Framsýningar við verkum hjá Poul Horsdal
/Framsýningar við verkum hjá málaranum og grafikaranum, Poul Horsdal (1936-1981) ikki gerandiskostur, eg havi ikki nakrantíð sæð serframsýning hjá hesum listamanninum. Tí verður spennandi at síggja framsýningina í Havn og/ella Fuglafirði - tann síðstnevnda letur upp í morgin í Ribarhúsi klokkan 15.30. Poul Horsdal var dani, sum búleikaðist í Føroyum, hevði føroyska familju og tók aktivan lut í føroyska myndlistaumhvørvinum. Framsýningin fevnir um umleið 25 málningar frá ymsum tíðarskeiðum millum 1960 og 1981. Talan er ikki um eina søluframsýning, men til ber at keypa plakatina omanfyri frá Ribarhúsi fyri 150 kr. Myndevnini hjá Poul Horsdal eru tey eyðkendu, sum mynda høvuðsbulin í klassisku føroysku listini, tvs. landslagið, bátar og fólk, men hansara litaval er ógvuliga sermerkt. Koloristiskt kundi mann sagt um Horsdal, at hann í mun til síni føroysku samtíðarlistafólk er sum trani í spurvadansi sum litirnir hjá honum skína og glógva og savnast í dekorativum mynstrum, sum verða definerað av konturstrikum og kubistiskum litflatum. Hann brúkar nógv gult og ljósareytt saman við øðrum reyðum og grønum og turkis litbrigdum, sum bresta saman sum syrutar yvirsjónir.
LESS IS NORTH - fotoframsýning í Listasavninum
/6 SEPTEMBER 2019 - 19 JANUAR 2020
Fríggjadagin 6. september kl. 16 letur framsýning við fotolist upp á Listasavninum. Framsýningin eitur Less is North og snýr seg um minimalistiskar landslagsfotomyndir úr trimum Norðurlondum? Heitið heldur ikki logiskt, men hevur kortini ein poetiskan rætt í mun til innihaldið. Harafturat kemur, at heitið eisini rúmar eini skemtiligari heilsan til tað víðakenda slagorðið Less is More hjá stóra minimalistinum í modernistiskari byggilist, Mies van der Rohe. Hansara útsøgn er seinni vorðin skemtiliga bronglað av yngri arkitektum: Less is a Bore (Robert Venturi) og Yes is More (Bjarke Ingels). Við Less is North eru vit aftur við útgangsstøðið.
Framsýningin umfatar fotografisk verk eftir Hallgerður Hallgrímsdóttir (IS), Per Bak Jensen (DK) og Inga Joensen (FO). Ikki bara eru listafólkini norðurlendsk, men er hetta eisini galdandi fyri teirra myndevni. Øll trý hava eina minimalistiska tilgongd til fotolistina, og júst hon undirstrikar dámin av tilgjørdari mynd heldur enn bara eini veruleikaendurgeving. Samstundis hava tey trý fotolistafólkini sjálvandi eisini teirra persónliga eygleiðingarhátt, og á tann hátt geva verkini á framsýningini hvørjum øðrum við- og mótspæl innan fyri minimalistisku hillina í fotolistini.
Meðan Ingi Joensen er tann mest viðurkendi fotolistamaðurin í Føroyum, er Per Bak Jensen eitt undangongufólk innan fotolist í Danmark. Teir fáa fylgi av Hallgerður Hallgrímsdóttir, sum er eitt av teimum mest framstandandi yngru fotolistafólkunum í Íslandi.
Fiskastykkið - ein perfekt caféuppliving
/Ikki er tað ofta tað hendir, men í dag havi eg altso havt eina perfekta caféuppliving. Tað er ein uppliving, har alt svingar sum tað skal, har formur og innihald samsvara og har tú sum gestur følir ómak og nærlagni í øllum staklutum í tíni uppliving og tað snýr seg um alt frá innrætting av hølunum til samanseting av matinum á tallerkinum og til sjálva matgerðina. Hesa uppliving, sum eg av hjarta viðmæli øllum lívsnjótarum, hevði eg saman við vinkonum á Fiskastykkinum í Sandavági. Talan er um søguligar pakkhúsbygningar, sum liggja Úti á Gjógv á økinum, sum tey brúktu at turka og pakka klippfisk fyrr í tíðini. Har er praktfult at koma inn, tí caféin er so heilt sjáldsama vøkur. Har er hugsað um allar staklutir – alt riggar saman í teimum sera modernaðu, ljósu, norðurlendsku caféhølinum, sum eru sofistikerað og rá og anda av føroyskari søgu. Vit fingu okkum morgunmat, sum varð serveraður skjótt og væl við effektiviteti og náttúrligum blíðskapi á vøkrum borðiskum frá keramikaranum Guðrið Poulsen. Hon hevur somuleiðis gjørt teir flottu kopparnir, ið allir eru ymiskir við vøkrum litsamansetingum, ið bera brá av perlumóðir og gjari. Tað er somuleiðis Guðrið, sum hevur skapað tær fínu, ljósu, modernaðu lampurnar uppi yvir diskinum. Á vegginum eru væl valdar svart hvítar fotomyndir av klippfiskavirkseminum. Alt signalerar dygd og tað ger maturin sanniliga eisini. Ein grovboll við akkurát tilpass biti í og kjarnum uttan at hann av teirri grund fer at minna um saguspønir soleiðis sum lagnan er hjá so mongum væl meintum grovbolla. Konsistensurin er bæði seigur, mjúkur við broysknari skorpu. Smakkurin javnvigar perfekt millum salt og søtt og ikki so nógv, at breyðið tekur yvir. Eitt sindur av herligum (ordiligum!) smøri, frískligum yoghurt, - heimagjørdum rabarbusúltutoyi, væl kryddaðum hummusi, søtum og góðum dadlublandi og herligum osti - og tað er ikki tann typiski syrgiligi gummiosturin, sum so mangar caféir spara seg eftir reyv við - nei talan er um ordiliga góðan, fullfeitan langtíðarlagraðan ost við nøtakendum smakki. Hartil nakrar skivur av reyðari piparfrukt og broysknum knekkbreyði - øll herligheitin serverað fyri 90 krónur (+ 20 kr fyri kaffi) uttan skuggan av plastikki nakrastaðni. Tað er fantastiskt og ikki síðstu ferð, eg vitji Fiskastykkið - tað minnir í grundini um eitt mentanarhús við denti á design og list. Bjørk Gudmundsen framsýnir niðriundir í sambandi við mentanarvikuna Vesturskin.
Ein fullur tallerkur - alt bleiv etið!
