Vitjið Frits Johannesen framsýningina í Víngarðinum Mentanarnáttina
/Fríggjadagin 10.september er Mentanarnátt í Havn við alskyns tilboðum. Í Víngarðinum er opið frá klokkan fýra til á midnátt. Har ber til at keypa sær eitt leskandi glas av víni og okkurt til matna og so kann mann síggja framsýningina hjá Frits Johannesen, “Tað, sum rørir hjartað”. Framsýningin er av givnum orsøkum longd, men hetta er kortini næstsíðsta vikuskiftið, at høvið býðst at uppliva fínu vatnlitamyndirnar hjá Frits í Víngarðinum, leygardagin 11.sept er opið frá 18-24. Í litsterku vatnlitsmyndunum hjá Frits Johannesen kenna vit fleiri myndevni og myndaliðir aftur, sum eru eyðkend fyri listamannin– her eru húsaskjøldrar, hjólskap og ljóðføri og hetta við teimum mongu umskaringunum, sum hevur við sær, at skap bara síggjast partvíst í hálvum líki, er framvegis grundleggjandi. Fleiri av vatnlitsmyndunum eru lutfalsliga smáar í vavi og hetta klæðir fabulerandi myndunum, sum á henda hátt gerast enn meira konsentreraðar og skærar. Nú sum áður málar Frits Johannesen tað, sum rørir hjartað og flytir sinnið antin tað eru hugkvæmar myndir av sól ella mána, ella tað eru húsaskjøldrar, elskuligir og skálkaligir skúlanæmingar og annað, hann hevur sæð og sær. Har er ein ørgrynna av myndum at hyggja at - far og hygg!
Næsta framsýningin í Víngarðinum, Human letur upp 25.september við framúr fínum verkum eftir m.a. finsku listakvinnuna, Onnu Seppälä m.a.
Kosmopolitiskur letingapoppur av Velbastað
/Nýggja plátan hjá Teiti Lassen kom út fríggjadagin 3.september. Danska Gaffa gevur plátuni fimm stjørnur og á týsku rásini radioeins er pláta Album der woche. Í Dimmalætting skrivaði eg eitt ummæli:
Minnast tit letingaramsuna? - Tað er hin, sum sigur at: Mánadag havi eg onki at gera, týsdag havi eg góða tíð, mikudagur má mín frídagur verða, hósdag gangi eg tonkum í, fríggjadag geri eg hvat eg vil, leygardag stundar halgan til og so er vikan úti. - Hana komi eg í tankar um og ikki bara einaferð, tá eg lurti eftir nýggju útgávuni hjá Teiti Lassen. Men forteknið er øvugt. Tí tað er einki við, at støðan hjá letinginum verður speirikin her. Beint tvørturímóti verður hon hámett sum í síni tíð “Fool on the hill” hjá Paul McCartney. Nýggja útgávan hjá Teiti Lassen, ”Cazodor de Ostra” inniheldur fleiri sangir, har yrkjaraegið ynskir at sleppa undan at gera nakað og sum heild trívist við einki at gera, t.d. í hugsunarsomu letingaballaduni ”Sita fyri einki”, sum fær meg at brosa av regluni ”Eg mediteri aldrin/ eg dugi ikki Yoga/ tað er mær ein andsøgn, tí eg vil bara sita fyri onki”.
Hugburðurin er øðrvísi enn tann, vit eru vaksin upp við, har tað altíð var betri at gera enn at vera, tankagongdin her tykist demonstrativt antiliberalistisk og ímóti støðuga kravinum um nyttuvirði og vøkstur. Tey tólv løgini á útgávuni eru annars ymisk bæði í sinn og skinn. Meðan okkurt klingar fólksligt og eitt annað njórar countrypopput, eru summi løg einføld og løgin sum skjaldur, meðan onnur bera brá av jazzi og so eru eisini fleiri løg, ið eru glitrandi poppsløtt, djúp og breið og flott.
Argentina
Tað er Teitur sjálvur, ið hevur skrivað, framleitt og útsett løgini á útgávuni, sum er upptikin í Mawi, Buenos Aires í Argentina v/ Feco Escofet seint í 2019. Ljóðbland gjørdi Davi Izumi Lynch í Echo Zoo, Eastbourne í Onglandi. Mastring stóð Barry Grint í Air Studios í London fyri. Axel Krygier og Lucio Mantel stóðu fyri at savna saman tónleikarar í Argentina og teir eru framúr, tónleikararnir, sum spæla inn live uppá forkunnug ljóðføri sum bandoneon, hørpu, sitar, charango, ymisk strúkara- og trummuljóðføri. Teitur hevur áður verið í Argentina á turné í Suðuramerika í 2016 sum partur av Dias Nordicos saman við ROSA og Spotfestivalinum í Danmark. Tá gjørdist hann áhugaður í studionum í Buenos Aires og hann hevur seinni samstarvað við omanfyrinevnda argentinska tónleikaran Lucio Mantel. Teitur greiðir frá, at hetta við at fara til Argentina fyri at spæla inn plátuna, gav grundhugskotið at blanda føroyskar og ensktmæltar sangir helvt um helvt. Hann greiðir soleiðis frá: ”Argentinskir tónleikarar hava eina djúpa fatan av siðbundnum fólkatónleiki – tá teir standa saman í bólki við ljóðførum, fylgja teir natúrliga sangaranum óansæð hvussu formurin er – og tey kenna eisini til innpældan tónleik í Europa og USA. Eg syrgdi fyri, at tónleikararnir dámdu at improvisera og at teir høvdu tað gott við ikki at vita ov nógv frammanundan, so at vit bara kundu reagera og lurta eftir hvørjum øðrum og hava tað stuttligt saman..”
Kosmopolitiskur letingapoppur av bygd í bý
Ljóðið er sjáldsama gott á útgávuni. Tað er fjálgt, týðiligt og gjøgnumskygt og eg hugsi, at útgávan fer at rigga væl á vinylplátu langt burturi frá talgildum miðlum - gleði meg til vinylplátan kemur í november. Mann hoyrir serstakliga væl bæði ta vøkru, ljósu sangrøddina hjá Teiti heilt frammi í ljóðmyndini og kompositiónirnar undir og við síðuna av við samansettum løgum av øllum møguligum ljóðførum og ljóðum. Útgávuheitið, “Cazodor de Ostras” klingar fremmant, men er ikki meira ókunnugt enn sum so, at tað merkir Tjaldur á sponskum. Orsøkin til at Teitur velur eitt spansktmælt heiti er helst at finna í argentinska vinklinum, at útgávan er upptikin í Buenos Aires. Sjálvt um Velbastaður av sonnum er ein vøkur og vaksandi bygd, sum seinastu árini er farin at draga at sær kreativa klassan næstan sum blómunektar dregur býflugur at sær, so er fjarstøða og munur millum lítlu bygdina fyri vestan og so velduga høvuðstaðin, milliónbýin í Argentina, Buenos Aires. Og júst mótsetningin millum tað lítla og tað stóra, tað bygdasliga og tað kosmopolitiska, tað eyma og tað humoristiska, tað heimliga og tað útlendska megnar Teitur Lassen at fevna og brúka kreativt í allari verkætlanin við løgum, ið eru hugsað og skapt bæði í Føroyum og í Los Angeles og sum síðani er tikin upp í Argentina. Útgávan er bæði ómetaliga kollektiv við hópin av samstørvum út í heim, samstundis sum talan er um eina sera Teitursliga plátu.
Humanistiskur poppur
Fyrsta lagið, ”Youre just like me” er eitt sovorði herligt humanistiskt popplag, eyðkent fyri Teit við poetiskum reglum, ið tó, at tær eru leikandi lættar, sita og raka beint á. Sjálvt um heimkenslan er sterk, er útsýnið globalt á útgávuni, tað hoyra vit heilt ítøkiliga á teimum fremmandu og fjølbroyttu ljóðførunum. Vit síggja tað eisini á litføgru permumyndini, sum Teitur sjálvur hevur gjørt, at tjaldrið er flogið til heitari lond. ”Streymurin er farin” er eitt stillisligt lag, eitt fitt fløskubræv og eitt góðvarið ynski um eina stillføra og meira viðkomandi tilveru við størri nærveru og minni av øllum hinum, sum bimlar og bamlar og órógvar okkum. Her eru vakrir kærleikssangir sum tann inniligi ”Start again” um okkum menniskju, sum í gerandisdegnum, koma til at slíta og særa hvønnannan, men sum alla tíðina eru við uppá at byrja umaftur. Júst í tí viljanum býr kærleikin. Eymleiki, trúskapur og vinarløg eru afturvendandi evni og í vakra lagnum ”Looked a lot like love” er tónin sorgblíður í tankanum um okkurt, sum líktist kærleika og kundi havt verið, men sum ikki var. ”Rosemary and Rain” er eitt droymandi afturlítandi sangur um nakað sum var einaferð og ”Lær meg at dansa” hevur sama mjúka, living is easy huglag við jammandi tónleikarum og stuttligum, tilvitaðum neyðrímum sum ”Eg eri ikki Fred Astaire eg dugi ikki tricks, sum á G! tá ið Mø, hon fór niður í knø..”.
Eingin dagur uttan at vilja meira
Sorgblíða, stórbæra balladan og yndissangur mín beint í løtuni, ”Not a Day Goes By” er sálmakend í síni ekstistentiellu og spirituellu leitan og trá og í síni hóming av tilverunnar óítøkiligu samanhangum. Og svarið leiðir tankarnar til Kára P, sum jú einaferð yrkti: ”hinumegin ringvegin logar leiðarljós/ ljódliga atdráttarmegin rættar okkum kós/ og tú spyrt hvar vegur endar og eg veit bert eittans svar/ alt byrjar her við mær og tær hvønn nývaknaðan dag”. Varisliga svarið hjá yrkjaraegnum í sanginum hjá Teiti er inni á tí sama, sum eisini verður staðfest onkrastaðni í Halgubók, at himmiríkið er í hjørtum okkara ella sum tað stendur í sanginum hjá Teiti: “Sometimes I feel so small, when the sky surrounds me. Still I try to stand tall, whenever God reminds me. It's like looking in a mirror and seeing someone else, you'll only see the stranger until you see yourself.”
Ein føðilandssangur
”Nú brestur á” er ein einastandandi vísa, so sjáldsom og vøkur, at eg fái gásarhold her eg siti við telduna og royni at lýsa hana. Lagið byrjar rættiliga einfalt við kláru røddini á Teiti, sum snarar seg upp úr sjóðinum í ein beinan eystan, alt meðan eitt vetrarkvøld við ódn verður lýst so stillisliga hugnaligt, at mann næstan gleðir seg til ta árstíðina. Hetta er ein føðilandssangur; sjónarhornið er so íheimligt og hugnaligt, at tað minnir um bæði biedermeyer og gamlar heimstaðarvísur, sum bera uppá rím og sum yvirhøvur ikki hava annað endamál enn bara at lýsa hugna, nærveru og harmoni. Heimdyrkanin er í ein ávísan mun eyðkend fyri okkara samtíð beint nú eins og eitt úrslit av coronafongdari angist fyri smittu, útheimi og ótryggleika, men Teitur megnar sum áður nevnt at fevna bæði tað heimliga og tað globala. At enda heitir yrkjaraegið beinleiðis á havið: ”Slá meg, stóra Atlantshav, eg vendi kjálkan, trúgvur tú lærdi meg at taka av, eg vildi vera klettur. Og tað vit ikki biða um, tað verður okkum givið..”.
