðan, so at nú havi eg ikki hug at hyggja meir, tí eg føli, at hetta ringa lagið og kenslan av, at mínir málningar eru ræðuligir, kann úrslita í, at eg oyðileggi meira enn eg skapi...
Gott, at Claude Monet ikki var føroyingur ha? Tá hevði hann veruliga fingið okkurt at illneitast um viðvíkjandi veðri. Men orsøkirnar til, at eg byrji við Monet eru fleiri. Eitt er, at eg veit, at Torbjørn Olsen heldur ómetaliga nógv av Monet – ikki minst av teimum seinnu, koloristisku, nokk so villu, næstan abstraktu málningunum hjá franska meistaranum sum eisini hevði trupulleikar við sjónini frá hann var 65.
Eg haldi tað vera áhugavert at uppliva slíkt vónloysi og sjálvkritikk frá einum grundleggjara av einum av heimsins mest viðurkendu listarákum. Brævið er skrivað eina knappa fjórðings øld aftaná stóra gjøgnumbrotið hjá Monet og hinum impressionistunum. Hetta er altso ein mikið fagnaður listamaður, sum skrivar – og so er brævið skrivað um somu tíð, sum hann málar ta framúrskarandi røðina av bretska parlamentsbygninginum. Hvussu kann tað tá bera til, at listamaðurin er raktur av slíkum herðindum av iva? Er ivin destruktivur?
Ein veitslukendan dag sum hendan, varnast vit kanska ikki ivan hja Torbirni í hansara koloristiskt sannførandi myndum við avgjørdum penslastrokum, men eg hugsi, at ivin er har allatíðina - tað er ikki sjáldan, at málingin er vát, tá Torbjørn hevur fernisering, tí hann líka hevur korrigerað okkurt.
Til hesa framsýningina í Steinprenti hevur Torbjørn m.a. málað eitt stórt portrett av eini sitandi kvinnu í svørtum klæðum við reyðum stivlum, sum veruliga vísir hvussu einastandandi góður málari, Tórbjørn Olsen er. Meðan kvinnan er málað soleiðis, at hennara grafiska skap sýnist fast og ítøkiligt, er alt rúmið kring hana eins og ein skyggjandi opinbering av litum og ljósi. Í veruleikanum er myndarúmið rættiliga abstrakt málað, bygt upp av litflatum og skjótum, skitsukendum penslastrokum, ið lýsa umhvarvið av rúminum, har kvinnan situr. Kompositiónin er ein dynamiskt vaggandi pyramida, sum er málað við denti á teir reyðu stivlarnir, sum næstan fara á flog út úr myndarúminum, har ljóst grønir og blágrønir flatar møta skyggjandi gulum og reyðum.
Her eru nógvir áhugaverdir málningar og eitt spildurnýtt steinprent, sum hevur verið spennandi at fylgja við í – onkuntíð pr telefon, tá eg havi ringt til Jan fyri at hoyra hvussu skilið var og hvussu tað gekk við prentarínum hjá Torbjørn. Og onkuntíð var svarið positivt og aðrar tíðir sera negativt - nei har stóð einki til, litirnir riggaðu yvirhøvur ikki, Torbjørn í kolkjallaranum og alt var meira og minni galið. Tá mátti eg brosa fyri mær sjálvari, tí eg kom í tankar um allar plágurnar og sjálvkritikkin hjá Claude Monet, ið júst sum Torbjørn var ein suverenur litmeistari.
Sum ein spakuliga tutlandi løkur rennur ivin støðugt gjøgnum alt verkið hjá Torbirni, men ikki sum nakað destruktivt, tvørturímóti. Antin hann ivast um egnar kompetansur, um litir, kompoairión ella annað, so haldi eg, at hann brúkar ivan konstruktivt eisini innihaldsliga. Tá gerst listarliga leitanin ein parallellur til ta eksistentiellu leitanina – hetta síggja vit somuleiðis í religiøsu málningunum og prentunum hjá Torbjørn, at ivin er púra grundleggjandi máttur í hansara skapanarprosess. Hjartaliga til lukku góði Torbjørn. Takk!
Ein glaður listamaður
Tær báðar, Drifa Hansen og Johanne Andersson
Model á reyðari sofu
Nógv fólk
Ein málningur
Listamaðurin prátaði við fólk
Fólk í Steinprenti
Brotamynd
Brotamynd
Torbjørn Olsen í Steinprenti
/Listaframsýningin, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 22.nov. klokkan 16-18 er av tí ordiliga forkunnuga slagnum, nú liðin eru ár síðan ein av okkara dugnaligastu og best umtóktu málarum, Torbjørn Olsen sýndi fram spildurnýggjar málningar í Havnini, har hann arbeiðir og býr.
Arbeiðshátturin er kanska ikki nógv øðrvísi enn tann, vit kenna frá øðrum málarum, tí Torbjørn Olsen tekur støði í tí, hann sær. Hann sigur sjálvur, at hansara málningar eru treytaðir av, at hann hevur okkurt at mála eftir. Hetta merkir als ikki, at hann andleyst leggur seg eftir at skráseta tilvildarligar partar av veruleikanum. Í grundini hevur listamaðurin ofta fyrireikað og pallsett sítt myndevni longu áðrenn hann fer í gongd. Tá Torbjørn Olsen málar altartalvur, byrjar hann til dømis við einum bíbliuteksti og við at kanna hvussu onnur listafólk hava borið seg at, tá tey hava málað hesi myndevni. Síðani finnur hann fólk at sita model fyri seg og hesi fólkini skal hann síðani skipa í eini hóskandi kompositión í atelierinum. Tástani kann hann byrja at mála og skipa myndina á løriftinum. Á sama hátt málar hann sínar framúrskarandi portrettmyndir, har hann fangar essensin av menniskjum í sinn og skinn.