Útsýnið
Caféhølini
Guðrið Poulsen
Fiskalampur
Koppur hjá Guðrið Poulsen
Í caféiini
Bjørk Gudmundsen
Lampa Fiskastykkið
Bjørk Gudmundsen
Frælsi at velja og vita
/Val er í hondum og nú nærkast hesin fyri fólkaræðið so týdningarmikli høgtíðardagur, tá vit øll, sum Kári P á sinni yrkti í Gullkálvavalsinum hava frælsi at velja og selja okkara atkvøðu har vit halda hon gagnar okkum best – Á arbeiðsplássum, á gøtuni, í kaffistovum, við døgurðaborð - allastaðni er valið uppií prátinum, og vit veljarar verða nú støðugt teppibumbaðir av alla handa meiningum og politiskum hugsanum. Alt er politiskt í løtuni ella verður tulkað politiskt og tað kann gera tað sama um tað eru tøl frá Metingarfyritøkuni Moody´s ella Herman Oskarsson ella um mann soleiðis privat hevur like´að okkurt hjá onkrum á FB, ja so fær mann skotið í skógvarnar, at mann sympatiserar til høgru ella vinstru. Almenna rúmið er fult av uppáhaldum og lyftum og visuelt eru bygdir og serliga býir fullir av plakatumfyri ikki at tosa um øll tey brosandi høvdini, sum nú fylkjast í rundkoyringunum. Plakatnøgdin er størri hesa ferð enn nakrantíð – tað er gott hjá prent- og reklamufyritøkum - og meðan vit øll halda uppá, at plakatirnar ikki ávirka okkum tað minsta, hava altjóða kanningar langt síðani staðfest, at plakatir í roynd og veru hava ávirkan fyri mobiliseringina innanflokka – at tey, sum skipa fyri og heingja plakatir upp føla, at tey eru við í stríðnum (og møguliga sigrinum) fyri at teirra flokkur kemur í Løgtingið. Tað kann kanska undra onkran, at plakatnøgdin er so stór og at ikki fleiri umhvørvisatlit verða tikin í hesum sambandi – men undantøk eru – eitt nú ger tjóðveldisvalevnið og punkrokkarajarðfrøðingurin, Uni Árting vart á Facebook, at hann endurnýtur tilfar. Yvirhøvur haldi eg, at plakatirnar eru frægari enn tær hava verið. Fólkini eru ikki so klorinifiserað og fotosjoppað sum tey einaferð vóru. Tey síggja meira normal út, sjálvt um tey flestu síggja nokk so skítbýtt út, tá tey breiða seg út á plakatum - soleiðis er tað bara. Ein góð vika er eftir av valstríðnum og meðan mann spakuliga er farin at gleða seg inniliga til øll ikki meina so øgiliga nógv um alt møguligt allatíðina, varnast mann teir mongu filmarnir, sum flokkar, valevni og aðrir intressentar framleiða og leggja út á internetið í sambandi við valið. Her eru bæði meira og minni sannførandi og klárar/ pixeleraðar ella hasjifiseraðar amatørvideoselfies, har ymisk valevni viðmerkja hetta og hatta, men vit síggja eisini í vaksandi mun meira professionelt framleiddar filmar, sum flokkarnir hava latið gjørt um flokkin og um einstøk valevni. Flestir flokkar – í øllum førum teir etableraðu – hava eyðvitað gjørt sær strategiir, sum vit í hesum døgum uppliva í maximalari megi og her hava filmarnir stóran týdning, antin tað er Framsókn, ið veruliga hevur lagt seg á Glasir møguliga við atliti at teirra lutfalsliga unga kjarnuveljara. Allur Marknagilsvegurin er í øllum førum fullur av F´um og filmurin hjá teimum fokuserar eisini í stóran mun uppá Glasir. Filmurin hjá Miðflokkinum er miðsavnaður um nøkur valevni hjá flokkinum, sum greiða frá hvat tey halda vera av týdningi og tað eru tey somu kulturkonservativu kristnu virðini, sum vit kenna flokkin fyri, men við eitt lítið sindur meira ungdommiligum action, vektlyfting og teknokendum pepptónleiki (!). Filmurin um valevnið hjá Javnaðarflokkinum, Ingilín Strøm leggur dent á mótsetningslitirnar grønt og reytt og snýr seg eisini innihaldsliga um sosialdemokratisk og umhvørvislig atlit. Í filminum sær mann valevnið við hús saman við soninum, men annars er tað privata rættiliga niðurtónað meðan tað ideologiska og politiska er í fokus. Eitt ávíst lyndi til at brúka privatsferu og pathos sum eitt slag av politiskum agn, sæst annars í valstríðnum fleiri staðni, bæði hjá Fólkaflokkinum og Tjóðveldi t.d. í filminum um tey bæði Høgna og Hildur, har formaðurin í Tjóðveldi sæst práta hugnaliga við fólk í Klaksvík, sum yvirhøvur ikki eru fratør ella royna at lynsja fiskivinnu- og landbúnaðar og mentamálaráðharran (vónandi fara 3 ministerium at taka sær av hesum trimum týdningarmiklu økjunum). Í filminum sleppur fryntiliga kona Høgna, Hildur Hermansen framat at greiða frá hvussu hon onkuntíð hevur hildið politiska ágangin vera ov ógvisligan. Fólkaflokkurin miðsavnar seg í sínum valstríði um familjuna og tað er helst tann gamla heteronormativa kjarnufamiljan, talan er um her við mammu pápa og børnum. Eg hugsi, at tankin er at appellera breitt við hesum, men tað kann eisini tykjast løgið ella eitt sindur ov sjálvsagt, tá eitt valevni sum Christian Andreasen í valsending í útvarpinum staðfestir upp í saman: “Nú havi eg sjálvur familju” - eg meini so við; tað hava tey flestu. Tann seinasti politiski valfilmurin, eg havi sæð, er ein hjá Fólkaflokkinum, sum hevur funnið uppá eitt format, tey kalla “Heilt erligt”, har valevni tvey og tvey seta hvørjum spurningar, sum tey sambært egnari útsøgn ikki kenna ella vita um. Umráðandi er tó hjá okkum øllum at vita, at avsendarin – tað er flokkurin og avvarandi reklamuvirki hava lagt filmin til rættis og at tey hava valt teir spurningar út, sum verða lisnir upp. Alt er redigerað og manipulerað soleiðis, at filmurin verður mettur at rakað flest og best eins og allar valreklamur eru – Hetta formatið hjá Fólkaflokkinum tykist sera populert. Filmurin við Anniku Olsen og Jørgen Niclasen er í skrivandi stund sæddur 5.200 ferð síðan hann varð lagdur út fyri 14 tímum síðani og sjálvandi er hann tað, tí heilt erligt; er nakað meira áhugavert enn persónligar konfliktir? Filmurin er blátónaður og bæði mynda- og tónleikasíðan minna um eina seriøsa tíðindasending í KVF, men innihaldið er meira sentimentalt enn tað er seriøst. Bæði valevni gráta í filminum. Vit fáa ikki av álvara innlit í hvat tað var sum hendi undir formansstríðnum í Fólkaflokkinum á sinni, tá Annika Olsen ikki fekk ta politisku ávirkanina, sum hon hevði uppiborið og sum hóskaði til mandatið, sum fólkafloksveljarar høvdu givið henni. Øll hendingin tá verður lýst sum okkurt slag av strongd hjá Anniku, sum fegnast um, at formaðurin, Jørgen Niclasen bað hana koma heim aftur í Fólkaflokkin. Men alt er sum áður nevnt politikkur í løtuni og ein ætlan er við øllum. Í Degi & Viku í gjár varð tosað um, at meira gjøgnumskygni eigur at valda viðvíkjandi pengastreymunum í valstríðnum. Tað ljóðar skilagott. Men kundi tað ikki eisini verið áhugavert at fingið innlit í kreativa/ propagerandi undirstøðið - hvørji reklamuvirki/ filmsfólk framleiða hvat og ikki minst hvør er spinndoktari her og der? Kanska er tað longu nakað, sum er upplýst onkrastaðni? Eg síggi bara Nudlavirkii boða frá, at tey gera PR hjá Framsókn. Hvør ger annars reklamufilmar fyri flokkar og valevni - tað er onkur, sum dugir og hevur gjørt sær ómak - eg hugsi, at serliga filmarnir fara at ávirka kanska meira enn plakatirnar. Hvat halda tit?