Og meðan hørpuljóð rura okkum havið í huga, kemur tankin til mín, at nevndu orðingar og fleiri aðrar á útgávuni eru kristiliga grundfestar, ikki missionerandi við givnum svari, men eyðmjúkt opið og humanistiskt reflekterandi.
Tónleikarar á útgávuni
Floytu, klarinett, baritonsaxofon, keyboard: Axel Krygier
Bandoneon: Julio Coviello
Sang, keyboard, synth og gittara: Teitur
Hørpu: Sonia Alvarez
Rhodes, sitar, tabla, percussion: Alejandro Franov
Theremin, synth: Manuel Schaller
Charango, gittarar: Lucio Mantel
Kontrabass, cello: Nicolás Rainone
Elektriskan bass, cello: Lucas Argomedo
Trummur, percussion: Diego Arcaute
Trummur: Fernando Samalea
Sang: Mariana Paraway
Violin: Javier Casalla
Útgávan kann hoyrast ókeypis á netinum!
https://www.youtube.com/watch?v=z8ki95CsWnw
Turvelvandi Teitur
/Nýggja útgávan hjá Teiti, Cazador de Ostras er turvelvandi og púra perfekt til hesa appilsingulu, sorgblíðu kensluna av heysti, sum treingir seg uppá sjálvt um Kringvarpið enn koyrir við summarskrá og sólin júst í dag hevur skinið sum var tað hásummar. Eg havi ummælt útgávuna í Dimmalætting, har stendur m.a: “Sorgblíða, stórbæra balladan og yndissangur mín beint í løtuni, ”Not a Day Goes By” er sálmakendur í síni ekstistentiellu og spirituellu leitan og trá og í síni hóming av tilverunnar óítøkiligu samanhangum. Og svarið leiðir tankarnar til Kára P, sum jú einaferð yrkti: ”hinumegin ringvegin logar leiðarljós/ ljódliga atdráttarmegin rættar okkum kós/ og tú spyrt hvar vegur endar og eg veit bert eittans svar/ alt byrjar her við mær og tær hvønn nývaknaðan dag”. Varisliga svarið hjá yrkjaraegnum í sanginum hjá Teiti er inni á tí sama, sum eisini verður staðfest onkrastaðni í Halgubók, at himmiríkið er í hjørtum okkara ella sum tað stendur í sanginum: “Sometimes I feel so small, when the sky surrounds me. Still I try to stand tall, whenever God reminds me. It's like looking in a mirror and seeing someone else, you'll only see the stranger until you see yourself…”
TÓNAR TAKA SKAP
/Fríggjadagin 3. september letur upp framsýningin TÓNAR TAKA SKAP við listamanninum Heiðriki á Heygum. Listaliga arbeiðið hjá Heiðriki á Heygum fevnir um eitt fjølbroytni av háttaløgum innan myndlist, film og tónleik. Í hesi framsýning sleppur tú at trína inn í arbeiðsrúmið hjá Heiðriki og koma við á eina ferð handan kreativa hugaheimin. Í fleiri ár hevur hann arbeitt saman við føroyskum listafólkum við at menna teirra visuella samleika. Í tøttum samstarvi við listafólkini og við innliti í teirra listaliga arbeiði, mennir hann úttrykk, ið vit sum áhoyrarar og áskoðarar seta í samband við tónleikararnar. Á framsýningini fáa vit innlit í arbeiðshættirnar hjá Heiðriki, og hvussu hann umsetir tónleik til eitt visuelt úttrykk. Vit fáa kennskap til listaliga samleikan, sum hann mennir fyri tey listafólk, hann arbeiðir saman við. Hetta kemur til sjóndar í tekningum, grafiskum verkum, klædnapløggum, rekvisittum og sjónbandaløgum. Til framsýningina eru vald út trý sjónbandaløg, ið serligur dentur verður lagdur á. Eitt av teimum er til lag hjá Heiðriki sjálvum.
Á hesi framsýningini fær áskoðarin innlit í eina listaliga tilgongd, ið upprunaliga ikki var hugsað til almenningin at síggja. Í fyrsta parti av framsýningini koma vit heilt nær at tilgongdini. Á vegginum hanga sokallað “storyboards” til sjónbandaløg og viðmerkingar frá listamanninum. Rekvisittir standa á gólvinum, og tann tómi stólurin framman fyri skriviborðinum mitt í rúminum vekir eina kenslu av, at listamaðurin er mitt í eini verkætlan og hevur júst reist seg. Í øðrum parti av framsýningini kann endaliga úrslitið – 8 útvald sjónbandaløg – upplivast á stórskermi, pallsett við tungum leikhúsgardinum.
Sámal Blak, pallsmiður, og Heiðrikur á Heygum hava ment og sniðgivið framsýningina.
FAKTA
Heiðrikur á Heygum (f. 1983)
Listamaður, filmsframleiðari og tónleikari
BA frá Icelandic Academy of Fine Art og leikstjóri frá danska filmsskúlanum Super16
Sámal Blak (f. 1983)
Pallsniðgevi
Útbúgvin frá Central St. Martins College of Art & Design
BØSSEDANMARK - Vedkommende også for færøske læsere
/Novellesamlingen, BØSSEDANMARK (Forlaget Vild Maskine 2021), er ikke kun interessant læsning for danske læsere, men er også en spændende bog for færinge, som i bogen blandt andet kan læse en hjertevarmende historie, der foregår i den færøske bygd, Kvívík og i bussen mellem Vestmanna og Tórshavn.
Og lige præcis steder, dvs. selve det geografiske område, hvor novellerne foregår, har betydning i historierne, der alle har en bestemt lokalitet som undertitel. Bogen indeholder tyve noveller, skrevet af Nikolaj Tange Lange, Mads Ananda Lodahl og Tomas Lagermand Lundme og så er det den færøske billedkunstner, performer, trash drag, musiker m.m Dennis Agerblads vellykkede forfatterdebut. Forfatterne har skrevet fem noveller hver i bogen, hvis hovedpersoner alle er homoseksuelle mænd lige som forfatterne. Og det er da også let at få øje på selvbiografiske og dokumentariske træk i historierne, der direkte omtaler virkelighedens byer og personer. Af et interview med forfatterne i Danmarks Radio, kan man forstå, at en af hensigterne med udgaven er at gøre opmærksom på, at homoseksualitet ikke kun eksisterer inden for LGBT miljøer i København, men at bøsser findes alle steder og altså også ude på landet. Litterært er der en vis tradition for at bøssehistorier foregår i de store byer, hvortil personerne er flygtet fra små og trange miljøer med sladder og fordømmelse præcis sådan som vi kender det fra Færøerne, hvorfra færøske homoseksuelle er flygtet i flere generationer, men hvor vi har oplevet mærkbare forbedringer de senere år. Med bogen, Bøssedanmark ønsker forfatterne at beskrive den mangfoldighed, der også findes i homoseksuelle mænds tilværelser rundt omkring i Danmark – også på Færøerne og i Grønland.
Novellerne er skrevet i nutid første person, hvor fortælleren også er hovedperson. Sproget er enkelt i en berettende og forholdsvis prunkløs prosa med få undtagelser, hvor sproget bliver brugt mere ekspressivt, billedrigt og suggestivt feks. i den obskure beskrivelse af Georges: ”Georges sidder med lukkede øjne på stolen. Hans fødder vipper til musikken. Der er et mørke over ham, som har taget sin plads. Det bor ved hans mund, i skægstubberne, i det korte hår under hans arme, på maven, når den falder sammen som nu, og i krusningerne af kønshårene på hans pung. Han smager af salt. Og af noget, der aldrig bliver lyst..” (s.35-36 En trekant Rebild Bakker af Tomas Lagermand Lundme).
Stilen er realistisk, men novellerne er ganske forskellige og giver en nuanceret beskrivelse af et tema, der ikke er særlig meget behandlet i samtidslitteraturen og som, når det endelig sker, ofte bliver mere forenklet til eventyragtige spring ud historier med lykkelig slutning. Sådan en oplever vi ikke i novellen Herremiddag Vester Skerninge af Mads Ananda Lodahl om nogle homoseksuelle mænd, der holder nytårsaften sammen. Vi får kort fortalt den tragiske forhistorie, at fortælleren har været gift og at de har børn, men at konen opdager, at han har har fået en dating-profil på en hjemmeside for bøsser. Det er første gang, fortælleren har prøvet noget i den retning, men konen reagerer resolut og flytter ud af huset uden at tage afsked. Børnene får heller ikke lov til at sige farvel til deres far. Den våde nytårsfest er overhovedet ikke så morsom og spændende som den skulle være. Vores fortæller føler sig både gammel og grim og den seksuelt ladede samtale og opmærksomheden, som han får fra nogle af de andre mænd, får ham til at føle lede ved hele situationen, sig selv og homoseksualitet i det hele taget.
Den første novelle, Bøsseland København K af Nikolaj Tange Lange, er voldsom og rå. Fortællerstemmen forekommer kynisk og hård som hos en af Jan Sonnergaards fortællere i miljøet omkring Københavns Nordvestkvarter i den hårdtslående novellesamling, Radiator fra 1997. Det er en af feriens sidste dage og vejret er nogenlunde, så jeg sidder i haven og læser, imens jeg let rødmende af de stedvis ganske direkte beskrivelser af sex, kigger mig skyldbevidst omkring. Bogen er let at læse, den er underholdende, morsom og desuden rørende i beskrivelsen af det helt almindelige fællesmenneskelige, hvilket gør novellerne interessante i et større eksistentielt perspektiv eksempelvis i beskrivelsen af personernes alder, flere af historierne har et coming of age ungdommeligt udgangspunkt, men alderdom er også et tema. I førnævnte startnovelle er fortælleren kommet tilbage til sin ungdoms hjemby, København i håbet om et lettere liv uden stoffer. I stedet føler han sig gammel og mon ikke flere midaldrende og ældre læsere vil kunne genkende fremmedhedsfølelsen i gensynet med den gamle hjemby: ”..at rejse til København er som at rejse til fremtiden. Anonyme rejsekort og cykelbroer af neonfarvet plastic..” (S.7 Bøssedanmark). Det er ikke fordi det er fuldstændig uventet, men det er ikke ofte man har lejlighed til at læse denne form for realistiske homohistorier om længsel efter nærhed, uro og lyst, om utroskab, kærlighed og grænser.
