Fríggjadagin 6. august kl. 16 letur framsýningin “eg sakni alt alla tíðina” upp í forhøllini á Listasavni Føroya. Framsýningin er við verkum eftir Aldu Mohr Eyðunardóttir, ið lesur á Kunstakademinum í Keypmannahavn. Høvi er tí at síggja heilt nýggja og áhugaverda samtíðarlist. Høvuðstátturin í framsýningini er “saknur”, eins og heitið vísir á. Alda Mohr Eyðunardóttir er hugtikin av handarbeiði og brúkar tað á ymiskan hátt í list síni, bæði við at tilevna tekstilverk við hond og við at stoypa tekstil í bronsu.
Fernisering verður fríggjadagin 6. august millum kl. 16-18. Karina Lykke Grand, stjóri, bjóðar vælkomin. Alda Mohr Eyðunardóttir verður til staðar og fer at siga nøkur orð um listaverkini. Savnið bjóðar ábit og drekkivørur. Takk til Hotel Føroyar.
Tað er altíð ókeypis atgongd til forhøllina, og øll eru hjartaliga vælkomin!
FAKTA
Alda Mohr Eyðunardóttir (f. 1997) er fødd og uppvaksin í Tórshavn og gongur á Kongaliga Danska Kunstakademinum í Keypmannahavn.
Hon hevur verið við á fleiri Várframsýningum og Ólavsøkuframsýningum, og í 2019 hevði hon fyrstu serframsýning sína, “Flakar”, í gomlu Skálabúðini í Tórshavn. Seinasta árið hevur Alda Mohr Eyðunardóttir verið við á framsýningini “Samrøður um mjørka” (2020-2021) á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn.
Framsýningin er at síggja í forhøllini á Listasavni Føroya