ZH - ein fjølbroyttur listamaður
/Foto: Jan Andersson. Steinprent
Í sambandi við eina hugleiðing um plagiering, var eg í gjøgnum nógv tilfar um Zacharias Heinesen og hansara list. Samstundis havi eg verið við til at heingja list upp á Glasi, harav Zacharias Heinesen hevur málað ikki so fá verk. - Tað er vandi í hvørjari vælferð, sigst, og tá mann er nestor innan føroyska myndlist og hevur verið við til at definera føroyska list í meira enn hálva øld, tá er tað kanska sjálvsagt, at nakað av kritikki stingur seg uppÍ útgangsstøði haldi eg altíð, at kritikkur er av tí góða, um eg onkuntíð hevði ynskt, at kritikkurin var betri grundaður. T.d. tá tosað verður um ta penu listina, ið verður skýrd at vera tannleys osfr. Okkum tørvar gamaní progressivu listina, men vit mugu ikki blanda tingini saman. Øll provokerandi og skrólandi list er ikki av sær sjálvum dygdarlist - summi koma nokk so langt í tí stilla og Zacharias Heinesen er ein av teimum. Um tú blaðar gjøgnum bøkur um føroyska list ella hyggur í katalog hjá t.d. Heystframsýningini, so sæst týðiliga, at Zacharias Heinesen er ein listamaður, sum hevur ment seg gjøgnum tíðina og sum eisini er sera fjøltáttaður. Hansara grafikkur er rættiliga øðrvísi enn málnngarnir og vatnlitamyndirnar eru aftur øðrvísi, og millum listasløgini kykna hugskot í eini støðugari menning. ZH hevur staðið fyri nógvum prýðingum og tær eru aftur øðrvísi. Her eru nakrar myndir av verkum hjá Zachariasi Heinesen á Glasi m.a. Tann elsta er frá hálvtrýssunum og tann nýggjasta er frá 2018.
Tvær framsýningar í DK
/Hósdagin 22.august letur framsýning hjá Svend-Allan Sørensen upp í Galleri Sandberg í Odensen. Tað er Svend-Allan Sørensen, ið sýnir fram, vit kenna hann frá fleiri framsýningum í m.a. Steinprenti. Framsýningin hevur poetiska heitið KRAGEN & BØSSEN - billeder af fuglelyde og skudhuller. Fleiri av verkunum eru framleidd í Steinprenti. Tað eru m.a. skotmyndir, ið eru prent av plátum, sum listamaðurin hevur skotið. Listamaðurin er kanska mest kendur fyri síni grafisku listaverk, sum ofta bæði í orð og mynd snúgva seg um fuglar - krákur ikki minst.
Bjarne Werner Sørensen letur sína framsýning upp í Huset i Asnæs leygardagin 24.august. Bjarne hevði fyri kortum framsýning í LIstasavni Føroya og á Norðurbryggjuni í Keypmannhavn. Hansara grafisku myndir og málningar eru abstraktar við organiskum, samanhangandi og ójøvnum mynstrum. Bjarne Werner Sørensen hevur tíðum arbeitt í Steinprenti bæði einsamallur og saman við Tóroddi Poulsen, m.a. í yrkingasavninum, Villvísi.
Plagiering - ein ikki illa meint plága
/Spurningurin um listarliga eftirgerð er javnan frammi bæði uttanlanda og heima. Mong minnast málið um ta kendu stjørnutroyggjuna hjá Guðrun&Guðrun, sum í heilum varð kopierað og innan myndlistina er plagiering ofta sæð – ikki minst innan fyri ta lukrativu føroyalistina. Plagiering er fíggjarliga grundað; í staðin fyri at keypa eina dýra designtroyggju er tað bíligari at plagiera og binda hana sjálv. Við enum góðum vilja kann mann siga, at plagiat hevur eina sosiala funktión á tann hátt, at eftirgjørda produktið ofta er bíligari enn upprunaproduktið. Í staðin fyri at keypa eitt av vøkru, eyðkendu smúkkunum hjá Turið Nolsøe Mohr, er tað bíligari at keypa okkurt av teimum ymisku eftirgerðunum, sum fólk hava funnið uppá. Spurningurin er so bara hvussu hetta kennist hjá listafólkinum, sum upprunaliga fann uppá júst tað estetiska úttrykkið og tann formin, sum bara situr so sum tað skal og sum øll vilja hava. Innan móta síggja vit sama fyribrigdi, har framúr design verða plagierað og massaframleidd.
Plagiering er ikki serliga behagiligt evni at fara í holtur við. Tað er eymt og nógv lættari at lata vera, tí evnið er so flóvisligt og slættligt og inniber ein áleikandi vanda fyri at skjóta spurvar við kanónum. Tey eru annars fleiri, sum gjøgnum tíðina hava roynt at venda lutfallinum við og hava mett plagiering vera eitt slag av viðurkenning sjálvum sær - hetta tykist eitt nú Oscar Wilde halda í speisku orðingini omanfyri. Men longur afturi í søguni helt Platon sum kunnugt, at listin hermir eftir lívinum og at list harvið er hermandi í sjálvum sær.
Listarlig eftirgerð hevur í øldir verið praktist grundarlag og námsfrøðilig mannagongd á listaskúlum kring allan heim – sjálv brúki eg eisini hesa mannagongd í myndlistundirvísing á miðnámi. Á hesum øki er sama sannroynd galdandi sum alla aðra staðni; vit standa øll somul á herðunum á okkara forfedrunum – tað gera listafólkini eisini. Um vit hyggja at listini hjá t.d. Hansinu Iversen hevur hon latið seg inspirerað av t.d. colorfieldmálarum og av finsku listakvinnuni, Ninu Roos, sum í hálvfemsunum veitti henni stóran íblástur. Men Hansina hevur verið opin um íblásturin og hevur greitt frá honum í samrøðum, og so hevur hon síðani ment sítt egna úttrykk, so at eingin ivi er um originalitetin.
Plagiering gongur fyri seg alla tíðina á øllum økjum og innan øll listasløg. Tað er bara soleiðis, at ójavnt er býtt og meðan summi sita og kýta seg og stríðast við at finna uppá, eru onnur vælsignað við listarligum gávum og streymum av listarligum hugskotum. Men sjálvt um plagiering og epigonarí oftast meira er motiverað av ómegd enn av óndskapi og sjálvt um eftirgerðin ikki er illa meint og í grundini eitt slag av rós, ja so gongur tað út yvir listafólk, sum verða systematiskt plagierað.
Originalitetur hevur havt týdning innan listina síðan renesansuna. Áðrenn var ikki vanligt at signera list og tá skuldi títt listarliga úttrykk helst minna um tað hjá tínum undanmonnum. Við renesansuni kom dyrkanin av menniskjanum og av einaranum og hetta hevur hildið á síðani bæði innan fyri listainstitutiónina og inni í diversum møbilhandlum, har skelti vísa á, at tey selja “Ektaða” list. Í hálvtrýssunum og trýssunum problematiseraði listamaðurin Andy Warhol ta áður so heilagu meginreglu viðv. originalitet og gjørdi kopiering til ein part av síni listaligu mannagongd. Men hóast modernaða listin hevur sett kritiskar spurningar til tað mesta, eisini til sjálvt upprunahugtakið, er dyrkanin av tí ektaða hildin fram og í dag verður list handlað fyri so nógvar milliardir, at almennu søvnini ongan kjans hava upp ímóti russiskum oligarkum og arabiskum oljusjeikum. Verk hjá Leonardo da Vinci og Vincent van Gogh hvørva á henda hátt úr mannaeygum inn í okkurt privat milliarderasavn.
Gevur tað nakra meining at viðgera ein tílíkan spurning í dag? Tað haldi eg, tí originalitetur hevur framvegis týdning innan listina. Tað eru tey, sum bera fram síni egnu boð uppá nakað nýtt og øðrvísi, sum eiga størsta áhugan innan listina. Eg haldi, at vit í Føroyum geva okkum ov lítið far um originalitet í sambandi við ta dygdarmeting, sum altíð er partur av tilgongdini, tá listafólk senda inn verkhugskot til framsýningar, játtanir og kappingar av ymiskum slag. Eitt dømi kundi verið minnisvarðin í Svínoy hjá Edward Fuglø, sum tó at hann bæði í hugskoti, skapi og staðseting sýnist avbera vakur, ikki tykist serliga originalur.
Tað var annars ein viðmerking til eina mynd hjá Finleif Mortensen, sum setti gongd á hesa hugleiðing. Tað var nevnliga ein, sum helt, at málningarnir hjá Finleif Mortensen eru farnir at síggja meira út sum málningar hjá Zachariasi Heinesen enn málningarnir hjá Zachariasi sjálvum. Hetta er nakað av eini útsøgn, ið er áhugaverd uppá fleiri mátar, og sum eg skal koma aftur til.