Novellerne er altså skrevet i første person, vi er inde i fortællerens hoved og kan læse hans tanker og fantasier. Dette er blandt andet gældende for Dennis Agerblads søde historie, Manden med det røde hår, Kvívík. Fortælleren får øje på den rødhårede herre i bussen mellem Vestmanna og Tórshavn og fatter interesse for ham. Jeg skal ikke spoile handlingsforløbet, som er lidt uventet, men spændende – ikke mindst i beskrivelsen af den geskæftige buschauffør: ”Buschaufføren og jeg har aldrig snakket sammen. Alligevel føler jeg, at vi nærmest kender hinanden efter de mange weekender, han efterhånden har kørt mig fra Vestmanna til mit weekendjob i Tórshavn. Vi siger ingenting. Nikker bare høfligt, mens jeg køber min billet. Der er mørkt i bussen om morgenen, så jeg sætter mig altid oppe foran hos ham. Sammen ser vi, hvordan solen står op, lyset bryder gennem skyerne, og fårene fordeler sig over fjeldene. Hans svedige nakkehår har efterhånden lagt bund for mange små fantasier om mandlig nærhed..” (s.114 Bøssedanmark). Det er en af novellerne, der præges af stor realismegrad og selvbiografiske træk. Jeg erindrer i hvert fald en charmerende ung mand, Dennis Agerblad eller Robin, som han dengang hed, der arbejdede i Nordens Hus for mange år siden. Samtidig er der en næsten Disney-agtig scene i novellen, som forekommer mere dagdrømmeagtig end virkelighedsnær - man kan kun håbe, at den er virkelig.
Udover at være underholdende læsning, er både de nævnte og andre noveller i bogen relevant materiale i danskundervisningen i skolen, hvor vi netop har manglet den form for mangfoldighed, som bogen står for. Jeg tænker, at det samme er gældende for færøskfaget, hvorfor det ville være oplagt at oversætte bogen eller udvalgte noveller til færøsk.
Kinna Poulsen
Tað, sum rørir hjartað - framsýningin opin um vikuskiftið
/Framsýningin, Tað, sum rørir hjartað við verkum eftir Frits Johannesen er at síggja í Víngarðinum, Tróndagøtu 31. Har er opið í vikuskiftinum, fríggjadagin frá klokkan 16 til á midnátt og leygardagin frá klokkan 18 og til midnátt. Vatnlitsmyndirnar eru lutfalsliga smáar í vavi og hetta klæðir fabulerandi myndunum, sum á henda hátt gerast enn meira konsentreraðar og skærar. Hygg bara at myndini omanfyri, har ein flygil er transformeraður til ein svimjihyl ella er talan kanska um ein dunnuhyl og hvør er klaverspælarin? Nokk so abstraktur. -
Nú sum áður málar Frits Johannesen tað, sum rørir hjartað og flytir sinnið antin tað eru hugkvæmar myndir av sól ella mána, ella tað eru húsaskjøldrar og annað, hann hevur sæð og sær. Umframt at mála og tekna, er Frits Johannesen listmiðlari og dugir sera væl at greiða frá sínum egna verki. Hann greiðir frá, at vatnlitsmyndirnar hava havt serligan týdning fyri hann. Um hesar skrivar hann m.a. soleiðis: ”Havi alt mítt liv gjørt vatnlitsmyndir. Faðir var sjómaður og sigldi víða um. Hann var mangan í Grimsby og í Arberdeen og seldi fisk aloftast við trolara. Ofta keypti hann mær litstiftir og farviladu, sum vóru góðir lunnar at fáa inn um dyrnar á Bakkanum í Fuglafirði, og brúkti eg hesar litir í skúlanum, tá ið vit høvdu tekning. Pápi plagdi at seta seg við síðuna av mær, og sjálvur gera onkra vatnlitsmynd. Havi eina hangandi framman fyri mær, har eg dag og dagiliga siti við telduna sum hann gjørdi í 1955. Hetta er ein slupp, hann hevur teknað við seglum og hevur skrivað “ Star of Hope” úr Fuglafirði, sum var ein slupp, sum hoyrdi til bygdina. Her er sin slupp við fullum seglum, sum hevur leitt meg gjøgnum alt lívið um dalar og skørð, hálvar skjøldrar, inn til grannan, ymisk andlitsbrøgd, hugamyndir við mannakroppinum, tónleikarum saman við krokudilluni o.s.fr”. Hjartaliga vælkomin inn á gólvið, har fæst bæði vín og kaffi, men tað ber eisini til bara at hyggja at myndunum í Víngarðinum.
Frits Johannesen í Víngarðinum - vernissage
/Leygardagin 14.august læt framsýning upp í Víngarðinum við verkum hjá Frits Johannesen. Fitt av fólki var til upplatingina og sum tað kanska sæst á fotomyndum, t.d. hesari omanfyri, var lagið gott. Fleiri nýttu høvið at heilsa uppá listamannin og Alexandru. Eg helt eina stutta røðu, sum ljóðaði nakað soleiðis: Góðu tit øll - Her á framsýningini hjá Frits Johannesen í Víngarðinum eru ikki færri enn 62 vatnlitsmálningar. Á ein hátt tær eyðkendar fyri Frits -her er í hvussu so er okkurt, vit kenna aftur í litríka og lívsfegna úttrykkinum. Vatnlitsmyndir – akvarellir sambinda vit einamest við landslagsmyndevnið. Hildið verður, at týski renesansumálarin Albrecht Dürer var ein tann fyrsti at brúka hetta tøknið. Hann málaði í 1502 sína víðagitnu vatnlitsmynd av einari haru. Myndin er einastandandi – haran so árvakin við blonkum, klárum eygum, mjúkum pelsi og spentum oyrum. Hvørt hár er neyvt endurgivið, so at áskoðarin følir tað í huganum og tí følist myndin enn fullkomiliga fesk og sprellivandi meira enn fimmhundrað ár aftaná, hon varð málað.
Vatnlitstøknið var annars serliga frammi millum naturalistar og impressionistar í 19.øld og enn eru vatnlitsmálarar, sum leggja seg eftir at mála hav og landslag. Tøknið er eisini sum skapt til hetta. Sum skilst á orðinum sjálvum, eru vatnlitsmyndir málaðar við litum, ið eru upploystir í vatni. Við tað, at vatn ógvuliga skjótt fordampar úr málingini, torna akvarellir skjótt, tú skalt altso bera skjótt at, tá tú arbeiðir við vatnlitum og hetta kann hava við sær, at vatnlitsmyndir kunnu hava eitt spontant úttrykk, har málingin rennur. Av stórum týdningi fyri vatnlitsmyndir er pappírið, tær eru málaðar á. Tí tað er ljósið í pappírinum, sum kemur aftanfrá og skapar lív og ljós í vatnlitsmyndina. Men hetta valdast alt tættleikan í pigmentunum, hvussu nógv vatn og hvør mannagongd verður nýtt við meira og minni vatni og neyvleika. Sum vit síggja í áðurnevndu mynd hjá Dürer, kann mann at arbeiða detaljerað og neyvt í akvarellum. Tað ber eisini til at stramma úttrykkið og halda myndabygnaðinum saman við blýanti ella tusj, sum vit síggja í fleiri av vatnlitsmyndunum her á framsýningini.
Impressionistisk og naturalistisk listafólk mála tað, tey síggja, sólarljós, tám, trø og sirm í grasi og trøum. Frits Johannesen málar ikki tað, hann sær, men tað hann sá. Myndevnini stava við øðrum orðum úr minninum av tí nógva, hann hevur upplivað. Stílsliga kunnu vit í hansara myndum eygleiða íblástur úr europeiskari modernismu við einum myndarúmi, sum ofta er merkt av umskaringum (- tvs. yvirlapping, sum sker myndaliðir í partar) og dekorativum mynstrum og sum tíðum er flatt eins og í kubistiskum og konstruktivistiskum myndum, meðan aðrar myndir sýnast meira ekspressivar. Litirnir eru ofta bjartir. Myndevni og myndaliðir eru afturvendandi, antin tað eru húsaskjøldrar, hjólskap, tónleikarar, ljóðføri, mytiskir figurar ella myndir av næmingum, sum sita og kýta seg. Fleiri av hesum vatnlitsmyndunum eru lutfalsliga smáar í vavi. Hetta við avmarkaðu støddini klæðir myndunum og ger tær konsentreraðar og livandi, men hongur eisini væl saman við innihaldinum. Heitið á hesari framsýningini “Tað, sum rørir hjartað” er valt fyri at leggja dent á tað, sum løðir hesar myndir, tí tað kann vera so mangt. Ein romantikari vil kanska vísa okkum okkurt stórbært í einum landslagi, impressionisturin ynskir at vísa okkurt serligt ljós, meðan ekspressionisturin ber onkra ávísa kenslu fram. Frits vil vísa okkum okkurt, sum hann hevur upplivað og sum hevur rørt hann. Sum lærari hevur hann upplivað eitt ótal av næmingum og hann hevur málað eina rúgvu av teimum. Lítla vatnlitsformatið hóskar ómetaliga væl til hesar myndir, tí tær snúgva seg um tað stóra í tí lítla – hesi smáu menniskjuni, børnini, opin, summi smæðin, onkur eitt sindur kúllaslig og øll eru tey framtíðin. Hetta eru myndir, løddar av kærleika og takksemi fyri livað lív.
“eg sakni alt alla tíðina” - Alda Mohr Eyðunardóttir
/Fríggjadagin 6. august kl. 16 letur framsýningin “eg sakni alt alla tíðina” upp í forhøllini á Listasavni Føroya. Framsýningin er við verkum eftir Aldu Mohr Eyðunardóttir, ið lesur á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Høvi er tí at síggja heilt nýggja og áhugaverda samtíðarlist. Høvuðstátturin í framsýningini er “saknur”, eins og heitið vísir á. Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av handarbeiði og brúkar tað á ymiskan hátt í list síni, bæði við at tilevna tekstilverk við hond og við at stoypa tekstil í bronsu.
Fernisering verður fríggjadagin 6. august millum kl. 16-18. Karina Lykke Grand, stjóri, bjóðar vælkomin. Alda Mohr Eyðunardóttir verður til staðar og fer at siga nøkur orð um listaverkini. Savnið bjóðar ábit og drekkivørur. Takk til Hotel Føroyar.
Tað er altíð ókeypis atgongd til forhøllina, og øll eru hjartaliga vælkomin!
FAKTA
Alda Mohr Eyðunardóttir (f. 1997) er fødd og uppvaksin í Tórshavn og gongur á Kongaliga Danska Kunstakademinum í Keypmannahavn.
Hon hevur verið við á fleiri Várframsýningum og Ólavsøkuframsýningum, og í 2019 hevði hon fyrstu serframsýning sína, “Flakar”, í gomlu Skálabúðini í Tórshavn. Seinasta árið hevur Alda Mohr Eyðunardóttir verið við á framsýningini “Samrøður um mjørka” (2020-2021) á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.
