PURPLE RAIN letur upp í dag
/Í dag klokkan 16 letur framsýningin PURPLE RAIN upp við nýggjum málningum hjá Hansinu Iversen í Steinprenti. Fleiri av teimum eru monumentalir við myndaflatum, ið lata upp rúm í huganum. Aðrir eru so intensir koloristiskt, at tað følist sum eyguni víðkast, tá mann hyggur at teimum. Far og hygg! Í sambandi við framsýningina hevur listakvinnan gjørt eina leporello faldibók við myndum og einum teksti um hennara list. Faldibókin, ið ikki er so stór í vavi, sum myndin omanfyri indikerar, verður til keyps í Steinprenti. Fotomyndin fekk meg at hugsa hvussu flott tað hevði verið við einum tílíkum veldugum abstraktum listaverki sum standmynd í almenna rúminum.
Hansina Iversen, ið herfyri fekk Mentanarvirðisløn Landsins, heldur við sínum nýggju verkum fram ta abstraktu rannsóknarferð, sum hon fór í holtur við einaferð í farnu øld. Listakvinnan málar nonfigurativar málningar við margfaldum rundleittum formum. Ljósið skyggir í teimum glógvandi litunum, men skínur eisini í hvíta løriftinum, sum hómast aftan fyri litirnar. Hesi verkini tykjast holdslig – eisini í mun til dynamisku penslastrokini, ið lýsa farvegin av rørslunum hjá listakvinnuni, meðan hon málaði tey. Umframt rørslurnar í ferðmiklu strokunum, eru málningarnir gjølliga komponeraðir, so at heildin fær eitt merkiliga einfalt og klárt yvirbrá.
Til framsýningina Purple Rain hevur Hansina Iversen serliga arbeitt við kobolt violettum, ið er ein serstakur litur - kostnaðarmikil, tí hann er sera konsentreraður og ljósektaður. Við litinum arbeiðir listakvinnan bæði í dýpdini og á yvirflatanum á løriftinum. Purpurlitti, violetti, bláreyði, lilla liturin hevur sína egnu listasøgu, har hann gjøgnum øldur hevur verið knýttur at konga- og keisaratign, at kirkju og at gandi. Violett sameinir kalt og heitt, andligt og holdborið, bláan himmal og reytt blóð. Purple Rain merkir violett regn og er jú eisini heitið á eini slóðbrótandi poppútgávu hjá Prince í 1984. Hjartaliga vælkomin til vernissage í Steinprenti 21.apríl klokkan 16.
Orð og tónar hóskvøldið
/Eitt yrkingasavn og eitt stuttsøgusavn eru til umrøðu á Reinsarínum hóskvøldið 20.apríl klokkan 20, tá ið Orð og tónar aftur eru á skránni. Verið vælkomin til gott bókmentaprát og góðan tónleik.
Tíðarhylkið
Fyrra verkið, sum er til umrøðu er Tíðarhylkið eftir Ben Arabo.
Sámal Soll prátar við Ben Arabo um nýggja stuttsøgusavnið Tíðarhylkið. Samrøðan fer at snúgva seg um m.a. íblástur og skaldsligar fyrimyndir, umframt leiklutin hjá skaldskapi sum undirhald.
Stuttsøgurnar snúgva seg nærum allar um anti-hetjur. Persónarnir, sum høvundurin skapar í sínum søgum, eru langt frá fyrimyndum, ið vit royna at liva eftir. Fanansskapur, sjálvsøkni og hástórleiki ganga aftur í stuttsøgusavninum.
Stundum eru samfelagsatfinnandi tónar í savninum t.d., tá ið evni sum haturstala og leikluturin hjá listafólkum í føroyska samfelagnum verða viðgjørd.
Men fyrst og fremst eru stuttsøgurnar undirhaldandi og óhátíðarligar. Tær megna at undirhalda lesaran, samstundis sum tær geva tilfar til umhugsanar.
Heiti
Komið er eitt nýtt yrkingasavn hjá Tóroddi Poulsen, Heiti, sum leggur seg vakurt aftrat stóra bunkanum við nú tilsamans 47 bókum eftir sama frálíka skald.
Kinna Poulsen, sum skrivaði bókina "Úr Myrkrinum - ein bók um Tórodd Poulsen" fer at práta við skaldið um ta nýggju bókina og tey nýggju og gomlu evni, hon viðger. M.a. um at skapa list burtur úr dreymum og tokulúðrum.
Tóroddur fer eisini at lesa upp.
Kvøldið byrjar og endar við tónleiki frá sangaranum og sangskrivaranum, Flóvini Viderø, sum fer at spæla nøkur av sínum góðu og fangandi løgum.
Purple Rain
/Hansina Iversen framsýnir í Steinprenti
Fríggjadagin 21.apríl klokkan 16 letur ein framsýning upp við nýggjum málningum hjá Hansinu Iversen í Steinprenti. Listakvinnan, ið herfyri fekk Mentanarvirðisløn Landsins, heldur við sínum nýggju verkum fram ta abstraktu rannsóknarferð, sum hon fór í holtur við einaferð í farnu øld. Hansina Iversen málar nonfigurativar málningar við margfaldum rundleittum formum. Ljósið skyggir í teimum glógvandi litunum, men skínur eisini í hvíta løriftinum, sum hómast aftan fyri litirnar. Hesi verkini tykjast holdslig – eisini í mun til dynamisku penslastrokini, ið lýsa farvegin av rørslunum hjá listakvinnuni, meðan hon málaði tey. Umframt rørslurnar í ferðmiklu strokunum, eru málningarnir gjølliga komponeraðir, so at heildin fær eitt merkiliga einfalt og klárt yvirbrá.
Til framsýningina Purple Rain hevur Hansina Iversen serliga arbeitt við kobolt violettum, ið er ein serstakur litur - kostnaðarmikil, tí hann er sera konsentreraður og ljósektaður. Við litinum arbeiðir listakvinnan bæði í dýpdini og á yvirflatanum á løriftinum. Purpurlitti, violetti, bláreyði, lilla liturin hevur sína egnu listasøgu, har hann gjøgnum øldur hevur verið knýttur at konga- og keisaratign, at kirkju og at gandi. Violett sameinir kalt og heitt, andligt og holdborið, bláan himmal og reytt blóð. Purple Rain merkir violett regn og er jú eisini heitið á eini slóðbrótandi poppútgávu hjá Prince í 1984. Hjartaliga vælkomin til vernissage í Steinprenti 21.apríl klokkan 16.
ÚLA Seminar um avantgarde
/Útbúgvingin í listaligum arbeiði (ÚLA) á Fróðskaparsetrinum https://www.setur.fo/fo/utbugving/bachelor/listaligt-arbeidi/ skipar fyri almennum seinnapartsseminari um avantgarde í Kongshøll leygardagin 13. mai.
Avantgarde siga vit um okkurt, sum er øðrvísi enn tað etableraða. Listaliga er orðið næstan synonymt við kollvelting. Eingin samanhangandi viðgerð av avantgarde finst á føroyskum. Spurningurin er kanska, um avantgarde finst í føroyskari list ella um rættilig avantgarde yvirhøvur er til í norðurlendskari list. Tey radikalu listaligu eksperimentini í 20. øld fóru fyri tað mesta fram í stórbýum í Europa og USA, men tey sóust týðiliga aftur í Norðurlondum, og einstakar framsýningar, verk og listaligar hendingar í Føroyum frá 1970’num og fram hava kanska havt í sær avantgardistisk eyðkenni uttan at vera avantgarde.
Fjórða og síðsta bind í søguni um avantgarde í Norðurlondum, A Cultural History of the Avant-Garde in the Nordic Countries, kom út í fjør. Útbúgvingin í listaligum arbeiði skipar í hesum sambandi fyri einum seinnapartsseminari, har Tania Ørum, sum er ein av ritstjórunum á stóra verkinum og lektari á universitetinum í Keypmannahavn, Johanna Drucker, professari á UCLA í Los Angeles, og Martin Glaz Serup, ph.d. og yrkjari, luttaka. Saman undirvísa tey á einum skeiði um avantgarde á Útbúgvingini í listaligum arbeiði í mai, og seminarið fer lutvíst at spretta úr undirvísingini.
Í fýra bind stóra verkinum eru tvær greinir um føroysk listafólk: ein grein um William Heinesen, sum Bergur Rønne Moberg hevur skrivað (bind 3), og ein grein um Tórodd Poulsen, sum Kinna Poulsen hevur skrivað (bind 4). Harumframt er ein grein um føroysk/danska listamannin, ið nevnir seg Goodiepal, sum Jacob Wamberg hevur skrivað (bind 4). Høvi verður at seta fyrilestrahaldarunum spurningar.
Ætlanin við seminarinum er at kanna avantgarde sum listaligt hugtak. Spurt verður m.a., hvussu avantgarde sum rørsla og strategi hevur ávirkað og havt týdning í europeiskari og norðurlendskari list og skaldskapi, og um ein arvur eftir avantgarde sæst í samtíðarlist og t.d. í yrkingum í dag.
Um kvøldið verður eitt tiltak við performance og upplestri, har eisini lesandi á Útbúgvingini í listaligum arbeiði fara luttaka.
Mál: enskt.
Seminarið er alment og ókeypis. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Seinnapartsskrá Kongshøll
Kl. 13.00 Bergur Djurhuus Hansen bjóðar vælkomin
Kl. 13.10 Johanna Drucker: Afterlife of the Avant-garde
Kl. 14.00 Tania Ørum: From Marginal to Horizontal Art History? The Case of the Avant-Garde in the Nordic Countries
Kl. 14.50 Kaffisteðgur
Kl. 15.10 Martin Glaz Serup: Conceptual Writing and Avant-Garde Legacies in Contemporary Nordic Poetry
Kl. 17.00 Lív Maria Róadóttir Jæger ber fram endaorð og takkar fyri
Høvi verður at seta fyrilestrahaldarunum spurningar.
Stutt lýsing av teimum trimum fyrilestrunum sæst niðast.
Lýst verður við kvøldskrá seinni.
AVANT-GARDE IN THEORY AND PRACTICE
Tórshavn, May 13 2023
ABSTRACTS
TANIA ØRUM
From Marginal to Horizontal Art History?
The Case of the Avant-Garde in the Nordic Countries Peter Bürger famously pronounced the death of the avant-garde after World War II. In the Nordic countries, however, the chronology looks different. While individual artists and groups of artists joined the prewar avant-garde movements in central Europe, native avant-garde movements mainly sprang up during the postwar period. The Cobra group (1949-1951), initiated by Asger Jorn, was the first transnational avant-garde group to emerge from Denmark. From the perspective of what Piotr Piotrowski described as Vertical Art History, regional movements outside Paris and Berlin in the prewar period and New York in the postwar period have generally been regarded as belated, watered-down versions of the “real” avant-garde. More recent avantgarde studies tend to modify the centralist views of both Bürger and traditional art and cultural history, arguing that the monolinear aesthetic development of art assumed in such accounts cannot be upheld in the light of empirical studies of avant-garde networks, transnational and comparative research of historical and political contexts and recent poststructuralist theory. Drawing on examples from the four volumes of the Cultural History of the Avant-Garde in the Nordic Countries, my presentation will discuss these contrary views of “marginal” countries and art.