Til framsýningina í Steinprenti hevur Torbjørn Olsen m.a. málað eitt stórt portrett av eini sitandi kvinnu í svørtum klæðum við reyðum stivlum, sum veruliga vísir hvussu einastandandi góður málari, Tórbjørn Olsen er. Meðan kvinnan er málað soleiðis, at hennara grafiska skap sýnist fast og ítøkiligt, er alt rúmið kring hana eins og ein skyggjandi opinbering av litum og ljósi. Í veruleikanum er myndarúmið rættiliga abstrakt málað, bygt upp av litflatum og skjótum, skitsukendum penslastrokum, ið lýsa umhvarvið av rúminum, har kvinnan situr. Kompositiónin er ein dynamiskt vaggandi pyramida, sum er málað við denti á teir reyðu stivlarnir, sum næstan fara á flog út úr myndarúminum, har ljóst grønir og bágrønir flatar møta skyggjandi gulum og reyðum málingastrokum.
Torbjørn Olsen er enn sum áður kolorist og í nýggju málningunum hevur ljósið høvuðsleiklutin - ikki minst glæman, ið lýsir myrkrið upp. í stóra áhuganum fyri ljósi og ljósviðurskiftum ber nokk til at síggja íblástur frá bæði sponskum og italskum barokkmyndum, frá fronskum impressionistum, donskum modernistum og føroyskum ekspressium fyrimyndum, men runt roknað er Torbjørn Olsen sín heilt egni. Eg kenni í hvussu so er ongan, ið málar júst sum hann, sum hevur so markleysa palett sum hann og sum hevur so gott tamarhald á litunum sum hann. Øll eru vælkomin til upplatingina í Steinprenti, har listamaðurin verður til staðar og har Drifa Hansen og Johanne Andersson fara at syngja og spæla.
Hamlet heilt til kantin
/Hetta var dagur í viku, sum forrestin var ein góð vika, ið m.a. veitti okkum eitt kritiskt og reflekterað sjónleikarummæli í Nón, har latið varð upp hjá okkum útvarpslurtarum fyri hugsanum um sjónleik, hvat leiklistin kann og skal. Og tá eg nú leygarmorgun siti og skrivi við hárinum í andarisi, eri eg als ikki ósamd við hesum ummæli, samstundis sum eg altso eri fullkomiliga heilt og aldeilis upp í loft av stórfingnu Hamletverkætlanini í Norðurlandahúsinum.
Hin føroyski Hamletleikurin er ógvisligur, óhóvligur, ekstremur og margháttligur. Uppsetingin er djørv og genial og onkursvegna ógvuliga føroysk við einum næstan íslendskum sjálvsáliti, uppsetingin er eisini kantut, ekspressiv in your face og ikki so listafín, sum tú kundi væntað tær av einum Shakespeareleiki. Uppsetingin gongur heilt til kantin bæði so og so og tykist næstan smakleys til tíðir. Og takk fyri - tað er praktfult!
Men lat meg nú fylgja hesum góða vananum, sum útmerkaða útvarpssendingin Pressan hevur sjósett, og vitna um mítt ógegni, tó at hetta kann gerast mær ein heldur langrøkjut siðvenja. Ógegni mítt er líka vítt sum tað er sítt, soleiðis sum tað er hjá mongum í okkara lítla landi. Eg kenni heilt nógv av luttakarunum í leikinum, sum m.a. er mannaður av einum parti av mínum kæra gamla væl syngjandi kóri, Tarira og av stóra humanistinum, okkara edeligasta presti (- og gamla starvsfelaga mínum), Hera Joensen, ið at byrja við heldur eina vakra og hugfarsliga jarðarferðarprædiku, sum setir huglagið og sum eisini setir tankar í gongd. Eg kenni somuleiðis tónaskaldið, Trónd Bogason, sum dugir væl at arbeiða við fleiri rúmum og sum fær nógv burtur úr konseptinum við partvíst at arbeiða digitalt við ljóðmyndum og analogt við einum kóri og einum klaver/orgulspælara. Samanumtikið kenni eg tey flestu í verkætlanini, eg fari ikki at nevna øll, men eg haldi, at øll gera tað gott - ikki minst Sámal Blak, sum er ein heilt einastandandi scenografur! Ein annar, sum ger tað gott, er Norðurlandahúsið - tað húsið havi eg havt eitt heitt og alskið forhold til, síðani eg av fyrstan tíð lærdi tað at kenna fyri 36 árum síðani.
Sjáldan - um nakrantíð - hevur húsið sjálvt glógvað og glitrað, og havt so stóran leiklut sum nú í uppsetingini hjá Det Ferösche Compagnie (DFC). Tað er rætt, at gamli geniali teksturin hjá Shakespeare kundi klárað seg hvar sum helst, um hann varð framførdur í einum busskýli ella í einum tannlæknabíðirúmi. Gløgga týðingin hjá Hans Tórgarð gevur áskoðaranum eina heilt serliga uppliving av spillivandi máli, sum svingar og skjýtur við týdningum og hjátýdningum og sum situr heilt ófatiliga væl. Føroyska málið er hugtakandi, tá tað verður handfarið á slíkan hátt.
Hamlet er kendasti leikurin hjá William Shakespeare og snýr seg um unga danska krúnprinsin, hann verður leiktur av orkumikla Kjartani Hansen, sum við leikbyrjan er komin heim at fylgja pápa sínum, Hamlet sála, sum í hamferð verður leiktur av Ega Dam ella tað haldi eg. Hann stendur ikki í leikskránni og hann tóktist av sonnum sera luftigur og spøkilsiskendur í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið. Ungi Hamlet syrgir, men er samstundis eisini ovfarin og óður um, at einkjan, mamma hansara, Gertrud, sum verður leikt av teirri dugnaligu, tragiskt hendurvríggjandi Anniku Johannessen, giftir seg uppaftur við pápabeiggjanum Claudiusi beint eftir jarðarferðina. Sofía Nolsøe er Claudius, sum at byrja við er harður og maktgraður, men sum seinni, tá avdúkingin hóttir hansara tilveru, plágast av tí, hann hevur gjørt móti beiggja sínum. Hamlet verður ørkymlaður og hevur varhugan av, at okkurt er galið, og tá so hamurin av pápanum sigur honum, at hann varð myrdur av beiggja sínum, byrjar veruligi ørskapurin hjá Hamlet, løddur av hevndarhuga. Leikurin, sum nú á fyrsta sinni er framførdur í Føroyum, er ein tragedia, sum minnir um miðaldarsøgur, vit kenna t.d. úr kvæðum, har úrslitið av blóðhevndarrúsi jú er, at tey allarflestu liggja steindeyð at enda. Og sama er galdandi fyri Hamlet. Men har hevnd í sær sjálvum er nokk so einstreingjað og perspektivleys, er leikurin um Hamlet fullur av iva og opnum rivum, har ljós sleppur til í løtum fyri síðani at verða avkøvt aftur av hatri. Har eru serstakliga nógv evni, ið verða viðgjørd í leikinum um menniskjaligar relatiónir og okkara tilveru. Kærleikin millum Hamlet og Opheliu sleppur ikki at folda seg út, tí krúnprinsurin í sorgini og øðini um mammuna heldur, at allar kvinnur eru svikafullar og ótrúgvar. Ophelia verður leikt av Kristinu S.Ougaard við yndisligum ørskapi. Opheliusøgan er annars ein søga fyri seg í leikinum, sum mær ongantíð hevur dámt, tí eg haldi hon upphevjar ella romantiserar kvinnuofrið, ta ævigu jomfrúnna til at vera nakað vakurt. Eitt evni í leikinum, sum er áhugavert, snýr seg um listina og hvussu hon kann spegla okkara tilveru og siga okkum týdningarmiklar, illa lýddar sannleikar.