Framsýningin er at síggja í forhøllini á Listasavni Føroya
Ólavsøkuframsýningin 2021
/Nú er grein mín um Ólavsøkuframsýningina send avstað og kemur í Dimmalætting fríggjadagin. Eg havi verið tvær reisur og hugt at framsýningini - fyrru ferð á ólavsøku og síðan dagin eftir og báðu ferð keypti eg atgongumerki. Havi tessvegna tveir møguleikar fyri at vinna, tá Listafelagið fer at draga ein vinnara 22.august.
Greinin kann lesast í komandi Dimmalætting:
“Fastur táttur er hjá mongum ólavsøkuaftan eftir setanina at fara í Listasavnið á Ólavsøkuframsýning, og soleiðis var tað eisini í ár. Enn sum áður hevur Ólavsøkuframsýningin stóran týdning av teirri einføldu orsøk, at hetta er ein tann mest sædda av føroysku listaframsýningunum. Uttanfyri Listasavnið tann 28.juli var rómurin sum á onkrum tónleikafestivali, tí har sótu fólk í hópatali á grasinum og hugnaðu sær. Veðrið var serstakliga gott, sólin skein og tað var sera heitt inni í Listaskálanum – ikki minst hjá okkum í føroyskum klæðum. Kurator í ár er listakvinnan, Hansina Iversen, sum á upplatingini flutti fram røðu, ið kann lesast í blaðnum…”
Móti myrkrinum
/Í Norðragøtu
Always Coming Home
OCEANIC CONNECTEDNESS
Øll vaksin, ung sum gomul, munu gleða seg sum smábørn til tað árliga lista- og bókmentatiltakið í Gøtu, sum í ár fór av bakkastokki fríggjadagin 16.juli við eini listaframsýning, ið verður at síggja allan juli.
Vit kunnu bara staðfesta alt fyri eitt, at Forlagið EKSIL við festivalinum og framsýningini undir felags heitinum Always Coming Home - OCEANIC CONNECTEDNESS enn einaferð megnaði at skipa fyri einum framúr meiningsfullum og inspirerandi, altjóða, samtíðarlistafestivali í Norðagøtu, ið eina góða løtu fekk okkum at gloyma ta lúnsku sótt, sum í heilum elvir til avlýsingar og óvissu. Í ár var listatiltakið, sum plagar at vera partur av G!Festivalinum, staðsett í Húsunum hjá Karli og ymsa staðni í Norðragøtu.
Trídupult uppliving
Upplivingin var av sonnum veldug – mann kann kanska siga trídupult stór, tí hon í fyrsta lagi fevndi um eina framúr áhugaverda listaframsýning, sum Alda Mohr Eyðunardóttir og Kim Simonsen hava kuraterað og sett upp í Húsinum hjá Karli og økinum har á leið – Alda hevur sjálv eitt einstakt verk við, sum er niðri við sjóvarmálan – men húsini eru eisini í sær sjálvum ein einastandandi uppliving og í triðja føri var sjálvt eventið við frágreiðingum, upplestri av yrkingum og bara tað at vera í Norðragøtu - uttandura í náttúruni í sól og sirmi, njóta silvitni á sjónum og tað sevjugrøna grasið á fjøllum og fløtum - fullkomiliga praktfult. Hetta er føroyskt summar uppá tað allarbesta. Vit plaga um hetta mundið at vera stødd í Syðrugøtu og har um leiðir, har festliga baktjaldið plagar at vera orkumikli G!Festivalurin. Onkur kann halda, at tað kann tykjast heldur øvugt soleiðis at taka listaeventið framum megnar tónleikafestivalin í Gøtu, men soleiðis hevur tað nú verið í fleiri ár fyri meg og fleiri onnur.
Randi Samsonsen
Hjá Karli
Húsini hjá Karli standa í Norðragøtu sum eitt satt undur úr eini aðrari tíð. Júst hetta slagið av óregluligari mentanarsøgu uttan nationalautoriseraða flagtekju og tjørupapp, men við serstøkum úttrykki, heimligari trivialmentan og kitcsh, hava vit í Føroyum verið syrgiliga vánalig at standa við og varðveita. Húsini hjá Karli eru eini hundrað ára gomul betonghús við grønum hurðum og appilsingulari trappu, ið eru sum skapt til at vera listafólkadepil við upplestri, framsýningum, listafólkaíbúð, verkstaði, biografi osfr. Møguleikarnir eru at kalla endaleysir. - At gott fólk er í Gøtu vistu vit av, og nú hava so nøkur skilafólk tikið stig til, at hetta fantastiska og originala húsið er varðveitt - kommunan hevur, skilst, rindað tímar fyri umvælingar, sum higartil hava tikið tvey ár. Nevnd er sett at skipa fyri virkseminum í Húsunum hjá Karli (tey eru í løtuni Hanna Jensen, Árant J.Hansen og Tummas Jákup Thomsen) og tað er síðstnevndi, listamaðurin, Tummas Jákup, sum hevur staðið fyri umvælingini og sum hevur gjørt eitt heilt einastandandi gott arbeiði. Tí bað eg hann posera í trappunum, meðan eg tók mynd – hann var henda dagin í føroyskum klæðum til heiðurs fyri drottningini, sum hann skuldi heilsa uppá fyrr um dagin. Mann kann illa ímynda sær nakran, sum hevði klárað at gjørt umvælingina betri ella við størri virðing, innliving og kærleika enn Tummas Jákup Thomsen. Alt sovorði sum vanlig skilafólk í fávitsku kundu funnið uppá at tveitt burtur, hevur Tummas Jákup varðveitt ella endurnýtt fyri í størstan mun at varðveita tann týdningarmikla autenticitetin í húsunum. Hurðarnar eru málaðar grønar, trappurnar lýsandi appilsingular, tí húsfólkinum dámdi væl grønt og appilsingult, men til alla eydnu minna bæði trappur og hurðar um listaverkini hjá Tummas Jákupi og eiga at verða varðveittar júst soleiðis sum tað tær síggja út í løtuni.
í stovuni hjá Karli
Verja móti myrkri
At koma inn í húsini er sum at trína inn í ein tíðarlumma. Á vegginum hanga Jesusbíløt, glansbíløt og bliknaðar myndir av kettlingum, drottningini og øllum møguligum øðrum – tað andar alt samalt av eini aðrari tíð og av menniskjum uttan nútíðarinnar endaleysu og sjálvsøgdu myndakeldur. Eg minnist sjálv væl, at summi fyrr í tíðini kliptu út myndir av t.d. kongaligum persónum úr Billed-Bladet og hongdu tær upp á veggin - bara tí mann helt fólkini vera pen ella klæðini hjá teimum. Millum myndirnar hongur onkur setningur, sum hevur sagt einum okkurt, ein rúgva av Guð varveiti heimið – variantum, broderaðum og teknaðum – ein riðil av memorabilia, ið sigur eina inniliga søgu um nøkur serlig og elskulig menniskju, sum við myndum og lutum royndu at signa og verja sítt heim móti øllum myrkri.
Jens L.Thomsen
Framsýningin
Framsýningin tók meg á bóli upp til fleiri ferð, so mikið væl er hon sett upp við bæði fastari hond og humor, men eisini við ansi og virðing fyri tilfari, søgu og staðseting. Hesa uppgávu hava tey bæði Alda Mohr Eyðunardóttir og Kim Simonsen klárað til eitt UG. Í hugnaliga køkinum beint við síðuna av viskistykkinum við vaskið hongur eitt svart og hvítt velourverk hjá Randi Samsonsen fullkomiliga perfekt - tað tekur eina lítla løtu at lesa rúmið og finna fram til listaverkini. Staðsetingin av videoverkinum hjá Jens L.Thomsen, Mannaátari inni í spískamarinum er somuleiðis genial og kløkkar meg, so at eg eri um at detta uppeftir av hesum gamaldags sjónvarpinum, sum stendur og blinkar, mutlar og flimrar í loopum inni í spískamarinum. Ein kannibalsk installatión av einari anakronismu inni í einari aðrari anakronismu. Flotta reyða videoinstallatiónin Mentalflow fluid simulation hjá Hauge Djernis í Gongini er somuleiðis einastandandi væl plaserað í síða grøna grasinum uttanfyri Húsini hjá Karli.
Hauge Djernis í Gongini
Rák
Sum kunnugt, er aldur, ár og tíðarskeið menniskjans, ikki av serligum týdningi, tá tað snýr seg um list ella listarliga góðsku. Um okkara leiðir brúka vit ofta Ingálv av Reyni sum dømi um listafólk, ið gera síni bestu og mest radikalu verk, tá tey eru uppi í árunum og enn verður víðagitni Spjótberarin hjá grikska myndahøggaranum, Polykleitos, hámettur fyri listarliga dygd, tó at tann standmyndin hevur næstan 2500 ár á baki. Men tá um samtíðarlist ræður, koma framstigini javnan frá teimum ungu, svongu listafólkum, ið helst eisini skulu fremja neyðug faðirmorð á ættarliðið undan teimum. Tað er millum tey heilt ungu, at tú sansar rák og móta eisini um tað í løtuni er eitt slag av anti-móta, eitt nýtt slag av hálvfjersarakendari idealismu, har mann ikki gongur til frisør, ikki smyr sær og heldur keypir sær klæði í endurnýtslu- enn í mótahandlum. Sama ger. Tey høvdu sæð gott út í rusksekki, tey ungu. Júst sum í hálvfjersunum, hongur mótin saman við gongdini í samfelagnum annars og einum øktum samfelagskritiskum tilviti, sum er púra nátúrligt í kjalarvørrinum av okkara umhvørvisdálking og vantandi eftiransni av okkara kæru, gomlu, slitnu planet. Í súginum av klimakatastrofum og útdoyggjandi kyktum kykna dómadagshugsanir og nýggj vísindi, ið eru tengd at vistfrøði, djóravælferð og einum nýggjum máta at vera menniskja á jørðini, har vit virða okkara medskapningar heldur enn at veiða, selja, gagnnýta, oyða ella eta teir. Eri í grundini púra samd við teimum, ið halda uppá, at eitt paradigmuskifti er neyðugt, men harmist tó sum tann miðaldrandi, skeptiski varrastiftsyndarin eg eri, um at alt partú skal vera so øgiliga álvarsligt og serliga um at listin skal vera so álvarstung. Eingin treður sum kunnugt dansin undir moldum - ungdómurin skal helst ikki gloyma at flenna og spæla fyri okkum vaksnu, sum longu hóma skuggan og kuldan frá grøvini
Pernille Nordentoft Tørslev
Politikkur og fornverur
Á framsýningini Always coming Home OCEANIC CONNECTEDNESS eru fleiri ung listafólk, ið á ymiskan hátt gera vart við umhvørvið. T.d. við fotomyndum sum unga danska listakvinnan, Pernille Nordentoft Tørslev hevur tikið og sum eru væl plaseraðar í ymsum rúmum í Húsinum hjá Karli. Myndirnar eru av ávísum donskum lokalitetum, grundum og byggjaríum – tær eru svarthvítar ella bláneutralar, vakrar við einum heldur turrisligum skrásetingarligum brái yvir sær, eins og eisini teksturin, ið hoyrir til myndirnar, slær fast. Anný Øssursdóttir Djurhuus, ið hevur haft fleiri spennandi, surrealistiskt fabulerandi framsýningar t.d. í plantasjuni í Havn, framsýnir smáar fotomyndir av – kanska er tað av avstoypingum av fyrndar verum, eg veit ikki. Og teksturin, sum listakvinnan bar vakurt fram, og sum hoyrir til verkið, sigur ikki so nógv um akkurát hvat tað er. Orsøkin til, at eg yvirhøvur undrist er, at bæði tekstur og myndir leggja upp til at vera eitt slag av vísindaligari miðlan við skrásetingum av lívfrøðiligum og jarðfrøðiligum fyribrigdum og nógvum vísindaligum hugtøkum. Tað er mest í sjálvari uppsetingini við smáum myndum, ið verða monteraðar á gips og síðan settar á veggin sum elasmálar hillar, at mann kennir ta fínu, botnkreativu, originalu listakvinnuna aftur.