Tania Ørum is associate professor emerita, Department of Arts and Cultural Studies, University of Copenhagen. She was the coordinator of the Danish research network “The Return and Actuality of the Avant-Gardes” supported by the Danish Research Council for the Humanities 2002-2004. Director of the Nordic Network of Avant-Garde Studies supported by the Nordic Research Council, Nordforsk 2005-2009. Chairman of the European Network for Avant-Garde and Modernism Studies (EAM) (www.eam-europe.ugent.be) 2007-2008. Member of the Steering Committee of EAM from 2007. Main editor of the 4 volumes of A Cultural History of the AvantGarde in the Nordic Countries published in the series of Avant-Garde Critical Studies at Rodopi/Brill (Leiden/Boston 2012-2022). Tania Ørum has written widely on Modernism and the Avant-Garde in literature and the arts.
JOHANNA DRUCKER
Afterlife of the Avant-garde
The historical avant-garde had an international presence in the first decades of the 20th century. Futurism, Dada, Vorticism, Surrealism and other movements produced vibrant work at the intersection of art and politics. Or so they believed. As the course of 20th century arts unfolded, the relationships among formal innovation, political activism, ideological belief and the role of aesthetics as a critical instrument became the foundation of artistic practice. By the 1990s, when Paul Mann announced “the theory death of the avant-garde,” critical questions were being raised about the continued viability of these beliefs as a basis for contemporary activity. This talk asks whether the avant-garde is merely a historical reference or whether its foundational principles have any currency in these times. Has the avant-garde ossified into an academic trope that simply provides justification for careerism and commercialization, or does its legacy have a vital role to play?
Johanna Drucker is a Distinguished Professor and Breslauer Professor in the Department of Information Studies at UCLA. She is internationally known for her work in the history of graphic design, typography, experimental poetry, fine art, and digital humanities. Recent work includes Inventing the Alphabet (University of Chicago Press, 2022), Visualization and Interpretation (MIT Press, 2020), and Iliazd: Meta-Biography of a Modernist (Johns Hopkins University Press 2020), Digital Humanities 101: An introduction to Digital Methods (Routledge, 2021). Drucker’s artist’s books are widely represented in museum and library collections and were the subject of a travelling retrospective, Druckworks: 40 years of books and projects, in 2012-2014. Other recent work includes Diagrammatic Writing (Onomatopée, 2014), The General Theory of Social Relativity, (The Elephants, 2018), and Downdrift: An Eco-fiction (Three Rooms Press, 2018). In 2014 she was elected to the American Academy of Arts and Sciences and in 2021 was the recipient of the AIGA’s Steven Heller Award for Cultural Criticism. She is currently working on ChronoVis, a platform for humanistic time modeling, as well as various other projects.
MARTIN GLAZ SERUP
Conceptual Writing and Avant-Garde Legacies in Contemporary Nordic Poetry
From the outset of the historical avant-gardes more than a century ago, what we term avant-garde can be perceived as a kind of ‘tradition of ruptures’ as Tania Ørum and Marianne Ping-Huang have it. This – or these, rather – tradition(s) employs various but somewhat recognizable strategies throughout time, resulting, amongst other things, in different -isms. I consider Conceptual Writing or Conceptual Poetry (2003-2015) to be such a historical -ism that is now over. In my presentation I will take a closer look on what Conceptual Writing was, its avant-garde legacies and not least how it manifested itself in the Nordic countries. I will include examples of Conceptual Witness Literature in the shape of Åke Hodell’s two concrete poetry works Orderbuch (1965) and CA36715 (J) (1966), and Ida Börjels documentary poetry book Ringa hem – avlyssnat vid ryska frontlnjen (2022). As already suggested by the conflicting years mentioned in this abstract, conceptualism is not the same as conceptual strategies – that are, I suppose, very avant-garde.
Martin Glaz Serup is the author of a wide variety of children’s books, chapbooks, criticism and prose, as well as nine collections of poetry, most recently Endless Summer (2020). His latest prose book, Reading Places (2018), is a hybrid Life-Writing investigation of memory, place and reading. The monograph Relational Poetry (2013) is focusing on conceptual literature and political poetry. Amongst other subjects, he has written articles on conceptual literature, the poetry reading and contemporary experimenting (sound)poetry. Currently Serup is involved in a project on participatory creative writing groups led by authors in collaboration with mental health care professionals for people experiencing severe mental illness. Serup is external lecturer in Comparative Literature at the University of Copenhagen, wherefrom he also recieved his PhD on the dissertation Cultural Memory and Conceptual Witness Literature.
Mentanargrunnur Landsins veitt stuðul til starvsløn og íverksetan
/Mentanargrunnur Landsins letur á hvørjum ári stuðul til starvsløn og íverksetan. Grunnurin fekk nógvar dygdargóðar umsóknir í ár, og sera torført hevur verið at taka dagar ímillum innkomnu umsóknirnar. Grunnurin fekk 133 umsóknir um starvsløn og 19 umsóknir um íverksetanarstuðul, har søkt var tilsamans um knappar 19 mio. kr. Grunnurin kundi í ár lata góðar 3,4 mio kr. til starvslønir og íverksetanarstuðul. Í hesum umfari fingu 25 umsøkjarar starvsløn, meðan fýra fingu íverksetanarstuðul.
Nevndin hevur á fundi tann 30.mars 2023 avgjørt at veita starvsløn til hesar umsøkjarar:
1 ár:
Gudmund Helmsdal (filmslist)
6 mánaðir:
Dánjal Dam á Neystabø (tónlist)
Marjun Syderbø Kjelnæs (bókmentir)
Mattias Kapnas (tónlist)
7 umsøkjarar fingu 4 mánaðir og 14 fingu 3 mánaðir.
Tilsamans vóru 100 mánaðir veittir sum starvsløn fyri 2023
Tá starvslønir verða latnar, tekur nevndin støði í upplýsingum í sjálvari umsóknini og ásetingum í kunngerð nr. 109 §4: Endamálið við starvslønunum er at geva listafólkum og øðrum, ið takast við mentanarligt virksemi arbeiðsnáðir í eitt ávíst tíðarskeið at starvast burturav við listarligum ella øðrum mentanarligum arbeiði.
Stk. 2. Starvsløn verður latin umsøkjara við støði í verkevni ella verkætlan, sum lýkur krøvini í § 1 í løgtingslógini og sum eftir nevndarinnar meting er av listarligum ella fakligum dygdareyðkennum.
Grunnurin fekk 19 umsóknir til íverksetan. Hesin stuðul skal lætta um hjá evnaríkum listafólkum at koma víðari við sínum skapandi listaarbeiði. Stuðulin er 75.000 kr. og kann bert latast sama umsøkjara tvær ferðir.
Nevndin hevur gjørt av, at lata hesum umsøkjarum íversetanarstuðul:
Heðin Ziska Davidsen (tónlist)
Eyði Højsted Horsdal (tónlist)
Rannvá G. Niclasen (dansur)
Jákup Veyhe (tónlist)
Starvslønir 2023
Gudmund Helmsdal 12 mðr.
Dánjal Dam á Neystabø 6 mðr.
Marjun Syderbø Kjelnæs 6 mðr.
Mattias Kapnas 6 mðr.
Helle Thede Johansen 4 mðr.
Heri Joensen 4 mðr.
Ingun Christensen 4 mðr.
Jens Dam Ziska 4 mðr.
Torfinnur Jákupsson 4 mðr.
Tóta Árnadóttir 4 mðr.
Unn Paturson 4 mðr.
Arnold Ludvig 3 mðr.
Barbara Lervig 3 mðr.
Beinir Troest Rasmussen 3 mðr.
Gunnvá Zachariasen 3 mðr.
Joel Cole 3 mðr.
Jógvan Isaksen 3 mðr.
Lena Nicolajsen 3 mðr.
Marianna Hoydal 3 mðr.
Rigmor Dam 3 mðr.
Rógvi Rasmussen 3 mðr.
Snorri Brend 3 mðr.
Trygvi Danielsen 3 mðr.
Uni Debess 3 mðr.
Vár Berghamar Jacoben 3 mðr.
Heiðrikur av Heygum: Kjøt
/Klokkan seks í kvøld – tað er í skrivandi stund um hálvanannan tíma – endar framsýningin hjá Heiðriki á Heygum í Müllers Pakkhúsi, Kjøt og eg skundi mær hervið at skriva eitt viðmæli í vón um, at lesarin nær at fáa hesa fínu framsýning við – tað kann ikki vera meira upplagt páskadag millum holdsligan sigur og páskasteikina at spáka sær ein tiltrongdan túr á listaframsýning at skoða kjøtið úr øðrum vinklum.
Framsýningin sendir meg á ferð í huganum aftur í tíðina til generatiónsframsýningina INNRÁS í somu hølum fyri trettan árum síðani, har Heiðrikur sjálvur var ein av teimum ungu høvuðsframsýnarunum saman við øðrum listafólkum úr unga ættarliðnum sum Silju Strøm, Halldis Olsen og øðrum. Eg ummælti ta framsýningina undir yvirskriftini Tey ungu stillu, tí tey larmaðu ikki illa visuelt. Tá sum nú arbeiddi Heiðrikur í stórum pappírformati – tað megnar hann væl; tá var tað tekningar, nú er tað málningar á pappír. Heiðrikur framsýndi hesar myndirnar í fjør í Toronto. Talan er um stórar vatnlits- og gouachemálningar, har listamaðurin hugleiðir um kjøt og hvussu vit royna at skilja kjøtið frá djórinum. "Í flestu londum verða djór dripin og slaktaði handan stongdar dyr. Vit skræða skinnið av teimum, og skifta tað út við glampandi plastikk. Reinsa kjøtið, so alt sær snotiligt út og tryggja at tað er uttan blóð, so tað ikki vekir nakað samvitskubit. Flest øll stórbýarfólk hava neyvan sæð djórið í veruleikanum, og seta tað bert í samband við teirra yndiskjøt á navnaskeltinum í frystaranum. Er tað seyða-, apu- ella menniskjakjøt? Hvør er munurin? Tað er alt kjøt. Hesir málningar eru av ymiskum føroyskum kjøti, ið bóndir hava alið og slaktað, pakkað og síðani selt á alnetinum”.
Myndirnar hanga á vegginum í Müllers Pakkhúsi og eru pallsettar konseptuelt sum hingu tær á einum sláturhúsi við krókum og intermistiskum, men eisini dramatiskum ljóskastarum, við plastikki fyri vindeygu og endaveggin, har trappurnar eru. Úr hátalarunum hoyrist ein ljóðmynd hjá Heðin Ziska Davidsen, ið økir um kensluna av at vera stødd í einum slaktaríi. Tær bestu av myndunum eru ógvusligar, ekspressivar, likamligar og herliga vulgerar á ein hátt, ið ber brá av eiggiligu blómumyndunum hjá Georgia o´Keeffe ella teimum meira ekstremu in your face lýsingunum av kynsgøgnum hjá Lee Lozano. Sjálvt um framsýningin er flott og stemningsfult pallsett, kann eg ivast eitt sindur í civilisatiónskritiska konseptinum - hvussu originalt tað er ella hvussu djúpt tað stingur - men kann við egnum eygum staðfesta, at litføgru verkini eru væl úr hondum greidd og at tað veruliga klæðir Heiðriki at fara upp í stødd og sleppa teymunum, so at verkini sleppa at frígera seg koloristiskt og ekspressivt. Verkini eru betri í veruleikanum enn á smáum skermum - við øðrum orðum: Farið og hyggið, men skundið tykkum!
