Fimm stjørnur til Tórodd
/Væl umtókta dansktmælta yrkingasavnið hjá Tóroddi Poulsen, Valseværk hevur fingið fimm stjørnur aftrat í dagsins Kristeligt Dagblad, har ummælarin Regitze Estrup fegnast um Valseværk, sum hon følir seg fevnda av: “Det er en fryd at lade sig omfavne af det poetiske univers i Valseværk” skrivar hon m.a. í áhugaverda ummælinum. Hjartaliga til lukku við flotta ummælinum - her eru nøkur onnur positiv ummæli av somu bók:
http://www.listaportal.com/tidindi/2020/7/16/en-udfordrende-og-fremragende-vals?rq=Valsev%C3%A6r
https://www.weekendavisen.dk/2020-32/boeger/at-pelse-poelsen
https://litteratursiden.dk/anmeldelser/valsevaerk-af-toroddur-poulsen
Upplating av framsýningini EG ERI ELDGOSIÐ
/Leygardagin 1.mai læt framsýning upp í Víngarðinum við verkum eftir Onnu Maluna Jógvansdóttir. Hetta gjørdist ein sera hugnalig løta við góðum fólkum, sum komu at skoða myndirnar og práta saman. Framsýningin kann síggjast í vikuskiftinum, fríggjadag-leygardag.
KOKS – ein ferð, ið vekir allar sansir
/Ein vitjan á KOKS er ein ferð, ið vekir allar sansir og ein stórfingin uppliving, sum liggur leingi á við listarligum dimensjónum, ið nøktar svongd, men gevur meira enn bert mettuna.
Ein vitjan á KOKS er uppá allar mátar óvanlig. Her hugsi eg ikki bara um framúrskarandi kulinariska dygd ella um stóra blíðskapin á matstovuni frammi við gjónna við Leynavatn, sum hevur tvær skínandi michelinstjørnur og tessvegna er sjálv krúnan á føroyskari gastronomi. Fyrst og fremst snýr tað seg um kompositión og um hvussu okkara uppliving á KOKS er komponerað bæði í stórum og smáum við óvanliga góðum skili ikki bara fyri mati og drekka, men eisini fyri estetikki og hvussu mann fær gestirnar at kenna seg væl.
Forspæl
Upplivingin byrjar longu á vegnum yvir til matstovuna, har okkara sansir verða vaktir bæði av undurvakra landslagnum og góða anganum av fiski í smáttuni. Kenslan av at vera á veg til nakað óvanligt, kemur alt fyri eitt og sum gestur verður tú spent og eitt sindur fjálturstungin, tí hvat man nú fara at henda og er hetta yvirhøvur fyri vanlig fólk? - Tá vit nærkast matstovuni verða vit blídliga móttikin fyrst av okkara tænara, sum tekur í móti, tá vit stíga úr bilinum – á veg innar skoða vit brádliga eitt kritahvítt lið av kokkum, tænarum og starvsfólki, sum býður okkum vælkomnum. Sjónin av hesum fúsu fólkunum er ótrúliga flott og merkiliga rørandi, og sum gestur skilir tú í hesi løtu, at eisini starvsfólkini eru spent um tað, ið henda skal.
