Í Steinprenti hongur í løtuni ein perla av eini samtíðarlistaframsyning, sum nógv als ikki vita av, tí eingin upplating hevur verið sum so. Allíkavæl kann tað avgjørt loysa seg at fara at hyggja at framsýningini, tí her eru bara góð verk. Tað eru verk hjá Randi Samsonsen, Hansinu Iversen, Julie Sass, Hanna Bjartalíð og Rannvá Kunoy, sum Louise Aakerman Nielsen hevur sett saman og hongt upp. Eg seti nakrar myndir inn her, men hetta er list, ið sæst best í Steinprenti, har hon hongur. Farið hagar og hyggið at hesum framúrskarandi verkunum, framførið til dømis ein lítlan dans framman fyri skæru verkunum hjá Rannvá Kunoy og síggj hvussu tey støðugt broytast sum var gandur uppií. Setið nøsina tætt inn til arkitektoniskt bygdu kompositiónirnar í kollasjunum hjá Julie Sass og farið síðani og forkelið tykkara sansir við vøkru verkunum hjá Hanna Bjartalíð. Vendið tykkum við og lat tykkum fevna av stóra veggjamálninginum hjá Hansinu Iversen - hann varð málaður til Summarframsýningina, men enn hava tey í Steinprenti ikki málað veggin yvir. Tað skilji eg væl. Hetta er ein praktfullur veggjamálningur, njótið litirnar, síggið skapini bróta seg inn og út úr flatuni, merkið megina í honum og tað stilla. Henda framsýningin tekur tíð, men tað loysir seg at brúka tíð uppá hana. Ovast í Steinprenti hongur tann einastandandi málningurin AFTER HISTORY, sum inspirerar meg hvørja ferð, eg vitji í Steinprenti. Hetta er eitt savnsverk, sum eigur at hanga í Listasavninum.