Jóanes 70 - Røðan hjá Bergi Djurhuus Hansen
/Kroppar og uppreistur
Eg havi valt at siga eitt sindur um tann ideologiska Jóanes Nielsen og kroppar, ja alt tað kropsliga, tí eg haldi, at tað treingir til. Hugsið tykkum, um vit kundu komið inn her í kvøld og latið kropparnar eftir okkum úti í gongini. Tað hevði verið ein lætti kanska. So kundu vit sitið og savnað okkum um orð, hugsjónir og list uttan órógvandi kroppar. Eitt eyðkenni í øllum, sum Jóanes hevur skrivað, er, at har eru hugsjónir og dreymar – og kroppar. Vit sleppa ikki at gloyma tilfarið, sum vit eru úr. Kropparnar seta mørk, avdúka okkum. Í nýggjastu skaldsøguni, ½ máni ½ sól, er ein lýsing av vesaligum uppvakstrarkorum úti á Reyni í Havn. Lýsingin er sansaliga beint á og kropslig. Høvuðspersónurin Eigil Tvibur sigur seg hava treytaleysa virðing fyri teimum, sum hóraðu undan í vána bústøðum sum Portugálinum, har (sitat): “seks familjur skitu í somu bukku í kjallaranum”. Eftir eina slíka lýsing er ikki neyðugt at brúka orð sum fátæksligt ella stríð, tí vit eru intimt og kropsliga til staðar.
Fyrstu yrkingarnar hjá Jóanesi Nielsen vóru ikki bara beinraknar sum yrkingar. Tær raktu føroyska samfelagið sum politiskar atsóknir. Reglur úr yrkingunum kundu endurgevast í greinum ella kjaki og brúkast sum rakstrarróp í mótmælisgongum. Heitini á yrkingasøvnunum gjørdu vart við tað - Pinnabrenni til sosialismuna, Naglar í jarðarinnar hús - og yrkingarnar frá tíðini vísa á, at tær eru t.d. “heilivágur hjá sorgini / spreingiknøttar móti maktini / saltið í rúkandi døgurðapottum”. Kendar reglur sum hesar avdúka kortini eisini, at tað var ikki bara aktivisma, tí ein døgurðapottur verður poesi, salt til yrkingar. Myndamálið sprettur úr gerandisdegnum, er solidariskt við alt tað vanliga, ópyntaða og fult í orku. Jóanes Nielsen hevur her somu stevnu sum realistisku skaldsøguhøvundarnir í Norðurlondum í 1930’unum og franskir realistar mitt í 19. øld. Saltið sipar kortini til yrkingar av einum serligum slag, tí yrkingarnar hjá Jóanesi í 1980’unum vóru mótmæli.
Í Føroyum høvdu vit einki, ið bara kom í nánd av Rote Arme Fraktion ella Reyðu brigadunum, men vit høvdu Jóanes Nielsen, og við orðum bardist hann fyri tí sama sum tey.
Í fyrsta savninum, Trettandi mánaðin, er ein yrking sum eitur “Flogseðilin” og byrjar: “Á hillini liggur flogseðilin / millum skeklar og tengur / altíð til taks [...] Hann er eitt róp / ein glaða / ein knýttnevi inn í stættasamfelagið Føroyar”. Tað er áhugavert at bera hesa yrkingina saman við eina yrking, sum Jóanes yrkti um William Heinesen nøkur ár seinni, og sum stendur í savninum Tjøraðu plankarnir stevna inn í dreymin frá 1985. Heitið er “Hvat skulu vit gera við William Heinesen”, og eftir fleiri spurningar um, hvat vit møguliga kundu gjørt við William Heinesen, er svarið at enda: “Nei / Hann skuldi gjørt tað sum hann altíð hevur gjørt / Býtt ferðaseðlar út á tær fagrastu stjørnur [...] Borðreitt við kandisukri tey deiligu summarkvøld”. Niðurstøðan í yrkingini er, at William Heinesen skal halda fram við at býta ferðaseðlar út á tær fagrastu stjørnur, leiða sínar lesarar burtur í aðrar heimar. Flogseðilin hjá Jóanesi er hinvegin ein nevi inn í samfelagið. Ein yrking í savninum Pentur frá 1995 eitur tí eisini “Eg vil hava ordiligar dreymar”, tvs. dreymar sum eru festir í okkurt her og nú, og seinasta orðið í yrkingini er “hondgranat”.
Tað er vert at leggja til merkis orðið nevi, ikki bara tí at nevin er ein væl kend mynd fyri mótstøðu og stríð, men tí at kroppurin og kropslutir sum nevnt eyðkenna yrkingarnar hjá Jóanesi. Kroppurin í eintali ella fleirtali er í yrkingunum við rygggeislum, hondum, tarmum, blóðæðrum, heilabørki, nasahárum, tonnum (skeivar og rotnar) - ella tað er ein “morgunkanón”, tí kroppurin hevur sínar tørvir og sín egna vilja, og onnur eru eisini í yrkingunum, kvinnur og menn, slítarar, og vit gloyma ongantíð, at tey hava ein kropp og við kroppinum eyðkenni sum djór. Tað er tann einfalda styrkin, falsloysi í djórunum, sum við hvørt sæst aftur í menniskjunum, t.d. í mótstøðu og hørðum stríði – ella í kærleika og girnd. Við at taka fram kroppin sum eina treyt, ið knýtir okkum at djórunum, vísir Jóanes á tað góða í menniskjunum, ikki tað lága og andstyggiliga, men tað stórsligna.
Tað kropsliga gongur aftur til ynskið um at skriva seg inn í samfelagið, vera til staðar, og býta út flogseðlar. Tá Jóanes Nielsen byrjaði at skriva yrkingar í 1970’unum var eitt rák - sum herjaði 1960’ini og var ein av inspiratiónunum til uppreisturin í Paris í 1968 - um at koma at enda. Við einum orði úr fronskum verður tað nevnt situatiónisma, og tað var bæði ein politisk og ein listalig stevna í ætt við anarkismuna og við egnum manifesti.
Sum orðið sigur, ráddi tað um at taka listina úr søvnunum, út í gøturnar og inn í lívið og gerandisdagin við skapa sonevndar “situatiónir”. Við list kundi samfelagið broytast, men bara við at gera av við listina sum hon kom til sjóndar í søvnum, stovum og í hugaheiminum hjá fólki. Tann 9. mai 1976, sama dag sum tað frættist, at Ulrike Meinhof var deyð í Stammheim fongslinum í Berlin, læt Jóanes seg krossfesta á Vaglinum í Havn. 6. juni 1978 var ein framførsla við skipasmiðjuna í Havn fyri at mótmæla einari uppsøgn, fleiri fólk luttóku, Jóanes varð borin runt í talarastóli, las upp. Hesar hendingar og aðrar við eru dømi um listaverk, sum standa eftir Jóanes, men sum vit ikki fáa fatur í, tí tey vóru ikki til sølu, kundu ikki keypast. Tey blivu ongantíð og skuldu ikki gerast partur av teirri kapitalistisku skipanini, sum tey vildu gera upp við.
Situatiónistarnir vildu skapa situatiónir, list mátti ikki gerast vøra, listin skuldi gera av við listina. Í Føroyum høvdu vit ongantíð rættiligar situatiónistar og eingi manifest, men vit høvdu Jóanes Nielsen.
Í 1990’unum broyttist yrkingarnar hjá Jóanesi eitt sindur, tær blivu meiri samansettar, ikki so tíðar- og staðbundnar, almennir spurningar um tilveru fingu rúmd, tað sama foreldur, mostrar og pápabeiggjar. Kirkjurnar á havsins botni er dømi um hetta skiftið, sum kortini bara var ein víðkan, ikki ein vend. Tí nógv gongur aftur frá teimum fyrstu yrkingunum og heilt fram til nýggjastu útgávurnar í dag, fyrst og fremst viljin til at geva teimum rødd, sum í samfelagnum onga rødd hava.
Kenda yrkingin “Telefonboksin” í Kirkjurnar í havsins botni byrjar við hesum brotinum:
Eg veit ikki, hvar eg fari, tá eg doyggi
Men tey deyðu fara sminkaði avstað.
Tey fara avstað í bili
sum var kirkjugarðurin eitt stórt parkeringspláss undir jørð
Eg havi líkbilsføraran og prest illtonktar fyri at
kenna Deyðan
Ongin gerningur er púra tilvildarligur,
Tú luktar altíð eitt sindur av tínum starvi
Fyrsta regla er ein spurningur, sum óteljandi yrkingar eru um, ein stórur, ævigur og sveimandi spurningur, men yrkingin fer eina aðra leið, og bara 6 reglur seinni verður lesarin konfronteraður við ein spurning av Adolf Eichmannskum dimensiónum: hvørjum luktar títt starv av?
Í fleiri av yrkingunum hjá Jóanesi eru tað djórini, ið avdúka treytirnar, sum vit liva undir. Vit eru partar í framleiðsluni í samfelagnum, og djórini eru framleidd til ávíst endamál. Laksurin er aldur, hønurnar standa í búrum, neytini er ald antin til at geva mjólk ella gott kjøt, alt er eftir tørvi og við einum endamáli. Eingin órørd náttúra er til. Men tað er, sum er okkurt eftir í djórunum, ið ikki vil geva seg undir treytirnar, eitt sindur av mótstøðu er í kroppinum.
Jóanes yrkir longu í savninum Tey eru sum taka mánalýsi í álvara í 2007 um neyt, sum gera uppreistur í London. Tað er sum ein kollveltingarroynd, men neytini er ald, hava ring í nøsini, og alt grønmeti, sum tey koma framvið, stendur í vakstrarhúsum. Fuglarnir í London kenna ikki mun á bløðum á trøum og í málningum. Yrkingin ger vart við, at órørd náttúra bara finst í skaldskapi og list, sum vil hava okkum at droyma okkum burtur í aðrar heimar.
Í savninum Gudahøvd, sum er eitt hæddarpunkt millum útgávurnar hjá Jóanesi seinnu árini, er ein yrking við heitinum “Illittir morgnar”. Búrlonir er eitt orð í yrkingini. Høsnarungarnir standa í búrlonum, har kjøtið veksur skjótari enn beinini. Teirra kroppar eru avskeplaðir og verða “tarmdrignir”. Allar hønurnar hava datostempul. Yrkingin eitur “Illittir morgnar”, tí hanarnir orka ikki at gala ljósið fram um morgunin og gera nátt til dag. Djórini í yrkingini eru ein trygd fyri kosmos, meðan menniskjuni umboða eitt hóttandi kaos. Endin er dystopiskur: “Tá seinasti hanin er krøktur upp í samlibandið / slóknar sólin”. Tí kunnu djórini í yrkingasavninum líknast við gudar, høvdið á einum upsa verður eitt gudahøvd.
