Móti myrkrinum

Í Norðragøtu

Í Norðragøtu

Always Coming Home

OCEANIC CONNECTEDNESS

Øll vaksin, ung sum gomul, munu gleða seg sum smábørn til tað árliga lista- og bókmentatiltakið í Gøtu, sum í ár fór av bakkastokki fríggjadagin 16.juli við eini listaframsýning, ið verður at síggja allan juli.

 Vit kunnu bara staðfesta alt fyri eitt, at Forlagið EKSIL við festivalinum og framsýningini undir felags heitinum Always Coming Home - OCEANIC CONNECTEDNESS enn einaferð megnaði at skipa fyri einum framúr meiningsfullum og inspirerandi, altjóða, samtíðarlistafestivali í Norðagøtu, ið eina góða løtu fekk okkum at gloyma ta lúnsku sótt, sum í heilum elvir til avlýsingar og óvissu. Í ár var listatiltakið, sum plagar at vera partur av G!Festivalinum, staðsett í Húsunum hjá Karli og ymsa staðni í Norðragøtu.

Trídupult uppliving

Upplivingin var av sonnum veldug – mann kann kanska siga trídupult stór, tí hon í fyrsta lagi fevndi um eina framúr áhugaverda listaframsýning, sum Alda Mohr Eyðunardóttir og Kim Simonsen hava kuraterað og sett upp í Húsinum hjá Karli og økinum har á leið – Alda hevur sjálv eitt einstakt verk við, sum er niðri við sjóvarmálan  – men húsini eru eisini í sær sjálvum ein einastandandi uppliving og í triðja føri var sjálvt eventið við frágreiðingum, upplestri av yrkingum og bara tað at vera í Norðragøtu - uttandura í náttúruni í sól og sirmi, njóta silvitni á sjónum og tað sevjugrøna grasið á fjøllum og fløtum - fullkomiliga praktfult. Hetta er føroyskt summar uppá tað allarbesta. Vit plaga um hetta mundið at vera stødd í Syðrugøtu og har um leiðir, har festliga baktjaldið plagar at vera orkumikli G!Festivalurin. Onkur kann halda, at tað kann tykjast heldur øvugt soleiðis at taka listaeventið framum megnar tónleikafestivalin í Gøtu, men soleiðis hevur tað nú verið í fleiri ár fyri meg og fleiri onnur.


Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Hjá Karli

Húsini hjá Karli standa í Norðragøtu sum eitt satt undur úr eini aðrari tíð. Júst hetta slagið av óregluligari mentanarsøgu uttan nationalautoriseraða flagtekju og tjørupapp, men við serstøkum úttrykki, heimligari trivialmentan og kitcsh, hava vit í Føroyum verið syrgiliga vánalig at standa við og varðveita. Húsini hjá Karli eru eini hundrað ára gomul betonghús við grønum hurðum og appilsingulari trappu, ið eru sum skapt til at vera listafólkadepil við upplestri, framsýningum, listafólkaíbúð, verkstaði, biografi osfr. Møguleikarnir eru at kalla endaleysir. - At gott fólk er í Gøtu vistu vit av, og nú hava so nøkur skilafólk tikið stig til, at hetta fantastiska og originala húsið er varðveitt - kommunan hevur, skilst, rindað tímar fyri umvælingar, sum higartil hava tikið tvey ár. Nevnd er sett at skipa fyri virkseminum í Húsunum hjá Karli (tey eru í løtuni Hanna Jensen, Árant J.Hansen og Tummas Jákup Thomsen) og tað er síðstnevndi, listamaðurin, Tummas Jákup, sum hevur staðið fyri umvælingini og sum hevur gjørt eitt heilt einastandandi gott arbeiði. Tí bað eg hann posera í trappunum, meðan eg tók mynd – hann var henda dagin í føroyskum klæðum til heiðurs fyri drottningini, sum hann skuldi heilsa uppá fyrr um dagin. Mann kann illa ímynda sær nakran, sum hevði klárað at gjørt umvælingina betri ella við størri virðing, innliving og kærleika enn Tummas Jákup Thomsen. Alt sovorði sum vanlig skilafólk í fávitsku kundu funnið uppá at tveitt burtur, hevur Tummas Jákup varðveitt ella endurnýtt fyri í størstan mun at varðveita tann týdningarmikla autenticitetin í húsunum. Hurðarnar eru málaðar grønar, trappurnar lýsandi appilsingular, tí húsfólkinum dámdi væl grønt og appilsingult, men til alla eydnu minna bæði trappur og hurðar um listaverkini hjá Tummas Jákupi og eiga at verða varðveittar júst soleiðis sum tað tær síggja út í løtuni.

