Sunnudagin 17.november klokkan 17 fer Hansina Iversen at greiða frá síni list í Víngarðinum í Tróndargøtu 31. Hetta verður fyrsta listatiltakið í Víngarðinum, sum er ein nýggj vínbarr og gallarí mitt í Havn.
Hansina Iversen er nonfigurativur slóðari í føroyskari list. Hon er ein sannur meistari at seta saman kraftmikil og avgjørd skap saman við leitandi strokum og skuggum av formatiónum, ið daga undan og sum áhaldandi darra og skapa lív og spenning í myndarúminum. Um vit hyggja at málninginum omanfyri, kunnu vit staðfesta, at hóast hann er lítil í vavi, er hann á tremur í litum og skapum (-fotomyndin vísir als ikki allar fasettir og litnuansur - hann sæst betri í veruleikanum). Hesin málningurin tykist mær sterkur, ótamdur og villur eins og ekspressivt skríggjandi parafrasurnar hjá Francis Bacon av pávamálninginum hjá Diego Velazquez. Her er okkurt púra ørt í málninginum, samstundis sum hann sýnist ógvuliga stýrdur, næstan inntonktur. Hvat hugsar listakvinnan sjálv um ein tílíkan málning. Hvussu fer listakvinnan fram? Hvar byrjar hon? Ger hon t.d. skitsur frammanundan?
Í intima framsýningarhølinum í Víngarðinum fer Hansina at greiða frá sínum málningum og mannagongdum við útgangsstøði í teimum málningunum, sum júst nú hanga til framsýningar har. Afturvið list og listapráti verður eisini møguligt at keypa sær okkurt leskiligt til matna – t.d. serliga sunnudagslistatilboðið, sum er eitt gott glas av víni og ein vælkomponerað tomatsuppa við heimabakaðum breyði fyri 199 kr.
Øll eru hjartaliga vælkomin.