Hevur mann havt ta fragd ella forskrekkilsi at hava upplivað uppsetingar hjá DFC áður ella bara leikstjóran og listamannin, Búa Dam á palli, so verður mann kanska ikki bilsin av teimum velduga stóru armrørslunum og effektunum. Og eg hugsi, at fólk taka undir við stílinum alt eftir hvussu mann er sum menniskja. Tá eg t.d. síggi teir ikki serliga subtilu krossarnar uttanfyri Norðurlandahúsið og hoyri kirkjuklokkur kalla meg inn til leikbyrjan, byrjar protestanturin innan í mær alt fyri eitt at mótmæla, tí her skal altso eingin koma og suggestivt forføra meg við øllum møguligum vulgerum lótum. Men so er prædikan í byrjanini so gløgg og viðkomandi, at menniskju tykjast mær so fitt og jarðarferðin so universal, at tað bara riggar. Huglagið rakar meg í hvussu er, og eg reisi meg og fylgi við. Upplivingin av leikinum er sera dynamisk og eftir øllum at døma hevur tað ávirkan á upplivingina júst hvar ein er staddur í rúminum. Hetta funnu vit út av aftan á leikin, tá vit tosaðu um hvørjar senur okkum dámdi og hví. Eg fylgdist við starvsfelagum og vinkonum, harav fleiri høvdu sæð leikin fleiri ferð. Sjálv havi eg bara sæð uppsetingina eina ferð og eg hevði úr at gera við at hyggja, lurta og sansa alt tað nógva, sum gekk fyri seg, men eg haldi, at eg fekk nógv burturúr, sjálvt um eg verri enn so eri liðug at sodna tað. Eg varð hugtikin, spent, glað, rørd og í grundini eisini bilsin sum eg havi upplivað at vera fyrr í sambandi við shakespeareframførslur, tí hugsunarhátturin hjá honum í fleiri førum sýnist sera modernaður og av tí sama ómetaliga viðkomandi. Áhugaverda senan við gravaranum kundi t.d. gingið fyri seg í eini samtíðaryrking hjá t.d. Tóroddi Poulsen. At uppsetingin av Hamlet er so dynamisk sum hon er, at tú flutti teg í húsinum og ongantíð visti um okkurt hendi aftan fyri teg ella beint undir liðini á tær, var ørkymlandi men uppá tann góða mátan, haldi eg. Hetta, at vit fysiskt flyta okkum úr einum kirkjurúmi til eitt millumrúm til ein veitslusal ger nakað serligt við okkara móttøku av leikinum, sum mær dámar serstakliga væl, tí tað er merkt av sama kreativa opinleika sum ræður, tá børn spæla. Í eini tílíkari opnari støðu verða vit betri og meira kreativir móttakarar.
LUTTAKARAR
Hamlet: Kjartan Hansen
Ofelia: Kristina Sørensen Ougaard
Claudius: Sofía Nolsøe Mikkelsen
Gertrud: Annika Johannessen
Horatio: Búi Dam
Polonius: Hans Tórgarð
Laertes: Búi Rouch
Rosencrantz / Guildenstjern: Mariann Hansen
Aðrir luttakarir: kórsangarar úr Tarira og kórleiðarin Jóhannes Andreasen
Leikstjórn: Búi Dam
Týðing: Hans Tórgarð
Pallmynd og búnar: Sámal Blak
Ljóðmynd og tónleik: Tróndur Bogason
Ljóðtøkningur: Theodor Kapnas
Ljósmynd: Súni Joensen
Byggimeistarar: Nicolaj Falck og Hjálmar Dam
Hjálparleikstjórar: Maria Tórgarð og Katrin Joensen Næs
Hansina Iversen greiðir frá í Víngarðinum
/Sunnudagin 17.november klokkan 17 fer Hansina Iversen at greiða frá síni list í Víngarðinum í Tróndargøtu 31. Hetta verður fyrsta listatiltakið í Víngarðinum, sum er ein nýggj vínbarr og gallarí mitt í Havn.
Hansina Iversen er nonfigurativur slóðari í føroyskari list. Hon er ein sannur meistari at seta saman kraftmikil og avgjørd skap saman við leitandi strokum og skuggum av formatiónum, ið daga undan og sum áhaldandi darra og skapa lív og spenning í myndarúminum. Um vit hyggja at málninginum omanfyri, kunnu vit staðfesta, at hóast hann er lítil í vavi, er hann á tremur í litum og skapum (-fotomyndin vísir als ikki allar fasettir og litnuansur - hann sæst betri í veruleikanum). Hesin málningurin tykist mær sterkur, ótamdur og villur eins og ekspressivt skríggjandi parafrasurnar hjá Francis Bacon av pávamálninginum hjá Diego Velazquez. Her er okkurt púra ørt í málninginum, samstundis sum hann sýnist ógvuliga stýrdur, næstan inntonktur. Hvat hugsar listakvinnan sjálv um ein tílíkan málning. Hvussu fer listakvinnan fram? Hvar byrjar hon? Ger hon t.d. skitsur frammanundan?
