Jóanes 70 - Røðan hjá Bergi Djurhuus Hansen
/Kroppar og uppreistur
Eg havi valt at siga eitt sindur um tann ideologiska Jóanes Nielsen og kroppar, ja alt tað kropsliga, tí eg haldi, at tað treingir til. Hugsið tykkum, um vit kundu komið inn her í kvøld og latið kropparnar eftir okkum úti í gongini. Tað hevði verið ein lætti kanska. So kundu vit sitið og savnað okkum um orð, hugsjónir og list uttan órógvandi kroppar. Eitt eyðkenni í øllum, sum Jóanes hevur skrivað, er, at har eru hugsjónir og dreymar – og kroppar. Vit sleppa ikki at gloyma tilfarið, sum vit eru úr. Kropparnar seta mørk, avdúka okkum. Í nýggjastu skaldsøguni, ½ máni ½ sól, er ein lýsing av vesaligum uppvakstrarkorum úti á Reyni í Havn. Lýsingin er sansaliga beint á og kropslig. Høvuðspersónurin Eigil Tvibur sigur seg hava treytaleysa virðing fyri teimum, sum hóraðu undan í vána bústøðum sum Portugálinum, har (sitat): “seks familjur skitu í somu bukku í kjallaranum”. Eftir eina slíka lýsing er ikki neyðugt at brúka orð sum fátæksligt ella stríð, tí vit eru intimt og kropsliga til staðar.
Fyrstu yrkingarnar hjá Jóanesi Nielsen vóru ikki bara beinraknar sum yrkingar. Tær raktu føroyska samfelagið sum politiskar atsóknir. Reglur úr yrkingunum kundu endurgevast í greinum ella kjaki og brúkast sum rakstrarróp í mótmælisgongum. Heitini á yrkingasøvnunum gjørdu vart við tað - Pinnabrenni til sosialismuna, Naglar í jarðarinnar hús - og yrkingarnar frá tíðini vísa á, at tær eru t.d. “heilivágur hjá sorgini / spreingiknøttar móti maktini / saltið í rúkandi døgurðapottum”. Kendar reglur sum hesar avdúka kortini eisini, at tað var ikki bara aktivisma, tí ein døgurðapottur verður poesi, salt til yrkingar. Myndamálið sprettur úr gerandisdegnum, er solidariskt við alt tað vanliga, ópyntaða og fult í orku. Jóanes Nielsen hevur her somu stevnu sum realistisku skaldsøguhøvundarnir í Norðurlondum í 1930’unum og franskir realistar mitt í 19. øld. Saltið sipar kortini til yrkingar av einum serligum slag, tí yrkingarnar hjá Jóanesi í 1980’unum vóru mótmæli.
Í Føroyum høvdu vit einki, ið bara kom í nánd av Rote Arme Fraktion ella Reyðu brigadunum, men vit høvdu Jóanes Nielsen, og við orðum bardist hann fyri tí sama sum tey.
Í fyrsta savninum, Trettandi mánaðin, er ein yrking sum eitur “Flogseðilin” og byrjar: “Á hillini liggur flogseðilin / millum skeklar og tengur / altíð til taks [...] Hann er eitt róp / ein glaða / ein knýttnevi inn í stættasamfelagið Føroyar”. Tað er áhugavert at bera hesa yrkingina saman við eina yrking, sum Jóanes yrkti um William Heinesen nøkur ár seinni, og sum stendur í savninum Tjøraðu plankarnir stevna inn í dreymin frá 1985. Heitið er “Hvat skulu vit gera við William Heinesen”, og eftir fleiri spurningar um, hvat vit møguliga kundu gjørt við William Heinesen, er svarið at enda: “Nei / Hann skuldi gjørt tað sum hann altíð hevur gjørt / Býtt ferðaseðlar út á tær fagrastu stjørnur [...] Borðreitt við kandisukri tey deiligu summarkvøld”. Niðurstøðan í yrkingini er, at William Heinesen skal halda fram við at býta ferðaseðlar út á tær fagrastu stjørnur, leiða sínar lesarar burtur í aðrar heimar. Flogseðilin hjá Jóanesi er hinvegin ein nevi inn í samfelagið. Ein yrking í savninum Pentur frá 1995 eitur tí eisini “Eg vil hava ordiligar dreymar”, tvs. dreymar sum eru festir í okkurt her og nú, og seinasta orðið í yrkingini er “hondgranat”.