Men eins og kanadiski aktivisturin og rithøvundurin Naomi Klein sær Jóanes ein møguleika í hóttanini. Úr gerandisdegnum og millum fólk kunnu broytingar knappliga koma, rørslur kunnu taka seg upp. Tað er bara ikki sum fyrr eitt stríð millum eina ognarleysa arbeiðarastætt og kapitalismuna, men eitt ógvusligari og meiri umfatandi stríð millum okkara samfelagsskipan og jørðina.
Evnini í yrkingunum eru nøkur onnur nú. Kritikkurin, kraftin og kósin er tann sama. Jóanes er 70, og hann hevur við hvørt seinnu árini yrkt um ein kropp, sum eldist, viknar og broytist. Men enn er slangan, sum á sinni varð sett í samfelagið, ikki tipt. Takk fyri.
Jóanes Nielsen 70
/Í dag 5.apríl fyllir skaldið, Jóanes Nielsen sjeyti. Sjey faldað tíggju kallaðu tey fyrr í tíðini fyri dustsins ár og tað var ikki til stuttleika, men ein orðing, sum við Kingoskum álvarsemi skuldi minna okkum á bæði hvaðani vit eru komin, men mest hvat vit nokk so skjótt blíva til (og skulu rísa úr) – ashes to ashes, dust to dust. Í dag er hugburðurin til at fylla sjeyti øðrvísi positivur, tí tá eru trýssini farin framvið - hetta tíggjuárið er sambært teimum klóku vandamikil aldur serliga hjá monnum. Í hesum árum kunnu allir møguligar lívshættisligir trupulleikar stinga seg upp av kolestrol, kol, prostata, diabetes, høgum blóðtrýsti og øllum møguligum herjandi fríum radikalum. - Tað vilja lívsstílsekspertar vera við, men nettupp likamligt forfall, órøkt og afturgongd hjá okkum komandi kistubúgvum eru høvuðsevni hjá Jóanesi Nielsen, ið eisini estetiskt dyrkar tað ljóta framum tað vakra. Hann hevur skrivað um evni, sum eingin annar skrivar um her um leiðir antin tað eru heinginossur undir eldri harrum, fisur við og uttan hár ella hárband, prostataharrar, sum ganga á ves alla náttina á tamb ella tann merkiliga óræðuliga luktin av egnum lorti. Og jú, tað kann tykjast latrinert og infantilt í støðum, men snýr seg helst um okkurt slag av eksistentiellum jarðfesti ella trygdarneti upp ímóti øllum tí stórfingna, sum javnt og samt bylgist í barmi og viðhvørt eisini sleppur framat í einastandandi vøkrum yrkingum sum heiðurskvøðuni til Hugo (sí niðast)
- Í flottu føðingardagsheilsanini, sum stóð at lesa í gjár í donsku avísini, Politiken verður Jóanes Nielsen samanborin við eina føroyska urkraft, hvørs skaldskapur verður líknaður við ódn og brim. Og tað er typiskt danskt ikki at kunna taka føroyska list uppá tungu uttan at koma í tankar um eitt ella annað náttúrufyribrigdi norðan úr Atlantshavi – í veruleikanum hildu vit í fleiri ár Jóanes vera so fúlan og hartil ógudiligan, at hann fyri tað kundi verið danskari. Men ókey, danski mentanarjournalisturin, Jes Stein Pedersen endar við at staðfesta, at Føroyar høvdu verið fátækari uttan skaldið, Jóanes Nielsen og her eru vit ikki ósamd. Alt, sum Jóanes Nielsen avrikar av yrkingum, stuttsøgum, skaldsøgum, sjónleikum, blaðgreinum, røðum, fororðum, myndlistaverkum etc. also alt - eisini mistøkini, eru á onkran hátt viðkomandi og áhugaverd, tí tey spegla okkara samtíð og gera okkum klókari hesum viðvíkjandi. Jóanes Nielsen hevur fingið nógv burturúr, síðan hann debuteraði við yrkingasavninum Trettandi mánaðin fyri 45 árum síðan og ferðin tykist ikki vera sett niður hjá skaldinum, sum ikki minst hevur skrivað áhugaverdar sjónleikir seinastu árini. Styrkin í skaldskapinum hjá Jóanesi Nielsen býr í hansara lætta og natúrliga máli, í universalu evnunum, sum hann viðger, men eisini í ómerkiligum sameiningum millum lokal og international fyribrigdi og persónar – har situr Lenin við sama borð sum Jóannes Patursson og ”Sovorðnar løtur ber til at siga:/ Halló Claudia Cardinale./ How do you do Madame Nin./ Og drekka eitt glas av víni saman við Karini Kjølbro”.
Tá menn verða hálvfjers, eru tey vandamiklu trýssini yvirstaðin. Mann er í onkrum slagi av forlongdari spælitíð og nettupp tá gera summi listafólk síni flottastu avrik. Nú fáa vit at síggja. Føðingardagurin hjá Jóanesi Nielsen verður í hvussu er hátíðarhildin í Løkshøll í kvøld klokkan 19 við røðum, orðum, tónum, leiki, og filmi, og longu kl. 18.30 bjóða tey kaffi og lagkøku. Hjartaliga til lukku, Jóanes, vónandi stoytir onkur ríkiligt av konjakki í tín kaffikopp.
P.S. Tá eitt tjóðarskald fyllir sjeyti, hevði tað verið uppá sítt pláss at sent føðingardagstiltakið í Kringvarpinum, men kanska onkur tekur upp og sum skilst verður Jóanes at hoyra í Ljóaranum klokkan fimm í dag!
HUGO ER DEYÐUR
Tað kvøldið Hugo doyði
Stóðu ljósboyurnar á Norðhavinum heiðursvakt
Tað var eisini rímiligt
At ekkoloddini sendu boðini niður í taraskógirnar
Havsins sjóðandi breytir
Tóku tómu koyggjuna upp á sleip
Tað stóð fullmánanum greitt
Hugo er deyður
Havhestarnir fluttu boðini víðari
Yvir á Suðurlandið og á Flemish Cap
Hugo er deyður
Ekkóaði millum ísfjøllini
Hann er blivin toka
Um sløktar stjørnir
Og so var hann á heystfjalli
Seinasta dagin í sínum lívi
Heilt har uppi tokan nemur fjallasmæruna
Føroyska treisknið glettir á tonn
Og regnið skrivar dýggjvát brøv yvir urðarnar
Har steðgaði hjartað á manninum ið sleit sín ungdóm og
manndóm á kjøli
Í eini presending
Bóru teir hann til hús
Skeljasandur varð stroyddur uttan fyri hjallarnar
Tann dagin
Kærleikans dýnur luftaðust út gjøgnum vindeyguni
Tann dagin
Børn drógu deyðar flugur upp á tráð
Eitt svart perluband til høvuðseingilin Mikkjal
Teir tóku mát av Hugo
Tað sum ikki rúmaðist í kistuni
Angin av stokkutum lívi
Rak gjøgnum skúlastovurnar, neystini og hjørtuni í Sundalagnum
Tann dagin
Vit byggja Føroyar á aldum
Vit reka á kenslunnar havi
Alt byrjaði í havinum
Lívmóðirin er í veruleikanum eitt evarska lítið hav
Haðani pinkufør gyrd við húð
Og við dukinum frá einum lítlum hjartamotori
Seta kós út í heim
Plássið hjá Hugo bleiv við línurulluna
Niðri í lastini
I stormi afturi á bátadekkinum
Var hann álitismaður
Kempaði við bringuni fullari av tubbakshosta
Var sum ein nikotinurga
Blásti harðar sálmar úr sínum bjølgi
Eisini spakførar sálmar
Og tað slagið av sálmun ið ger ein kúrran av trega
Ein sálm fyri konuni
Og øllum tí skroypiliga sum brotnaði
Ein sálm fyri draslinum ið fløddi upp á turt
Og fór til gongu út í verðina við keppinum á snið
Ein sálm fyri liðinum hjá Erlendi Paturssyni
Teir ið fingu Fiskimannafelagsins rósur at spretta gjøgnum tøgnina
Ein sálm fyri forlornu tonnunum
Umvældar við stáltráði á Nonortalik Bankanum
Ein sálm fyri látrinum
Stampum fullum av skínandi erlum
Ein sálm fyri bróskinum ið mjølvaðist millum liðirnar
Tímunum ið blivu til dagar ið blivu til ár ið blivu til alt ov
gamlar ferðaætlanir
Hugu er deyður
Og skal eg vera erligur
Vænti eg ikki at hann hevði klárað seg millum einglarnar
Til tað vóru armar og ryggur ov slitin
Himmalin hjá Hugo
Er himmalin hjá fiskimonnum
Teir liva víðari í brotinum
Tokuni kring sløktar stjørnur
Í glæmuni
Frá eini ljósboyu á Norðhavinum
(Jóanes Nielsen s.261-264 í Yrkingar 2014)
------------------
Lykkenborg - eitt monument ognað krúllum, fløkjum og øðrum óreglusemi
/fotomyndir: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Fríggjakvøldið upplivdi eg loksins Lykkenborg, sum eg upprunaliga hevði atgongumerki til í fjør summar, tá leikurin varð framførdur í Listastovuni í Miðvág - eg fekk staðfest krúnukrím sama dag og valdi at vera heima. - Summi halda, at tær framførslurnar vóru meira intimar og intensar enn nú leikurin varð framførdur í Norðurlandahúsinum. Hvussu er og ikki, eri eg inniliga takksom fyri, at eg fekk leikin við, sum eg havi hoyrt so nógv um. Eingin leikur í nýggjari tíð hevur verið so væl og gjølliga viðgjørdur sum Lykkenborg – har var eitt seminar á Listútbúgvingini á Fróðskaparsetrinum um outsider art, skúlasýningar hava verið og uppgávuuppskot frá Námi og so ein ørgrynna av ummælum, drúgvum sum stuttum hjá lærdum sum leikum, ið øll hava verið eldhugað positiv. Men hann er eisini lættur at halda av, leikurin um Lykkenborg.
Tá tann ótamda, ráa skaparakraftin floymir sum lava, trívist hon illa í skipanum við beinum strikum og tess tilhangarum, sum vilja flokka menniskju, slætta og rætta uppá tey, sum finna uppá at mála út um strikurnar. Tey skulu strekkjast og happast inntil tey koma aftur á beint ella brotna. Tað er ein sannroynd og ein týdningarmikil søga um tragiskar einstaklingar, ið er søgd nokk so ofta - og javnan við tí stóra kollektiva fascismuspøkilsinum sum søguligum relieffi.
Jú, vit eru á mangan hátt á kendum leiðum í leikinum, Lykkenborg við søguni um Poul Jóhannus Poulsen úr Miðvági, eyknevndur Lykken, sum, tá hann kom á danska andveikrastovnin, Rødbygaard, varð flokkaður sum “sinke”. Orðið er á Sprotanum týtt til sibba - tað var vanligasta happingarnavnið í fólkaskúlanum, har eg gekk. Sibbar vóru til dømis nærsýnd, tá tey ikki fingu alt við á talvuni, men eisini spaklynt, tí tey vildu hugsa seg um áðrenn tey svaraðu. Sibbar vóru tey klóku, tí tey ivaðust hvat av teimum mongu møguligu svarunum, tey skuldu velja, tá tey vóru spurd og tey smædnu vóru eisini sibbar og tey ræðhærdu við brillum, tí tað vóru tey bara og tey tjúkku og so framvegis. Vit hava sjálvt sibbatættir sum partar av okkara skattaðu kvæðamentan - so mikið umráðandi hevur tað verið at heingja tey út, sum vóru øðrvísi aja - tey, sum siga, at alt var betri fyrr, skuldu sloppið at gingið øll fólkaskúlaárini umaftur (í svarta skúlanum). Nútíðin er so nógva ferð betur, nú vit við støði í fakligari greining kunnu hjálpa heldur enn oyðileggja.