Í intima framsýningarhølinum í Víngarðinum fer Hansina at greiða frá sínum málningum og mannagongdum við útgangsstøði í teimum málningunum, sum júst nú hanga til framsýningar har. Afturvið list og listapráti verður eisini møguligt at keypa sær okkurt leskiligt til matna – t.d. serliga sunnudagslistatilboðið, sum er eitt gott glas av víni og ein vælkomponerað tomatsuppa við heimabakaðum breyði fyri 199 kr.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
VÍN & LIST mitt í Havn
/Í gjár læt Víngarðurin upp og lítla hugnaliga vínbarrin í Tróndargøtu 31 var væl móttikin og tað sama má sigast um fyrstu framsýningina í Víngarðinum. Her er tíðindaskriv og myndir frá í gjár:
Víngarðurin liggur í Tróndargøtu 31 í Havn. Víngarðurin er ein hugnalig og eksklusiv vínbarr, har dentur verður lagdur á dygd bæði innan vín og mat - men eisini list. Saman við góðum víni og mati fara tey vitjandi at uppliva skiftandi listaframsýningar í Víngarðinum. Fyriskipari og eigari er Elsa Maria Holm Olsen, sum hevur hollar royndir innan gourmet mat- og vín – hon hevur verið stjóri á Rúsuni og eventfyriskipari og leiðari av fyritøkuni, Solea. Kinna Poulsen stendur fyri listini í Víngarðinum, og er somuleiðis royndur kuratorur og listmiðlari. Umframt vanliga virksemið er ætlanin eisini at skipa fyri ymiskum kvøldum og tiltøkum í Víngarðinum, har ljós verður varpað á list og vín.
Heitið á fyrstu framsýningini í Víngarðinum við verkum eftir Hansinu Iversen, Hanna Bjartalíð, Poul Janus Ipsen, Andreas Schulenburg og Tórodd Poulsen, er TAÐ GÓÐA LÍVIÐ. Nonfigurativi slóðari okkara, Hansina Iversen hevur málað eina røð av nýggjum málningum, ið eru um at bresta av litum og skapum. Hansina Iversen (1966) er ein sannur meistari at seta saman kraftmikil og avgjørd skap saman við leitandi strokum og skuggum av formatiónum, ið daga undan og sum áhaldandi darra og skapa lív og spenning í myndarúminum. Hanni Bjartalíð (1968) hevur til framsýningina gjørt tvey hugtakandi verk, sum minna um hillar við ymislittum fløskuskapum. Hetta eru útskorin, málað refieff ið bæði eru myndandi og skulpturel. Sum vit áður hava sæð tað hjá hesum listamanninum, ið hevur havt stórar framsýningar bæði á Listasavninum og altjóða, so arbeiðir hann ofta serielt við myndevnum, sum við endurtøkuni tømast fyri sín vanliga realistiska týdning og gerast kensluborin og vøkur listaverk. Hanni Bjartalíð hevur eisini altíð verið hugtikin av boksum og teirra eginleikum at goyma og at vekja forvitni. Sum smádrongur fekk hann eitt seymiskrín við eini ørgrynnu av smáum rúmum, sum hann var ómetaliga glaður fyri. Hesin áhugin fyri rúmum og rúmdeiling er ógvuliga týðiligur í verkinum hjá Hanna Bjartalíð og í vøkru trærelieffunum er hann ítøkiliggjørdur. Poul Janus Ipsen (1936) er bæði málari og grafikari, men í grundini varð hann á sinni útbúgvin reklamuteknari. Ipsen hevur fleiri ferð samstarvað við litografin, Jan Andersson í Steinprenti bæði niðri og í Føroyum. Hansara myndir eru bara at síggja til realistiskar – men um mann hyggur gjølliga er ofta okkurt løgið í myndini sum til dømis pappeskjan í teirri annars føgru lýsingini av fruktum, grønmeti og hoyggi. Okkurt lívsjáttandi treiskt er yvir vøkru kompositiónini av kyrrlutum, sum vaksa fram úr bølamyrkri í eini skræddari pappeskju. Ein dreymakend surrealisma merkir tey sonevndu tostatrøini hjá Tóroddi Poulsen (1957). Tóroddur er fjøllistamaður og tað er eins og myndandi listin og poesiin tvinnast saman í hansara list soleiðis, at poesiin er myndrík meðan myndlistin er poetisk og hetta er í øllum førum galdandi fyri tostatrøini – smakka bara uppá orðið tostatræ og hygg at myndini av einum urtapotti við víngløsum, ið tó, at tey venda allar vegir, ikki missa sínar gyltu reyðu dropar. Andreas Schulenburg (1975) er í sínum myndum á somu surrealistisku leið við lutum, sum eru lýst í ovurstødd eins og í eini dreymaverð.
UPPLATINGARTÍÐIR Í VÍNGARÐINUM
Hósdag kl.16-23
Fríggjadag og leygardag kl. 16-02
Sunnudag kl. 16-23
Nýggjar bøkur um deyða og myrkaspæl
/Hetta týskvøldið var eitt av teimum ordiliga góðu Orð&Tónatiltøkunum hjá forlagnum Sprotanum. Møguliga eitt sindur uppá tross bæði av tí, at tiltakið í roynd og veru skuldi vera síðsta hósdag og tí tað var upp í móti norðurlandavirðislønunum, ið bæði vórðu handaðar og norðurlendskt samvarpaðar í kvøld. Og um lagt verður aftrat, at tað er nokk so kalt í veðrinum og krím í hálsinum, so vóru tilsamans nokk so nógvar orsøkir til ikki at fara til bókamóttøku í kvøld. Men eg fór - tað eri eg glað fyri og tað sama munu øll hini mongu fólkini vera, sum høvdu leitað sær á Reinsaríið í kvøld.