Ein orsøk til, at listarlig eftirgerð eigur at verða viðgjørd er eitt samtíðarligt rák, sum ikki tekur upphavsrætt í nóg stórum álvara og hetta fevnir um alt frá design, list og til gerandislív í skúlum, miðlum og stovnum. Tí alt kann googlast, bæði myndatilfar og upplýsingar um hetta og hatta, so vit googla, stjala ella gloyma at spyrja ella upplýsa hvaðani vit hava okkara vitan/tilfar. Og meðan øll møgulig onnur sløg av stuldri verða revsað, verður hetta slagið í stóran mun góðkent í okkara samfelag. Eitt er at tílíkur stuldur tykist ómoralskur umframt grunnskygdur, men plagiering er óskynsom á so mangan hátt. Eitt er, at hon skapar eina mentan, har tað er í lagið, at særa upprunafólkini við at ignorera teirra avrik og tað er skeivt; tað fer einki av okkum um vit upplýsa hvaðani vit hava okkara upplýsingar, tilfar ella stíl. Vit eiga at kreditera opið tann ella tey, sum hava gjørt eygleiðingina ella skapað tilfarið, sum vit brúka. Hetta skapar gjøgnumskygni og eg billi mær inn, at ein tílíkur arbeiðsháttur er okkum øllum til gagns.
Men er tað ikki púra vanligt at læna og stjala frá hvørjum øðrum á listaøkinum? Jú, eg hugsi so við og tað er í fínasta lagi, at lata seg inspirera av øðrum listafólkum. Men munur er á at lata seg inspirera og at plagiera eisini sjálvt um listahugtakið frammanundan er óluksáliga trevsut og list als ikki er nakað vart heiti. Øll kunnu vera listafólk ella siga tey eru tað. Og dittar mann sær at meta um dygd og finnast at t.d. vantandi originaliteti, er tað beinanvegin onkur, sum himlar uppgevandi við eygunum, vónleyst relativiserandi og deklamerandi: HVAT ER LIST og hvør skal kunna døma og skulu vit ikki heldur bíða til øll eru deyð, meðan tey meira subtilu tosa um hvussu vit mest professionelt kunnu sleppa púra undan kvalitetshugtakinum innan list og listaviðgerð, tá tað nú allíkavæl er bundið at subjektivum smakki og ikki gevur meining í mun til galdandi diskurs. Sostatt fáa vit eitt av handahógvi merkt eskapistiskt listaumhvørvi, har øll doyggja og detta uppeftir, tá onkur ikki heldur hvørt tað einasta kreativa spjálkið her um leiðir vera fantastiskt.
Og jú, víst hava vit fantastiska list í Føroyum. Men vit hava so ófatiliga nógv meira av ikki serliga fantastiskum kreativum arbeiði, ið tó gevur meining uppá so nógvar mátar. Sum so mangan staðfest er áhugalistin neyðugi gróðrarbotnurin hjá yrkislistini og alt gott um tað. Men nú eri eg komin til hatta har um tað yvirhøvur er ein trupulleiki at herma. Eg hugsi, at svarið má vera fleirbýtt bæði í mun til orsøkina til at hermt verður og í hvønn mun hermingin gongur fyri seg. Grundin til, at fleiri mála sum Zacharias Heinesen og Ingálvur av Reyni er, at sum áður nevnt, at hetta úttrykkið selur og at tað selur væl. Serliga ferðafólk, ikki minst tey donsku keypa og dyrka narrativið við sterku føroysku landslagshevdini – eg veit ikki um tann eksotistiska allýsingin fær teir at føla seg meira tryggar, men føroyingar dáma tað eftir øllum at døma eisini væl. Tó er fatanin av føroyskari list meira eintýðing avmarkað í Danmark, og tí er tað kanska, at hvørki gallaríir ella auktiónir í Danmark geva sær far um hugtøk sum originalitet, plagiering ella dygd, tá tey framsýna føroyska list. Um mann googlar orðini “Færøsk kunst” tysja koloristisk, semikubistisk landsløg fram, sum umframt at vísa hvussu foreinklað danska ímyndin av føroyskari list er - eisini sigur okkum, at ein persónur sum Finleif Mortensen fyllir ómetaliga nógv á hesum økinum. Á google-myndini her niðanfyri er bert ein einstakur málningur eftir Zacharias Heinesen og tað sigur ikki so lítið. Uttan atlit til uppruna ella eftirgerð verða originalar og plagiat settir til sølu síðu um síðu. Framúrskarandi list og skrambul lið um lið – tað er ófatiligt at síggja verk hjá Zachariasi Heinesen, sum líka síðani fimtiárini hevur stríðst og leitað og ment sítt egna ikoniska myndamál og myndevni, hanga við síðuna av lættkeyptum eftirgerðum. Og vit síggja tað altso eisini í gallaríum og onkuntíð enntá í Listasavninum.
Innan tónleik eru fastar mannagongdir innan upphavsrættarmál í tónleiki. Har telja tey heilt einfalt tónar og taktir fyri at avgera um ein sangur er eftirgerð av einum øðrum. Innan design og myndlist hava vit ikki eins greiðar mannagongdir, men um vit brúka málningarnir hjá Finnleif Mortensen sum ítøkilig dømi, so líkjast teir málningum hjá ZH á at kalla øllum brøgdum frá serstaka glitrandi, ljósfangandi myndaflatanum, ið er settur upp við parallellum strokum á eina bjartlitta undirmáling við týðiligari, ofta bláari umhvarvsstriku. Hann brúkar somu litir, kompositiónir, myndamál, málihátt og myndevni sum fyrimyndin og hevur enntá málað útsýnið úr vindeyganum hjá ZH uppi á Varða. Her kann mann hugsa, at tað verður meira stuttligt enn farligt. Men spurningurin er hvat upprunalistafólkini halda um tað, tí tað gongur út yvir teirra egna vinnuveg, at fólk keypa eftirgerðir og spurningurin er eisini hvat tað ger við almenna hugsunarháttin um vit góðtaka skipaða eftirgerð.
Onkur eftirgerð er í lagið – tað er fínt at næmingar herma, tað er fínt í kvøldskúlum og, tá verður gjørt sum ein tilvitað og opin heilsan til avvarðandi listafólk ella sum ein partur av menningini hjá einum ungum listafólki. Men í einum so avmarkaðum marknaði sum tí føroyska listamarknaðinum haldi eg meg kunna staðfesta, at plagiering er ein trupulleiki hjá teimum, ið verða plagierað. Vit kunnu hvørki banna eftirgerð ella keypi av eftirgerðum, men eg haldi, at vit skulu viðgera evnið og í øllum førum miða okkum eftir, at eftirgerðir ikki verða góðtiknar í almennum søvnum, kappingum og miðlum.
Færøsk kunst - googlað 14.aug.2019 - sær ikki út til, at vit hava nakran kjans á Veneziabiennaluni
List og eftirgerð - hvat er hvat?
Ein dropi í havi av blankpoleraðum silvurtárum/ dropum kring heimin og í Svínoy
Psykosudrotningin sigur frá
/Bókaframløga, framsýning og fyrilestur, sum forlagið Eksil og Sinnisbati skipa fyri, verður í Perluni 15. september kl. 15.
Hybridbókin ”Psykosudrotningin sigur frá”, sum Anna Malan Jógvansdóttir hevur skrivað, verður løgd fram í Perluni í Havn 15. september kl. 15. Í hesum sambandi verður upplestur, framsýning av tekningum úr bókini og fyrilestur um psykosu.
Sálarfrøðingurin Suni Poulsen fer at bjóða vælkomin til tiltakið og stutt at greiða frá, hvussu sálarheilsutilboð í dag aloftast eru afturúrsigld av granskingini. Hetta vísir seg m.a. soleiðis, at flestu psykiatrisku diagnosurnar ikki eru nóg væl undirbygdar vísindaliga, og at flestu ástøði um sálarliga líðing eiga at verða endurskoðað og nýhugsað.