Fjølbroytni
Vínskráin byrjar og endar við øl, tveimum øltypum, hvørs markleysi ymiskleiki avspeglar fjølbroytnið í eini máltíð á KOKS. Tann síðsta verður serverað aftur við dessertini – her verði eg fyrst eitt sindur vónbrotin, tí eg aftaná eitt fantastiskt glas av reyðvíni, ikki havi hug at drekka nakað annað enn júst tað reyðvínið - talan er um Le Point du Jour 2019 frá Philippe Tessier – eitt stórfingið natúrvín frá einum vínbónda í Cheverny í Loiredalinum, sum hevur fingist við natúrvín síðani 1998. Men júst tí hetta vínið er so ríkt uppá bæði smakk og søgu, kemur ógvusliga skiftið til dessertølina í tøkum tíma. Hetta veit ein dugnaligur vínserfrøðingur sum Karin Visth, ið eins og høvuðskokkurin, Poul Andrias Ziska, er ein sannur fongur fyri føroyska gastronomi. Hennara val av drykkjuvørum er heilt sjáldsama gott, grundað á holla vitan, hugflog, men eisini dirvi, frælsi og álit frá teimum, hon arbeiðir saman við, eitt stórt og originalt uppfinnsemi fyri ikki at tala um ans fyri smakki, sum m.a. hevur við sær, at hon velur at runda vínskránna á við ølini BIANCA. Tað er ein eiggilig, vínreyð goseøl frá svenska bryggjarínum, Omnipollo við ymiskum berum, ahornsiroppi og laktosusukri. Ein framúr fruktøl í vakurt prýddari dós við intensum berjasmakki og einum tanka av saltlakresi, serverað køld við lekrum, tjúkkum, pinklittum skúmi, sum bæði í smakki og konsistensi er perfekt til súrligu frísku dessertirnar við m.a. krystalliseraðum berum og søl, sum er eitt slag av broysknum korkalittum tara. Tann fyrsta ølin, vit fáa, er ein heilt øðrvísi, frísk og beisk hveitiøl, Ræstur Fiskur, sum Mikkeller og OKKARA hava bryggjað til KOKS og sum verður borðreidd aftur við søltum turrfiskakipsi, sum knasar lystiliga millum tennirnar. Innkomin verða vit sett til borðs – okkara er eitt lítið fitt tveymansborð haðani vit síggja út yvir stórfingna landslagið og tann fyrijáttandi og fjálga hjallin. Vit fáa fyrst ein aromatiskan, heitan temunn at hita okkum við – teið er bryggjað av ribs, villum urtum; timian og baraldi. Harumframt er smeltað feitt í frá eini skinku, sum hevur hingið í Múla. Runda, fína koppin hevur Guðrið Poulsen evnað til við glasering úr grótbroti í Skopun og soleiðis tykjast allir staklutir á KOKS hava bæði týdning og søgu. Heiti drykkurin er vælgerandi og smakkar av so nógvum, at eg væl kundi brúkt longur tíð uppá hann. Men so eru vit í gongd, og tænarin skeinkir okkum eina broyskna og eleganta grand cru champagne. Hon smakkar væl í sær sjálvum, men afturvið sjógætinum, sum vit fáa, smakkar hon beinleiðis himmalskt. Hetta er forrestin galdandi allan vegin í gjøgnum kvøldið, at matur og drekka ikki bert komplementera hvørt annað, men at samansetingin økir um góða smakkin báðar vegir. Aftur við sevjumikla hummaranum fáa vit eina bourgogne av chardonnaydrúvum, sum angar eitt sindur av petroleum og smakkar fruktkent og løgið, men bara til tú hevur bitið í hummaran. Royn so vínið aftur, sum nú er perfekt.
Hugtakandi smakkir
Í ein ávísan mun fylgir raðfylgjan av rættunum á KOKS klassiskari fyrimynd soleiðis, at vit byrja við sjógæti og skeljadjórum, síðani fáa vit fisk, kjøtrættir og eftir hetta søtt omaná. Men samansetingin av einstøku rættunum kann ikki sigast at vera av handahógvi merkt. Serveringarnar eru at síggja til smáar, men bert til tær koma innum varrarnar. Inni í munninum eksplodera tær í smakkum, sum skapa samanhang og mynda minnir og inn í millum bresta vit út úr við illbønum – ikki tí nakað ilt er til staðar í upplivingini, tvørturímóti, meira tí, at smakkupplivingin fullkomiliga tekur okkum á bóli. Rættirnir eru so vakrir og skroypiliga yndisligir at síggja til, men hava eina ófatiliga megi í smakkinum, konsistensinum og í samansetingini. Hendan er so væl gjøgnumførd, at tað nærkast tí yvirnatúrliga soleiðis at skilja, at kompositiónin av staklutunum er so væl skapað, at heildin sýnist fullkomiliga lýtaleys. Vit sita tískil í heilum nevslignar og undrast og duga ikki heilt at gjøgnumskoða hvussu rættirnir eru samansettir.