Har var fult hús og lurtað varð við andakt eftir fyrst Jóanesi Nielsen, sum ofta ljóðar eitt sindur bitutur í byrjanini av viðtalum, men sum altíð foldar seg út sum vinsælan og frálíkan forteljara. Tað var Bergur Djurhuus Hansen, sum lyfti ta ikki heilt løttu uppgávuna at tosa um nýggju bókina hjá Jóanesi, Jarðarferðin, sum Bergur ikki hevur lisið av teirri orsøk, at bókin nústani er komin til landið. Men í og við, at Bergur er so væl orienteraður í ritverkinum hjá Jóanesi, sum hann er, eydnaðist tað at lata upp fyri ymiskum áhugaverdum vinklum í mun til bókina, sum snýr seg um ferðina úr Shanghai til Sumbiar og um vinalagið millum Symfor Thomsen og Eigil Tvibur. Og so snýr bókin seg eftir øllum at døma heilt nógv um deyðan. Eftir ætlan skuldi Jarðarferðin vera endin á eini trilogi, men sum skilst fáa vit eina bók aftrat í hesi røðini eftir sum Jóanes Nielsen ikki hevur skrivað seg lidnan enn um hetta evnið. Tekstbrotið, sum høvundurin las upp, var heilt ómetaliga væl skrivað og undirhaldandi við hesum fyri høvundan eyðkenda blandinum millum luftigar ovursjónir og so tað, sum er so nógv av hesi verð, at allir áhoyrarar síggja tað fyri sær í púrasta ítøkiligum skapi. Eg gleði meg at lesa hesa bókina og uppliva hugtakandi filmsliga huglagið í Sjónleikarhúsinum - tað minti meg um The Man from Another Place hjá David Lynch (men kanska var tað bara kulørta samansetingin av einum dvørgi og velourgardinum, sum gav mær hesa syrutu assosiatiónina). Framførslan hjá Martini Joensen var innilig og góð - løgini vóru ikki nýggj, men vóru væl vald, so at tey raktu sama djúpa eksistentiella grundtónan, sum klingaði í skaldskapinum, vit fingu presenteraðan á Reinsarínum.
Nýggja bókin hjá Carl Jóhan Jensen ljóðar somuleiðis áhugaverd. Høvundurin las tvey brot upp. Tað fyrra var byrjanin á bókini, sum eg havi hoyrt áður í ikki heilt sama líki, um høvuðspersónin Ísmael, ið tó at hann er uppkallaður eftir frásøgumanninum í stóru ferðaskaldsøguni Moby Dick, ikki flytur seg av fetanum alt sítt lív. Í Terningum er tað tilvildin, sum stýrir og so eisini mátin, sum hendingar verða endurgivnar. Tað ljóðar longu sum er hetta eitt sindur sum at skríma inn í myrkrið langt inn hagar sum menniskjað konstruerar sínar lygisøgur og kallar tær minnir og upplivingar. Og tað skiltist eisini á samrøðuni millum Berg D.Hansen og høvundan, at tað er tann vegin inn í menniskjans merkiligu myrkaspæl og ekkorúm, høvundin ferðast og at bókin er ein av-idyllisering av bygdahugnanum, sum vit kenna úr gomlum søgum. Lýsingin av stuttorðaða telegramminum, sum familjan hjá Ísmael fær frá systrini Ruth og av stívrendu móttøkuni av stuttorðaðu telegrammgleðiboðunum er ómetaliga væl skrivað. Tað rakar beint á - málið er sum musikkur og tú kennir alt ov væl tað beiska niðurlagið. - Hesar bøkurnar gleði eg meg at lesa!
Krákan er í litinum
/Foto: Magnus V.Andersson
Hesa seinastu tíðina hevur Svend-Allan Sørensen arbeitt í Steinprenti. Hann hevur m.a. gjørt eina mappu við tíggju linoprentum og heitinum KRAGEN ER I FARVEN. Harumframt hevur hann gjørt tvær stórar prentmyndir av tveimum donskum yrkjarum, sum vóru kendir í sínari tíð, men sum síðani fóru í gloymskunar hav. Umframt at vera listamaður er Svend-Allan Sørensen eisini veiðimaður og hann sameinir ikki sjáldan hesi bæði økini. Hann hevur skotið krákur í Havnadali og brúkt veingirnar í einum stórum stríputum prenti. – “Eg havi altíð kunnað tonkt mær at gjørt strípur í mínum myndum júst sum Günther Förg ella sum Nils-Erik Gjerdevik”, sigur listamaðurin, tá eg práti við hann í Steinprenti. – “Á ein ella annan hátt eru strípur ikki upplagdar í mun til mítt úttrykk. Mann kann kanska siga, at eg sleppi ikki at gera strípur. Men eg havi skákað mær undan hesi regluni í hesum prentinum og tað havi eg gjørt á tann hátt, at hesar strípurnar í veruleikanum eru sólarris við Nólsoynna; ein gylt rípa av havi og sólarljósi. Eg eri ikki nakar náttúruromantikari sum so og tí havi eg vent strípunum við og brúkt tær til bakgrund hjá veingjunum.” Sum hendan herliga krúlluta frágreiðingin kanska bendir á, er Svend-Allan Sørensen konseptlistamaður í orðsins sanna týdningi, tí hann arbeiðir við hugskotum og samansetingum, sum ofta hava poetiskt flog og fleirtýdni. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi hann eitt prent, sum umframt tvær krákur á einum lyktapela inniheldur setningin TÚ GONGUR IKKI EINSAMALLUR. Staðfestingin er bæði neutral, stuttlig og ørkymlandi og hetta er eyðkent fyri listamannin.
Svend-Allan Sørensen hevur í hesum umfarinum gjørt 13 nýggj prent higartil, sum sameina eldhuga fyri náttúru og poesi við okkurt dapurt, sum í skrivandi stund ikki er liðugt foldað út. Tað kundi verið spennandi at upplivað hetta á framsýning, og sum eg havi skilt tað, er ein tílík møguliga í væntu onkuntíð seinni. Men krákumappan er liðug, hon er í sær sjálvum eins og ein rík framsýning full av intensum litum og orðum. Tað er hugtakandi sum hesin listamaður fæst við hugtøk og orð á sama hátt sum tá modernistiskir yrkjarar skriva sínar yrkingar. Í staðin fyri at taka samanum og definera, lata hesar staðfestingar upp fyri hugflognum. Millum orð og lit millum hugsan og sansan kykna ymsir týdningar. Krákan er í litinum og tað síggja vit týðiliga. Hygg bara at svørtu myndini, har svart er prentað á svart pappír við tekstinum KRAGEN ER I DETALJEN. Ja tað er hon!
