Marsden Hartley - ein ókendur og fjølbroyttur meistari

0179C1A0-B8B3-47A1-81B2-48081B62E1A7.jpg

Eg var og hugdi at framsýningini hjá myndlistamanninum og yrkjaranum Marden Hartley (1877-1943) á Louisiana listasavninum í Humlebæk og var imponerað av hvussu fjølbroyttur og góður hesin listamaðurin var. Eg kendi hann als ikki frammanundan. Listamaðurin er lutfalsliga ókendur - kanska tí hann var stílsliga sera skiftandi - hann hevur t.d. málað rættiliga tilforlátiligt modernistiskt málarí við íblástri frá Cézanne, men málaði longu umleið 1918 myndir sum hana omanfyri, ið er dømi um figurativt málar við heraldiskum fløggum og emblemum, ið eru málað eins og var talan um eina kollasju. Tær virka sera modernaðar, myndirnar og tað saman er galdandi fyri fleiri aðrar sera inspirerandi myndir á framsýningini. Eg kom fleiri ferð í tankar um Steffan Danielsen - ikki tí verkini hjá Nólsoyarmálaranum líkjast teimum hjá Hartley, men tí Steffan eisini er sera fjølbroyttur og royndi seg innan fleiri ymisk stílsløg.

Í USA er Marsden Hartley eyðsýnliga kendur - her eigur hann pláss í listasøguni sum fyrsti stóri modernisturin innan amerikanskt málarí. Hann tók lut í listasalongunum hjá Gertrude Stein í Paris, og hann framsýndi eisini saman við Franz Marc og øðrum limum í Der Blaue Reiter. - Í New York var hann partur av umhvørvinum kring kenda fotografin og gallaríeigaran, Alfred Stieglitz, sum framsýndi og hjálpti honum fíggjarliga. Framsýningin á Louisiana er tann fyrsta stóra afturlítandi Hartley-framsýningin í Europa í yvir hálva øld og ein tann størsta presentatiónin nakrantíð av listamanninum.

Listamaðurin var samkyndur og sambært miðlandi tekstum á listaframsýningini hevði hann trupulleikar við at viðurkenna sín samkyndleika. Tað er upplagt at nevna hetta í sambandi við framsýningina, tí forkærleikin fyri naknum monnum er stórur og gerst nokk so herliga demonstrativur í teimum nýggjaru myndunum, men eg haldi, at miðlingin er ríkiliga bastant tulkandi til mín smakk. Eg vil fegin sjálv avgera hvat eg síggi og ynski bara nóg mikið av faktuellum upplýsingum um listamannin. Tulkingarnar eru eisini í so freudianskar - tað er næstan sum at vera aftur í Hoydølum í onkrum danskttíma í fýrsunum, tá taskur í stuttsøgum vóru annað og meira enn bara taskur (fyri ikki at tala um stavar o.t.). Annars kann framsýningin heilt vist viðmælast. Hon heldur fram til 19.januar 2020.

3655EB26-617F-4722-B2EC-8055F2331851.jpg
3250D2C9-0F17-4E30-B881-8B87A894CE05.jpeg
D723F552-3A6C-472C-B77C-C7E543DD5BD1.jpeg
3BC86ECF-910A-40AC-BFD8-2CD3699A2ADC.jpg
992C534A-4CE8-4188-B2DC-EBDC991B3ACF.jpg
AAD0334C-0527-417A-81CE-92229B3261D9.jpeg
A6F1B26E-51B7-427F-84BB-BB2EAEF57F79.jpeg
D53E3346-A504-4BB8-BEB0-6C959D584BFB.jpeg