Tað var ein góð og viðkomandi løta, tá nýggja bókin hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir, Psykosudrotningin sigur frá varð løgd fram á Reinsarínum í dag. Fullt av fólkum vóru møtt til tiltakið, ið varð fyriskipað av forlagnum Eksil og Sinnisbata, og sum snúði seg eins nógv um tað sinnisliga sum tað bókmentaliga.
Fyrst greiddi sálarfrøðingurin Suni Poulsen í stuttum frá hvussu illa siðbundna pykiatriin eftir hansara tykki er grundað vísindaliga og hvussu alt hetta økið eigur at verða endurskoðað. Sálarfrøðingurin Olga Runciman, sum Anna Malan Jógvansdóttir hevur dedikerað nýggju bókina til, helt fyrilestur við støði í síni egnu lívssøgu, har hon m.a. hevur upplivað at verða diagnostiserað, medisinerað og at kalla uppgivin av samfelagnum, men síðani hevur megnað av koma afturíaftur við terapi og við at tosa um øll síni mongu barndómstraumur. Olga Runciman greiddi m.a. frá sínum ymisku røddum, sum hon enn hoyrir fyri sær og sum hon ikki vildi verið fyri uttan. Í staðin fyri at ræðast er kanska meira skilagott, heldur hon, at kanna røddirnar, hvat tær siga og hví og yvirhøvur at hyggja at samanhanginum millum trauma og psykosu. Í hesum sambandi er lívssøgan hjá einstaklinginum av stórum týdningi, tí hon kann veita meira nuanserað psykologisk svar og greiðu á sjúkuni enn við at staðfesta, at mann er heilasjúkur og krevur doyving. Ein rørandi partur av fyrilestrinum hjá Olgu Runciman var hennara lýsing av tá kenslurnar byrjaðu at venda aftur orsakað av medisinsku niðurtrappingini, og hon brádliga kendi hitan frá sólini á arminum og varnaðist ymiskt, sum vit taka sum eina sjálvfylgju, men sum ikki er tað fyri tann ið stríðist.
Forleggjarin, Kim Simonsen greiddi frá frá bókini og hybrida tekstaslagnum og lýsti tað sum eina blandingssjangru. Vit kenna hesa sjangru frá bókum hjá Tóroddi Poulsen t.d. í bókini Reglur frá 1994, men hon er ikki so vanlig. Anna Malan Jógvansdóttir las upp brot úr bókini, Psykosudrotningin sigur frá - hon er stór og myndprýdd við litføgrum myndum hjá henni sjálvari, sum hingu kring áskoðarnar. Hesar myndir síggjast eisini í bókini í frálíkum prenti við góðum pappíri. Rithøvundurin greiðir sjálv frá, at bókin snýr seg um tað at koma seg eftir eina psykosu: “Bókin byrjar við at lýsa tær traumatisku hendingarnar, sum eru við til at forma sjúkuna hjá egnum. Soleiðis er tað í teimum flestu førunum av psykosu, at tað er trauma, sum útloysir røddirnar, paranoia ella sjónshallusinasjónir. Men hetta vil psykiatriin ikki viðurkenna, hon metir, at fólk gerast sjúkari av at tosa um sína fortíð, sum absolutt ikki gevur nakra meining, tey flestu noyðast at grava í sína lívssøgu fyri at gerast frísk. Tó er einasta viðgerðartilboð til fólk við psykosum oftast nógvur heilivágur, sosialførleikavenjing og kognitiv remediering. Hesi tilboð eru als ikki nøktandi, og við bókini vil eg vísa á, hvussu skaðiligt tað er fyri lekingina at taka heilivág. Heilivágurin gevur hjáárin og doyvir egið so nógv, at viðkomandi ikki kann arbeiða við sínum kenslum. Tá egið byrjar at fáa samband við kenslurnar, so kemur lekingin. Egið er rasandi inn á alt, sum er hent, og tá vreiðin fær loyvi at vísa seg, so hvørvur psykosan.”.
- Og um nú tygum, kæri lesari hugsar, at hetta ljóðar sum ein trist og tung bók, so má eg mótmæla. Hóast lýsingin av psykosuni er ógvuslig og lýst rættiliga 1:1 sosialrealistiskt, so hava bæði hesin teksturin og teir meira surrealistisku og poetisku partarnir av bókini skaldsligt flog og samanhang, umframt at bókin við sínum lýsingum og eygleiðingum er djúpt menniskjalig og fyllir lesaran við tokka til okkum óperfektu menniskju.