Klokkan seks í kvøld – tað er í skrivandi stund um hálvanannan tíma – endar framsýningin hjá Heiðriki á Heygum í Müllers Pakkhúsi, Kjøt og eg skundi mær hervið at skriva eitt viðmæli í vón um, at lesarin nær at fáa hesa fínu framsýning við – tað kann ikki vera meira upplagt páskadag millum holdsligan sigur og páskasteikina at spáka sær ein tiltrongdan túr á listaframsýning at skoða kjøtið úr øðrum vinklum.
Framsýningin sendir meg á ferð í huganum aftur í tíðina til generatiónsframsýningina INNRÁS í somu hølum fyri trettan árum síðani, har Heiðrikur sjálvur var ein av teimum ungu høvuðsframsýnarunum saman við øðrum listafólkum úr unga ættarliðnum sum Silju Strøm, Halldis Olsen og øðrum. Eg ummælti ta framsýningina undir yvirskriftini Tey ungu stillu, tí tey larmaðu ikki illa visuelt. Tá sum nú arbeiddi Heiðrikur í stórum pappírformati – tað megnar hann væl; tá var tað tekningar, nú er tað málningar á pappír. Heiðrikur framsýndi hesar myndirnar í fjør í Toronto. Talan er um stórar vatnlits- og gouachemálningar, har listamaðurin hugleiðir um kjøt og hvussu vit royna at skilja kjøtið frá djórinum. "Í flestu londum verða djór dripin og slaktaði handan stongdar dyr. Vit skræða skinnið av teimum, og skifta tað út við glampandi plastikk. Reinsa kjøtið, so alt sær snotiligt út og tryggja at tað er uttan blóð, so tað ikki vekir nakað samvitskubit. Flest øll stórbýarfólk hava neyvan sæð djórið í veruleikanum, og seta tað bert í samband við teirra yndiskjøt á navnaskeltinum í frystaranum. Er tað seyða-, apu- ella menniskjakjøt? Hvør er munurin? Tað er alt kjøt. Hesir málningar eru av ymiskum føroyskum kjøti, ið bóndir hava alið og slaktað, pakkað og síðani selt á alnetinum”.
Myndirnar hanga á vegginum í Müllers Pakkhúsi og eru pallsettar konseptuelt sum hingu tær á einum sláturhúsi við krókum og intermistiskum, men eisini dramatiskum ljóskastarum, við plastikki fyri vindeygu og endaveggin, har trappurnar eru. Úr hátalarunum hoyrist ein ljóðmynd hjá Heðin Ziska Davidsen, ið økir um kensluna av at vera stødd í einum slaktaríi. Tær bestu av myndunum eru ógvusligar, ekspressivar, likamligar og herliga vulgerar á ein hátt, ið ber brá av eiggiligu blómumyndunum hjá Georgia o´Keeffe ella teimum meira ekstremu in your face lýsingunum av kynsgøgnum hjá Lee Lozano. Sjálvt um framsýningin er flott og stemningsfult pallsett, kann eg ivast eitt sindur í civilisatiónskritiska konseptinum - hvussu originalt tað er ella hvussu djúpt tað stingur - men kann við egnum eygum staðfesta, at litføgru verkini eru væl úr hondum greidd og at tað veruliga klæðir Heiðriki at fara upp í stødd og sleppa teymunum, so at verkini sleppa at frígera seg koloristiskt og ekspressivt. Verkini eru betri í veruleikanum enn á smáum skermum - við øðrum orðum: Farið og hyggið, men skundið tykkum!