Poul Horsdal í eini nýggjari listahøll í Havn
/Í vikuni var eg tikin av bóli í Steinprenti av eini fínari framsýning, eg ikki visti um. Í dag var eg tikin av bóli tvær ferðir beint har nærindis, tá eg í síðstu løtu fór í Müllers Pakkhús á framsýning hjá Poul Horsdal - fyrst var eg bilsin av sjálvum málningunum og styrkini í teimum og síðani av hølunum, sum eg ikki havi sæð áður.
Müllers Pakkhús er annars kent millum manna (ikki minst millum mentanarmanna og kvinna!!!), tí í høga grótlaðaða kjallaranum, har saltgoymsla plagdi at vera, hava nógv mentanartiltøk, framsýningar og virðislønarhandanir verið. Men til hesa framsýningina við verkum hjá Poul Horsdal var tað á teimum báðum ovaru hæddunum, at tað gekk fyri seg. Serliga tann ovari salurin hevur sera gott ljós, meðan ljósið niðriundir má bøtast. Træveggirnir rigga væl, tó at onkur veggur við fyrimuni kundi verið málaður hvítur.
Men hvussu er og ikki: FANTASTISKT, at vit hava fingið eitt tílíkt vakurt framsýningarhøli í Tórshavnar Kommuni við óbetaliliga flottum útsýni og ljósi. Rúmið bjóðar inn til nógvar spennandi framsýningarverkætlanir, sum eg vóni at uppliva har á staðnum í komandi døgum.
Framsýningar við verkum hjá málaranum og grafikaranum, Poul Horsdal (1936-1981) hanga ikki á trøunum - eg havi ikki fyrr enn í dag sæð eina serframsýning hjá hesum listamanninum og lat meg siga alt fyri eitt: Eg eri sera fegin um at eg náddi at síggja framsýningina, hon var góð og tað er ein meira heilstoypt uppliving at síggja eina tílíka framsýning enn bara at síggja eina mynd her og der. Poul Horsdal var dani, sum búleikaðist í Føroyum, hevði føroyska familju og tók aktivan lut í føroyska myndlistaumhvørvinum. Framsýningin fevnir um umleið 25 málningar frá ymsum tíðarskeiðum millum 1960 og 1981. Myndevnini hjá Poul Horsdal eru tey eyðkendu, sum mynda høvuðsbulin í klassisku føroysku listini, tvs. landslagið, bátar og fólk, sum verður tulkað við modernistiskum/ postkubistiskum denti á flatar og umhvarvsstrikur, men hansara litaval er ógvuliga sermerkt. Á framsýningini vóru óvanliga nógvar familjumyndir og lýsingar av teimum nærmastu hjá málaranum. Koloristiskt kundi mann sagt um Horsdal, at hann í mun til síni føroysku samtíðarlistafólk er sum trani í spurvadansi sum litirnir hjá honum skína og glógva og savnast í dekorativum mynstrum. Listamaðurin brúkar nógv gult og ljósareytt saman við øðrum reyðum og grønum og turkis litbrigdum - onkrar detaljur í bakgrundini á fleiri málningum eru sera modernaðar og minna meg um kompositiónir hjá Hanna Bjartalíð.
Ein drongur
Ein framúrskarandi landslagsmynd sum hekk ovast
Fleiri myndir vóru á framsýningini við myndevninum móðir og barni
Andreas og Torbjørn á framsýning
Ein koloristur skoðar koloristiskan málning
brot úr málningi
Fleiri tílík heimlig myndevni eru á framsýningini
Eitt sindur av grafikki var eisini við á framsýningini
Detalja