Listaframsýningin, sum letur upp í Steinprenti fríggjadagin 22.nov. klokkan 16-18 er av tí ordiliga forkunnuga slagnum, nú liðin eru ár síðan ein av okkara dugnaligastu og best umtóktu málarum, Torbjørn Olsen sýndi fram spildurnýggjar málningar í Havnini, har hann arbeiðir og býr.
Arbeiðshátturin er kanska ikki nógv øðrvísi enn tann, vit kenna frá øðrum málarum, tí Torbjørn Olsen tekur støði í tí, hann sær. Hann sigur sjálvur, at hansara málningar eru treytaðir av, at hann hevur okkurt at mála eftir. Hetta merkir als ikki, at hann andleyst leggur seg eftir at skráseta tilvildarligar partar av veruleikanum. Í grundini hevur listamaðurin ofta fyrireikað og pallsett sítt myndevni longu áðrenn hann fer í gongd. Tá Torbjørn Olsen málar altartalvur, byrjar hann til dømis við einum bíbliuteksti og við at kanna hvussu onnur listafólk hava borið seg at, tá tey hava málað hesi myndevni. Síðani finnur hann fólk at sita model fyri seg og hesi fólkini skal hann síðani skipa í eini hóskandi kompositión í atelierinum. Tástani kann hann byrja at mála og skipa myndina á løriftinum. Á sama hátt málar hann sínar framúrskarandi portrettmyndir, har hann fangar essensin av menniskjum í sinn og skinn.
Til framsýningina í Steinprenti hevur Torbjørn Olsen m.a. málað eitt stórt portrett av eini sitandi kvinnu í svørtum klæðum við reyðum stivlum, sum veruliga vísir hvussu einastandandi góður málari, Tórbjørn Olsen er. Meðan kvinnan er málað soleiðis, at hennara grafiska skap sýnist fast og ítøkiligt, er alt rúmið kring hana eins og ein skyggjandi opinbering av litum og ljósi. Í veruleikanum er myndarúmið rættiliga abstrakt málað, bygt upp av litflatum og skjótum, skitsukendum penslastrokum, ið lýsa umhvarvið av rúminum, har kvinnan situr. Kompositiónin er ein dynamiskt vaggandi pyramida, sum er málað við denti á teir reyðu stivlarnir, sum næstan fara á flog út úr myndarúminum, har ljóst grønir og bágrønir flatar møta skyggjandi gulum og reyðum málingastrokum.
Torbjørn Olsen er enn sum áður kolorist og í nýggju málningunum hevur ljósið høvuðsleiklutin - ikki minst glæman, ið lýsir myrkrið upp. í stóra áhuganum fyri ljósi og ljósviðurskiftum ber nokk til at síggja íblástur frá bæði sponskum og italskum barokkmyndum, frá fronskum impressionistum, donskum modernistum og føroyskum ekspressium fyrimyndum, men runt roknað er Torbjørn Olsen sín heilt egni. Eg kenni í hvussu so er ongan, ið málar júst sum hann, sum hevur so markleysa palett sum hann og sum hevur so gott tamarhald á litunum sum hann. Øll eru vælkomin til upplatingina í Steinprenti, har listamaðurin verður til staðar og har Drifa Hansen og Johanne Andersson fara at syngja og spæla.