Sálarfrøðingurin Olga Runciman úr Danmark fer at halda fyrilestur um sambandið millum trauma og psykosu. Endamálið við bókini “Psykosudrotningin sigur frá” og fyrilestrinum er at varpa ljós á psykosu sum ein natúrlig reaktión upp á lemjandi og traumatiskar hendingar í lívinum. Í sínum arbeiði leggur Olga dent á lívssøguna hjá persóninum, ið stríðist. Umvegis lívssøguna kann meiningin í psykosuni finnast. Tað er altíð ein orsøk til slíkt sálarligt órógv, og við at skilja orsøkina til líðingina, so kann vegurin til linna finnast. Meira og meira gransking vísir á, at samband er millum trauma og psykosu. Tíverri arbeiðir psykiatriin ikki við støði í hesum í dag, men tvíheldur um ástøðina um kemiska ójavnvág í heilanum og um ástøðið, at psykosa er heilasjúka. Somuleiðis tvíheldur hon um, at talan er um ólag við dopamin reseptorunum í heilanum, at psykotisk eyðkenni koma av eini øðrvísi heila-anatomi ella øðrvísi aktiviteti í heilanum. Einki av hesum er nær námind vísindaliga undirbygt soleiðis sum sambandið millum trauma og psykosu er, og tað óhepnasta av øllum er, at skeiva fatanin av, at psykosa er heilasjúka, førir til vónloysi og døpurhuga millum tey, ið stríðast við psykosu. Tey hava sambært psykiatriini ein sjúkan heila, og alt tey siga er íspunnið.
Við bókini og hesum tiltaki er endamálið at geva teimum psykotisku ein narrativitet aftur, tey skulu hava rætt til sína lívssøgu og siga hana, sum tey ynskja. Grainsking vísir eisini, at um tey, ið stríðast við psykosu, fara út og siga sína søgu og knýta lívshendingar og líðing saman, so minkar stigmatiseringin, ið er knýtt at hesum menniskjum.
15:00
Vælkomin við sálarfrøðinginum Suna Poulsen
15:10
Kim Simonsen frá Eksil greiðir frá skránni
15:15
Anna Malan Jógvansdóttir lesur upp úr bókini, Psykosudrotningin sigur frá
15:30
Sálarfrøðingurin Olga Runciman heldur fyrilestur um sambandið millum psykosu og trauma
16:15
Listaframsýning við myndum úr psykosudrotningini og Eksil bjóðar okkurt at drekka og eta.
Samrøða við Ragnar Kjartansson
/Í sambandi við framsýning sína í The Met í New York varð viðtal gjørt við íslendska listamannin, Ragnar Kjartansson, sum eisini sýnir fram á summarframsýningini í Norðurlandahúsinum. Listin hjá Kjartansson snýr seg í stóran mun um “at lata sum um” júst sum børn gera, tá tey spæla. Stóra verkið í Norðurlandahúsinum Nur wer die Sehnsucht snýr seg um júst hetta, meðan listamaðurin í øðrum verkum spælir sær við listafólkaleiklutin.
https://artnorth-magazine.com/recent-arts-news/ragnar-kjartansson-in-torshavn
Fyrilestur um handverkið at gera standmyndir.
/Hóskvøldið 8. aug. verður fyrilestur um handverkið at gera standmyndir. Fyrilestrahaldarin er Pontus Kjerrman, sum seinastu 35 árini hevur undirvíst í gipsstoyping við Kunstakademiets Billedhuggerskole í Keypmannahavn.Pontus Kjerrman varð sjálvur upptikin við Kgl Danska Kunstakademi í 1979.
Pontus Kjerrman hevur júst givið út bókina: Formning og støbning - stuk og skulpturteknikker, sum er skrivað við støði í tí undirvísingar tilfari, ið hann hevur gjørt gjøgnum árini sum lektari á Kunstakademinum.
Fyrilesturturin tekur støði í lívslangu royndunum hjá Pontusi Kjerrman í stoypiteknikkum og sum listamaður.
Møguleiki verður at keypa bókina aftaná fyrilesturin.
www.listaportal.com í 5 ár!
/Á ólavsøku hendir so nógv, at mong neyvan hava varnast, at hon eisini var 5-ára dagurin hjá hesari heimasíðuni, www.listaportal.com, sum varð sett á stovn fyri fimm árum síðani í sambandi við Ólavsøkuframsýningina, sum undirritaða, Kinna Poulsen stóð fyri í 2014. Eg ivist ikki í, at Listaportalurin kundi verið betri, flottari, djúpari og klókari, men samanumtikið er tað ikki so galið, at ein listamiðil finst á føroyskum. Nógvar greinar hava verið á Listaportalinum hesi árini um alt í millum himmal og jørð og tað er ikki altíð, at tað, sum undirritaða heldur vera mest áhugavert er tað, sum verður mest lisið. Vitjanartalið er eins og greinastreymurin sera svingandi, men tilsamans fer tað at tátta upp móti teim 200.000. Her eru onkrar greinar:
http://www.listaportal.com/tidindi/2019/7/20/heilt-erligt-eivr
http://www.listaportal.com/tidindi/2018/2/1/ta-sum-hjarta-er-fullt-av
http://www.listaportal.com/tidindi/2018/2/15/ikki-eitt-or-um-kamelar-og-nlareygu
http://www.listaportal.com/tidindi/2017/11/9/ein-undirhaldandi-sending-um-ebbu-hentze
http://www.listaportal.com/tidindi/2017/8/26/koloristiskt-avklra-list-r-gardinum
http://www.listaportal.com/tidindi/2017/3/5/ojfx66hv75zlgbnrwij9c33rfoie1e
Flakar - framsýning í Skálabúðini
/Alda Mohr Eyðunardóttir er fyrsti føroyingur í fleiri áratíggju, sum er sloppin inn á kunstakademiið í Keypmannahavn. Nakað fyri ólavsøku hevði hon sína fyrstu serframsýning í hølunum í Dr.Jacobsensgøtu í Havn har Skálabúðin helt til.
Liðin eru tvey ár síðan Skálabúðin stongdi gamla handilin, sum læt upp í 1954. Men enn hongur ikoniska reyða, bláa og hvíta skeltið uppi, ið saman við grønblonku flisunum á fasaduni tykist merkt av hesi serligu ævinleikaglæmuni, ið ljómar yvir barndómsupplivingum. Tá eg hugsi um Skálabúðina og síggi handilin fyri mær, er sjónarhornið rættiliga lágt. Eg síggi mest frakkar. Teir eru ljósabrúnir fyri tað mesta við knappum og beltum og konurnar, sum eru í teimum eru heilt ómetaliga tíðindafróar. Tær vita alt møguligt, sum tær vilja siga mammu og tað hevur við sær, at mamma ongantíð kemur út aftur úr handlinum, sjálvt um eg staðiliga togi í armin á henni. Fyri at fordríva tíðina telji eg ymiskt, eg beri eyga við; eg telji toyrullur, knappar og pakkar við undirbuksum, men eg dugi bara at telja upp til fimm, so fløkist tað, og eg má byrja umaftur.
Flakar er heitið á fyrstu serframsýningini hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir, hvørs verk áður hava verið at sæð á felagsframsýningum, t.d. á ólavsøkuframsýningini í Listasavninum. Í heyst byrjar hon á Det Kongelige Danske Kunstakademi – hon er fyrsti føroyingur í mong áratíggju, sum er sloppin inn á henda fyri føroyska listasøgu týdningarmikla skúla, har Sámal Joensen Mikines og Ingálvur av Reyni gingu. Hetta er í sær sjálvum eitt satt bragd av listakvinnuni, sum eisini slapp inn í Malmø, men sum altso hevur valt akademiið í Keypmannahavn, har umleið fimm prosent av teimum ið søktu at koma inn, sloppu gjøgnum nálareygað. Í ár søktu 437 og 25 vórðu upptikin.