Tað er ivasamt um eg kenni persónin Poul Jóhannus Poulsen betri eftir leiklok, tí søgan um hann verður søgd meira universalt enn persónliga - meira abstrakt enn ítøkiligt og tað fáa vit longu varhugan av, tá vit síggja tann einfalda pallin. Tað er í roynd og veru bara ein stálramma við grúsi niðast, eini talvu at skriva á, einum rúti at hyggja ígjøgnum og ymiskum rørum í rammuni, sum verða brúkt visuelt og akustiskt til at mynda scenografi. Einfalt og genialt sameinir hon tveir heimir, ein frían, sjálvsagdan, abstraktan heim sum tá børn spæla og ein skúlakendan heim, har vit um somu tíð síggja Poul Jóhannus og hansara trupulleikar av teirri beinu strikuni alt meðan vit sjálvi verða tikin í skúla. – Sámal Blak er pallsniðgevi, meðan Súni Joensen stendur fyri týdningarmikla ljóssniðinum. Vit uppliva eina viðkomandi frásøgn um ein persón, ið verður frálíkt miðlað av Kristinu Sørensen Ougaard. Umframt at spæla Lykken og aðrar karakterir, er hon frásøgufólk, ið javnan vendir sær beinleiðis til áskoðararnar, tá hon greiðir frá. Við týðiligum mimikki og gestikki lýsir hon persónar og hendingar, meðan tónleikurin hjá Dánjali á Neystabø stuðla frásøgnini sum var talan um ein stummfilm ella Tom & Jerry. Búi Dam, leikstjóri og leikritahøvundur bjóðar vælkomin og agerar eins og eitt slag av skuggamynd í pantomimukenda leikinum, men er eisini brosandi vinmaðurin hjá Poul Jóhannusi, ið eina løtu skapar glottar av ljósi og láturi í einari bølamyrkari verð.
Eg kendi frammanundan til Lykkenborg, sum man vera tað størsta ella vavmesta dømi um sonevnda outsiderart í Føroyum. Eg skrivaði um hesa verkætlan í eini bók um Nólsoyarmálaran Steffan Danielsen, ið eisini var hildin at vera øðrvísi ella serligur, umframt at hann var myndlistaligur úrmælingur. Men av tí, at fólk í listaumhvørvinum vóru so fræg, at tey tóku væl ímóti Steffani (serliga Jack Kampmann), so at hansara verk sluppu framat at hanga saman við myndum hjá viðurkendum starvsfelagum, var hann ikki so nógv uttanfyri, sum Poul Jóhannus Poulsen. Ein annar eyðsæddur munur var, at meðan Steffan Danielsen arbeiddi við einum frammanundan viðurkendum listaslagi, málningum, sprongdi bygnaðurin hjá Poul Jóhannusi allar rammur. Í dag vildi mann kortini ikki ivast í, at hansara verkætlan, Lykkenborg, var listalig. Tað sama er galdandi fyri leikin, Lykkenborg, ið er eitt monument ognað krúllum, fløkjum og øðrum óreglusemi.
Leikurin lýsir tilveruna hjá Poul Jóhannusi, sum verður happaður og sligin av bæði børnum og vaksnum og sum, tá hann ein penan dag reagerar og slær aftur, verður sendur til Danmarkar á anstalt. Huglagið í hesum næsta partinum er nógv daprari og meira ekspressivt enn í tí fyrra ljósara – ljóðmyndirnar hjá Dánjali á Neystabø, ið er á pallinum allatíðina, mála endaleysa einsemið og klaustrofobiska myrkrið, sum tann bara trettan ára drongurin verður sendur niður í, har samskiftið gongur fyri seg á einum máli, sum hann ikki skilir. Hesin parturin av niðurgeringini - tann málsligi, er merkisvert væl lýstur. Og vitanin um tey mongu føroysku børnini, ið vælmeinandi læknar sendu niður í einsemið og vónloysið, ger ikki hendan seinna partin av leikinum lættari. Eg græt.
Einaferð ljómar ein kend rødd úr einum imaginerum radio onkrastaðni á pallinum. Tað er hon sjálv Vera Lynn, ið syngur “We´ll meet again some sunny day” og skapar samband millum tann leikin, eg eri til og ein annan leik, eg sá fyri átta árum síðani í Sjónleikarhúsinum. Tað var Operation Valentine. Og tá eins og nú var eg tikin á bóli yvir kreativitetin og tað einastandandi listaliga yvirskotið, sum spríkir úr leikbólkinum við tí Svaboska navninum, Det Færøsche Compagnie - eitt skiftandi kollektiv av gávuríkum fólkum. Tey plaga at siga, at sjónleikur er eitt kollektivt listaslag og at tað, vit síggja á pallinum bara er tað ovasta av tí kreativa ísfjallinum, so lat meg leggja aftrat, at umframt tey nevndu hava hesi skapt Lykkenborg: Búi Rouch var hjálparleikstjóri og koreografur, Bergtóra Patursson var kanningarráðgevi, Anna Kristin Bæk gjørdi búnar og pallmynd, Benjamin Gaasedal var hjálpari, Beinir Bergson var tøkniligur hjálpari, Tjóðhild Patursson stóð fyri marknaðarføring og Urd Johannesen var framleiðari. Jón Sonni Jensen gjørdi ta fínu skránna, sum Føroyaprent prentaði. Takk fái tey øll fyri avrikið.
Leikirnir hjá DFC eru (eins og leikirnir hjá GUT/productions, TVAZZ o.ø.) listaligar gávur til føroyingar, sum eiga at hava bestu umstøður til at pakka hesar gávur út og uppliva tær til gaman og álvara. Hesir leikir eru merktir av sjáldsomum listaligum relevansi og integriteti, samanhangi millum form og innihald og eru nýhugsandi samstundis sum teir eru lættir at fata. - Og jú, tað er ivaleyst eitt sindur ófestligt soleiðis at koma sum ketta burturúr høvdatrogi við leiklistastríðnum, men hevði verið skeivt at latið vera, tá hetta jú verður nevnt í leikskránni. Tað ger leikstjórin, Búi Dam, sum er skiljandi beiskur, tá hann lýsir ta av sonnum ignorantu viðferðina, sum ónøgdin hjá meirilutanum av yrkislistafólkunum í Føroyum fekk frá fyrrverandi mentamálaráðharranum, ið skýrdi hana at vera klandur um smálutir. Men okkurt er eyðvitað broytt síðan leikskráin varð skrivað og ein kvinna er nú forfólk fyri almenna mentanarøkinum her á landi. Tað hevði verið ynskiligt um skipað kundi verið fyri onkrum slagi av uppbyggiligum brúgvararbeiði millum okkara (einasta almenna leiklistainstans) Tjóðpall og tey einastandandi dugnaligu leiklistafólkini í DFCog øðrum leiklistabólkum, so at tey í avtalaðum tíðarskeiðum kunnu sleppa framat at spæla á Tjóðpallinum - ikki fyri teirra skyld, men okkara alra.
Brandur Patursson í Víngarðinum - vernissage og speglingar
/Leygardagin 1.apríl læt framsýning við glasverkum hjá Brandi Patursson upp í Víngarðinum. Nógv fólk vóru til vernissage og tað var bæði hugaligt og hugnaligt - ikki minst tí várið hevði valt sær júst hendan dagin til sína mikið eftirstundaðu komu. Á framsýningini eru fimm glasverk, sum víðka um rúmið, har tey hanga. Listamaðurin leggur dent á speglingar og gjøgnumskygni. Í sambandi við innrammaðar myndir, ynskja tey flestu, at sonevnt museumsglas verður brúkt til tess at tálma og avmarka speglingar í glasinum. Brandur Patursson fer øvutan veg við sínum glasverkum, sum í stóran mun snúgva seg um og dyrka speglingina. Speglingar eru eitt høvuðsevni í listasøguni frá renesansuni og fram - eitt tað kendasta dømi er dupultportrettið hjá Jan Van Eyck av Arnolfinihjúnunum, har spegilin hevur bæði bygnaðarligan og symbolskan týdning. Tann mótsetningsfegna barokklistin bæði dyrkar og ræðist speglingina, tí fáfongd er ikki bara syndafull, hon er eisini vandamikil. Tað síggja vit púra greitt í myndum av Narcissus, sum Caravaggio málaði glataðan, forelskaðan í síni egnu spegilsmynd. Tann myndin er parafraserað ógvuliga ofta - longu Artemesia Gentilleschi brúkti hana í síni sjálvsmynd - sjálvsmyndir eru jú frammanundan eitt slag av speglingum. Speglingar og spegilsmyndir síggjast í hópatali í romantiskari og modernaðari list, har tað bæði kann snúgva seg um ævinleika og tað dupulta menniskja sum í kendu myndini hjá Picasso av gentuni, sum í speglinum sær øðrvísi kompleks og melankolsk út. Í teirri glitrandi popplistini er speglingin sjálvsagdur lutur - tað upplivdu vit herfyri í Palazzo Strozzi, tá Jeff Koons framsýndi har og hansara nokk so larmandi amerikansku standmyndir fingu dýpd ella ein djúpari týdning av tignarligu staðsetingini. Í samtíðarlistaverkinum hjá Brandi Patursson tekur speglingin á sama hátt áskoðaran við inn í myndarúmið og ger okkum til part av verkinum. Glasverkini hjá Brandi bera brá av nógvum hita - tað gera tey bæði ítøkiliga, tí glaslist jú krevur nógv hitastig. Men kenslan av hita kemst eisini av heita, gula og reydliga litspektrinum eins og hon er knýtt at strukturunum í glasinum, ið minnir um tiðnað tilfar, um grótbræðingar, smeltað gull og onnur mineral. Okkurt slag av náttúru er tað, men kortini eitt øðrvísi slag av landslagslýsing, sum eins væl kundi verið langt úti í rúmdini, sum tað kundi verið djúpt inni í okkum sjálvum. Framsýningin hongur umleið ein mánað og er opin fríggjadag og leygardag og eftir avtalu. Samrøðan við listamannin 14.4 er tíverri avlýst.
Kinna Poulsen
Brandur patursson - brotmynd
ferniseringshugni
brandur patursson
brandur patursson
jan van eyck
caravaggio
artemesia gentilleschi
picasso
jeff koons
BRANDUR PATURSSON Í VÍNGARÐINUM
/Leygardagin 1.apríl klokkan 15-17 letur ein forkunnug framsýning upp í Víngarðinum við nýggjum verkum hjá Brandi Patursson.