Poul Horsdal í eini nýggjari listahøll í Havn
/Í vikuni var eg tikin av bóli í Steinprenti av eini fínari framsýning, eg ikki visti um. Í dag var eg tikin av bóli tvær ferðir beint har nærindis, tá eg í síðstu løtu fór í Müllers Pakkhús á framsýning hjá Poul Horsdal - fyrst var eg bilsin av sjálvum málningunum og styrkini í teimum og síðani av hølunum, sum eg ikki havi sæð áður.
Müllers Pakkhús er annars kent millum manna (ikki minst millum mentanarmanna og kvinna!!!), tí í høga grótlaðaða kjallaranum, har saltgoymsla plagdi at vera, hava nógv mentanartiltøk, framsýningar og virðislønarhandanir verið. Men til hesa framsýningina við verkum hjá Poul Horsdal var tað á teimum báðum ovaru hæddunum, at tað gekk fyri seg. Serliga tann ovari salurin hevur sera gott ljós, meðan ljósið niðriundir má bøtast. Træveggirnir rigga væl, tó at onkur veggur við fyrimuni kundi verið málaður hvítur.
Men hvussu er og ikki: FANTASTISKT, at vit hava fingið eitt tílíkt vakurt framsýningarhøli í Tórshavnar Kommuni við óbetaliliga flottum útsýni og ljósi. Rúmið bjóðar inn til nógvar spennandi framsýningarverkætlanir, sum eg vóni at uppliva har á staðnum í komandi døgum.
Framsýningar við verkum hjá málaranum og grafikaranum, Poul Horsdal (1936-1981) hanga ikki á trøunum - eg havi ikki fyrr enn í dag sæð eina serframsýning hjá hesum listamanninum og lat meg siga alt fyri eitt: Eg eri sera fegin um at eg náddi at síggja framsýningina, hon var góð og tað er ein meira heilstoypt uppliving at síggja eina tílíka framsýning enn bara at síggja eina mynd her og der. Poul Horsdal var dani, sum búleikaðist í Føroyum, hevði føroyska familju og tók aktivan lut í føroyska myndlistaumhvørvinum. Framsýningin fevnir um umleið 25 málningar frá ymsum tíðarskeiðum millum 1960 og 1981. Myndevnini hjá Poul Horsdal eru tey eyðkendu, sum mynda høvuðsbulin í klassisku føroysku listini, tvs. landslagið, bátar og fólk, sum verður tulkað við modernistiskum/ postkubistiskum denti á flatar og umhvarvsstrikur, men hansara litaval er ógvuliga sermerkt. Á framsýningini vóru óvanliga nógvar familjumyndir og lýsingar av teimum nærmastu hjá málaranum. Koloristiskt kundi mann sagt um Horsdal, at hann í mun til síni føroysku samtíðarlistafólk er sum trani í spurvadansi sum litirnir hjá honum skína og glógva og savnast í dekorativum mynstrum. Listamaðurin brúkar nógv gult og ljósareytt saman við øðrum reyðum og grønum og turkis litbrigdum - onkrar detaljur í bakgrundini á fleiri málningum eru sera modernaðar og minna meg um kompositiónir hjá Hanna Bjartalíð.
Ein drongur
Ein framúrskarandi landslagsmynd sum hekk ovast
Fleiri myndir vóru á framsýningini við myndevninum móðir og barni
Andreas og Torbjørn á framsýning
Ein koloristur skoðar koloristiskan málning
brot úr málningi
Fleiri tílík heimlig myndevni eru á framsýningini
Eitt sindur av grafikki var eisini við á framsýningini
Detalja
Framúr samtíðarlist í Steinprenti
/Í Steinprenti hongur í løtuni ein perla av eini samtíðarlistaframsyning, sum nógv als ikki vita av, tí eingin upplating hevur verið sum so. Allíkavæl kann tað avgjørt loysa seg at fara at hyggja at framsýningini, tí her eru bara góð verk. Tað eru verk hjá Randi Samsonsen, Hansinu Iversen, Julie Sass, Hanna Bjartalíð og Rannvá Kunoy, sum Louise Aakerman Nielsen hevur sett saman og hongt upp. Eg seti nakrar myndir inn her, men hetta er list, ið sæst best í Steinprenti, har hon hongur. Farið hagar og hyggið at hesum framúrskarandi verkunum, framførið til dømis ein lítlan dans framman fyri skæru verkunum hjá Rannvá Kunoy og síggj hvussu tey støðugt broytast sum var gandur uppií. Setið nøsina tætt inn til arkitektoniskt bygdu kompositiónirnar í kollasjunum hjá Julie Sass og farið síðani og forkelið tykkara sansir við vøkru verkunum hjá Hanna Bjartalíð. Vendið tykkum við og lat tykkum fevna av stóra veggjamálninginum hjá Hansinu Iversen - hann varð málaður til Summarframsýningina, men enn hava tey í Steinprenti ikki málað veggin yvir. Tað skilji eg væl. Hetta er ein praktfullur veggjamálningur, njótið litirnar, síggið skapini bróta seg inn og út úr flatuni, merkið megina í honum og tað stilla. Henda framsýningin tekur tíð, men tað loysir seg at brúka tíð uppá hana. Ovast í Steinprenti hongur tann einastandandi málningurin AFTER HISTORY, sum inspirerar meg hvørja ferð, eg vitji í Steinprenti. Hetta er eitt savnsverk, sum eigur at hanga í Listasavninum.
Hans Petur í Brekkunum nýggjur stjóri í FSO
/Eitt samt stýri hevur sett Hans Petur í Brekkunum í starv sum stjóra fyri Føroya Symfoniorkestur. Hans Petur tekur við starvinum 1. november 2019, og hann fer at arbeiða saman við Poul Jákup Thomsen, fyrrverandi stjóra í orkestrinum, fyrstu tíðina.