Listarligi áhugin kyknaði innan foto greiðir unga listakvinnan mær frá henda dagin eg vitji framsýningina í hølunum, ið eru sum skapt til høvið ella øvugt, tí verkini eru í roynd og veru framleidd í hølunum og til júst hesi hølini. –“Tað er okkurt við tí ráa í hesum hølinum, sum virkar føroyskt uppá meg og so er tað eisini tað, at hølini eru undir umvæling júst sum eg. Eg eri eisini undir umvæling” brosar Alda, ið yvirhøvur tykist sera tilvitað og miðvís. Hon hevur valt at skapa framsýningina sum eitt slag av listarligari staðfesting áðrenn hon fer undir útbúgving. Hon hevur altíð verið mentanarliga áhugað heldur hon og so gekk hon á sonevndu listaleiðini í Hoydølum, har hon spakuliga fann út av, at listin hevði hennara áhuga. Tað var á háskúlanum í Krogerup, at hon fann út av, at sjálvt um fotojournalistikkur ikki ordiliga er tað rætta, so eru áhugaverdir listarligir møguleikar í fotomyndini sum miðli. Á listaháskúlanum í Holbæk byrjaði hon at skriva og tekstir eru framvegis ofta útgangsstøði í hennara verkum.
Naknu timburveggirnir og gólvið, betongloftið og ymisku leidningarnir, sum hanga niður geva eitt spennandi framsýningarhøli, ið eru eitt satt kupp fyri framsýningina, sum bara vardi í tríggjar dagar og sum altso er tikin niður aftur. Heitið Flakar tykist sipa til nakað stokkut og forgeingiliga, ið bæði bendir tankarnar á støðuna í heiminum í løtuni við okkara skroypiligu planet, sum líður av veðurlagsbroytingum og smeltandi innlandsísi, men sum eg eisini fati psykologiskt soleiðis, at listaverkini kunnu vera eitt slag av bjargingarflaka ella friðskjól hjá einstaklinginum. Fagurfrøðiliga hanga verkini hjá Aldu Mohr Eyðynardóttir og hølini so neyvt saman. at tú í støðum hevur tú ilt við at avgera hvat er hvat. Listakvinnan greiðir frá, at henni dámar væl ivan um hvat er hennara verk og hvat er partur av umvælingini og eg gevi henni rætt - tað er hugtakandi - eisini gjøgnumskygda klæðið, hon hevur hongt í rúminum, so at vit bara hóma byggióruddið aftanfyri, meðan eyðkenda svarta og hvíta trappan lýsir upp sum eitt ítøkiligt fortíðarligt monument aftast í rúminum.
Forgeingiligleikin tykist vera eitt høvuðsevni í framsýningini eins og sum heild í ungu føroysku listini, ið miðsavnar seg um tað skroypiliga í tilveruni og í heiminum og um tey spor vit lata eftir okkum. Kenslur og tilfar verða tengd saman soleiðis, at verkini verða bæði tilfarslig og full av internum tilveruligum søgum. Stílurin er vistfrøðiligur við náttúrligum litum og einum forkærleika fyri ready mades og opnari pallseting, har allir lutir tykjast onkursvegna javnsettir. Á framsýningini í Skálabúðini eru t.d.praktisk amboð so sum uppvørpur, leidningar og forleingjarar javnsettir partar av framsýningini.
Tá eg spyrji Aldu Eyðunardóttir Mohr hvørja list henni dámar, nevnir hon fleiri myndlistafólk, eitt nú donsku listakvinnuna, Tove Storch, men eisini føroysk listafólk, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonna Jensen, Hansinu Iversen og vinkonu sína, Anný Øssursdóttir Djurhuus, sum hon sigur hevur stuðlað seg nógv. Men í grundini er Alda meira inspirerað av øðrum listasløgum enn av myndlist, sigur hon, og nevnir tónleikin hjá Teiti Lassen sum dømi. Hon hevur lurtað nógv eftir hansara tónleiki, og so leggur hon eisini serligan dent á bókina Sár á Sál eftir Kristinu S. Hansen, sum hon hevur lisið fleiri ferð. Sár á Sál er ein sjálvsævisøguligur leikur frá 2013, sum spratt úr syrgiligi vanlukkuni, tá ið synir høvundans og ein vinmaður lótu lív. - “Hon dugir so væl at lýsa allar tær ymisku kenslurnar og at lýsa hvussu løgið fólk uppføra seg, tá tílíkt rakar” heldur Alda. Hon og hennara familja hava sjálvi kent sorgina tætt at egnum kroppi, tá lítlasystirin doyði fyri ellivu árum síðani, og sorgin er við á framsýningini. T.d. snýr teksturin á stóra verkinum aftast í framsýningini seg um hvussu listakvinnan arbeiðir við sorgini. Einastaðni stendur ein gipsformur á gólvinum. Alda greiðir frá, at hon hevur funnið hann onkrastaðni – kanska minnir hann í skapi eitt sindur um ein gravstein. Hesin gipsklumpurin hevði upprunaliga hvassar kantar, sigur listakvinnan, sum mintu hana um sorgina innaní. Hon hevur brúkt sandpappír at viðgera gipsið og sandpappírið er ítøkiliga partur av framsýningini. Tað sæst á tekstilverkinum aftast í rúminum eins og ójavnar hvassar rípur. Alda Eyðunardóttir Mohr greiðir frá, at hon hevur brúkt nógva tíð uppá at slípa kantarnar, so at formurin sýnist bleytari eins og eisini sorgin slípast av tíð uttan nakrantíð at hvørva heilt.
Við trúgv og iva í køkinum og í atelierinum
/Ólavsøkuframsýningin 2019 fyri listafólk trýss ár og eldri er sum áður nevnt siðbundin fyri ikki at siga gamaldags bæði viðvíkjandi tøkni og myndevni. Tá er tað kanska ikki so løgið at kunna staðfesta, at fleiri verk hava átrúnaðarligt/kristiligt brá, t.d. seglinstallatiónin hjá Titu Vinther, sum er vovin úr menniskjahári og krossfestingin hjá Eli Smith.
Tvey av teimum religiøst klingandi verkunum á Ólavsøkuframsýningini skara framúr - tað eru tveir litríkir málningar við fleiri figurum í myndarúminum, sum í grundini eru rættiliga ymiskir. Tað sama kann sigast um avvarðandi listafólk.
Ovara málningin málaði Sigrun Gunnarsdóttir, sum er fødd í 1950 á Eiði, har hon býr og arbeiðir. Hon var liðug á Kunstakademinum í 1980 og í fjør hevði hon stóra serframsýning á Listasavni Føroya. Myndevnið í málninginum er serstakt við tað, at sjónarmiðið er innan úr heiminum, úr køkinum. Í føroyskari list eru vit meira von við uttanduramyndir. Vit síggja eina konu í bláum niðurdeili og violettari blus og gráum skóleistum stákast við onkrum, kanska bakar hon. Í øllum førum hevur hon tveir smáar hjálparar, eina gentu í violettum kjóla og ein drong í heimabundnari troyggju og myrkum buksum - bæði í fyriklæði, sum tykjast íðin at hjálpa til. Hvíti og brúni hundurin sýnist eisini sera áhugaður í tí, sum fyriferst uppi á borðinum. Kristna innihaldið í hesum málninginum er ikki so ítøkiligt sum tað kundi verið, men við tað, at vit kenna ikonografiina í høvuðsverkum hjá Sigruni Gunnarsdóttir, so vita vit, at í júst hasum køkinum í hondunum á hasari konuni hevur ein bíblia einaferð ligið. Um vit hyggja nærri at myndini síggja vit eisini eina mynd av eini nunnu á bróstinum - hetta kundi verið katólska nunnan Móðir Teresa í síni tiltiknu blárandaða hvítu drakt, sum Sigrun Gunnarsdóttir hevur málað portrett av í 2010. Móðir Teresa fekk sum kunnugt friðarvirðisløn Nobels í 1979 fyri sítt áhaldandi arbeiði fyri tey fátøku í Calcutta í India, hon var ein háttvirdur, men eisini ein nokk so umstríddur persónur m.a. orsakað av síni konsekventu mótstøðu móti bæði fosturtøku og fyribyrging. Fyri meg er tað heldur ikki nunnan, sum myndar trúnna í myndini hjá Sigruni Gunnarsdóttir. Tað snýr seg meira um huglagið, sum ljómar av kærleika, tryggleika og áliti á tilverunnar hægri meining. Listakvinnan hevur verið sera nærløgd við kompositiónini, har figurbólkurin er rammaður inn av hurðum, borði, vindeyga og gardinum. Í staðin fyri at gerast klaustrofobisk er tað eins og allar detaljurnar fjálga um myndevnið, ið tykist bygt á endurminningar. Dentur verður lagdur á samanhangin millum menniskjað, náttúru og innbúgv og samanhangandi og regluliga kompositiónin leggur dent á, at tað er ein meiningsfullur samanhangur. Stílurin er naivur, symbolskur og eyðkendur fyri tann stílin, sum Sigrun Gunnarsdóttir hevur staðið fyri nú í nógv ár.
