Tita Vinther er farin

E9B1844B-7F6E-48E8-AFAB-155895D3F5DD.jpeg

Leygardagin 28.september andaðist Tita Vinther, listakvinna, ið hevur brotið slóð innan føroyska tekstillist. Seinast vit sóu hana framsýnda var á Ólavsøkuframsýningini í ár - har hennara verk við seglskapum, vovnum úr menniskjahári, ið strektu seg til himmals samstundis sum tey vóru fest í eina tunga, rustaða ketu á steingólvinum í Listasavninum - skaraðu framúr. Eitt tilfarsliga serstakt og vakurt verk, lætt og tungt við hópin av religiøsum og tilveruligum assosiatiónum.

Tita Vinther var fødd í Finnlandi í 1941, hon vaks upp í Danmark og hevur búð í Føroyum síðan 1960. Hon var útbúgvin í Føroyum, Danmark og í Finnlandi, og hon fekk størstu almennu føroysku viðurkenningina, sum eitt listafólk kann fáa her á landi, tá hon í 2006 fekk Mentanarvirðisløn Landsins. Í onkrari samrøðu, sum var í hesum sambandi, legði eg merki til, at listakvinnan eyðmjúkt og einfalt umrøddi seg sjálva sum vevkonu.

Sum vevkona hevur Tita Vinther bæði arbeitt við brúkslist og við myndlist. Hon hevur vovið vaðmal til segl fyri Vikingeskibshallen í Roskilde, eins og hon hevur vovið messuhaklar til fólkakirkjuna. Hennara verk eru í ogn hjá Listasavninum og hjá Tórshavnar Kommunu; hon hevur gjørt prýðingsuppgávur fyri m.a. Lágargarð og Havstovuna. Á serframsýning hjá Titu Vinther í Listaskálanum í 2011 var einans myndlistin umboðað. Tá bar til at síggja serliga í teimum nýggjaru verkunum hvussu Tita Vinther arbeiddi skulpturelt og installatoriskt við tóvirki á so áhugaverdan hátt, at verkini verða sitandi eftir á nethinnuni hjá áskoðaranum, m.a. seglverkið, men eisini Pætursnótin frá 1998, sum er ein stórur skulpturur, knýttur av menniskjahári. Hesi verk eru hugskotsborin og tilfarsliga tilvitað - og tykjast eins væl hugsaði sum tey eru formgivin. Á somu framsýning vóru eisini nøkur verk, vovin úr kopartráði, ið sýntust bæði super einføld og onkursvegna luxuriøs við koparskyggjandi hegnskapinum, sum gav áskoðaranum allar møguligar assosiatiónir til okkara heimligu hegn, til tað listasøguliga hegnið (the grid) og til japanskar og kinverskar skermar.

Tita Vinther hevur stóran týdning í føroysku listasøguni og eigur tøkk uppiborna fyri at hava víst á nýggjar tilfarsligar leiðir. Sum lærari í kvøldskúlanum legði hon bæði ungum og eldri lag á veving, men fekk somuleiðis listarliga ávirkan á yngri listafólk sum t.d. Randi Samsonsen, ið metir Titu Vinther sum sín týdningarmesta ígongdsetara og inspirator, sum ikki minst tilfarsliga lærdi hana at síggja listarligu møguleikarnar í tóvirki. Við samkenslu til familjuna og tey, ið eftir sita, siga vit takk fyri Titu Vinther og hennara avrik.

*Portrettyndin hjá Lars Gundersen er í bókini Tita Vinther eftir Anne-Kari Skarðhamar, sum Listasavn Føroya gav út í sambandi við serframsýningina hjá Titu Vinther í 2011.

8110A615-E419-41F8-AF41-4BA50ACCFC64.jpeg