í stovuni hjá Karli

í stovuni hjá Karli

Verja móti myrkri

At koma inn í húsini er sum at trína inn í ein tíðarlumma. Á vegginum hanga Jesusbíløt, glansbíløt og bliknaðar myndir av kettlingum, drottningini og øllum møguligum øðrum – tað andar alt samalt av eini aðrari tíð og av menniskjum uttan nútíðarinnar endaleysu og sjálvsøgdu myndakeldur. Eg minnist sjálv væl, at summi fyrr í tíðini kliptu út myndir av t.d. kongaligum persónum úr Billed-Bladet og hongdu tær upp á veggin - bara tí mann helt fólkini vera pen ella klæðini hjá teimum. Millum myndirnar hongur onkur setningur, sum hevur sagt einum okkurt, ein rúgva av Guð varveiti heimið – variantum, broderaðum og teknaðum – ein riðil av memorabilia, ið sigur eina inniliga søgu um nøkur serlig og elskulig menniskju, sum við myndum og lutum royndu at signa og verja sítt heim móti øllum myrkri.

Jens L.Thomsen

Jens L.Thomsen

Framsýningin

Framsýningin tók meg á bóli upp til fleiri ferð, so mikið væl er hon sett upp við bæði fastari hond og humor, men eisini við ansi og virðing fyri tilfari, søgu og staðseting. Hesa uppgávu hava tey bæði Alda Mohr Eyðunardóttir og Kim Simonsen klárað til eitt UG. Í hugnaliga køkinum beint við síðuna av viskistykkinum við vaskið hongur eitt svart og hvítt velourverk hjá Randi Samsonsen fullkomiliga perfekt - tað tekur eina lítla løtu at lesa rúmið og finna fram til listaverkini. Staðsetingin av videoverkinum hjá Jens L.Thomsen, Mannaátari inni í spískamarinum er somuleiðis genial og kløkkar meg, so at eg eri um at detta uppeftir av hesum gamaldags sjónvarpinum, sum stendur og blinkar, mutlar og flimrar í loopum inni í spískamarinum. Ein kannibalsk installatión av einari anakronismu inni í einari aðrari anakronismu. Flotta reyða videoinstallatiónin Mentalflow fluid simulation hjá Hauge Djernis í Gongini er somuleiðis einastandandi væl plaserað í síða grøna grasinum uttanfyri Húsini hjá Karli.