Hin málningin málaði Torbørn Olsen, sum er týdningarmikli, ekspressivi koloristurin í føroyskari list. Hann var føddur í 1956 í Havn, har hann hevur búð meginpartin av lívi sínum. Í 2015 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins fyri útinnt listarligt avrik. Málningurin er bæði typiskur og ikki typiskur fyri málaran, tvs. at vit kenna koloristiska og ekspressiva stílin aftur, eins og vit áður hava sæð myndir hjá Torbirni Olsen við átrúnaðarligum innihaldi, portrettlýsingar av samtíðarfólkum og sjálvsmyndir. Men at síggja allar hesar tættir í einum og sama málningi, sum telur heilar trettan figurar – tað er nakað serligt. Málningurin eitur Intermezzo, eitt heiti, sum hevur týdning fyri tulkingina av samansettu myndini, ið ikki bara hevur fleiri myndarúm, men sum eisini hevur eitt undrunarvert og áhugavert samband í millum hesi. Intermezzo er jú tónleikaligt hugtak fyri eitt millumspæl, ið skapar samband. Miðskeiðis í myndini síggja vit ein mann í reyðum kyrtli, sum gestikulerar við høgru hond og heldur í eini smágentu við hinari. Ikonografiskt lesa vit figurin sum Jesus, ið letur børnini koma til sín. Kring kendu bíbliusenuna standa og sita fólk, sum eygleiða hendingina. Tað er áhugavert, at hesi fólkini eru í modernaðum klæðum og tessvegna er tað ens og eitt intermezzo verður skapt millum tíðir - samanhangur verður skaptur millum bíbliusøgu og nútíð. Aftast er eitt einastandandi fínt sjálvportrett av málandi málaranum, sum hyggur út úr myndini eftir okkum áskoðarum. Eins og í kendu myndini, Las Meninas hjá Velazquez verður ivi skaptur um akkurát hvat tað er, sum verður málað og hví. Er løriftið, sum sæst á málninginum sjálvur málningurin, sum vit hyggja at? Og hví sær málarin so sinnisrørdur út? Er tað okkum hann hyggur at? Hesir spurningar og mangir aðrir liggja í málninginum hjá Torbirni Olsen. - Hugsar tú nú, at tað var spell, at tú ikki náddi at síggja hesi verk á ólavsøku kann eg ugga teg við, at framsýningin hongur heilt til 1.september.
Ólavsøkuframsýningin 60+
/Ólavsøkuframsýningin er samanumtikið ikki øgiliga nógv verri ella betri enn so nógvar aðrar slíkar, hóast tilgongdin í ár hevur verið heldur øðrvísi enn onnur ár. Nevndin í Listafelagnum hevur boðið listafólkum, trýss ár og eldri at luttaka. Av teimum spurdu játtaðu 32 at luttaka og hesi hava so sjálvi valt tvey verk, sum nú hanga ella standa til framsýningar í Listasavni Føroya. Hugskotið at geva teimum eldru framíhjárættindi á Ólavsøkuframsýningini tykist vera mótdráttur mótvegis rákinum á Ólavsøkuframsýningini, sum í fleiri ár hevur verið miðsavnað um tey ungu, eg hugsi tað kemst av, at kuratorarnir hava verið lutfalsliga ungir. Brennandi spurningurin er um tað er eitt gott hugskot at geva ávísum bólkum framíhjárættindi á Ólavsøkuframsýningini og har haldi eg svarið má vera eitt avgjørt NEI! Sjálvt um fólkatalið kvinkar rætta vegin, so eru vit sjálvsagt alt ov fáment til at avmarka luttøkuna eftir aldri ella kyni. Ólavsøkuframsýningin er framvegis ein týdningarmikil listaframsýning, sum ógvuliga nógv síggja og tí skal hon framsýna tað besta, vit eiga. Tað sama tykist eisini Bárður Jákupsson halda. Hann hevur skrivað eina áhugaverda hugleiðing í faldaranum til ÓF, har hann setir framsýningina í listasøguligt høpi og har hann staðfestir, at uppgávan hjá Listafelagnum er broytt frá at skula lívga øllum spírum til at borga fyri góðsku. Fleiri yrkislistafólk eru við á ÓF í ár, t.d. Tróndur Patursson, Hans Pauli Olsen, Hjørdis Hack og Bárður Jákupsson, sum borga fyri góðsku. Men eg haldi, at upprunaliga ÓF-konseptið; at framsýningin bæði eigur at fevna um hægstu listarligu góðsku og um royndir hjá gávuríkum nýbyrjarum, eigur at vera varðveitt. Hetta er fólksligt, tað tryggjar dygd og breidd og ger at tað følist sum ein sannur heiður hjá gávuríka spíranum at sleppa við á Ólavsøkuframsýningina. Og sjálvt um tað praktist sæð er eitt sindur strævið, so haldi eg eisini, at vit skulu fara aftur til, at framsýningin einans er opin um ólavsøkuna – áhugalist eigur bara at koma fyri í Listasavni Føroya sum absolutt undantak á ólavsøku.
Ólavsøkuframsýningin 2019 er analog við denti á málningar, grafikk, tekstillist, klippmyndir og tekningar. Nakrar fáar installatiónir eru, m.a. ein áhugaverd uppseting hjá Eyðuni Dahl Christiansen við tveimum organiskt skapaðum steinsúlum, sum stendur úti í forhøllini, og sum sýnist vera ein viðmerking til náttúrudálking, men sum heild tykist framsýningin eitt sindur gamaldags við hópin av góðum gomlum landslagstulkingum eitt sindur sum Ólavsøkuframsýningar fyrr í tíðini.
Gott er at síggja verkið hjá Titu Vinher, sum eru seglskap, vovin úr menniskjahári, ið strekkja seg til himmals samstundis sum tey eru fest í eina tunga, rustaða ketu á steingólvinum í Listasavninum. Eitt vakurt verk, lætt og tungt við øllum møguligum religiøsum og tilveruligum assosiatiónum. Tað religiøsa er í grundini ráðandi í fleiri av teimum góðu verkunum á ÓF, bæði kristindómurin og náttúrureligiónin sum í teimum føgru, smáu myndunum hjá Zachariasi Heinesen – listarligi slóðarin hevur forrestin fingið hóskandi undantaksloyvi, tí hann hevur 3 verk við.