Brand Patursson kenna vit kanska serliga fyri hansara ljós- og videolist, har hann sameinir glasskulptur við ljós og video - eitt nú varð hansara verk, Lívrunnið landslag (2019) framsýnt í Listasavni Føroya og sama verk var millum innkeypini av føroyskari list, sum Ny Carlsbergfondet herfyri handaði Listasavninum. Í 2018 valdi Mentanargrunnur Føroya at veita Brandi trý ára listafólkaløn m.a. við teirri grundgeving, at listamaðurin hevur skapandi megi á høgum stigi og at hansara listaligu avrik vísa, at hann er í støðugari menning og hevur djúptøknan kunnleika til tilfarið, sum hann arbeiðir við.
Til framsýningina í Víngarðinum hevur Brandur Patursson skapt glasverk, sum víðka um rúmið, har tey hanga. Listamaðurin leggur dent á speglingar og gjøgnumskygni við litaðum gulum og reyðum filtrum. Í sambandi við innrammaðar myndir, ynskja tey flestu, at sonevnt museumsglas verður brúkt til tess at avmarka speglingar í glasinum. Brandur fer øvutan veg við sínum glasverkum, sum í stóran mun snúgva seg um spegling. Speglingar eru eitt høvuðsevni í listasøguni frá renesansuni og fram - eitt tað kendasta dømi er dupultportrettið hjá Jan Van Eyck av Arnolfinihjúnunum, har spegilin hevur bæði bygnaðarligan og symbolskan týdning.
Í samtíðarlistaverkinum hjá Brandi Patursson tekur speglingin áskoðaran við inn í myndarúmið og ger okkum til part av verkinum. Glasverkini hjá Brandi bera brá av nógvum hita. Hetta kemst partvíst av heita, gula og reydliga litspektrinum, men er eisini knýtt at strukturunum í glasinum, ið minnir um tiðnað tilfar, um grótbræðingar, smeltað gull og onnur mineral. Okkurt slag av náttúru er tað, men kortini eitt øðrvísi slag av landslagslýsing, sum eins væl kundi verið langt úti í rúmdini, sum tað kundi verið djúpt inni í okkum sjálvum. Kinna Poulsen kurateraði framsýningina, sum er tann 20. listaframsýningin í Víngarðinum.
Spegil, spegil á vegginum hongur…
/BRANDUR PATURSSON Í VÍNGARÐINUM
Tann ónda drottningin, sum í ævintýrinum um Snjóhvítu altráð hyggur í spegilin, ger tað væl vitandi um, at tíðin arbeiðir ímóti henni. Hon stúrir um, at hon ein dag ikki verður tann vakrasta í landi og ríki og soleiðis er hjá okkum øllum um vit stúra ella ei, at tíðin so líðandi fær ungdómsvakurleikan at følna. Tað vil siga; soleiðis plagdi tað at vera. Á sosialu miðlunum finnast nú appir, sum kunnu bøta uppá tann eftir øllum at døma ótolandi ljóta veruleikan, so at vit í allar ævir kunnu vera vøkur og órukkað við hvítum tonnum í tí nýggja fartelefonspeglinum.
Leygardagin 1.apríl klokkan 15-17 letur ein forkunnug framsýning upp við nýggjum verkum hjá Brandi Patursson í Víngarðinum. Brand Patursson kenna vit kanska serliga fyri hansara ljós- og videolist, har hann sameinir glasskulptur við ljós og video - eitt nú varð hansara verk Lívrunnið landslag (2019) framsýnt í Listasavni Føroya og tað var millum tey verkini, sum Ny Carlsbergfondet herfyri keypti til Listasavnið. Í 2018 valdi Mentanargrunnur Føroya at veita Brandi trý ára listafólkaløn m.a. við teirri grundgeving, at listamaðurin hevur skapandi megi á høgum stigi og at hansara listaligu avrik vísa, at hann er í støðugari menning og hevur ein djúptøknan kunnleika til tilfarið, sum hann arbeiðir við.
Til framsýningina í Víngarðinum hevur Brandur Patursson skapt glasrelieff, har hann leggur dent á speglingar og gjøgnumskygni við litaðum filtrum. Í sambandi við innrammaðar myndir vilja tey flestu hava museumsglas við so avmarkaðum speglingum sum møguligt. Brandur fer øvugtan veg við sínum glasverkum, sum í stóran mun eru um spegling. Í hesum førinum snýr tað seg ikki um narcissistiskar speglingar við einum sløttum, einsháttaðum vakurleikaideali í huga. Áskoðarin kann hinvegin uppliva løgnar ella ørkymlandi variasjónir av sær sjálvum, tá hon ella hann gerst partur av verkinum í speglingini.
Heiðrikur á Heygum KJØT
/Heiðrikur á Heygum framsýndi í novembur til januar framsýningina, "Kjøt" í Toronto. Nú er framsýningin komin til Føroya, og letur upp fríggjadagin kl. 15.00 í Müllers Pakkhúsi.
Talan er um stórar vatnlitsmálningar, har Heiðrikur á Heygum hugleiðir um kjøt, og hvussu vit royna at skilja kjøtið frá djórinum: "Í flestu londum verða djór dripin og slaktaði handan stongdar dyr. Vit skræða skinnið av teimum, og skifta tað út við glampandi plastikk. Reinsa kjøtið, so alt sær snotiligt út og tryggja at tað er uttan blóð, so tað ikki vekir nakað samvitskubit. Flest øll stórbýarfólk hava óivað sæð djórið í veruleikanum, og seta tað bert í samband við teirra yndiskjøt á navnaskeltinum í frystaranum. Er tað seyða-, apu- ella menniskjakjøt? Hvør er munurin? Tað er alt kjøt. - Hesir vatnlits- og gouachemálningar eru av kjøti frá føroyskum seyði, ið bøndur hava flett, pakkað og síðani selt á alnetinum”.
Framsýningin letur upp fríggjadagin 31. mars kl. 15.00 - 18.00, og er opin hvønn dag fram til 9. apríl.
Væleydnað sjónvarpsrøð um at vera ella ikki at (vilja) vera tjóð
/Hóskvøldið var triði og í hesum umfari seinasti partur av røðini O, móðurlandið sendur í sjónvarpinum og eg má siga, at eg gleði meg til at síggja restina av røðini, sum Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam hava lagt til rættis fyri Kringvarp Føroya.
Sendirøðin hevur longu íbirt kjak, lesarabrøv og viðmerkingar. Tað er í sær sjálvum frálíkt og kanska eisini væntandi, tí evnið um støðuna hjá Føroyum í danska ríkinum er óavklárað og politiskt eymt – einhvør tílík viðgerð verður av sær sjálvum til eina politiska lakkmusroynd - hugburðurin til sendirøðina avdúkar um mann er fyri ella ímóti føroyskum fullveldi/sambandi við Danmark.
Kjakið vakti mítt forvitni at síggja sendingarnar, sum eg av praktiskum áðum ikki hevði sæð. Havi nú hugt at øllum trimum pørtum og skilti serliga at byrja við hví tjóðveldisfólk tykjast nøgd, meðan javnaðarfólk og serliga samríkjasinnað eru meira afturhaldin ella beinleiðis fratør um sendingarnar.
Tjóðskaparligi grundtónin er eyðsýndur t.d. tá tað í fyrsta parti, To be or not to be verður staðfest, at: ”Hitt livandi ljósið, ið kyndi undir tjóðskaparkensluna, ið flutti okkum so langt fram á leið tykist onkursvegna niðurbrunnið og útkólnað í gjóstrinum av tímiligari vælferð” – Har er almikið patos í myndamálinum við religiøst klingandi associatiónum, men lygn er tað ikki, at viljin til nationalt sjálvbjargni tykist meira ella minni horvin í okkara samfelagi, sum í dag er ríkari enn nakrantíð. Og júst henda sannroynd er eisini grundin til, at eg haldi sendingarnar vera góðar. Tí tær eru progressivar ella vendar í móti verandi støðu og provokerandi og tað skulu tær eisini vera – okkum tørvar ikki fleiri lýsingar av status quo ella av søguliga tjóðskaparstríðnum. Tað er vælgerandi við eini tílíkari sending, sum kann fáa okkum eitt petti upp úr sofuni. - Og mann kann jú sissa tey konservativu við at vísa á søguna, sum verður søgd – tí út frá hesari, so hendir neyvan meira enn akkurát tað, at vit ressast og skeldast eitt sindur uttan at nakað sum helst hendir meira enn tað.
Í sjónvarpsrøðini verður tjóðskapartíðin og víðari menningin av Føroyum lýst við denti á viðurskiftini við Danmark og á danska stýrið. Nógvir stuttligir og áhugaverdir gamlir filmsstubbar verða vístir frá drottningavitjanum o.ø, men tú ivast ongantíð í, at hetta er ein nýggj sending og tað er gott. Tað hevur týdning hvørjar fatanir, vit í okkara samtíð hava til støðuna. - Í hesum sum í som ongum øðrum er listin okkara grundarlag, føroysk tjóðskaparmál snúgva seg fyrst og fremst um málið, kvæðini, skaldskap av mannamunni og síðani tjóðskaparyrkingarnar. Sendingarnar byrja allar við listini við vøkru myndunum, sum franski listamaðurin Barthélemy Lauvergne gjørdi á rannsóknarferð í útnorði við korvettini La Recherche í 1839, og við yrkingini hjá H.A.Djurhuus, Hetta landið er mítt, sum Eivør Pálsdóttir tulkaði yndisliga á útgávuni Ung um aldamótið í 1999. Bæði myndir og yrking tykjast vald við beráddum huga og staðfesta mikla tjóðskaparkenslu og hugna samstundis sum okkurt skurrar.”Hetta landið er mítt/hetta landið er títt/ sum tað liggur í havi so fagurt og frítt”. - Tað hoyrist á teirri nærum barnsliga klingandi endurtøkuni hjá Hans Andriasi, at yrkt verður ímóti veruleikanum og eini varhuga av, at landið hvørki er mítt ella títt, ei heldur frítt í merkingini frælst altso, men jú pent er tað - um tað sjáldan sær heilt so friðsælt út sum á myndunum hjá Lauvergne.
Í sendirøðini verður tjóðskaparmálið lýst søguliga eins og ymiskar grundir til verandi støðu verða viðgjørdar av ymsum frøðingum. Ein mannfrøðingur tosar um hvussu vit gjøgnum eyguni á ferðafólkum síggja okkara heimland við nýggjum meira positivum eygum, ein sálarfrøðingur lýsir ta føroysku typuna sum konservativa og heldur, at vóru tað danir, sum búðu í Føroyum, hevði landið fyri langari tíð síðan tikið fullveldi. Lýsingarnar hjá bæði frøðingum og teimum ymsu heimildarfólkunum annars eru lættar at skilja eisini hjá leikfólkum uttan servitan um tað ymiska.
So eru vit á Vaglinum á ólavsøku, tá øll eru so eviga tjóðskaparlig, men altso mest í vertskapi og kanska mest hasa einu ferðina um árið. Møguliga fer onkur í næstum at harmast um, at ein føroyingur luttekur í Eurovision undir donskum flaggi. Men út yvir tílík symbolpolitisk herðindi hevur meirilutin at síggja til einki fortreð av at sigla við einum slagi av tjóðskaparligum hentleikaflaggi uttan um sínámillum ábyrgdir, sum eru vanligar hjá tjóðum kring allan heim. Bókmentafrøðingurin samanber ríkisrættarligu støðuna við Ísland og Grønland og staðfestir hvussu lítið í grundini er hent í Føroyum, søgufrøðingurin endurgevur ein danskan søgufrøðing, sum heldur, at í Føroyum eru øll sjálvstýrisfólk, spurningurin er bara um tað skal vera við ella uttan danskar pengar og so eru vit í hesum ótýdliga, sum ger sendingarnar ótespiligar fyri summi.
