Alda Mohr Eyðunardóttir er fyrsti føroyingur í fleiri áratíggju, sum er sloppin inn á kunstakademiið í Keypmannahavn. Nakað fyri ólavsøku hevði hon sína fyrstu serframsýning í hølunum í Dr.Jacobsensgøtu í Havn har Skálabúðin helt til.
Liðin eru tvey ár síðan Skálabúðin stongdi gamla handilin, sum læt upp í 1954. Men enn hongur ikoniska reyða, bláa og hvíta skeltið uppi, ið saman við grønblonku flisunum á fasaduni tykist merkt av hesi serligu ævinleikaglæmuni, ið ljómar yvir barndómsupplivingum. Tá eg hugsi um Skálabúðina og síggi handilin fyri mær, er sjónarhornið rættiliga lágt. Eg síggi mest frakkar. Teir eru ljósabrúnir fyri tað mesta við knappum og beltum og konurnar, sum eru í teimum eru heilt ómetaliga tíðindafróar. Tær vita alt møguligt, sum tær vilja siga mammu og tað hevur við sær, at mamma ongantíð kemur út aftur úr handlinum, sjálvt um eg staðiliga togi í armin á henni. Fyri at fordríva tíðina telji eg ymiskt, eg beri eyga við; eg telji toyrullur, knappar og pakkar við undirbuksum, men eg dugi bara at telja upp til fimm, so fløkist tað, og eg má byrja umaftur.
Flakar er heitið á fyrstu serframsýningini hjá Aldu Mohr Eyðunardóttir, hvørs verk áður hava verið at sæð á felagsframsýningum, t.d. á ólavsøkuframsýningini í Listasavninum. Í heyst byrjar hon á Det Kongelige Danske Kunstakademi – hon er fyrsti føroyingur í mong áratíggju, sum er sloppin inn á henda fyri føroyska listasøgu týdningarmikla skúla, har Sámal Joensen Mikines og Ingálvur av Reyni gingu. Hetta er í sær sjálvum eitt satt bragd av listakvinnuni, sum eisini slapp inn í Malmø, men sum altso hevur valt akademiið í Keypmannahavn, har umleið fimm prosent av teimum ið søktu at koma inn, sloppu gjøgnum nálareygað. Í ár søktu 437 og 25 vórðu upptikin.
Listarligi áhugin kyknaði innan foto greiðir unga listakvinnan mær frá henda dagin eg vitji framsýningina í hølunum, ið eru sum skapt til høvið ella øvugt, tí verkini eru í roynd og veru framleidd í hølunum og til júst hesi hølini. –“Tað er okkurt við tí ráa í hesum hølinum, sum virkar føroyskt uppá meg og so er tað eisini tað, at hølini eru undir umvæling júst sum eg. Eg eri eisini undir umvæling” brosar Alda, ið yvirhøvur tykist sera tilvitað og miðvís. Hon hevur valt at skapa framsýningina sum eitt slag av listarligari staðfesting áðrenn hon fer undir útbúgving. Hon hevur altíð verið mentanarliga áhugað heldur hon og so gekk hon á sonevndu listaleiðini í Hoydølum, har hon spakuliga fann út av, at listin hevði hennara áhuga. Tað var á háskúlanum í Krogerup, at hon fann út av, at sjálvt um fotojournalistikkur ikki ordiliga er tað rætta, so eru áhugaverdir listarligir møguleikar í fotomyndini sum miðli. Á listaháskúlanum í Holbæk byrjaði hon at skriva og tekstir eru framvegis ofta útgangsstøði í hennara verkum.