Anný lesur upp
Ba Bladh
Luft og jørð
Annars eru listarligu innsløgini á bæði framsýning og eventi rættiliga ymisk. Á tekjuni á verkstaðnum ella úthúsinum, sum einaferð fer at vera skulpturverkstaður stendur ein flogskíggi, sum var partur av eini herliga humoristiskari, luftigari og speiskari performance hjá svenska listafólkinum Ba Bladh, Sky is the limit literally/ NATO Green Defense Agenda. Standmyndin hjá italska listamanninum, Davide Hjort Di Fabio, sum stendur við busskýlið í Norðagøtu er øðrvísi ítøkilig, myndað av burturkasti, rustaðum stáli, garnerað við lýsandi reyðum tomatum eins og eitt vakurt, máttmikið og modernað memento mori. Verkið hjá unga danska listamanninum, Peter Højlund Palluth, sum hann hevur gjørt saman við Tummas Jákupi Thomsen, er í roynd og veru so mikið luftigt, at eg ikki bar eyga við tað fyrr enn listamaðurin við frágreiðingum og handabrøgdum vísti á tað. Verkið var staðsett í grótbrotinum í Norðagøtu og var ella er myndað av appilsingulum snórum, sum í luftini teknaðu skapið av fjallinum ella av fjallinum soleiðis sum listamaðurin ímyndar sær, at fjallið hevur sæð út áðrenn tað varð brotið.
Peter Højlund Palluth og Tummas Jákup Thomsen
Oldies but goldies
Tað er í sær sjálvum stuttligt at ummæla eina framsýning, har listafólk sum Jón Sonni Jensen og Randi Samsonsen eru oldies. Tí í føroyskari list plaga vit at síggja tey sum umboðandi nýggjar tilfarsligar leiðir. Jón Sonni Jensen arbeiðir jú við heldur øðrvísi byggivinnuligum tilfari sum polyurethan-skúm, gips, latex, nylon og silvurfoliu. Hansara verk eru full av mótsetningum og sýnast t.d. um somu tíð bæði maskingjørd og lívrunnin. Fleiri av verkunum hava ein serstakan bløðrutan yvirflata, ið sipar til okkurt, ið er flótandi og bleytt, samstundis sum verkini tykjast hørð og føst. Verkini eru stuttlig, løgin við einum sterkum, sansaligum, hedonistiskum brá, sum riggar heilt merkiliga væl millum pumpuorgul og Jesusbíløt í stovuni hjá Karli. Tað er yvirhøvur áhugavert, at áskoðarin ikki ordiliga ivast í hvar samtíðarlistin hongur millum allar hitt myndatilfarið, sum hoyrir til í húsunum. Uppiá hongur eitt vakurt gult og violett velourverk hjá Randi Samsonsen, sum eg havi sæð áður, men ongantíð hevur tað hingið so væl, sum í kamarinum við gomlum Dimmalættingum á vegginum. Randi arbeiðir somuleiðis sera tilfarsligt, men eisini konseptuelt við okkara etableraðu ímyndum um tilfar og list. Ofta fer hon upp í móti hesum ímyndum og ger t.d. standmyndir, sum hanga í staðin fyri at standa, eins og hennara myndir sum bleyt, føgur relieff stíga fram í rúmið við hópin av frásøgnum.
Centrallyrikkur
Vónandi fær lesarin av hesi rapport mínari eina hóming av hvussu listatiltakið megnar at lata upp fyri samanhangum, spurningum og hugsanum um viðurskifti millum verk, menniskju, náttúru, umhvørvi og tekstir. Tað er eitt bragd, sum forlagið EKSIL og listafólkini hava framt og sum eg eri fegin um at hava upplivað, eisini tekstpartin, umframt upplesturin. Hann kundi mann helst skriva eina grein aftrat um. Men lat meg líka nevna, at vit mitt í eini økokritiskari tíð fingu varhugan av, at centrallyrikkurin riggar enn og væl eisini – í øllum førum í penninum ella munninum hjá Beini Bergsson. Hann bar fram eina yrking, sum var full av rørslu og skipaðum endurtøkum av orðum, ið fuku í vindinum og savnaðust aftur í lógvanum hjá einum sansandi yrkjaraegi og einum yrkjara, sum hesa løtuna stóð við grótbrotið í Norðragøtu í sólarljósinum eins og ein vøkur lýsandi standmynd.
Beinir Bergsson
Davide Hjort Di Fabio
Davide Hjort Di Fabio
Vónbjørt Vang lesur upp úr Antologi
Helle Thede Johansen lesur upp úr Antologi
Randi Samsonsen
Kim Simonsen lesur upp nýggjar yrkingar
Alda skoðar egið verk
Í kjallaranum í Húsinum hjá Karli
Tummas Jákup Thomsen
Ónøgd við stjórasetan á Tjóðpallinum heldur fram
/Sjónleikari og limur í Leiklistafylkingini 2020, Bárður Persson hevur skrivað lesarabræv um vantandi virksemi á Tjóðpalli Føroya. Forsøgan er í stuttum tann, at 8.oktober í 2020 lýsti Leiklistafylkingin 2020 boykott av Tjóðpalli Føroya. Leiklistafylkingin 2020 er ein fylking av 22 føroyskum yrkisleiklistafólkum og 6 fríyrkisleikbólkum, sum eru ónøgd við stjórasetanina í Tjóðpalli Føroya. Fylkingin varð stovnað í februar í 2020, tá Leiklistaráðið valdi at seta sama stjóra á Tjóðpall Føroya fyri fjórðu ferð. Krøvini frá Leiklistafylkingini eru, at áramálsetan skal virðast, tí tað er skeivt og fakliga óforsvarligt, at sami stjóri skal mynda leiðsluna á Tjóðpalli Føroya í tjúgu ár – sama hvør persónurin er. Leiklistafylkingin 2020 saknar m.a. eftirmetingar og ábyrgdar Leiklistaráðið, sum sambært Leiklistafylkingini 2020 vantar innlit í m.a. hvussu starvslýsingar til eitt stjórastarv á einum tjóðpalli verða gjørdar
Tjóðraði pallurin
“Um at vera menniskja” var seinasti leikur, ið varð settur upp á Tjóðpalli okkara. Síðani seinastu framførslu av nevnda leiki, hevur ikki eitt kis verið at hoyrt frá okkara Tjóðpalli.
Hetta eru í skrivandi stund 171 dagar síðani!
Einsamalt er hetta eitt fullgott tekin um, at hóast okkara Tjóðpallur kann liva við somu leiðslu í 20 ár, so kann hann ikki virka uttan so, at tær fakkønu kreftirnar eru um hann eisini.
Og tað er júst hetta vit eru vitni til í dag!
Allarstørsti parturin av leiklistarligu elituni her heima, er nú farin frá søkkandi skútini, tí hon ikki longur vildi at arbeiða undir somu leiðslu aftaná 15 ár.
Setanarmyndugleikin bjóðaði hvørki áskoðarum ella starvsfólki nakra sum helst broyting, tá nýggjur skipari skuldi setast, hóast stórur partur av umhvørvinum í langa tíð hevði givið greið tekin um, at hetta var neyðugt, um framburður skuldi tryggjast.
Nei, hann fylti sama leiðsluliga brennievni í Tjóðpallin, sum hann hevði gjørt tey undanfarnu 15 árini, við teirri avleiðing, at kumpasleysa skútan fullkomuliga er steðgað upp og tykist nú søkka longur og longur niður, fyri hvønn dag ið gongur.
Sum ein niðursligin nevaleikari liggur Tjóðpallurin nú til háð og spott, og tykist ikki at hava evni, til at reisa seg uppaftur við egnari kraft.
Skommin niðri á Tjóðpallinum er nú blivin almenn, og verður dagliga sýnd á sýnisglugganum “tjodpallur.fo”. Leikurin ber heitið “Onki” og hevur í skrivandi stund vart í 171 dagar, og í hesum tíðarskeiðið hevur Tjóðpallurin fingið út við 3 milliónur krónur í almennari rakstrarjáttan. Hvussu leingi afturat fer Tjóðpallurin at standa við opnari splittu og vísa leikin “Onki” fyri fullsettum almenningi?
Eg veit lítið um tað at vera menniskja
Enn minni um tað at vera Tjóðpallur í hesi løtu. Eg veit tó eitt.
Tjóðpallurin er í dag úti fyri sínum størsta hóttafalli nakrantíð. Og meðan hetta fallið gálvar beint upp í andlitið á honum, eigur hann ongan vaksnan at ansa eftir sær. Hann er eins og eitt pinkubarn, sum er mist á gólvið áðrenn tað hevur lært at ganga. Og nú standa tess avvarandi hjálparleys og hyggja at, meðan tey inniliga vóna, at hetta barnið á onkran gandakendan hátt kann koma upp á føtur sjálvt. Eins og útslidni nevaleikarin, sum roynur at finna eitt reip at hála seg upp við, hóast hann liggur niðursligin mitt í ringinum.
Tjóðpallurin hevur v.ø.o. ikki longur nøkur vaksin menniskju við sína lið, ið kunna tryggja hansara framtíð og eksistens. Hann er umsíður so nógv viknaður í tign og undirtøku, at teir politikkarar, sum altíð hava vilja sæð hann 6 føtur undir mold, nú væl kunnu finna dirvið at taka tann politiska bløggaran fram.