Tað er vert at leggja til merkis orðið nevi, ikki bara tí at nevin er ein væl kend mynd fyri mótstøðu og stríð, men tí at kroppurin og kropslutir sum nevnt eyðkenna yrkingarnar hjá Jóanesi. Kroppurin í eintali ella fleirtali er í yrkingunum við rygggeislum, hondum, tarmum, blóðæðrum, heilabørki, nasahárum, tonnum (skeivar og rotnar) - ella tað er ein “morgunkanón”, tí kroppurin hevur sínar tørvir og sín egna vilja, og onnur eru eisini í yrkingunum, kvinnur og menn, slítarar, og vit gloyma ongantíð, at tey hava ein kropp og við kroppinum eyðkenni sum djór. Tað er tann einfalda styrkin, falsloysi í djórunum, sum við hvørt sæst aftur í menniskjunum, t.d. í mótstøðu og hørðum stríði – ella í kærleika og girnd. Við at taka fram kroppin sum eina treyt, ið knýtir okkum at djórunum, vísir Jóanes á tað góða í menniskjunum, ikki tað lága og andstyggiliga, men tað stórsligna.
Tað kropsliga gongur aftur til ynskið um at skriva seg inn í samfelagið, vera til staðar, og býta út flogseðlar. Tá Jóanes Nielsen byrjaði at skriva yrkingar í 1970’unum var eitt rák - sum herjaði 1960’ini og var ein av inspiratiónunum til uppreisturin í Paris í 1968 - um at koma at enda. Við einum orði úr fronskum verður tað nevnt situatiónisma, og tað var bæði ein politisk og ein listalig stevna í ætt við anarkismuna og við egnum manifesti.
Sum orðið sigur, ráddi tað um at taka listina úr søvnunum, út í gøturnar og inn í lívið og gerandisdagin við skapa sonevndar “situatiónir”. Við list kundi samfelagið broytast, men bara við at gera av við listina sum hon kom til sjóndar í søvnum, stovum og í hugaheiminum hjá fólki. Tann 9. mai 1976, sama dag sum tað frættist, at Ulrike Meinhof var deyð í Stammheim fongslinum í Berlin, læt Jóanes seg krossfesta á Vaglinum í Havn. 6. juni 1978 var ein framførsla við skipasmiðjuna í Havn fyri at mótmæla einari uppsøgn, fleiri fólk luttóku, Jóanes varð borin runt í talarastóli, las upp. Hesar hendingar og aðrar við eru dømi um listaverk, sum standa eftir Jóanes, men sum vit ikki fáa fatur í, tí tey vóru ikki til sølu, kundu ikki keypast. Tey blivu ongantíð og skuldu ikki gerast partur av teirri kapitalistisku skipanini, sum tey vildu gera upp við.
Situatiónistarnir vildu skapa situatiónir, list mátti ikki gerast vøra, listin skuldi gera av við listina. Í Føroyum høvdu vit ongantíð rættiligar situatiónistar og eingi manifest, men vit høvdu Jóanes Nielsen.
Í 1990’unum broyttist yrkingarnar hjá Jóanesi eitt sindur, tær blivu meiri samansettar, ikki so tíðar- og staðbundnar, almennir spurningar um tilveru fingu rúmd, tað sama foreldur, mostrar og pápabeiggjar. Kirkjurnar á havsins botni er dømi um hetta skiftið, sum kortini bara var ein víðkan, ikki ein vend. Tí nógv gongur aftur frá teimum fyrstu yrkingunum og heilt fram til nýggjastu útgávurnar í dag, fyrst og fremst viljin til at geva teimum rødd, sum í samfelagnum onga rødd hava.