Naknu timburveggirnir og gólvið, betongloftið og ymisku leidningarnir, sum hanga niður geva eitt spennandi framsýningarhøli, ið eru eitt satt kupp fyri framsýningina, sum bara vardi í tríggjar dagar og sum altso er tikin niður aftur. Heitið Flakar tykist sipa til nakað stokkut og forgeingiliga, ið bæði bendir tankarnar á støðuna í heiminum í løtuni við okkara skroypiligu planet, sum líður av veðurlagsbroytingum og smeltandi innlandsísi, men sum eg eisini fati psykologiskt soleiðis, at listaverkini kunnu vera eitt slag av bjargingarflaka ella friðskjól hjá einstaklinginum. Fagurfrøðiliga hanga verkini hjá Aldu Mohr Eyðynardóttir og hølini so neyvt saman. at tú í støðum hevur tú ilt við at avgera hvat er hvat. Listakvinnan greiðir frá, at henni dámar væl ivan um hvat er hennara verk og hvat er partur av umvælingini og eg gevi henni rætt - tað er hugtakandi - eisini gjøgnumskygda klæðið, hon hevur hongt í rúminum, so at vit bara hóma byggióruddið aftanfyri, meðan eyðkenda svarta og hvíta trappan lýsir upp sum eitt ítøkiligt fortíðarligt monument aftast í rúminum.
Forgeingiligleikin tykist vera eitt høvuðsevni í framsýningini eins og sum heild í ungu føroysku listini, ið miðsavnar seg um tað skroypiliga í tilveruni og í heiminum og um tey spor vit lata eftir okkum. Kenslur og tilfar verða tengd saman soleiðis, at verkini verða bæði tilfarslig og full av internum tilveruligum søgum. Stílurin er vistfrøðiligur við náttúrligum litum og einum forkærleika fyri ready mades og opnari pallseting, har allir lutir tykjast onkursvegna javnsettir. Á framsýningini í Skálabúðini eru t.d.praktisk amboð so sum uppvørpur, leidningar og forleingjarar javnsettir partar av framsýningini.
Tá eg spyrji Aldu Eyðunardóttir Mohr hvørja list henni dámar, nevnir hon fleiri myndlistafólk, eitt nú donsku listakvinnuna, Tove Storch, men eisini føroysk listafólk, Jóhan Martin Christiansen, Jón Sonna Jensen, Hansinu Iversen og vinkonu sína, Anný Øssursdóttir Djurhuus, sum hon sigur hevur stuðlað seg nógv. Men í grundini er Alda meira inspirerað av øðrum listasløgum enn av myndlist, sigur hon, og nevnir tónleikin hjá Teiti Lassen sum dømi. Hon hevur lurtað nógv eftir hansara tónleiki, og so leggur hon eisini serligan dent á bókina Sár á Sál eftir Kristinu S. Hansen, sum hon hevur lisið fleiri ferð. Sár á Sál er ein sjálvsævisøguligur leikur frá 2013, sum spratt úr syrgiligi vanlukkuni, tá ið synir høvundans og ein vinmaður lótu lív. - “Hon dugir so væl at lýsa allar tær ymisku kenslurnar og at lýsa hvussu løgið fólk uppføra seg, tá tílíkt rakar” heldur Alda. Hon og hennara familja hava sjálvi kent sorgina tætt at egnum kroppi, tá lítlasystirin doyði fyri ellivu árum síðani, og sorgin er við á framsýningini. T.d. snýr teksturin á stóra verkinum aftast í framsýningini seg um hvussu listakvinnan arbeiðir við sorgini. Einastaðni stendur ein gipsformur á gólvinum. Alda greiðir frá, at hon hevur funnið hann onkrastaðni – kanska minnir hann í skapi eitt sindur um ein gravstein. Hesin gipsklumpurin hevði upprunaliga hvassar kantar, sigur listakvinnan, sum mintu hana um sorgina innaní. Hon hevur brúkt sandpappír at viðgera gipsið og sandpappírið er ítøkiliga partur av framsýningini. Tað sæst á tekstilverkinum aftast í rúminum eins og ójavnar hvassar rípur. Alda Eyðunardóttir Mohr greiðir frá, at hon hevur brúkt nógva tíð uppá at slípa kantarnar, so at formurin sýnist bleytari eins og eisini sorgin slípast av tíð uttan nakrantíð at hvørva heilt.