Gott alternativ til vínskrá
Serveringin á KOKS er blíð, vitandi og fjølbroytt. Smáu perlurnar av rættum verða bornar okkum í eini elegantari koreografi, sum ikki á nakran hátt kendist strævin ella jabbut, tó at talan var um 21 rættir og einar átta drykkir, tvs. enn meir, tí vit royndu bæði vínskránna og juiceskránna. Tað krevur sín mann og sína konu at presentera alt hetta og fáa tað til at hanga saman og hetta megnaðu tænarar og kokkar til perfektión. Tað er uppá allar mátar fyrimyndarligt, at tey á KOKS gera sær ómak við at gera eitt ordiligt alternativ til alkohol. Juiceskráin er fjølbroytt, smakkar áhugavert og væl og fevnir um saft, te, juice, gin og soppasoð. Vit byrja við kombucha, ið er fermenterað te, hvørs beisku, súru og frísku smakkir rigga til tað lekra, salta turrfiskakipsi. Fleiri av alkoholfríu drykkunum eru kryddaðir á spennandi hátt, t.d. stikkulsbersaftin við timian, sum verður skonkt afturvið feska sjógætinum.
Nærverandi kokkur
Tann nýhugsandi og nærverandi høvuðskokkurin, Poul Andrias Ziska vísir okkum livandi hummara, sjópylsu og annað sum dømi uppá hvussu spilfeskt sjógætið á KOKS í roynd og veru er. Tað er áhugavert og næstan ikki neyðugt, tí frískleikin er í smakkinum - eg veit meg ikki hava fingið so góðan og frískan hummara sum á KOKS. Hesin er eins og jákupsskeljar, kalvi og kaviar og aðrar einastandandi fínar rávørur serveraður uttan nakað roks, kanska bara við onkrum dippi – hummaran eta vit við fingrunum, meðan aðrar serveringar eru meira tilgjørdar, t.d. tann við kúfiski og tara, sum er elegant serveraður í skelini.
Grindahjarta
Smakkirnir, vit uppliva á KOKS, eru sum heild avrundaðir og góðir og sum føroyingur haldi eg ikki nakar rættur fer yvir í nakað ekstremt. Starvsfólkini á KOKS fáa allar rættir at smakka væl, eisini ymiskt, eg ikki havi roynt áður ella ikki havi dámt serliga væl, sovorði sum sjópylsu við sellarí, ella haru, ið saman við baraldi smakkar merkiliga væl, søtt og vilt í kompositiónum vøkrum sum kyrrlutamyndum. Eitt einstakt undantak gagnast mær ikki serliga væl. Tað er grindahjarta og reyðrøtur og mítt fyrivarni snýr seg ikki um fína milda smakkin av tvøsti í rivna grindahjartanum, men at eg onkursvegna ikki fangi meiningina í samansetingini við parfumeraða smakkin av hybenrósu. Tað løgna er, at eg fái hug at royna rættin aftur, nú eg skrivi um hann.