10 umsóknir vóru til starvið, sum er tíðaravmarkað til fýra ár og kann verða longt fyri fýra ár í senn.
Hans Petur í Brekkunum er 46 ár og tók prógv í saxofonspæli frá Det Jyske Musikkonservatorium í 2000. Eftir loknan lestur starvaðist hann sum tónleikalærari, áðrenn hann seinni gjørdist tónleikari burturav. Seinastu 12 árini hevur hann starvast sum leiðari í Føroyahúsinum í Keypmannahavn.
Hans Petur er júst útbúgvin Executive Master of Business Administration á Niels Brock Executive/Middlesex University London.
- Vit eru fegin um, at tað eydnaðist at seta ein stjóra við dyggum innliti í bæði leiðslu og tónleiki á hægsta stigi. Vit gleða okkum til eitt gott samstarv við Hans Petur og ikki minst eina framhaldandi menning av Føroya Symfoniorkestri, sigur Jógvan Thomsen, formaður í stýrinum.
Føroya Symfoniorkestur er ein sjálvsognarstovnur, hvørs endamál er at reka symfoniorkestur á høgum stigi, og við konsertum og øðrum tónleikaligum virksemi at nøra um og styrkja ansin fyri tónleiki og við hesum gera tónleikalívið her á landi fjølbroytt og dygdargott.
Orkestrið hevur 5-6 konsertverkætlanir um árið
Marsden Hartley - ein ókendur og fjølbroyttur meistari
/Eg var og hugdi at framsýningini hjá myndlistamanninum og yrkjaranum Marden Hartley (1877-1943) á Louisiana listasavninum í Humlebæk og var imponerað av hvussu fjølbroyttur og góður hesin listamaðurin var. Eg kendi hann als ikki frammanundan. Listamaðurin er lutfalsliga ókendur - kanska tí hann var stílsliga sera skiftandi - hann hevur t.d. málað rættiliga tilforlátiligt modernistiskt málarí við íblástri frá Cézanne, men málaði longu umleið 1918 myndir sum hana omanfyri, ið er dømi um figurativt málar við heraldiskum fløggum og emblemum, ið eru málað eins og var talan um eina kollasju. Tær virka sera modernaðar, myndirnar og tað saman er galdandi fyri fleiri aðrar sera inspirerandi myndir á framsýningini. Eg kom fleiri ferð í tankar um Steffan Danielsen - ikki tí verkini hjá Nólsoyarmálaranum líkjast teimum hjá Hartley, men tí Steffan eisini er sera fjølbroyttur og royndi seg innan fleiri ymisk stílsløg.
Í USA er Marsden Hartley eyðsýnliga kendur - her eigur hann pláss í listasøguni sum fyrsti stóri modernisturin innan amerikanskt málarí. Hann tók lut í listasalongunum hjá Gertrude Stein í Paris, og hann framsýndi eisini saman við Franz Marc og øðrum limum í Der Blaue Reiter. - Í New York var hann partur av umhvørvinum kring kenda fotografin og gallaríeigaran, Alfred Stieglitz, sum framsýndi og hjálpti honum fíggjarliga. Framsýningin á Louisiana er tann fyrsta stóra afturlítandi Hartley-framsýningin í Europa í yvir hálva øld og ein tann størsta presentatiónin nakrantíð av listamanninum.
Listamaðurin var samkyndur og sambært miðlandi tekstum á listaframsýningini hevði hann trupulleikar við at viðurkenna sín samkyndleika. Tað er upplagt at nevna hetta í sambandi við framsýningina, tí forkærleikin fyri naknum monnum er stórur og gerst nokk so herliga demonstrativur í teimum nýggjaru myndunum, men eg haldi, at miðlingin er ríkiliga bastant tulkandi til mín smakk. Eg vil fegin sjálv avgera hvat eg síggi og ynski bara nóg mikið av faktuellum upplýsingum um listamannin. Tulkingarnar eru eisini í so freudianskar - tað er næstan sum at vera aftur í Hoydølum í onkrum danskttíma í fýrsunum, tá taskur í stuttsøgum vóru annað og meira enn bara taskur (fyri ikki at tala um stavar o.t.). Annars kann framsýningin heilt vist viðmælast. Hon heldur fram til 19.januar 2020.
Olaf Johannessen stórliga fagnaður
/Tað er ikki so galið at uppliva allan fagnaðin, sum sjónleikarin, Olaf Johannessen verður undirdýktur við í løtuni. Sum føroyingur hevur mann kanska hug at kanna sær ein lítlan part av heiðrinum, eftir sum Olaf Johannessen jú er føroyskur. Hesin landsmaður okkara er ikki júst óvanur við rós og heiður, hann er fleiri ferð heiðraður og fekk í fjør heiðursvirðisløn Reumerts, men nú ber av; hann verður beinleiðis hálovaður í ummælunum. Við einum einkultum undantaki – t.e. Nanna Goul í blaðnum Information, sum eftir øllum at døma ikki dámar leikin – eru danskir ummælarar púrasta upp í loft av leiklistarliga avrikinum hjá Olafi í leikinum Cyrano de Bergerac, sum verður leiktur á kongaliga teatrinum undir leikstjórn Kathrine Wiedemanns. Nógv rósandi orð eru til bæði leikstjóra, scenograf og hinir luttakararnar, men Olaf Johannessen skarar eftir øllum at døma framúr. Jacob S.Olsen er púra hugtikin av føroyska sjónleikaranum og skrivar: “Som den moderne skuespiller, Olaf Johannessen er, må han naturligvis fylde versene med psykologisk fornemmelse og nutidig følelsesfuldhed. Alt i skuespilleren arbejder sammen for at fange de kræfter, der strides i Cyrano i det øjeblik: Lykkefølelsen ved at lette sit blødende hjerte, længslen, sorgen over, at en anden skal høste de kys, der er belønningen for hans egne anstrengelser... Det er ikke alene en stor præstation. Flot og fejende i formatet, i forlængelse af en »gammeldags« teatertradition. Rollen lyses også op indefra, snarere end den illumineres udefra. Den er i det hele taget en stor skuespillers gribende gennemarbejdede, oratorisk og kropsligt overlegne indsats med fuld følelsesmæssig dækning fra start til den slutning, hvor den tragiske dimension for alvor folder sig ud: Først på vej ind i dødens tåger kan Cyrano afsløre sine sande følelser for Roxane.