Serliga ófjálgur er annar partur í sendirøðini. Vit kenna flest øll til ræðuliga atburðin hjá donsku kolonimaktini í Grønlandi, men hetta gerst serliga óbehagiligt at skoða, tá tað verður sett upp móti framferðini hjá einum av føroysku fólkatingsumboðunum sum óhóskandi apologet fyri Danmark. Tað var tá hann herfyri rættleiddi grønlendska fólkatingsumboðið fyri at brúka hugtakið ”fólkamorð” um donsku framferðina í Grønlandi. Tað gjørdi hann kanska í uppbyggiligari góðari meining fyri at styrkja samstarvið í ríkisfelagsskapinum og kanska fyri at koma sínari partakonu, statsministaranum til hjálpar, men tað kann ongantíð vera okkara uppgáva, ei heldur okkara pláss soleiðis at skerja grønlendska fólkatingsumboðið og hennara eyðsædda rætt til gera vart við seg. Tílík føroysk tjóðskaparlig nullpunkt, sum geva einum hug at grava seg niður, eru tað fleiri av í sendirøðini, t.d. tá føroyingar atkvøða fyri, at Danmark skal varðveita Vesturindia osfr.
Lýsingin av ábyrgdarleysa atburðinum í fýrsunum er heldur ikki stuttlig, tó at hon er æviga viðkomandi, tiverri. Eri tó eitt sindur troytt av, at ábyrgdin altíð verður strekt út um tær ovaru stættirnar og allan vegin niður yvir teir lægstu inntøkubólkarnar, soleiðis at øll – eisini tey, sum yvirhøvur einki fingu burturúr ovurhitaða búskapinum í fýrsunum fáa ábyrgd og skuld. Í triðju sendingini verða vit øll somul sostatt løgd undir at standa fyri fíggjarligu dekadansuni og ábyrgdarloysinum í 80´unum. - Soleiðis er mytan um fýrsini blivin, at vit øll mugu boyggja høvur í kollektivari skomm yvir okkara óvanliga, ja ócalvinistiska marglætisatburð hetta tíggjárið. Tað er typiskt føroyskt at vera fordømandi og skammast um sonevndan ólevnað, sum aðrastaðni er ein natúrligur partur av at vera til. Eg kendi fleiri einligar mammur hesi árini, sum máttu venda hvørjari krónu og ógvuliga sjáldan høvdu ráð at fara út í tað, sum ein yrkjari í sendirøðini lýsir sum eitt stórt føroyskt veitsluhald. Øll vóru bara ikki boðin við í hasa veitsluna. Í Hoydølum lósu vit í miðfýrsunum edrúiligar og skilagóðar frágreiðingar um ovurhitaðan búskap – ja, tað var í roynd og veru evnið, sum undirritað kom upp í til próvtøku í samfelagsfrøði í 1988, fýra ár áðrenn Føroyar fór á húsagang. Tað vóru als ikki allir føroyingar, sum vóru við uppá, stóðu fyri ella vunnu pengar av ábyrgdarleysa atburðinum. Eisini hesa ferð var tað ein ótespilig alliansa millum vinnuna og politiska stýrið, sum fyrilitarleyst fór eftir fíggjarligum vinningi. Tað var ússaligt og jú, eri greið yvir, at vit hava fólkaræðið í Føroyum og tað er kanska tað strævnasta við hesum sendingunum, at líka mikið hvussu nógv vit kunnu semjast um, at danin er fanin og hvussu ofta danska kongshúsið er sent higar at slætta sjógv, so verður ábyrgdin verandi okkara.
Tað er alt annað enn hugaligt ferð eftir ferð at muga staðfesta, at høvuðsorsøkin til vantandi menning ella vilja til at taka fulla ábyrgd botnar í okkum sjálvum og internum ósemjum um alt hugsandi og óhugsandi. -Saman at halda var ei okkum givið og vit vilja heldur hava útlendingar at ráða enn vit vilja lova grannanum framat. Sum søgufrøðingurin staðfestir, so vilja vit øll sjálvstýri, men vilja tað ikki kortini. Tað paradoksið kann mann útleggja sum mann vil meðan vit halda fram við at vera í einari óavkláraðari støðu, sum okkum eftir øllum at døma hóvar best, har vit sleppa okkum undan ymsum skyldum sum aðrir av heimsins borgarum mugu taka sær av, samstundis sum vit hava allar møguligar fíggjarligar fyrimunir. - Tað verður spennandi, men neyvan bara stuttligt at síggja tær komandi tríggjar sendingarnar við vónandi fleiri skilakonum umframt skilamonnum til staðar.
Ingi Joensen 70
/Samrøða við Inga JOensen: https://kvf.fo/netvarp/uv/2023/02/07/ingi-joensen-fotolistamaur
Í dag fyllir fotolistamaðurin og grafikarin Ingi Joensen 70 ár. Ingi er útbúgvin á Danmarks Designskole. Fyrst í fýrsunum flutti hann heim aftur til Føroya og byrjaði egið grafiskt virki. Sum grafikari hevur hann lagt eina ørgrynnu av bókum og prentlutum til rættis. Sum fotolistamaður hevur Ingi ofta arbeitt við svarthvítum, viðgjørdum littónaðum fotomyndum, hetta er t.d. galdandi fyri kendu myndina hjá honum á permuni á Ung 85 plátuni av einari ungari kvinnu í føroyskum klæðum framman fyri pylusvognin á Vaglinum á ólavsøku - hetta var Jónvør, kona hansara, sum hann hevur tikið fleiri myndir av, ein teirra var við á framsýning í Víngarðinum (sí niðast her á síðuni). Bøkur við myndum hjá Inga Joensen eru Reflektión frá 1992 og Støð, støður við teksti hjá Gunnari Hoydal frá 2007. Í 2015 hevði hann ta einastandandi fínu framsýningini Í Kerinum 40 í Norðurlandahúsinum. Listasavnið eigur hesar myndirnar og framsýndi nakrar teirra herfyri á serframsýningini ”Heimstaðurin”.
Seinastu tíðina hevur Ingi Joensen sum nevnt havt eina framsýning í Víngarðinum í Havn við eini røð av svørthvítum fotomyndum Fram um alt eru hesar myndir grafiskar, merktar av horisontalum og vertikalum linjum, ið skilmarka myndarúm og kompositión. Ofta kyknar eitt tómrúm millum myndaliðirnar, har áskoðarin hevur møguleika fyri sjálv/ur at leggja sína egnu hugsan í tað, mann sær; millum tær dekorativt staðsettu gæsnar og dúnmjúka skýggið uppi yvir teimum er til dømis pláss til onkran hugfarsligan, kanska enntá skemtiligan tanka. Hetta sama hendir millum hjólið og tær hangandi fiskagreipurnar uppiyvir í miðgrundini í einari mynd, men bara inntil tú gerst varug við sjálvar fjalarnar í vegginum í bakgrundini – tá er tað eins og hetta tilfarið trínur fram og gerst sjálvur kjarnin í myndini. Gevur tú tær tíð at hyggja, er tað eins og tílíkir smáir støkkir og undantøk geva rúm fyri umhugsan nógvastaðni – t.d í teirri einu myndini yviri við strond, haðan vit síggja ikoniska útsýnið yvir á Nólsoynna oman fyri eitt stik í forgrundini við trimum pelum, harav tann í miðjuni er brotnaður og hetta lítla frávikið í einum at síggja til regluføstum myndbygnaði, tendrar í upplivingina av myndini, sum kann tulkast allar møguligar vegir. Hjartaliga til lukku á føðingardegnum, Ingi Joensen.
Klótan er fullgjørd
/Loksins er Klótan fullgjørd - monumentala listaverkið hjá Hanna Bjartalíð á Glasi er ein trækúla, ið sær út til at vera dottin av mánanum, har hon stendur á fjórðu hædd miðskeiðis í miðrúminum á Glasi. Listaverkið hjá Hanna Bjartalíð er gjørt við støði í bygninginum, sum er rundur. Tað er sera áhugavert at síggja Hanna Bjartalíð arbeiða so mikið monumentalt sum hetta. Tað ger hann ov sjálvdan. Yvirhøvur hendir tað alt ov sjáldan, at tílíkar standmyndir, sum bróta frá vanligu naturalistisku menniskjalýsingini, verða settar upp í almenna rúminum her á landi. Um mann sær verkið úr eini ávísari frástøðu er tað rættiliga konkret og kúluskapað, men jú nærri tú kemur, tess betur síggjast øll tey vøkru avvikini og tey mongu smáu træpettini, pinnar og kílar, sum eru sett saman til tess at mynda eina vakra heild. Tá vit eru komin heilt tætt síggjast smá kaghol, har mann kann síggja kúluna innan. Verkið er nakað broytt í mun til upprunaligu ætlanina. Tá ætlaði listamaðurin at hava ymiskt ljóð og lutir inni í Klótuni, men listaligi arbeiðshátturin hjá Hanna Bjartalíð er tilgongdarmerktur og hann er í síni tilgongd komin fram til eina einfaldari loysn, har sjálvt skapið á standmyndini uttan og innan verður aðalmálið. Hetta er stórarbeiði og eitt høvuðsverk í føroyskari samtíðarlist. Eg seti nakrar myndir inn her frá, tá vit í vikuni vóru á Glasi og hugdi at Klótuni saman við listamanninum.
Altjóða yrkingadagur
/Í dag, 21.mars er altjóða yrkingadagur. Tað feira vit á Listaportalinum við nøkrum góðum yrkingum úr tveimum nýggjum bókum frá Sprotanum hjá ávikavist Maluni Poulsen og Tóroddi Poulsen, ið tó at tey hava sama eftirnavn eru sera ymiskir yrkjarar. Hjúpuljóð er triðja útgávan hjá Maluni, meðan HEITI er bók nummar 47 frá Tóroddi. Báðar bøkurnar eru góðar á hvør sín hátt og vakrar – Hanni Bjartalíð gjørdi steinprentið á ljósareyðu permuni hjá Maluni Poulsen og Tóroddur Poulsen gjørdi vatnlitsmálningin á síni egnu gulu bók.
