Brandur Patursson í Víngarðinum - vernissage og speglingar
/Leygardagin 1.apríl læt framsýning við glasverkum hjá Brandi Patursson upp í Víngarðinum. Nógv fólk vóru til vernissage og tað var bæði hugaligt og hugnaligt - ikki minst tí várið hevði valt sær júst hendan dagin til sína mikið eftirstundaðu komu. Á framsýningini eru fimm glasverk, sum víðka um rúmið, har tey hanga. Listamaðurin leggur dent á speglingar og gjøgnumskygni. Í sambandi við innrammaðar myndir, ynskja tey flestu, at sonevnt museumsglas verður brúkt til tess at tálma og avmarka speglingar í glasinum. Brandur Patursson fer øvutan veg við sínum glasverkum, sum í stóran mun snúgva seg um og dyrka speglingina. Speglingar eru eitt høvuðsevni í listasøguni frá renesansuni og fram - eitt tað kendasta dømi er dupultportrettið hjá Jan Van Eyck av Arnolfinihjúnunum, har spegilin hevur bæði bygnaðarligan og symbolskan týdning. Tann mótsetningsfegna barokklistin bæði dyrkar og ræðist speglingina, tí fáfongd er ikki bara syndafull, hon er eisini vandamikil. Tað síggja vit púra greitt í myndum av Narcissus, sum Caravaggio málaði glataðan, forelskaðan í síni egnu spegilsmynd. Tann myndin er parafraserað ógvuliga ofta - longu Artemesia Gentilleschi brúkti hana í síni sjálvsmynd - sjálvsmyndir eru jú frammanundan eitt slag av speglingum. Speglingar og spegilsmyndir síggjast í hópatali í romantiskari og modernaðari list, har tað bæði kann snúgva seg um ævinleika og tað dupulta menniskja sum í kendu myndini hjá Picasso av gentuni, sum í speglinum sær øðrvísi kompleks og melankolsk út. Í teirri glitrandi popplistini er speglingin sjálvsagdur lutur - tað upplivdu vit herfyri í Palazzo Strozzi, tá Jeff Koons framsýndi har og hansara nokk so larmandi amerikansku standmyndir fingu dýpd ella ein djúpari týdning av tignarligu staðsetingini. Í samtíðarlistaverkinum hjá Brandi Patursson tekur speglingin á sama hátt áskoðaran við inn í myndarúmið og ger okkum til part av verkinum. Glasverkini hjá Brandi bera brá av nógvum hita - tað gera tey bæði ítøkiliga, tí glaslist jú krevur nógv hitastig. Men kenslan av hita kemst eisini av heita, gula og reydliga litspektrinum eins og hon er knýtt at strukturunum í glasinum, ið minnir um tiðnað tilfar, um grótbræðingar, smeltað gull og onnur mineral. Okkurt slag av náttúru er tað, men kortini eitt øðrvísi slag av landslagslýsing, sum eins væl kundi verið langt úti í rúmdini, sum tað kundi verið djúpt inni í okkum sjálvum. Framsýningin hongur umleið ein mánað og er opin fríggjadag og leygardag og eftir avtalu. Samrøðan við listamannin 14.4 er tíverri avlýst.
Kinna Poulsen
Brandur patursson - brotmynd
ferniseringshugni
brandur patursson
brandur patursson
jan van eyck
caravaggio
artemesia gentilleschi
picasso
jeff koons