Leygardagin 1.apríl klokkan 15-17 letur ein forkunnug framsýning upp í Víngarðinum við nýggjum verkum hjá Brandi Patursson.
Brand Patursson kenna vit kanska serliga fyri hansara ljós- og videolist, har hann sameinir glasskulptur við ljós og video - eitt nú varð hansara verk, Lívrunnið landslag (2019) framsýnt í Listasavni Føroya og sama verk var millum innkeypini av føroyskari list, sum Ny Carlsbergfondet herfyri handaði Listasavninum. Í 2018 valdi Mentanargrunnur Føroya at veita Brandi trý ára listafólkaløn m.a. við teirri grundgeving, at listamaðurin hevur skapandi megi á høgum stigi og at hansara listaligu avrik vísa, at hann er í støðugari menning og hevur djúptøknan kunnleika til tilfarið, sum hann arbeiðir við.
Til framsýningina í Víngarðinum hevur Brandur Patursson skapt glasverk, sum víðka um rúmið, har tey hanga. Listamaðurin leggur dent á speglingar og gjøgnumskygni við litaðum gulum og reyðum filtrum. Í sambandi við innrammaðar myndir, ynskja tey flestu, at sonevnt museumsglas verður brúkt til tess at avmarka speglingar í glasinum. Brandur fer øvutan veg við sínum glasverkum, sum í stóran mun snúgva seg um spegling. Speglingar eru eitt høvuðsevni í listasøguni frá renesansuni og fram - eitt tað kendasta dømi er dupultportrettið hjá Jan Van Eyck av Arnolfinihjúnunum, har spegilin hevur bæði bygnaðarligan og symbolskan týdning.
Í samtíðarlistaverkinum hjá Brandi Patursson tekur speglingin áskoðaran við inn í myndarúmið og ger okkum til part av verkinum. Glasverkini hjá Brandi bera brá av nógvum hita. Hetta kemst partvíst av heita, gula og reydliga litspektrinum, men er eisini knýtt at strukturunum í glasinum, ið minnir um tiðnað tilfar, um grótbræðingar, smeltað gull og onnur mineral. Okkurt slag av náttúru er tað, men kortini eitt øðrvísi slag av landslagslýsing, sum eins væl kundi verið langt úti í rúmdini, sum tað kundi verið djúpt inni í okkum sjálvum. Kinna Poulsen kurateraði framsýningina, sum er tann 20. listaframsýningin í Víngarðinum.