Í eini yrking sum hesari her undir verður hugasamband knýtt millum eina sansaliga uppliving í núinum, at sólin stavar inn, spæl í barndóminum og ein komandi deyða, sum býr í turrisligu staðfestingini um at vera úti, um mann nertur sprossarnar. - Tað verður mann jú noydd til ein penan dag. Ein einføld og vøkur yrking, sum fangar alla tilveruna í fáum reglum. Huglagið er meira uppøst, meira fysiskt í passioneraðu yrkingini um borar, ið duka í túninum, men eisini her er perspektivið eksistentielt um menniskjans leiklut í stokkuta jarðarlívinum.
sólin sendir geisla sín
langt inn í rúmið
vindeygað speglað
ljósir ferhyrningar á døkkum gólvi
sum tú lakkar paradis í
nertur tú sprossarnar
ert tú úti
borar duka
í túnum
og vit eru kílar
av kjøti og blóði
víðka sprungurnar
fylla opini
festa róttræðrir
rotna og taða
hetta glopruta lendið
Yrkingarnar hjá Tóroddi kunnu á sama hátt nerta tað eksistentialistiska, umframt at tær ofta snúgva seg um barndóm og skapan. Í summum førum eru yrkingarnar eitt sindur torskildar og skulu lesast nakrar ferðir og her skal mann kanska minnast til ikki at lesa ov skjótt ella effektivt, finna symboltýdningar og so liðugt, tí tað gevur lítla og onga meining. Heldur kunnu vit hugsa eina yrking sum eina surrealistiska mynd har vit góðtaka, at tingini kunnu hava fleiri týdningar í senn. Lýsingin av gamla vrakinum við ýlandi harmonikuni er sera myndríkt, tú sært yrkingina fyri tær sum eina pallmynd og kanska er tað skaldið, sum er tann gamla harmonikan, ið ikki fæst at tiga saman við øllum okkum tigandi. Yrkingin snýr seg um at yrkja, men inniheldur eisini eina greining av politisku støðuni í okkara samtíð.
ódnin av orðum
ger lítla nyttu
tá hon ikki
fær vrakið at tala
men afturi á hekkuni
liggur ein harmonika
og ýlir sum eitt barn
ið ikki sleppur út at spæla
hetta vrakið sum hevur
staðið á landi
longur enn nakar okkara
hevur verið á sjónum
nú seti eg hol á orðini
so yrkingin fær anda
saman við teimum sum
fáa íblástur í rottangunum
hesir gráu krónusýtarar
sum nú eru turrgeldir
putinfjepparar sum elska
at síggja ortodoxar
vodkaprestar
hálova deyðanum fyri
tí komandi kanónføðini
hoyr klokkurnar
sum reka okkum inn
í eina tvingaða tøgn
vit eru øll
partur av einum parti
vit langt síðani
hava slitið av okkum
Hygg eftir skrúvuni
sum liggur burtur frá vrakinum
og sær út sum hon heldur
at stjørnurnar á himni
síggja so tystar út
Sólárið - 1983
/Sannur rómur var í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið áðrenn 40 ára jubilæumskonsertina hjá Føroya Symfoniorkestri. Har stóð eitt heilt herlið av ungum fúsum monnum og blandaðu gin&tonic og skonktu vín og boblur, sum spentir áhoyrarar kundu keypa sær. Men talan var eisini um eitt heilt serligt veitslukent kvøld og høvi at feira bæði Norðurlandahúsið og Føroya Symfoniorkestur á teirra 40 ára degi, samstundis sum vit skuldu taka ímóti einari spildurnýggjari føroyskari symfoni - hetta er sum kunnugt ikki hent ofta í heimssøguni síðani fyrsta symfoniin, Oceanic Days hjá Sunleif Rasmussen í 2000 varð framførd av íslendska symfoniorkestrinum undir leiðslu av Bernhardi Wilkinson, sum leygarkvøldið enn einaferð stóð sum drangur í brimi og leiddi øll tey framførandi trygt og væl gjøgnum tvey sera ymisk tónlistaverk.
Sirið Stenberg, landstýrskvinna í almanna- og mentamálum helt eina hugfarsliga røðu, sum sendi áskoðararnar fjøruti ár aftur í tíðina til árið 1983, tá nógv áhugavert hendi í føroyska samfelagnum, tá kelduskattur var innførdur osfr. Tá var undirritaða fimtan ár og eg minnist serstakliga væl nýggja Norðurlandahúsið, hvussu flott tað var og hvussu priviligeraða mann føldi seg, at sleppa at syngja har - tá var tað eisini eitt nýskrivað verk; Jesus og Makedonarin hjá Paula í Sandagerði og Sigmund Poulsen, sum skuldi framførast. - Einki kemur av ongum - leygarkvøldið vóru vit mong í Norðurlandahúsinum, sum sendu ein takksaman tanka til hugsjónarfólk og tónleikarar, sum løgdu lunnar undir ómissandi mentanarstovnar sum Musikkskúlan, Norðurlandahúsið og Føroya Symfoniorkestur.
Høllin í Norðurlandahúsinum var leygarkvøldið latin upp heilt inn í Klingruna sum tey plaga at gera í sambandi við nýggjárskonsertirnar og við tað, eg sat á rekkju N var eg stødd heilt afturi á Klingrugólvinum. Sjálvandi má mann bara fegnast um, at tað ber til at samla so nógvar áhoyrarar eitt leygarkvøld í Norðurlandahúsinum. Tí nú er so nógv meira at fara til enn tað var fyri fjøruti árum síðani. Men eg má siga, at stóra frástøðan til pallin minkaði tað stórfingna Symfoniorkesturljóðið – onkra løtu var tað fyri mær eitt sindur sum sat orkestrið og spældi í eini lítlari svávuldós. Tá er tað, at mann fer at illneitast inn á øll møgulig óljóð í rúminum - host og snýs og lynlás, men tá so solisturin, italska Francesca Dego fór í gongd við at spæla, gloymdi mann alt annað so sannførandi væl spældi hon og orkestrið við. Dynamiskt, vakurt og kontrollerað. Slíkar gyltar løtur er tað ikki bara tey framførandi, sum gera sær ómak, men eisini vit áhoyrarar, ið sita sum á nálum. Sum skilst hevur Francesca Dego vunnið sær stóra viðurkenning úti í heimi og er í dag ein av mest umbidnu violinleikarum á internationala tónleikapallinum. Tað merkist og tað er flott at uppliva hvussu Føroya Symfoniorkestur væl og virðiliga megnar at liva upp til høga støðið.
Eftir steðgin prátaði Ólavur Jakobsen við tónaskaldið, Trónd Bogason – tað var eitt stutt viðtal í løttum tóna, sum fleiri ferð fekk áhoyrarnar at bresta út úr at flenna og tað er kanska ikki so galið at lætta um hátíðarliga stemningin. Eg kundi tó hugsað mær at hoyrt eitt sindur meira um til dømis hvussu tónaskaldið hevur brúkt yrkingina Sólárið hjá Paul Celan í síni symfoni. Tróndur Bogason hevur sjálvur týtt yrkingina og greiddi áhugavert frá um hana. Tróndur hevur sjálvur og saman við øðrum luttakarum á konsertini verið í fleiri útvarpssendingum seinastu vikuna, har dentur einamest hevur verið lagdur á hvussu merkiligt tað er, at symfoniin hjá Tróndi er myndað av tveimum symfonium, sum skulu framførast í senn, har tvey ymisk tónarúm skapa eitt triðja. Tað er helst hendan miðlingin av verkinum, sum er ein orsøk til, at eitt tað fyrsta eg hugsaði um verkið var, at tað ikki ljóðaði serliga løgið, men tvørturímóti tóktist vakurt, hugtakandi og samanhangandi.
Hetta við at seta tveir ymiskar partar saman og fáa okkurt triðja burturúr er ein strategi innan fyri samtíðarlist og modernismu, har mann sær eitt listaligt poeng í ymsum sløgum av ørkymlan og desorientatión. Hjá Tróndi Bogason hevur hetta verið ein aðaltanki í mongum av kórverkunum, hann skrivaði til kórið Mpiri heilt afturi í síðstu øld og eftir aldarskiftið. Kórverkið ÐQ við teksti eftir Niels Una Dam var soleiðis gjørt, at tær ymisku røddirnar sungu á ymiskum málum í senn. Verkið Babel frá 2008 hevði sama brá av samtíðarligheit og var sett saman av fleiri verkum, ið vóru framførd samstundis. Áskoðarin kundi spáka millum ymisk støð/høli har trý ensemble spældu tey ymisku verkini.
Tað serliga við symfoniini hjá Tróndi Bogason er stílsamanbresturin við tað, at Symfoni nr.1 tekur støði í klassiskum stíli meðan Symfoni nr.2 er meira samtíðarlig og alternativ - á heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum verður hesin parturin kallaður fyri ein antifonala. Anti merkir ímóti og kann sostatt allýsast sum ein avantgarduformur, ið verður skaptur upp ímóti teirri siðbundnu symfoniini - danska tónaskaldið Pelle Gudmundsen Holmgreen skrivaði í 1977 eitt verk, ið kallast Symfoni Antifoni. Árinið av samansetingini í verkinum hjá Tróndi Bogason er filmsligt og gav hugasamband við alt millum himmal og jørð – í byrjanini sá eg fyri mær onkra hugnaliga salong í Titanic við múgvandi, væl klæddum ferðafólkum, sum hugnaðu sær við vøkrum tónleiki afturvið og so BUMM er ísfjallið brádliga har og ein varhugi av onkrum ófrættakendum, sum vendi aftur fleiri ferð. Ein varhugi av, at okkurt nýtt er í ferð við bróta seg fram. Tað er sera hugtakandi. Symfoniin ljóðaði sera væl og var sum nevnt meira samanhangandi og minni løgin enn eg hevði roknað við. Har vóru nokk so drúgvar melodiøsar passasjur, har samtíðarljóðini bara stungu seg fram viðhvørt sum suð ella pling og stuttligur polyrytmiskar gongdir millum einstaklingar og orkestur. Orkestrið spældi sum heild serstakliga væl - tað tóktist sum um tónleikararunum dámdi symfoniina. Í klassiska partinum var tað stuttligt at uppliva hvussu strúkararnir ordiliga vóru í essinum, meðan teir spældu og tað sama vóru blásararnir, tá teirra løta kom seinni og teir sluppu framat við onkrum, sum minti um eitt tableau úr gomlum tíðum við veiðiliði, reiðingarrosum, veiðilúrum og hundum og Wagner – her tóktist tað sum um tónaskaldið hevur havt tað eitt sindur stuttligt við stílsløgunum. Sjálvt um kórparturin bygnaðarliga tóktist eins og eitt slag av einum appendiksi ella onkrum, sum er lagt aftrat omaná verkið, dámdi mær sera væl, tá kórið sang og yrkingin hjá Paul Celan var framførd nokk so einfalt og greitt og eitt sindur metalliskt við mikrofonum haldi eg – í hvussu er hoyrdi eg sera væl tann partin og kendi málið á onkrum serliga mælskum kórsangarum heilt aftur til har eg sat.
Her gongur ógvuliga nógv fyri seg í teirri flottu nýggju symfoniini hjá Tróndi Bogason og eg gleði meg at hoyra hana aftur í Kringvarpinum, sum lukkutíð tók frumframførsluna upp – fyribils haldi eg, at mann kann staðfesta, at talan er um eina væl eydnaða symfoni bæði tí hon er bygd á eitt áhugavert formligt hugskot, men eisini tí at tónaskaldið dugir síni ting, hevur realistiskt atlit til sínar møguleikar, sínar tónleikarar, sangarar og dugir at brúka hesar til fulnar. Áðurnevndi Gudmundsen-Holmgreen fekk í 1980 Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri verkið Symfoni Antifoni. Tað hevði verið fantastiskt um Tróndur Bogason varð heiðraður á sama hátt fyri sítt tónlistaliga bragd Symfoni nr 1&2 - Sólárið.
Kinna Poulsen