Hauge Djernis í Gongini

Hauge Djernis í Gongini

Rák

Sum kunnugt, er aldur, ár og tíðarskeið menniskjans, ikki av serligum týdningi, tá tað snýr seg um list ella listarliga góðsku. Um okkara leiðir brúka vit ofta Ingálv av Reyni sum dømi um listafólk, ið gera síni bestu og mest radikalu verk, tá tey eru uppi í árunum og enn verður víðagitni Spjótberarin hjá grikska myndahøggaranum, Polykleitos, hámettur fyri listarliga dygd, tó at tann standmyndin hevur næstan 2500 ár á baki. Men tá um samtíðarlist ræður, koma framstigini javnan frá teimum ungu, svongu listafólkum, ið helst eisini skulu fremja neyðug faðirmorð á ættarliðið undan teimum. Tað er millum tey heilt ungu, at tú sansar rák og móta eisini um tað í løtuni er eitt slag av anti-móta, eitt nýtt slag av hálvfjersarakendari idealismu, har mann ikki gongur til frisør, ikki smyr sær og heldur keypir sær klæði í endurnýtslu- enn í mótahandlum. Sama ger. Tey høvdu sæð gott út í rusksekki, tey ungu. Júst sum í hálvfjersunum, hongur mótin saman við gongdini í samfelagnum annars og einum øktum samfelagskritiskum tilviti, sum er púra nátúrligt í kjalarvørrinum av okkara umhvørvisdálking og vantandi eftiransni av okkara kæru, gomlu, slitnu planet. Í súginum av klimakatastrofum og útdoyggjandi kyktum kykna dómadagshugsanir og nýggj vísindi, ið eru tengd at vistfrøði, djóravælferð og einum nýggjum máta at vera menniskja á jørðini, har vit virða okkara medskapningar heldur enn at veiða, selja, gagnnýta, oyða ella eta teir. Eri í grundini púra samd við teimum, ið halda uppá, at eitt paradigmuskifti er neyðugt, men harmist tó sum tann miðaldrandi, skeptiski varrastiftsyndarin eg eri, um at alt partú skal vera so øgiliga álvarsligt og serliga um at listin skal vera so álvarstung. Eingin treður sum kunnugt dansin undir moldum - ungdómurin skal helst ikki gloyma at flenna og spæla fyri okkum vaksnu, sum longu hóma skuggan og kuldan frá grøvini

Pernille Nordentoft Tørslev

Pernille Nordentoft Tørslev

Politikkur og fornverur

Á framsýningini Always coming Home OCEANIC CONNECTEDNESS eru fleiri ung listafólk, ið á ymiskan hátt gera vart við umhvørvið. T.d. við fotomyndum sum unga danska listakvinnan, Pernille Nordentoft Tørslev hevur tikið og sum eru væl plaseraðar í ymsum rúmum í Húsinum hjá Karli. Myndirnar eru av ávísum donskum lokalitetum, grundum og byggjaríum – tær eru svarthvítar ella bláneutralar, vakrar við einum heldur turrisligum skrásetingarligum brái yvir sær, eins og eisini teksturin, ið hoyrir til myndirnar, slær fast. Anný Øssursdóttir Djurhuus, ið hevur haft fleiri spennandi, surrealistiskt fabulerandi framsýningar t.d. í plantasjuni í Havn, framsýnir smáar fotomyndir av – kanska er tað av avstoypingum av fyrndar verum, eg veit ikki. Og teksturin, sum listakvinnan bar vakurt fram, og sum hoyrir til verkið, sigur ikki so nógv um akkurát hvat tað er. Orsøkin til, at eg yvirhøvur undrist er, at bæði tekstur og myndir leggja upp til at vera eitt slag av vísindaligari miðlan við skrásetingum av lívfrøðiligum og jarðfrøðiligum fyribrigdum og nógvum vísindaligum hugtøkum. Tað er mest í sjálvari uppsetingini við smáum myndum, ið verða monteraðar á gips og síðan settar á veggin sum elasmálar hillar, at mann kennir ta fínu, botnkreativu, originalu listakvinnuna aftur.

 

Anný lesur upp

Anný lesur upp

Ba Bladh

Ba Bladh

Luft og jørð

Annars eru listarligu innsløgini á bæði framsýning og eventi rættiliga ymisk. Á tekjuni á verkstaðnum ella úthúsinum, sum einaferð fer at vera skulpturverkstaður stendur ein flogskíggi, sum var partur av eini herliga humoristiskari, luftigari og speiskari performance hjá svenska listafólkinum Ba Bladh, Sky is the limit literally/ NATO Green Defense Agenda. Standmyndin hjá italska listamanninum, Davide Hjort Di Fabio, sum stendur við busskýlið í Norðagøtu er øðrvísi ítøkilig, myndað av burturkasti, rustaðum stáli, garnerað við lýsandi reyðum tomatum eins og eitt vakurt, máttmikið og modernað memento mori. Verkið hjá unga danska listamanninum, Peter Højlund Palluth, sum hann hevur gjørt saman við Tummas Jákupi Thomsen, er í roynd og veru so mikið luftigt, at eg ikki bar eyga við tað fyrr enn listamaðurin við frágreiðingum og handabrøgdum vísti á tað. Verkið var staðsett í grótbrotinum í Norðagøtu og var ella er myndað av appilsingulum snórum, sum í luftini teknaðu skapið av fjallinum ella av fjallinum soleiðis sum listamaðurin ímyndar sær, at fjallið hevur sæð út áðrenn tað varð brotið.

