Olaf 60

serprís.jpg

Í dag eru seksti ár síðan sjónleikarin, Olaf Johannessen varð føddur í Havn. Hann er mikið fagnaður úti í heimi, serliga í Danmark, men eisini í Týsklandi, har hann á sinni var í uppskoti at fáa ta høgt virdu FAUST-virðislønina. Sjálvur hevur hann fleiri ferðir í samrøðum greitt frá, at fast arbeiði á Kongaliga Teatrinum ikki riggaði fyri hann og at tann ótrygga men frælsa fríyrkisleiðin ikki bara var nakað, hann mátti sættast við, hon var og er neyðug fyri hann. Olaf hevur brillerað í hópin av leiklutum og í Føroyum var hann herfyri við Leikhúsinum Skift saman við m.a. konuni, Maritu Dalsgaard og imponeraði øll við leikinum Hin komiska Tragedian eftir Evu Bonfanti og Yves Hundstad. Eftir sýning vóru vit full av ærufrykt yvir fyri Olaf Johannesen, sum í ein tíma og fjøruti minuttir tosaði, rópti, gekk, datt, lá, dansaði og fyllti allan pallin út við fleiri persónum – hóast hann bara er ein – soleiðis, at tíðin hvarv. Olaf Johannessen virkar yvirhøvur sum um hann er skaptur til sjónleik, hesa merkisverdu list, sum er alt í senn. Sjónleikur er ágangandi og pressar seg inn á allar sansir. Eygað, oyrað, alt! Tað er manuskript, tað er hugskot, framførsla, menniskja, løta, løtan, samband og onkuntíð svingar tað og gerst rein magi og yvirhøvur ikki altíð. Og ALT svingar á Olaf Johannessen. Kroppurin. Andlitið. Hendurnar. Andadrátturin. Røddin. Eyguni. Intelligensur og sansalig menniskjaligheit. Tað er ein fragd at uppliva. Hjartaliga til lukku, Olaf og blíðan byr.