Sigrun Gunnarsdóttir hevur málað eina fjálga mynd, sum gongur fyri seg í einum týdningarmiklum rúmi, sum vit annars ikki hava gjørt nógv burturúr í føroyskari myndlist. Tað er í køkinum, omman stákast og børnini eru sloppin at hjálpa til meðan hundurin roynir at sleppa upp í leikin. Tó at myndevnið er sukursøtt, er talan um ein sera væl disponeraðan og fínan málning við fleiri rúmum í rúminum. Og júst hetta við tvítýddu flatuni og rúmum í myndarúminum er nakað sum Torbjørn Olsen mangan hevur arbeitt við. Tann eini málningurin hjá honum er áhugaverdur og løgin, og tó at stórur munur er millum naivsymbolistin á Eiði og ekspressiva koloristin í Havn, hava tey okkurt til felags myndarúminum viðvíkjandi. Málningurin hjá Torbirni Olsen eitur Intermezzo og eg hugsi, at heitið hevur týdning fyri tulkingina av myndini, sum ikki bara hevur fleiri myndarúm, men sum eisini hevur áhugavert samband í millum hesi. Intermezzo er eitt tónleikaligt hugtak fyri eitt millumspæl, sum skapar samband. Miðskeiðis í myndini síggja vit ein mann í reyðum kyrtli, sum gestikulerar við høgru hond og heldur í eini smágentu við hinari. Hetta er ivaleyst Jesus, sum letur børnini koma til sín. Kring kendu bíbliusenuna standa og sita fólk, sum eygleiða hendingina. Tað er áhugavert, at hesi fólkini eru í modernaðum klæðum og tessvegna er tað ens og eitt intermezzo millum tíðir. Aftast er eitt einastandandi fínt sjálvportrett av málandi málaranum, sum hyggur út úr myndini eftir okkum áskoðarum. Eins og í kendu myndini, Las Meninas hjá Velazquez verður ivi skaptur um akkurát hvat tað er, sum verður málað og hví.
Ólavsøkuframsýningin varir inntil 1.september.
Eyðun Dal-Christiansen
Rannvá Holm Mortensen
Ole Wich - brot
Hans Pauli Olsen - brot
Zacharias Heinesen
Torbjørn Olsen
Glógvandi ljós og list í Steinprenti
/Hetta spildurnýggja glógvandi glasverkið hjá Tróndi Patursson verður at síggja í Steinprenti á ólavsøku. Eisini verða nýggj steinprent hjá listamanninum at síggja. Og hóast stílurin í hesum myndum er eyðkendur og tey flestu munu kenna myndamálið hjá Tróndi Patursson aftur við einlittum myndaflata og mattsvørtum mynstri, eru hesi prentini ikki av handahógvi merkt, greiðir litografurin Jan Andersson frá. Hann sigur, at arbeiðið við prentunum hjá Tróndi hesa ferð hevur vart um fýra vikur og tað hevur verið sera áhugavert, heldur Jan, at uppliva hvussu Tróndur arbeiðir við litografiska steininum, sum hann hevur málað á og sum hann hevur undirdýkt við flótandi tusjlaveringum. Hetta gongur fyri seg eitt sindur á sama hátt sum tá Tróndur Patursson arbeiðir við glasi, at úttrykkið liggur á markinum millum tað spontana og tað stýrda. Prosessin er eisini rættiliga umstendilig bæði innan glasmálarí og steinprent, har lag verður lagt oman á lag.
Tróndur er møguliga mest kendur fyri sínar ultramarinbláu kompositiónir, men Tróndur Patursson arbeiðir eisini við øðrum primerum og sekunderum litum í myndum, sum við síni svimlandi dýpd geva okkum eina stórbæra visión av kosmiskum upplivingunum, ið listamaðurin hevur havt í náttúruni eitt nú á sjóferðum sínum. Litirnir eru lýsandi sterkir og glógvandi meðan svarta mynstrið tykist næstan turt sum sót. Nýggju steinprentini eru nokk so ymislig, summi bera brá av øgiligari og ekspressivari dýpd, meðan onnur eru meira sløtt og dekorativ. Tróndur hevur gjørt eina røð við fimm stórum prentum, ið verða framsýnd. Opið er í Steinprenti til klokkan 20 báðir ólavsøkudagarnar.
Foto: Jan Andersson
LISA flytir nú inn í Hoydølum
/Høgni Hoydal, landsstýrismaður í mentamálum, og Listafólkasambandið hava nú gjørt avtalu um, at LISA í næstum flytir inn í Hoydølum.
LISA fær nýtslurætt yvir Gentukostdeildini umframt garasjuni og roykirúminum nærhendis, og LISA fær somuleiðis atgongd til auluna og fimleikarhøllina, meðan skúlabygningurin, sum ikki er ráðiligur at nýta í verandi líki, verður umvældur.
Síðani avgerð varð tikin um, at LISA og Tjóðsavnið í felag skulu hýsast í Hoydølum, hava Mentamálaráðið, Tjóðsavnið, Listafólkasambandið og Landsverk tingast um, hvat best var at gera.
Málið hevur drigið út, serliga tí at nógv umvælingararbeiðið skal gerast, áðrenn hølini kunnu nýtast til fullnar.
Men nú fegnast Høgni Hoydal, landsstýrismaður, um, at lív aftur kemur í Hoydalar.
- Nú ivamálini loksins eru avgreidd, kann mentanarliga virksemið flyta inn. Tað verður áhugavert at síggja, hvørja menning hetta fer at hava við sær fyri LISA, og vit eru mong, sum gleða okkum til tær spennandi mentanarligu upplivingarnar, sum fara at spretta í Dalinum Fagra, sigur Høgni Hoydal.
Enn verður sjálvur skúlabygningurin ikki tikin í nýtslu, tí Landsverk hevur staðiliga mælt frá tí, soleiðis sum bygningurin stendur í løtuni. Hartil hava bæði Tjóðsavnið og LISA sett ynski fram um smærri umvælingar, broytingar og tillagingar til nýggja virksemið.
Tá skúlabygningurin er umvældur, er ætlanin, at Tjóðsavnið og LISA býta bygningin soleiðis ímillum sín, at Tjóðsavnið fær 2. og 3. hædd, meðan LISA skal húsast á 1. hædd.
Sáttmáli verður tó beinanvegin gjørdur við LISA um nýtsluna komandi tíðina, og hesin sáttmálin verður so endurskoðaður, tá umvælingarnar av høvuðsbygninginum eru framdar - og Tjóðsavnið og LISA í felag kunnu flyta inn og býta hæddirnar endaliga ímillum sín. (www.mmr.fo)
Ólavsøkuframsýningin 60+
/Aftur í ár skipar Listafelag Føroya fyri Ólavsøkuframsýning í Listasavni Føroya. Síðan 1950 hevur hendan framsýning Listafelagsins verið fastur táttur í hvørjari ólavsøku og framsýningin í ár er sostatt tann hálvfjerðsinda.
Framsýningin sýnir fram list hjá listafólkum, sum fyri árum síðani vóru ung og óroynd og kanska sýndu fram fyri fyrstu ferð á eini Ólavsøkuframsýning. Við hesi framsýningini er ætlanin at vísa, hvar listin er í dag hjá teimum, sum hava hava verið listafólk her heima seinastu trý ella fýra áratíggjuni. Í vár avgjørdi nevndin í felagnum tí at bjóða listafólkum, sum eru seksti ár og eldri at senda inn tvey verk í part. 32 hava tikið av. Í nevndini sita Julianna Klett, Katrin í Gongini, Hilmar Høgenni, Leivur Holm, Regin Vilhelm og Pál Weihe.
Framsýningin letur upp í Listasavni Føroya Ólavsøkuaftan kl. 15 og er opin til kl. 20. Ólavsøkudag frá 14 til 20. Framsýningin er opin til 1. september.
Tá framsýningin opnar spælir Rógvi Trio og okkurt verður at leska seg við. Eyðun av Reyni, Kári Svensson og Oggi Lamhauge have staðið fyri uppheingingini. Bárður Jákupsson hevur skrivað hugleiðingar í skránni og eigur málningin, sum prýðir skránna og plakatina.
Heilt erligt, Eivør!
/Foto: Sissal Clemmensen