Per Lundsgaard er somuleiðis hugtikin – ikki minst av Olafi Johannessen: “Olaf Johannessen er forestillingens ubestridte midtpunkt som den krigsgale og kampklare Cyrano der også er digter i sin fritid men nægter at lade en rig mæcen støtte sig. Derfor forbliver hans digtekunst uudgivet. Den folder sig dog ekvilibristisk ud da Cyrano går med til at hjælpe den kønne men ikke særligt åndeligt begavede Christian med at kurtisere Cyranos kusine Roxane – som Cyrano selv er hemmeligt forelsket i..Det er en aften i skuespilhuset hvor man ikke er i tvivl om at man oplever Kongelig kunst på scenen.”
Ulla Strømberg gevur Olafi Johannessen seks stjørnur og endar sítt ummælið við at skriva, at hon hevði ynskt, at Olaf Johannessen var einsamallur á pallinum. Á heimasíðuni detskuduse.dk rósa tey Cyrano de Bergerac og fegnast um, at Olaf Johannessen ikki er fótbóltspælari, tí so hevði hann langt síðani verið seldur til Barcelona ella Liverpool. Og í Weekendavisen ljóðar ummælarin, Linea Maja Ernst næstan forelskað, tá hon lýsir Olaf Johannessen: Jeg kan vist ikke undgå, at denne anmeldelse bliver ét langt kærestebrev til Olaf Johannessen, som spiller titelrollen. Sjældent har jeg været så grebet. Han spiller helt vidunderligt; skitserer et menneske, som er hidsigt, overlegent, usikkert, stolt, fuldt af skønhed, men alle de ridderlige træk indhyles i en tør, let ironisk, selvbevidst aura, som dulmer det fjollede i Cyranos patos.... Olaf Johannessen forløser Cyranos selvpineri blændende, stråler bittersødt i den elskedes beundring uden at kunne gøre åbent krav på den. Scenen dunker undertrykt af jalousi, egomani, fryd, ømhed: Johannessen fanger alle nuancer af den hemmelige forelskelse og spiller følelserne ud til os bag om ryggen på Roxane..”. Cyano de Bergerac verður leiktur inntil 15.februar 2020.
https://kglteater.dk/det-sker/sason-20192020/skuespil/cyrano-de-bergerac/?id=25424§ion=top
Tita Vinther er farin
/Leygardagin 28.september andaðist Tita Vinther, listakvinna, ið hevur brotið slóð innan føroyska tekstillist. Seinast vit sóu hana framsýnda var á Ólavsøkuframsýningini í ár - har hennara verk við seglskapum, vovnum úr menniskjahári, ið strektu seg til himmals samstundis sum tey vóru fest í eina tunga, rustaða ketu á steingólvinum í Listasavninum - skaraðu framúr. Eitt tilfarsliga serstakt og vakurt verk, lætt og tungt við hópin av religiøsum og tilveruligum assosiatiónum.
Tita Vinther var fødd í Finnlandi í 1941, hon vaks upp í Danmark og hevur búð í Føroyum síðan 1960. Hon var útbúgvin í Føroyum, Danmark og í Finnlandi, og hon fekk størstu almennu føroysku viðurkenningina, sum eitt listafólk kann fáa her á landi, tá hon í 2006 fekk Mentanarvirðisløn Landsins. Í onkrari samrøðu, sum var í hesum sambandi, legði eg merki til, at listakvinnan eyðmjúkt og einfalt umrøddi seg sjálva sum vevkonu.
Sum vevkona hevur Tita Vinther bæði arbeitt við brúkslist og við myndlist. Hon hevur vovið vaðmal til segl fyri Vikingeskibshallen í Roskilde, eins og hon hevur vovið messuhaklar til fólkakirkjuna. Hennara verk eru í ogn hjá Listasavninum og hjá Tórshavnar Kommunu; hon hevur gjørt prýðingsuppgávur fyri m.a. Lágargarð og Havstovuna. Á serframsýning hjá Titu Vinther í Listaskálanum í 2011 var einans myndlistin umboðað. Tá bar til at síggja serliga í teimum nýggjaru verkunum hvussu Tita Vinther arbeiddi skulpturelt og installatoriskt við tóvirki á so áhugaverdan hátt, at verkini verða sitandi eftir á nethinnuni hjá áskoðaranum, m.a. seglverkið, men eisini Pætursnótin frá 1998, sum er ein stórur skulpturur, knýttur av menniskjahári. Hesi verk eru hugskotsborin og tilfarsliga tilvitað - og tykjast eins væl hugsaði sum tey eru formgivin. Á somu framsýning vóru eisini nøkur verk, vovin úr kopartráði, ið sýntust bæði super einføld og onkursvegna luxuriøs við koparskyggjandi hegnskapinum, sum gav áskoðaranum allar møguligar assosiatiónir til okkara heimligu hegn, til tað listasøguliga hegnið (the grid) og til japanskar og kinverskar skermar.
Tita Vinther hevur stóran týdning í føroysku listasøguni og eigur tøkk uppiborna fyri at hava víst á nýggjar tilfarsligar leiðir. Sum lærari í kvøldskúlanum legði hon bæði ungum og eldri lag á veving, men fekk somuleiðis listarliga ávirkan á yngri listafólk sum t.d. Randi Samsonsen, ið metir Titu Vinther sum sín týdningarmesta ígongdsetara og inspirator, sum ikki minst tilfarsliga lærdi hana at síggja listarligu møguleikarnar í tóvirki. Við samkenslu til familjuna og tey, ið eftir sita, siga vit takk fyri Titu Vinther og hennara avrik.
*Portrettyndin hjá Lars Gundersen er í bókini Tita Vinther eftir Anne-Kari Skarðhamar, sum Listasavn Føroya gav út í sambandi við serframsýningina hjá Titu Vinther í 2011.