Ja, hetta ljóðar sum okkurt, sum bert kann henda í einum framtíðarfilmi. Men hinvegin, hvat skuldi kunna forða fyri tí í dag? Um nóg stórur vilji er fyri at draga tann politiska knívin at barkanum hjá hesum slørandi nevaleikara, hvør fer tá at stilla seg í vegin?
Ja, hvør hevði vart okkara Tjóðpall í dag?
Og er nakað eftir at verja?
Er hetta á nakran hátt eitt listarligt Notre Dame, sum fólk høvdu farið út á gøtuna fyri at vart?
Neyvan!
Hví?
Tí Tjóðpallurin gjørdist ongantíð tann leiklistarligi miðdepulin, sum so nógv av okkum høvdu vóna.
Langt frá!!
Dreymurin sum brast
Arrogantur politikkur, fyrisitingarlig lista-analfabetisma og í heila tikið inkompetent leiðsla, hevur m.a. havt við sær, at mann sjálvdan hevur evnað at spurt tey røttu um ráð í avgerandi løtum Tjóðpallsins.
Enn minni duga at tikið tey leiklistablindu vekk, tá hesi av onkrari, ja heldur margháttligari grund, hava staðið í avgerandi positiónum og uppá giss viðgjørt framtíðina hjá okkara Tjóðpalli.
Hetta við teirri avleiðing, at Tjóðpallurin ongantíð hevur eydnast í leiklutinum, sum eitt listarligt vakstrarhús, ið gevur yrkisleiklistini tær vitugu veingir, sum eru garanturin fyri einum alsamt mennandi leiklistaumhvørvi í Føroyum.
Tað eru tó enn tey, ið ganga runt við einum spíðsborgarligum teaturkikara, hvørs fyrigyklaða sjón fortelur teimum, at Tjóðpallurin enn er og altíð hevur verið okkurt slag av hámentaðum ævintýri, har eingin betalur prísin fyri at halda skroypiligu facaduni uppi.
Um hesi taka kikaran niður, bert eina lítla løtu, eigur ikki at vera torført hjá teimum at síggja, at okkara Tjóðpallur ongantíð hevur verið nakað annað, enn ein dreymur, sum doyði longu í føðingini!
Í veruleikanum er hann ikki annað, enn ein 20 ára gomul fyribilsloysn, sum í ein stóran mun hevur megnað at rokkið einum rímuliga høgum støði, og í løtum serstakliga høgum, tí har altíð hava verið nokk av undirbrotligum odda-listafólki, ið hava syrgt fyri at hildið honum flótandi.
Eisini tá tey sjálvi hava stríðst undir vatnskorpuni!
Hann hevur snøgt sagt ongantíð livað upp til ta visjón, tankar, vilja og leiðsustøði, sum lógin um Tjóðpallin legði upp til, tá hon á sinni bleiv smíðað, við listarondini sum verja.
Og hetta alt sæst best aftur í, at Tjóðpallurin í dag, mest av øllum, minnur um okkurt slag av hybridiskum kryplingi, sum akkurát megnar at halda sær omanfyri listarliga frostmarkið, tí nøkur passaliga kroyst listafólk á sømiliga høgum støðið, við altsamt longri millumbili, velja at trína fram á tess forsøgdu fjølum.
Himmalrópandi sjónligt
Tað fyrisitingarliga, politiska og leiðsluliga forráðilsi mótvegis Tjóðpallinum, er nú vorðið so himmalrópandi sjónskt og oyðandi, at tað skríður kalt niðureftir bakinum á tí føroyska listatilvitinum.
Vit nýtast bert at seta okkum nakrar fáar grundleggjandi spurningar, fyri at síggja, hvussu ring støðan í veruleikanum er. Hesir spurningar kunna vera soljóðandi:
“Hvørjar eru visiónirnar hjá hesum stovni?”
“Hvar er í heila tikið framleiðslan blivin av?”
“Hvørjar stovnar, fyritøkur, arbeiðspláss o.o. hevur Tjóðpallurin í dag eitt samstarv við?”
“Hvar er tað kreativa forumið, sum kundi gjørt Tjóðpallin til ein savnandi depil?”
“Hvar er skráin fyri komandi leikir og tiltøk annars?”
Um ivin enn er til staðar, hygg so eftir, hvat í hendir uttanfyri Tjóðpallin júst nú.
Meðan Tjóðpallurin er farin í sjálvboðið híð mitt í eini blómandi summarhálvu, stríðast ymisk yrkisleiklistafólk við at halda føroysku leiklistaskútini flótandi, við at gera egnar verkætlanir og leikuppsetanir aðrastaðni.
Fyri tær relativt fáu krónurnar, ið ymisk fríyrkisleikfólk fáa skavað saman aðrastaðni frá, megna hesi at skapa tann størsta partin av tí, ið verður skapt innan yrkisleiklistaøkið í dag. Nógv tann størsta partin!
Og hetta er fullkomuliga paradoksalt, tá havt verður í huga, at tað jú er Tjóðpallurin, sum situr á tí veruliga kassanum, og fær uml. 6 milliónir av almennum krónum um árið.
Okkara Tjóðpallur flaggar í dag á hálvari stong.
Tað, ið hevur togað flaggið niður, er eitt leiklistarligt gáaloysi, sum frá fyrsta degi av, hevur verið blástemplað frá hægsta myndugleika.
Sami blástemplandi myndugleiki, sum nú vil hava eitt Tjóðleikahús fyri út við 1/2 milliard upp at standa, uttan á nakran hátt at tryggja, hvussu ein professionel arbeiðsmentan kann verða klár til ta tíð, og virka í somu løtu, sum flutt verður inn.
Og trúgv mær; tað verður hetta, sum verður tann avgerandi munurin ímillum eina succes og eina fiasko hjá einum komandi Tjóðleikahúsi.
Hevði tað gingið í føroyskum landsliðsfótbólti?
Eins og í landsliðsfótbólti, tørvar okkara elituleiklist ta allarbestu leiðsluna og umstøður, sum fáast kunnu.
Hví halda flestu politikarar, at tað er í lagi at hava eina leiðslu og hartil hoyrandi umstøður á okkara Tjóðarinnar palli, sum okkara landsliðsfótbóltur sannlíkt ikki hevði vágað sær at virka undir, við ótta fyri at ligið sum ein niðursligin nevaleikari aftaná hvønn dyst?
Hvussu kann tað bera til, at mann heldur, at tað er í lagið at fara við okkara mest innovativu yrkisleiklistafólkum uppá ein so mannminkandi hátt?
Hava vit ikki betri uppiborið?
Vit, ið hava barst hart fyri at koma hartil, sum vit eru, og har summi av okkum komu inn á skúlar, sum bara 1 av 100 koma inn á.
Hetta einsamalt mátti verði grund nokk til, at vit yrkisleikarar hava uppiborðið tær bestu umstøðurnar og dugnaligastu leiðsluna afturat okkum, so vit aftur og aftur kunnu brilliera á einum palli.
Tí, tað er hóast alt tað, sum vit verða goldin fyri at gera!!
Til øll tykkum, sum onkusvegna kunna gera okkurt!
Tað finnast løtur í lívinum, tá ein stendur í valinum ímillum at gera tað, ein hevur rætt til og tað rætta. Altso ímillum tað, sum jurain loyvir og tað, sum etikkurin loyvir.
Avgerðin at seta núsitandi stjóra fyri 4. ferð kann við stórum jurasnildni “møguliga” forsvarast juridiskt.
Tó so, reint etiskt var og er avgerðin so blóðskeiv, sum hon kann verða. Lat ongan iva vera um tað.
Hetta sæst best aftur í teimum sorandi avleiðingum, sum hendan avgerðin hevur havt fyri nærum alt leiklistaumhvørvið í Føroyum
Eg fari tískil innliga at heita á tykkum, sum á nakran hátt kunna verða við til at gera ein mun her, um at hjálpa Tjóðpallinum uppá føtur aftur.
Hetta fæst einans við, at fáa avgerðina um seinastu stjórasetanina hja Tjóðpallinum úr gildi aftur og síðani lýsa stjórastarvið leyst av nýggjum, soleiðis, at ein tíðarhóskandi leiðsla, kann stíga fótin inn um gáttina hjá hesum potentiella mentanarrisa í Føroyum.
Vit hava ikki ráð til at lata tann djarvasta og mest skapandi partin av yrkisleiklistini vála úti í kuldanum longur. Tí, so leingi tey eru heimleys, er yrkisleiklistin heimleys.
Um vit skulu gera okkum eina vón um, at flyta inn í eitt komandi Tjóðleikahús, við einum innihaldi, sum vit bara nøkulunda kunna vera errin av, muga vit geva yrkisleiklistini tær sømdir og umstøður, sum hon kann kenna seg heima í.
Og jú longri vit bíða, við at taka djarvar avgerðir á hesum økinum, jú longri eru vit burtur frá einum veruligum Tjóðleikhúsi.
Bárður Persson
Samrøður um mjørka enda 25.juli
/Samrøður um mjørka NORDATLANTENS BRYGGE - sidste dag søndag 25.juli - Læs katalog her: https://www.nordatlantens.dk/media/3194/samtaler_om_taage_katalog.pdf
Sunnudagin 25.juli er síðsti dagur hjá framsýningini Samrøður um mjørka í Norðurbryggjuni. Hon hevur verið ómetaliga spennandi at arbeiða við frá hugskoti til veruleika. Eg haldi sum heild, at fólk hava skilt, at talan ikki er um einastu myndina av føroysku samtíðarlistini, men at tað júst er ein samanseting av fleiri møguligum samansetingum. Sum eg greiddi Leif Láadal frá í Nón, er framsýningin á ein hátt gjørd í blindum, soleiðis at skilja, at mann sum kurator ikki veit akkurát hvørji verk, tú fært - jú, onkur verk eru eldri og tey havi eg sæð áður, men meginparturin av framsýningini er framleiddur júst til framsýningina og tá er tað serliga spennandi at síggja hvussu verkini samskifta. Um hesar samrøður í mjørka kynda í nakran glotta og tað haldi eg sjálv, at tær gera. Túsund takk til listafólkini og til Steinprent fyri at gera tað, tey gera. Rannva Kunoy, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Jóhan Martin Christiansen, Randi Samsonsen, Dennis Agerblad, Svend-Allan Sørensen, Alda Mohr Eyðunardóttir, Julie Sass og Steinprent, (Claus Carstensen, Ian McKeever, Mie Mørkeberg, Knud Odde, Bjarne Werner Sørensen, Torbjørn Olsen, Marius Olsen, Bárður Oskarsson, Silja Strøm, Fríða Matras Brekku, Bjørn Nørgaard, John Kørner, Anna Seppälä, Zacharias Heinesen, Zven Balslev, Bárður Jákupsson, Tróndur Patursson, Øssur Johannesen, Carl Jóhan Jensen, Peter Laugesen, Tóroddur Poulsen, Peter Carlsen, Anker Mortensen, Jonas Hvid Søndergaard, Erik Heide, Kathrine Ærtebjerg, Kirstine Roepstorff og Margrethe Odgaard). Takk eisini til Norðurbryggjuna - ikki minst Karina Elsbudóttir, Heiðar Kára Rannversson, Birgir Thor Møller og fyri at trúgva uppá mítt hugskot og fyri at hjálpa mær at gera tað til veruleika. Takk eisini, Mai Misfeldt fyri alla hjálp til katalogið og takk Torben Eskerod fyri tær fínu myndirnar.