Peter Højlund Palluth og Tummas Jákup Thomsen

Peter Højlund Palluth og Tummas Jákup Thomsen

Oldies but goldies

Tað er í sær sjálvum stuttligt at ummæla eina framsýning, har listafólk sum Jón Sonni Jensen og Randi Samsonsen eru oldies. Tí í føroyskari list plaga vit at síggja tey sum umboðandi nýggjar tilfarsligar leiðir. Jón Sonni Jensen arbeiðir jú við heldur øðrvísi byggivinnuligum tilfari sum polyurethan-skúm, gips, latex, nylon og silvurfoliu. Hansara verk eru full av mótsetningum og sýnast t.d. um somu tíð bæði maskingjørd og lívrunnin. Fleiri av verkunum hava ein serstakan bløðrutan yvirflata, ið sipar til okkurt, ið er flótandi og bleytt, samstundis sum verkini tykjast hørð og føst. Verkini eru stuttlig, løgin við einum sterkum, sansaligum, hedonistiskum brá, sum riggar heilt merkiliga væl millum pumpuorgul og Jesusbíløt í stovuni hjá Karli. Tað er yvirhøvur áhugavert, at áskoðarin ikki ordiliga ivast í hvar samtíðarlistin hongur millum allar hitt myndatilfarið, sum hoyrir til í húsunum. Uppiá hongur eitt vakurt gult og violett velourverk hjá Randi Samsonsen, sum eg havi sæð áður, men ongantíð hevur tað hingið so væl, sum í kamarinum við gomlum Dimmalættingum á vegginum. Randi arbeiðir somuleiðis sera tilfarsligt, men eisini konseptuelt við okkara etableraðu ímyndum um tilfar og list. Ofta fer hon upp í móti hesum ímyndum og ger t.d. standmyndir, sum hanga í staðin fyri at standa, eins og hennara myndir sum bleyt, føgur relieff stíga fram í rúmið við hópin av frásøgnum.

 

Centrallyrikkur

Vónandi fær lesarin av hesi rapport mínari eina hóming av hvussu listatiltakið megnar at lata upp fyri samanhangum, spurningum og hugsanum um viðurskifti millum verk, menniskju, náttúru, umhvørvi og tekstir. Tað er eitt bragd, sum forlagið EKSIL og listafólkini hava framt og sum eg eri fegin um at hava upplivað, eisini tekstpartin, umframt upplesturin. Hann kundi mann helst skriva eina grein aftrat um. Men lat meg líka nevna, at vit mitt í eini økokritiskari tíð fingu varhugan av, at centrallyrikkurin riggar enn og væl eisini – í øllum førum í penninum ella munninum hjá Beini Bergsson. Hann bar fram eina yrking, sum var full av rørslu og skipaðum endurtøkum av orðum, ið fuku í vindinum og savnaðust aftur í lógvanum hjá einum sansandi yrkjaraegi og einum yrkjara, sum hesa løtuna stóð við grótbrotið í Norðragøtu í sólarljósinum eins og ein vøkur lýsandi standmynd.

Beinir Bergsson

Beinir Bergsson

Davide Hjort Di Fabio

Davide Hjort Di Fabio

Davide Hjort Di Fabio

Davide Hjort Di Fabio

Vónbjørt Vang lesur upp úr Antologi

Vónbjørt Vang lesur upp úr Antologi

Helle Thede Johansen lesur upp úr Antologi

Helle Thede Johansen lesur upp úr Antologi

Randi Samsonsen

Randi Samsonsen

Kim Simonsen lesur upp nýggjar yrkingar

Kim Simonsen lesur upp nýggjar yrkingar

Alda skoðar egið verk

Alda skoðar egið verk

Í kjallaranum í Húsinum hjá Karli

Í kjallaranum í Húsinum hjá Karli

Tummas Jákup Thomsen

Tummas Jákup Thomsen

DSC06902.JPG