Kenda yrkingin “Telefonboksin” í Kirkjurnar í havsins botni byrjar við hesum brotinum:
Eg veit ikki, hvar eg fari, tá eg doyggi
Men tey deyðu fara sminkaði avstað.
Tey fara avstað í bili
sum var kirkjugarðurin eitt stórt parkeringspláss undir jørð
Eg havi líkbilsføraran og prest illtonktar fyri at
kenna Deyðan
Ongin gerningur er púra tilvildarligur,
Tú luktar altíð eitt sindur av tínum starvi
Fyrsta regla er ein spurningur, sum óteljandi yrkingar eru um, ein stórur, ævigur og sveimandi spurningur, men yrkingin fer eina aðra leið, og bara 6 reglur seinni verður lesarin konfronteraður við ein spurning av Adolf Eichmannskum dimensiónum: hvørjum luktar títt starv av?
Í fleiri av yrkingunum hjá Jóanesi eru tað djórini, ið avdúka treytirnar, sum vit liva undir. Vit eru partar í framleiðsluni í samfelagnum, og djórini eru framleidd til ávíst endamál. Laksurin er aldur, hønurnar standa í búrum, neytini er ald antin til at geva mjólk ella gott kjøt, alt er eftir tørvi og við einum endamáli. Eingin órørd náttúra er til. Men tað er, sum er okkurt eftir í djórunum, ið ikki vil geva seg undir treytirnar, eitt sindur av mótstøðu er í kroppinum.
Jóanes yrkir longu í savninum Tey eru sum taka mánalýsi í álvara í 2007 um neyt, sum gera uppreistur í London. Tað er sum ein kollveltingarroynd, men neytini er ald, hava ring í nøsini, og alt grønmeti, sum tey koma framvið, stendur í vakstrarhúsum. Fuglarnir í London kenna ikki mun á bløðum á trøum og í málningum. Yrkingin ger vart við, at órørd náttúra bara finst í skaldskapi og list, sum vil hava okkum at droyma okkum burtur í aðrar heimar.
Í savninum Gudahøvd, sum er eitt hæddarpunkt millum útgávurnar hjá Jóanesi seinnu árini, er ein yrking við heitinum “Illittir morgnar”. Búrlonir er eitt orð í yrkingini. Høsnarungarnir standa í búrlonum, har kjøtið veksur skjótari enn beinini. Teirra kroppar eru avskeplaðir og verða “tarmdrignir”. Allar hønurnar hava datostempul. Yrkingin eitur “Illittir morgnar”, tí hanarnir orka ikki at gala ljósið fram um morgunin og gera nátt til dag. Djórini í yrkingini eru ein trygd fyri kosmos, meðan menniskjuni umboða eitt hóttandi kaos. Endin er dystopiskur: “Tá seinasti hanin er krøktur upp í samlibandið / slóknar sólin”. Tí kunnu djórini í yrkingasavninum líknast við gudar, høvdið á einum upsa verður eitt gudahøvd.
Men eins og kanadiski aktivisturin og rithøvundurin Naomi Klein sær Jóanes ein møguleika í hóttanini. Úr gerandisdegnum og millum fólk kunnu broytingar knappliga koma, rørslur kunnu taka seg upp. Tað er bara ikki sum fyrr eitt stríð millum eina ognarleysa arbeiðarastætt og kapitalismuna, men eitt ógvusligari og meiri umfatandi stríð millum okkara samfelagsskipan og jørðina.
Evnini í yrkingunum eru nøkur onnur nú. Kritikkurin, kraftin og kósin er tann sama. Jóanes er 70, og hann hevur við hvørt seinnu árini yrkt um ein kropp, sum eldist, viknar og broytist. Men enn er slangan, sum á sinni varð sett í samfelagið, ikki tipt. Takk fyri.