Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er...

f69c3d313b1908729c892755fd2346b9.jpg

Nú tað gjørdist greitt, at BAH samgongan allíkavæl bar á mál, sjálvt um hildið var uppá tað øvugta, undrast mong um alt møguligt á sosialu miðlunum. Um Sambandsflokkin, sum skuldi eitast at hava buktina um báðar endar, men sum endaði við einum lutfalsliga skallutum úrsliti. Aja. Men allur útvarpsdramatikkur, lágtrýst og hvirlur eru einki afturímóti spontanu reaktiónini í mentanarumhvørvinum um, at komandi mentamálaráðharrin verður ein Miðflokkamaður. Ein sonn tsunami av WTF og stúranum um at MMR skal gerast ministerium fyri etisk mál.

Meðan vit spent bíða eftir samgonguskjalinum kunnu vit kaga innar á heimasíðuna hjá Miðflokkinum at forvitnast hvat tey har halda um mentan. Og eftir øllum døma ganga tey í Miðflokkinum inn fyri fjølbroytni í hvussu er, tá tað kemur til staving, tí á heimasíðuni hjá teimum er orðið mentanarpolitikkur stavað í ikki minni enn trimum variantum (mentunnarpolitikkur, mentunarpolitikkur og mentanarpolitikkur). Nåh men eg lesi og fyrsta punktið á mentanarpolitisku skránni snýr seg sjálvandi um kristiligheit og at kristnar samkomur skulu hava góðar umstøður. Og so stendur, at flokkurin ynskir at stuðla mentan og list, sum ikki brýtur niður, men sum avspeglar og fremur eina sunna lívsáskoðan. - Hmm hugsi eg við mær sjálvari, at um meginreglan um armslongd verður vird sum hon eigur - ja so ber ikki til bara at stuðla “uppbyggiligari” list. Longur niðri sitera teir Paulus og nú blívur hendan konan nervøs, tí hvussu var tað við larmandi konum - skuldu tær ikki tiga? Nei, fjúv, talufrælsið hevur eyðsýnliga eisini týdning uttan tá tá verður misbrúkt. So er spurningurin hvat tað merkir. Og tað eru ikki bara konur, sum nú munu ræðast, men eisini Kringvarpsfólk, LGBT´arar og allir biologilærarar við skili. Paulusar orð í omanfyrinevnda sitati verða søgd at vera virðilig sum mentanarpolitisk mál: "Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta!" - Og eg hugsi um hetta og haldi tað vera desiderað skittligt at taka patent uppá sannleika og reinleika uppá hendan mátan. Og nei, eg dømi einki uppá forhond; eg spíski mær bara blýantin meðan eg bíði eftir samgonguskjalinum og gevi tykkum øllum mentanarpolitikkin hjá Miðflokkinum. Voila!

Mentannarpolitikkur

Mentunarpolitikkurin eigur at verða rikin samsvarandi kristna grundstøðinum.

Flokkurin ynskir at stuðla mentan og list, sum ikki brýtur niður, men sum avspeglar og fremur eina sunna lívsáskoðan

Kristnar samkomur skulu hava góðar umstøður at virka í og hava loyvi til at arbeiða frítt eftir egnu sannføring og kunna ráða egnum viðurskiftum.

Samfelagið eigur at verja skrivi- og talufrælsið, men má mótarbeiða misnýtslu á hesum øki.

Niðanfyri endurgivnu orð Paulusar í brævinum til tey kristnu í Filippi vilja til allar tíðir vera virðilig sum mentanarpolitisk mál: "Alt, sum satt er, alt, sum sámiligt er, alt, sum rætt er, alt, sum reint er, alt, sum elskuligt er, alt, sum væl verður talað um, eina og hvørja dygd og ein og hvønn heiður - hugsið um hetta!"

Almenna Kringvarpið eigur at verða tikið av, og núverandi uppgávur tess eiga at vera útbjóðaðar til privatar støðir gjøgnum sokallaðar Public Service sáttmálar.

Lokal sjón- og útvarp, sum eru lyndismennandi og uppbyggjandi, eiga at fáa bestu kor at virka undir.

Skúli og útbúgving

Fólkaskúlin skal geva børnunum møguleika at menna seg til frælsar, sjálvstøðugar og ábyrgdarfullar borgarar við neyðugari grundvitan og við einum sunnum hugburði. Fólkaskúlin, sum er eitt tilboð til børnini og ein partur av teirra uppaling, skal leggja dent á, at frálæran fer fram í neyvum samráði við foreldrini og við einum greiðum ábyrgdarbýti millum heim og skúla. Frálæran í Fólkaskúlanum verður skipað við útgangsstøði í tí einstaka næminginum, og frálæran verður tillagað mest møguligt tí støði, hvør einstakur næmingur er á. Skiftið frá ansingarstovni til skúla eigur at samskipast við einum tættari samstarvi millum lærarar og námsfrøðingar tey fyrstu skúlaárini hjá barninum. Alt frálærutilfar eigur at vera á føroyskum.

Orð Guds, Bíblian, eigur at vera grundarlagið undir frálærutilfari, og eigur frálæran á ongan hátt at mótstríða Bíbliunnar boðskapi. Kristnilæran, sum er lyndismennandi, eigur at byggja á Bíbliunnar boðskap, og bert játtandi trúgvandi eiga at kunna undirvísa í kristni.

Reglulig morgunandakt eigur at vera í øllum fólkaskúlum, og frítt eigur at vera hjá næmingum at skipa fyri bøn og andakt í fríkorterum.

Til tess at skapa trygd fyri einum fjølbroyttum útbúgvingartilboði eiga frískúlar, íð byggja á bíbilska grundstøðið, at vera stuðlaðir eins og aðrir mennandi skúlar. Kvøld- og frítíðarfrálæra eigur at hava bestu umstøður.

Øll lesandi eiga sama rætt til lestrar- og uppihaldsstuðul, uttan mun til hvar í heiminum tey fáa sær útbúgving.

Skúlaskipanin skal gerast einfaldari, og størri avgerðarrættur skal liggja hjá einstaka skúlanum, so umsiting og fyrisiting verða einføld, liðilig og ódýr.

Næmingum í fólkaskúlanum eigur at standa í boði frálæra í deyvamáli og blindaskrift.

Stuðul verður givin til bíbliuskúlar og til bíbliuskúlanæmingar á sama hátt, sum til annan lesnað.

Musikkskúlaskipanin verður stuðlað, so hon verður før fyri at veita øllum áhugaðum næmingum sang- og tónleikafrálæru.

Frítíð og ítriv

Ítróttur og annað ítriv, sum er sunt og gagnligt fyri fólk, skal hava bestu umstøður av virka undir.

Frítíðar- og áhugafeløg fyri fólk í øllum aldri, sum virka til frama fyri gagnlig, nyttulig og heilsufremjandi endamál, eiga at hava bestu umstøður at virka undir.

mentan.jpg