Torbjørn Olsen -upplating
/Í skrivandi stund er enn vernissage í Steinprenti, har hópin av fólki kom saman í dag fyri at síggja nýggju málningarnar og steinprentið hjá einum av okkara best umtólktu listamonnum, Torbjørn Olsen. Jan Andersson beyð vælkomin, eg helt eina lítla upplatingarrøðu og Drifa Hansen og Johanne Andersson spældu tvær vakrar kompositiónir. Her er røðan og nakrar myndir.
Steinprent 22.nov 2019
Góðu tit øll – góði Torbjørn.
Eg byrji hesa upplatingarrøðuna í London við einum brævi, sum varð skrivað har í mars í 1901. Tað er listamálarin, Claude Monet, sum skrivar til konu sína. Hann skrivar: “Mín kærasta, veðrið er eins ræðuligt her sum tað var í gjár í Giverny – oysregn, sum slær so hart móti vindeyganum, at eg næstan einki síggi yvirhøvur. Fyrimunurin er, at eg í slíkum veðri havi tíð at skriva til tín og ynski tær góðan bata. Eg eri púra oyðilagdur av hesum veðrinum...Sum eg segði tær, so ger veðrið, at eg má avmarka meg til nakrar skitsur, sum eg síðan kann brúka onkuntíð á atelierinum. At halda fram við at arbeiða á lørift er at kalla ómøguligt. Eg broyti, og ofta verða tey frægaru løriftini verri av tí. - Eingin fer nakrantíð at vita hvussu strævið tað var hjá mær at fáa so lítið burtur úr.. Seinni skrivar Monet: “Mín kærasta, eg eri fullkomiliga vónleysur og havi hug at leggja alt frá mær her sum eg standi - og fara út í kvøld frá bæði løriftum og máling. Eg veit ikki um hetta gongur yvir, men eg eri í ringum lag og troyttur av øllum. Kanska tú vildi sagt, at eg kom upp á skeivu síðuni á seingini í morgun. Hvussu er og ikki, so var eg uppi klokkan seks og ógvaðist av, at síggja tekjurnar fullar av kava. Eg vónaði, at kavin fór at smelta, meðan eg lat meg í, men tað sum hendi var, at tað gjørdist ræðuliga nógvur mjørki, so her er fullkomiliga myrkt, og eg mátti hava ljósið tendrað inntil hálvgum ellivu, tá hugsaði eg, at eg kundi arbeiða, men eg havi ikki vitað um so umskiftiligt veður og eg mátti arbeiða uppá tey fimtan løriftini í senn, legði tey niður og hugdi at teimum og tey vóru ongantíð sum eg ætlaði tey skuldu vera. Har vóru illa málað penslastrok, sum irriteraðu meg og gjørdu meg óðan, so at nú havi eg ikki hug at hyggja meir, tí eg føli, at hetta ringa lagið og kenslan av, at mínir málningar eru ræðuligir, kann úrslita í, at eg oyðileggi meira enn eg skapi...
Gott, at Claude Monet ikki var føroyingur ha? Tá hevði hann veruliga fingið okkurt at illneitast um viðvíkjandi veðri. Men orsøkirnar til, at eg byrji við Monet eru fleiri. Eitt er, at eg veit, at Torbjørn Olsen heldur ómetaliga nógv av Monet – ikki minst av teimum seinnu, koloristisku, nokk so villu, næstan abstraktu málningunum hjá franska meistaranum sum eisini hevði trupulleikar við sjónini frá hann var 65.
Eg haldi tað vera áhugavert at uppliva slíkt vónloysi og sjálvkritikk frá einum grundleggjara av einum av heimsins mest viðurkendu listarákum. Brævið er skrivað eina knappa fjórðings øld aftaná stóra gjøgnumbrotið hjá Monet og hinum impressionistunum. Hetta er altso ein mikið fagnaður listamaður, sum skrivar – og so er brævið skrivað um somu tíð, sum hann málar ta framúrskarandi røðina av bretska parlamentsbygninginum. Hvussu kann tað tá bera til, at listamaðurin er raktur av slíkum herðindum av iva? Er ivin destruktivur?
Ein veitslukendan dag sum hendan, varnast vit kanska ikki ivan hja Torbirni í hansara koloristiskt sannførandi myndum við avgjørdum penslastrokum, men eg hugsi, at ivin er har allatíðina - tað er ikki sjáldan, at málingin er vát, tá Torbjørn hevur fernisering, tí hann líka hevur korrigerað okkurt.
Til hesa framsýningina í Steinprenti hevur Torbjørn m.a. málað eitt stórt portrett av eini sitandi kvinnu í svørtum klæðum við reyðum stivlum, sum veruliga vísir hvussu einastandandi góður málari, Tórbjørn Olsen er. Meðan kvinnan er málað soleiðis, at hennara grafiska skap sýnist fast og ítøkiligt, er alt rúmið kring hana eins og ein skyggjandi opinbering av litum og ljósi. Í veruleikanum er myndarúmið rættiliga abstrakt málað, bygt upp av litflatum og skjótum, skitsukendum penslastrokum, ið lýsa umhvarvið av rúminum, har kvinnan situr. Kompositiónin er ein dynamiskt vaggandi pyramida, sum er málað við denti á teir reyðu stivlarnir, sum næstan fara á flog út úr myndarúminum, har ljóst grønir og blágrønir flatar møta skyggjandi gulum og reyðum.
Her eru nógvir áhugaverdir málningar og eitt spildurnýtt steinprent, sum hevur verið spennandi at fylgja við í – onkuntíð pr telefon, tá eg havi ringt til Jan fyri at hoyra hvussu skilið var og hvussu tað gekk við prentarínum hjá Torbjørn. Og onkuntíð var svarið positivt og aðrar tíðir sera negativt - nei har stóð einki til, litirnir riggaðu yvirhøvur ikki, Torbjørn í kolkjallaranum og alt var meira og minni galið. Tá mátti eg brosa fyri mær sjálvari, tí eg kom í tankar um allar plágurnar og sjálvkritikkin hjá Claude Monet, ið júst sum Torbjørn var ein suverenur litmeistari.
Sum ein spakuliga tutlandi løkur rennur ivin støðugt gjøgnum alt verkið hjá Torbirni, men ikki sum nakað destruktivt, tvørturímóti. Antin hann ivast um egnar kompetansur, um litir, kompoairión ella annað, so haldi eg, at hann brúkar ivan konstruktivt eisini innihaldsliga. Tá gerst listarliga leitanin ein parallellur til ta eksistentiellu leitanina – hetta síggja vit somuleiðis í religiøsu málningunum og prentunum hjá Torbjørn, at ivin er púra grundleggjandi máttur í hansara skapanarprosess. Hjartaliga til lukku góði Torbjørn. Takk!
Ein glaður listamaður
Tær báðar, Drifa Hansen og Johanne Andersson
Model á reyðari sofu
Nógv fólk
Ein málningur
Listamaðurin prátaði við fólk
Fólk í Steinprenti
Brotamynd
Brotamynd