Uppiá Foto: Torben Eskerod
Svend Allan Sørensen: Have you ever seen the rain Foto: KP
Hanni Bjartalíð Foto: Torben Eskerod
Alda Mohr Eyðunardóttir Foto: Torben Eskerod
Úr ummæli hjá Mai Misfeldt. Kristeligt Dagblad
Randi Samsonsen Hanni Bjartalíð Foto: Torben Eskerod
Hanni Bjartalíð Foto: Torben Eskerod
Rúmið uppiá Foto: Torben Eskerod
Hanni Bjartalíð Foto: Torben Eskerod
Hansina Iversen Foto: KP
Niðriundir Foto: Torben Eskerod
Úr ummæli hjá Mai Misfeldt
Rannva Kunoy Foto: Torben Eskerod
Julie Sass Foto: KP
Steinprentveggurin Foto: Torben Eskerod
Tróndur Patursson Foto: Torben Eskerod
Dennis Agerblad Svend-Allan Sørensen Foto: Torben Eskerod
Dennis Agerblad Foto: KP
Jóhan martin Christiansen Foto: Torben Eskerod
Jóhan Martin Christiansen Foto: Torben Eskerod
Mai Misfeldt, ummælari gav framsýningini 5 stjørnur í sínum væl skrivaða ummæli í Kristeligt Dagblad https://www.kristeligt-dagblad.dk/kultur/der-sker-noget-mog-nord
Bókmenta- og listatiltak í húsinum hjá Karli í Norðagøtu
/Forlagið EKSIL skipar fyri fernisering og upplestri í húsinum hjá Karli í Norðagøtu fríggjadagin 16 juli kl. 16.00-20.00. Heitið á tiltakinum í ár er: Always Coming Home - OCEANIC CONNECTEDNESS - eitt bókmenta- og listatiltak.
Vit eru ikki einsamøll, tað ikki-menniskjaliga: bakteriur, virus, doyggjandi plantur, tungmetall og alskyns djór eru partar av okkara likami. Hvussu kunnu vit liva við plastikkinum, dálkingini, burturkastinum, ið granskarin Mikkel Krause Frantzen hevur kallað hyperabjekt, frá hugtakinum hyper og abjekt, ið umboðar ein heim á tremur av óynsktum og monstrøsum materialiteti, ið vit ofta ikki hava tamarhald á. Vit eru áhugaði í materialiteti, tøkni, í nýggjum háttum at droyma. Vit kanna hetta við ymiskum tilfari, so sum tekstil, geopoesi, videolist, performance, grótbroti, og 3D prenti fyri at endurhugsa og endurskapa eina aðra fatan og onnur viðurskifti í mun til okkara ‘meiri enn menniskjaliga’ heim. Tað hevur týdning hvørjar søgur siga frá søgum, hevur Donna Haraway sagt. Hvussu siga vit frá øðrum søgum, frá havsøguni, tekstilsøguni og øðrum søgum um heimin?
Skrá - fríggjdagin 16. juli kl.16.00:
- Kim Simonsen og Alda Mohr Eyðunardóttir motivera dagin.
- Upplestur uttanfyri.
- Performance v. Ba Bladh (SV).
- Listarligur og bókmentaligur gongutúrur í Norðagøtu úr grótbrotinum til fjøruna.
- Vit bjóða suppu i húsinum hjá Karli og eina øl.
Sjá nú stígur sólin - vernissage og nýtt
/Leygardagin læt summarframsýningin SJÁ NÚ STÍGUR SÓLIN upp í Víngarðinum við verkum eftir Torbjørn Olsen, Randi Samsonsen, Hansinu Iversen, Silju Strøm og Jóhan Martin Christiansen. Framsýningin er opin til og við 7.august. Hósdagin koma nøkur nýggj verk hjá Jóhan Martini Christiansen aftrat framsýningini (sí niðast). Víngarðurin er opin hósdag til sunnudag Kl 12.00-00.00 (fríggjadag og leygardag til 02.00). Í juli verður opið til miðmála hósdag til sunnudag frá klokkan 12-16. Miðmálin er 5 smáir rættir fyri 165.
SJÁ NÚ STÍGUR SÓLIN: Heitið á framsýningini stavar frá einum nógv elskaðum og sungnum sálmi við lagi eftir Oluf Ring, sum danski presturin, Jacob Knudsen skrivaði og sum m.a. Mikkjal á Ryggi føroyskaði. Sálmurin snýr seg heilt einfalt um hetta, sum hendir hvønn tann einasta gudsskapta dag, nevniliga at sólin rísur upp úr havsbrúnni, at nátt broytist til dag. Sálmurin minnir okkum á at síggja sólina og viðurkenna undrið í gerandisrutinuni, tá sólin fær loft og bylgjur at glógva og yrkjaraegið kann anda frítt, tá ljósur dagur hevur tikið yvir eftir myrka nátt. Aftaná ein langan og kaldan vetur kemur summarið væl við og tessvegna er eisini Summarframsýningin í Víngarðinum full av takksemi yvir summarsins ljós og litir. Vit fegnast um teir føgru litirnar í málningunum hjá Torbirni Olsen. Tað størsta verkið á framsýningini er Golden Balls hjá Randi Samsonsen, sum er eitt slag av tvíburðarverki hjá Dont Touch My Silver Balls, ið er partur av framsýningini Samrøður um mjørka á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tann monumentala, hangandi gullstandmyndin er úr bleytum tilfari við organiskum skapum, ið tykjast bæði lívrunnin, vøkur og skemtilig. Nýggju verkini, sum Randi hevur gjørt til framsýningina eru somuleiðis vøkur og geva hugfarsligt hugasamband við bæði viskustykki, dreymakendar summarútferðir og frokost i det grønne. Sólin skínur eisini í fleiri av teimum føgru, litríku málningum hjá hjá Silju Strøm, har figurar og strok, menniskju og umhvørvi – alt samalt er javnsett í einari dynamiskari, bylgjandi eind. Silja hevur júst gjørt eitt einastandandi flott verk til nýggju politistøðina í Havn. Tað er monumentalt, men annars arbeiðir Silja ofta við smáum støddum, har tað eydnast henni at fáa ófatiliga nógv innihald, skap og litir inn í sjálvt tey minstu myndarúmini. Summer Night City æt ein framsýning hjá Jóhan Martin Christiansen í Víngarðinum í vetur. Hansara framsýningar og verkheiti eru ofta poetisk og stava frá t.d. sangum ella yrkingum. Í hansara gipsverkum snýr tað seg um ítøkilig spor frá einum tilfari, t.d. einum ávísum pappkassa, ið er flutt yvir í eitt annað tilfar. Eitt sindur háfloygt kann mann siga, at hesi verk lýsa sína egnu skapanarprosess og týdning, ið bæði kann vera fløktur og sveimandi við øllum møguligum listasøguligum tilsipingum, men sum eisini er tilfarsliga tengd at verkinum, ið bara er tað, sum tað er; ein lutur úr gipsi. Eitt lítið lýsandi gult steinprent, sum Hansina Iversen gjørdi herfyri í Steinprent, hevur so sterkt ljósárin, at tað minnir um eina sól. Í roynd og veru er talan um eina kompakta, nonfigurativa kompositión. Guli liturin fyllir nokk so nógv, men grundin til ta stóru ljósmegina er kanska hinir litirnir á myndaflatanum; rundu appilsingulu skapini og rosaviolettu litbrigdini glógva júst sum tað stendur í sólsálminum: “sum brandar nú, kennist sælur songur, tó alt er stilt, nú ið ljósið glitrar um strendur gylt”.
Hansina Iversen
Silja Strøm
Blómur, vín og eitt brot av terassumálninginum hjá Hansinu Iversen
Ferniseringsselskap í Víngarðinum
Torbjørn Olsen
Hansina Iversen
Brot av verki hjá Randi Samsonsen
Silja Strøm og eitt glas av rosé
Skriftin á vegginum
Torbjørn Olsen
Summar á terassuni í Víngarðinum
Randi Samsonsen
Tapas og vín á terassuni
Meira av tí sama
Nýtt verk hjá Jóhan Martini Christiansen
Jóhan Martin Christiansen
Marius Olsen í Steinprenti - vernissage
/Framsýningin hjá Mariusi Olsen í Steinprenti er góð og áhugaverd - har er nógv at hyggja at, tí øll verkini eru spildurnýggj. Til upplatingina hevði onkur á orði hvussu ótrúliga fjølbroytt framsýningin er sjálvt um man samstundis ongantíð er í iva um, at myndirnar eru hugsaðar og teknaðar av Mariusi. Fýra seinastu vikurnar hevur Marius arbeitt á grafiska verkstaðnum í Østrøm á Skálatrøð og fleiri av úrslitunumvið á framsýningini, sum kann viðmælast. Far og hygg!! Her eru myndir frá ferniseringini.
SJÁ NÚ STÍGUR SÓLIN
/Í dag letur framsýningin SJÁ NÚ STÍGUR SÓLIN upp í Víngarðinum klokkan 15-17. Silja Strøm, Torbjørn Olsen, Hansina Iversen, Randi Samsonsen og Jóhan Martin Christiansen hava skapt verkini og takk fái tey fyri tað.
Olaf 60
/Í dag eru seksti ár síðan sjónleikarin, Olaf Johannessen varð føddur í Havn. Hann er mikið fagnaður úti í heimi, serliga í Danmark, men eisini í Týsklandi, har hann á sinni var í uppskoti at fáa ta høgt virdu FAUST-virðislønina. Sjálvur hevur hann fleiri ferðir í samrøðum greitt frá, at fast arbeiði á Kongaliga Teatrinum ikki riggaði fyri hann og at tann ótrygga men frælsa fríyrkisleiðin ikki bara var nakað, hann mátti sættast við, hon var og er neyðug fyri hann. Olaf hevur brillerað í hópin av leiklutum og í Føroyum var hann herfyri við Leikhúsinum Skift saman við m.a. konuni, Maritu Dalsgaard og imponeraði øll við leikinum Hin komiska Tragedian eftir Evu Bonfanti og Yves Hundstad. Eftir sýning vóru vit full av ærufrykt yvir fyri Olaf Johannesen, sum í ein tíma og fjøruti minuttir tosaði, rópti, gekk, datt, lá, dansaði og fyllti allan pallin út við fleiri persónum – hóast hann bara er ein – soleiðis, at tíðin hvarv. Olaf Johannessen virkar yvirhøvur sum um hann er skaptur til sjónleik, hesa merkisverdu list, sum er alt í senn. Sjónleikur er ágangandi og pressar seg inn á allar sansir. Eygað, oyrað, alt! Tað er manuskript, tað er hugskot, framførsla, menniskja, løta, løtan, samband og onkuntíð svingar tað og gerst rein magi og yvirhøvur ikki altíð. Og ALT svingar á Olaf Johannessen. Kroppurin. Andlitið. Hendurnar. Andadrátturin. Røddin. Eyguni. Intelligensur og sansalig menniskjaligheit. Tað er ein fragd at uppliva. Hjartaliga til lukku, Olaf og blíðan byr.
