Sjá nú stígur sólin - vernissage og nýtt
/Leygardagin læt summarframsýningin SJÁ NÚ STÍGUR SÓLIN upp í Víngarðinum við verkum eftir Torbjørn Olsen, Randi Samsonsen, Hansinu Iversen, Silju Strøm og Jóhan Martin Christiansen. Framsýningin er opin til og við 7.august. Hósdagin koma nøkur nýggj verk hjá Jóhan Martini Christiansen aftrat framsýningini (sí niðast). Víngarðurin er opin hósdag til sunnudag Kl 12.00-00.00 (fríggjadag og leygardag til 02.00). Í juli verður opið til miðmála hósdag til sunnudag frá klokkan 12-16. Miðmálin er 5 smáir rættir fyri 165.
SJÁ NÚ STÍGUR SÓLIN: Heitið á framsýningini stavar frá einum nógv elskaðum og sungnum sálmi við lagi eftir Oluf Ring, sum danski presturin, Jacob Knudsen skrivaði og sum m.a. Mikkjal á Ryggi føroyskaði. Sálmurin snýr seg heilt einfalt um hetta, sum hendir hvønn tann einasta gudsskapta dag, nevniliga at sólin rísur upp úr havsbrúnni, at nátt broytist til dag. Sálmurin minnir okkum á at síggja sólina og viðurkenna undrið í gerandisrutinuni, tá sólin fær loft og bylgjur at glógva og yrkjaraegið kann anda frítt, tá ljósur dagur hevur tikið yvir eftir myrka nátt. Aftaná ein langan og kaldan vetur kemur summarið væl við og tessvegna er eisini Summarframsýningin í Víngarðinum full av takksemi yvir summarsins ljós og litir. Vit fegnast um teir føgru litirnar í málningunum hjá Torbirni Olsen. Tað størsta verkið á framsýningini er Golden Balls hjá Randi Samsonsen, sum er eitt slag av tvíburðarverki hjá Dont Touch My Silver Balls, ið er partur av framsýningini Samrøður um mjørka á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn. Tann monumentala, hangandi gullstandmyndin er úr bleytum tilfari við organiskum skapum, ið tykjast bæði lívrunnin, vøkur og skemtilig. Nýggju verkini, sum Randi hevur gjørt til framsýningina eru somuleiðis vøkur og geva hugfarsligt hugasamband við bæði viskustykki, dreymakendar summarútferðir og frokost i det grønne. Sólin skínur eisini í fleiri av teimum føgru, litríku málningum hjá hjá Silju Strøm, har figurar og strok, menniskju og umhvørvi – alt samalt er javnsett í einari dynamiskari, bylgjandi eind. Silja hevur júst gjørt eitt einastandandi flott verk til nýggju politistøðina í Havn. Tað er monumentalt, men annars arbeiðir Silja ofta við smáum støddum, har tað eydnast henni at fáa ófatiliga nógv innihald, skap og litir inn í sjálvt tey minstu myndarúmini. Summer Night City æt ein framsýning hjá Jóhan Martin Christiansen í Víngarðinum í vetur. Hansara framsýningar og verkheiti eru ofta poetisk og stava frá t.d. sangum ella yrkingum. Í hansara gipsverkum snýr tað seg um ítøkilig spor frá einum tilfari, t.d. einum ávísum pappkassa, ið er flutt yvir í eitt annað tilfar. Eitt sindur háfloygt kann mann siga, at hesi verk lýsa sína egnu skapanarprosess og týdning, ið bæði kann vera fløktur og sveimandi við øllum møguligum listasøguligum tilsipingum, men sum eisini er tilfarsliga tengd at verkinum, ið bara er tað, sum tað er; ein lutur úr gipsi. Eitt lítið lýsandi gult steinprent, sum Hansina Iversen gjørdi herfyri í Steinprent, hevur so sterkt ljósárin, at tað minnir um eina sól. Í roynd og veru er talan um eina kompakta, nonfigurativa kompositión. Guli liturin fyllir nokk so nógv, men grundin til ta stóru ljósmegina er kanska hinir litirnir á myndaflatanum; rundu appilsingulu skapini og rosaviolettu litbrigdini glógva júst sum tað stendur í sólsálminum: “sum brandar nú, kennist sælur songur, tó alt er stilt, nú ið ljósið glitrar um strendur gylt”.
Hansina Iversen
Silja Strøm
Blómur, vín og eitt brot av terassumálninginum hjá Hansinu Iversen
Ferniseringsselskap í Víngarðinum
Torbjørn Olsen
Hansina Iversen
Brot av verki hjá Randi Samsonsen
Silja Strøm og eitt glas av rosé
Skriftin á vegginum
Torbjørn Olsen
Summar á terassuni í Víngarðinum
Randi Samsonsen
Tapas og vín á terassuni
Meira av tí sama
Nýtt verk hjá Jóhan Martini Christiansen
Jóhan Martin Christiansen