Hesa seinastu tíðina hevur Svend-Allan Sørensen arbeitt í Steinprenti. Hann hevur m.a. gjørt eina mappu við tíggju linoprentum og heitinum KRAGEN ER I FARVEN. Harumframt hevur hann gjørt tvær stórar prentmyndir av tveimum donskum yrkjarum, sum vóru kendir í sínari tíð, men sum síðani fóru í gloymskunar hav. Umframt at vera listamaður er Svend-Allan Sørensen eisini veiðimaður og hann sameinir ikki sjáldan hesi bæði økini. Hann hevur skotið krákur í Havnadali og brúkt veingirnar í einum stórum stríputum prenti. – “Eg havi altíð kunnað tonkt mær at gjørt strípur í mínum myndum júst sum Günther Förg ella sum Nils-Erik Gjerdevik”, sigur listamaðurin, tá eg práti við hann í Steinprenti. – “Á ein ella annan hátt eru strípur ikki upplagdar í mun til mítt úttrykk. Mann kann kanska siga, at eg sleppi ikki at gera strípur. Men eg havi skákað mær undan hesi regluni í hesum prentinum og tað havi eg gjørt á tann hátt, at hesar strípurnar í veruleikanum eru sólarris við Nólsoynna; ein gylt rípa av havi og sólarljósi. Eg eri ikki nakar náttúruromantikari sum so og tí havi eg vent strípunum við og brúkt tær til bakgrund hjá veingjunum.” Sum hendan herliga krúlluta frágreiðingin kanska bendir á, er Svend-Allan Sørensen konseptlistamaður í orðsins sanna týdningi, tí hann arbeiðir við hugskotum og samansetingum, sum ofta hava poetiskt flog og fleirtýdni. Fyri nøkrum árum síðani gjørdi hann eitt prent, sum umframt tvær krákur á einum lyktapela inniheldur setningin TÚ GONGUR IKKI EINSAMALLUR. Staðfestingin er bæði neutral, stuttlig og ørkymlandi og hetta er eyðkent fyri listamannin.
Svend-Allan Sørensen hevur í hesum umfarinum gjørt 13 nýggj prent higartil, sum sameina eldhuga fyri náttúru og poesi við okkurt dapurt, sum í skrivandi stund ikki er liðugt foldað út. Tað kundi verið spennandi at upplivað hetta á framsýning, og sum eg havi skilt tað, er ein tílík møguliga í væntu onkuntíð seinni. Men krákumappan er liðug, hon er í sær sjálvum eins og ein rík framsýning full av intensum litum og orðum. Tað er hugtakandi sum hesin listamaður fæst við hugtøk og orð á sama hátt sum tá modernistiskir yrkjarar skriva sínar yrkingar. Í staðin fyri at taka samanum og definera, lata hesar staðfestingar upp fyri hugflognum. Millum orð og lit millum hugsan og sansan kykna ymsir týdningar. Krákan er í litinum og tað síggja vit týðiliga. Hygg bara at svørtu myndini, har svart er prentað á svart pappír við tekstinum KRAGEN ER I DETALJEN. Ja tað er hon!