SJÁ NÚ STÍGUR SÓLIN
/Summarframsýningin SJÁ NÚ STÍGUR SÓLIN letur upp í Víngarðinum leygardagin 10.juli klokkan 15-17 við verkum eftir Torbjørn Olsen, Randi Samsonsen, Hansinu Iversen, Silju Strøm og Jóhan Martin Christiansen. Heitið á framsýningini stavar frá einum nógv elskaðum og sungnum sálmi við lagi eftir Oluf Ring, sum danski presturin, Jacob Knudsen skrivaði og sum m.a. Mikkjal á Ryggi føroyskaði. Sálmurin snýr seg heilt einfalt um hetta, sum hendir hvønn tann einasta gudsskapta dag, nevniliga at sólin rísur upp úr havsbrúnni, at nátt broytist til dag. Sálmurin minnir okkum á at síggja sólina og viðurkenna undrið í gerandisrutinuni, tá sólin fær loft og bylgjur at glógva og yrkjaraegið kann anda frítt, tá ljósur dagur hevur tikið yvir eftir myrka nátt. Aftaná ein langan og kaldan vetur kemur summarið væl við og tessvegna er eisini Summarframsýningin í Víngarðinum full av takksemi yvir summarsins ljós og litir. Vit fegnast um litirnar í málningunum hjá Torbirni Olsen, t.d. í sólsetursmyndini her omanfyri av útsýninum úr atelierinum í Eiriksgøtu, har loft og bylgjur glógva sum brandar júst sum í sálminum. Tað størsta verkið á framsýningini er Golden Balls hjá Randi Samsonsen, sum er eitt slag av tvíburðarverki hjá Dont Touch My Silver Balls, ið er partur av framsýningini Samrøður um mjørka á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tann monumentala, hangandi gullstandmyndin er úr bleytum tilfari við organiskum skapum, ið tykjast bæði lívrunnin, vøkur og skemtilig. Nýggju verkini, sum Randi hevur gjørt til framsýningina eru somuleiðis vøkur og geva hugfarsligt hugasamband við bæði viskustykki og dreymakendar summarútferðir við miðmála á strondini.
Sólin skínur eisini í fleiri av teimum føgru, litríku málningum hjá hjá Silju Strøm, har figurar og strok, menniskju og umhvørvi – alt samalt er javnsett í einari dynamiskari, bylgjandi eind. Silja hevur júst gjørt eitt einastandandi flott verk til nýggju politistøðina í Havn. Tað er monumentalt, men annars arbeiðir Silja ofta við smáum støddum, har tað eydnast henni at fáa ófatiliga nógv innihald, skap og litir inn í sjálvt tey minstu myndarúmini. Summer Night City æt ein framsýning hjá Jóhan Martin Christiansen í Víngarðinum í vetur. Hansara framsýningar og verkheiti eru ofta poetisk og stava frá t.d. sangum ella yrkingum. Í hansara gipsverkum snýr tað seg um ítøkilig spor frá einum tilfari, t.d. einum ávísum pappkassa, ið er flutt yvir í eitt annað tilfar. Eitt sindur háfloygt kann mann siga, at hesi verk lýsa sína egnu skapanarprosess og týdning, ið bæði kann vera fløktur og sveimandi við øllum møguligum listasøguligum tilsipingum, men sum eisini er tilfarsliga tengd at verkinum, ið bara er tað, sum tað er; ein lutur úr gipsi. Eitt lítið lýsandi gult steinprent, sum Hansina Iversen gjørdi herfyri í Steinprent, hevur so sterkt ljósárin, at tað minnir um eina sól. Í roynd og veru er talan um eina kompakta, nonfigurativa kompositión. Guli liturin fyllir nokk so nógv, men grundin til ta stóru ljósmegina er kanska hinir litirnir á myndaflatanum; rundu appilsingulu skapini og rosaviolettu litbrigdini glógva júst sum tað stendur í sólsálminum: “sum brandar nú, kennist sælur songur, tó alt er stilt, nú ið ljósið glitrar um strendur gylt”.
Silja Strøm
Randi Samsonsen
Randi Samsonsen
Jóhan Martin Christiansen
Hansina Iversen
Marius Olsen sýnir fram í Steinprenti
/Fríggjadagin 9.juli klokkan 16-18 letur framsýning upp við spildurnýggjum steinprentum og linoprentum hjá Mariusi Olsen í Steinprenti. Fýra seinastu vikurnar hevur Marius arbeitt á grafiska verkstaðnum í Østrøm á Skálatrøð og fleiri av úrslitunum verða við á framsýningini, m.a. ein vøkur, náttúruromantisk mynd av einum lítlum ryggvendum persóni, sum sæst í siluett, har hann stendur í sterkum mótljósi á einum mola og hyggur út í endaleysa myndarúmið. Turkisblái liturin er ótrúliga intensur upp móti táminum, sum í roynd og veru als ikki er grátt, sum mann kundi hildið, men meira rosa og ljóst – umframt at vera ein grafiskur meistari, er Marius Olsen eisini føddur kolorist. Í einari aðrari náttúrulýsing eru komplementerlitirnir blátt og appilsingult settir saman í einum avbrigdi av einum myndevni, sum listamaðurin hevur brúkt óteljandi ferð. Tað er í Hørg í Nólsoy, har hann búleikaðist eitt tíðarskeið. Vakra bláskygda landslagið verður innrammað av eini appilsingulari rammu, sum bæði tendrar í bláa litin, men sum eisini skapar áhugaverda frástøðu millum áskoðaran og landslagið. Hendan dagin, eg heilsi uppá listamannin í Steinprenti, hongur ein vøkur rektanguler rond av fløggum á einum prenti á vegginum, ið minnir um framúrskarandi verkið Flaggstong, sum Marius Olsen gjørdi í 1994. Eg forvitnist og spyrji hvat hetta er fyri nakað og Marius greiðir frá, at hetta nýggja verkið í gerð í roynd og veru er grundað á hugskot í gamla prentinum og at tað nýggja verður gjørt í samstarvi við Bjarne Werner Sørensen, sum hevur prentað fløggini. – Hetta eru fløgg hjá londum uttan fult sjálvræði, greiðir Marius frá og sigur mær síðani søguna um hvussu hugskotið til ta fyrstu flaggmyndina kom. Tað var ein dagin, hann gekk úti spákaði og brádliga mundi traðkað á eina bók. Hann tók hana upp, tað vísti seg at vera ein gomul lítil lummabók, sum innaní hevði hópin av flaggmyndum. Eg hugsi, at øll tey, sum eru um miðjan aldur og eldri munu minnast tílíkar lummabøkur, sum áðrenn altjóðagerð og internet góvu okkum ein spennandi varhuga av stóru verð. Marius varð eisini hugtikin av litríku fløggunum og brúkti tey fyrst í eini lítlari kollasju/monoprenti í 1992 og síðani í linoprentinum Flaggstong í 1994, sum er eitt framúrskarandi høvuðsverk í føroyskari listasøgu. Tað er ikki bert tað estetiska, sum tað snýr seg um, tó at teir vøkru og grafiskt greiðu flagglitirnir hugtaka listamannin. Men hann hevur somuleiðis áhuga fyri tí politiska, tjóðskaparliga, ið júst verður problematiserað í áðurnevndu flaggmyndum frá truplu árunum eftir føroysku fíggjarkreppuna. Tað verður spennandi at síggja hvussu listamaðurin hevur dagført myndevnið í sínum nýggja prenti. Øll eru vælkomin til upplatingina og at heilsa uppá listamannin.
Fredag 9.juli kl. 16-18 åbner der en udstilling med nye litografier og linoleumssnit af Marius Olsen i Steinprent i Tórshavn. De fire sidste uger har den færøske billedkunstner, der er bosat i Finland, arbejdet på det grafiske værksted og flere af resultaterne kan ses på udstillingen, bl.a. et skønt naturromantisk billede af en lille rygvendt person i silhuet, der står i stærkt modlys på en lille mole og skuer ud mod endeløsheden. Den turkisblå farve er utrolig intens op imod den tynde dis, der faktisk ikke er grå, men som funkler i rosa nuancer. Ud over at være en mester udi den grafiske forenklings kunst, er Marius Olsen nemlig også født kolorist. I et andet landskabsbillede kommer de to komplementære farver, blåt og orange, sammen i en variant af et motiv, som kunstneren har brugt utallige gange og som er en lokalitet i Hørg i Nólsoy, hvor kunstneren boede en periode. Det fine blå landskab indrammes af orange, der både tænder den blå farve, men som også skaber en slags afstand imellem landskab og beskuer. Jeg hilste på kunstneren i sidste uge og så hans foreløbige resultater på værkstedet. Her blev jeg opmærksom på et ufærdigt tryk med en rektangulær rand med farvestrålende flag, der hang på væggen og mindede mig om hovedværket, Flagstang fra 1994. Marius bekræftede, at det nye tryk rent faktisk bygger på idéer i det gamle tryk og at det bliver fremstillet i samarbejde med Bjarne Werner Sørensen, der har trykt flagdelen. Midterdelen skal trykkes i Steinprent. - Det er flag fra lande uden fuld selvstændighed, forklarer Marius og fortæller siden historien om hvordan idéen til det første flagbillede kom. Det var en dag, han var ude at gå, at han tilfældigt så en bog på vejen. Han tog den op og den viste sig at være en gammel lille lommebog, som indeni havde en masse flagsymboler. Jeg tænker, at de fleste, der er midaldrende og ældre kan huske sådanne lommebøger, der før globalisering og internet var de første til at give os en fornemmelse af den store verden. Marius var fascineret af de farverige flag og brugte dem først i en lille collage/monotryk i 1992 og siden i linoleumstrykket Flagstang fra 1994. Selv om de flotte og grafisk klare flagfarver fascinerer billedkunstneren, er der andet og mere på spil for kunstneren end det rent æstetiske. Han er også interesseret i det politiske, nationale, som netop bliver problematiseret i førnævnte flagbilleder fra de vanskelige år efter den store finanskrise på Færøerne. Det bliver spændende at se en opdateret version af billedet på udstillingen på fredag, hvor man også kan hilse på kunstneren.
Kinna Poulsen
Flaggstong á Listasavni Føroya