Tað ræsta
Eitt kvøld á KOKS veitir gestinum nógvar framúr upplivingar og tað hendir nokk so ofta, at eg og mín fylgiskona hildu okkum náa sublim hæddarpunkt, sum støðugt verða yvirbrigðað av komandi rættum. Hetta er galdandi fyri alt tað feska sjógætið, men eisini fyri eitt nú framúrskarandi rættin við krabba við snerktum kjarnum og brankaðum leyki oman á eini fínari gelérond við tí lekrasta, kritahvíta krabbakjøtinum undir. Vit fáa ymiskt serverað av toski, sum eg ikki havi roynt áður – í øllum førum ikki á sama hátt sum í KOKS. Her hava tey eitt nú sett toskarogn saman við ymiskum sløgum av rót, eins og tey hava komponerað eina tunna broyskna tvíflís úr toskarhøvdi og skræðu við einari lekruri, mjúkari kremfyllu, sum eisini í konsistensi er perfektur mótspælari til tað knasandi skræðukeksina. Afturvíð fáa vit eitt heilt serligt spanskt hvítvín, ið verður serverað úr eini stórari magnumfløsku, ið er talmerkt og er ein av tilsamans 666 talmerktum fløskum. - Tað er eitt ordans kvett, at KOKS sum einasta matstova í danska kongaríkinum kann bjóða hetta serstaka vínið av Albariño drúvuni hjá Palacio de Fefiñanes frá 2015. Vínið smakkar í fyrstani heldur serstakt við súrligum frískleika, búnari frukt sameint í eini næstan feitari, oljuríkari heild – afturvið toskarættunum smakkar tað fullkomiliga genialt. Tað ræsta á KOKS smakkar so væl, at vit blíva púra stillar, eg og vinkonan – og so flott tað verður presenterað, sum tað sømir seg toppinum av okkara matarvi. Mann kann næstan siga, at vit vitna eitt sublimt tableau fyri kongafisk, sum fyrst verður framsýndur í øllum sínum veldi og síðan verður rivin niður í borðiskin, frystur og ræstur við smeltaðum osti omaná, ið eftir røttum átti at verið nokk so too much saman við garnatálg, men als ikki er tað. Beint tvørturímóti er hetta ein ógloymandi smakksuppliving, sum røkkur aftur til oyruni og sum gevur sannar kuldaskjálvtar av vælveru gjøgnum allan kroppin. Afturvið servera tey vistfrøðiligt, flótt, gylt búnað saké, sum riggar væl saman við tí ræsta.
Farið á KOKS!
Hetta við, at kokkurin heilsar uppá gestirnar í matstovuni, er gamal siður og úttrykk fyri sínamillum virðing millum tey, ið gera matin til og tey, ið eta hann. Eg veit ikki um nakar lesari kann halda hetta ljóða gamaldags, hátíðarligt, fínt ella á nakran hátt strævið? Í hesum sambandi er umráðandi at viðmerkja, at vit ikki uppliva nakað slag av snobbaríi hetta kvøldið. Vit hitta berømta høvuðskokkin fleiri ferð gjøgnum máltíðina. Hann vísir seg at vera ein eygagóður ungur maður og ein passioneraður matekvilibristur, sum á púra óuppgjørdan hátt greiðir okkum frá matinum, vit eta. Ein vitjan á KOKS er ikki á nakran hátt ein torskild uppliving, sum er merkilig ella ov eksklusiv fyri fjøldina. Her hevur tú bara tørv á smakkisansinum. Sum heild er upplivingin á KOKS um somu tíð heilt niðri á jørðini og púrasta guddómlig fyri øll, sum hava tungu at smakka við og ein nøkulunda móttakiligan heila at uppliva við. Har eru so ómetaliga nógvar áhugaverdar og væl hugsaðar detaljur í upplivingini, tilsipingar til gamla føroyska mentan, uttan at tað á nakran hátt gerst patetiskt traditiónsdyrkandi. Samanumtikið er KOKS eitt megnaravrik, sum vit øll kunnu vera stolt av og sum vit øll eftir førimuni eiga at taka undir við. Um mann á nakran hátt hevur møguleikan, viðmæli eg eitt kvøld á KOKS, eina matstovuvitjan, sum er ein ferð, ið vekir allar sansir. Beint í løtuni eru borð tøk orsakað av forðingum, ið standast av covid-19. Matskráin kostar 1.900 krónur, vínskrá afturvið kostar 1.400 krónur, meðan juiceskráin fæst fyri 700. - Í mun til hvat mann fær fyri pengarnar, er tað als ikki dýrt. Og havi eg lív og heilsu, er hetta ikki seinastu ferð, eg havi vitjað KOKS. Mangatakk!
EG ERI ELDGOSIÐ - vernissage
/Anna Malan Jógvansdóttir sýnir fram í Víngarðinum
Leygardagin 1.mai klokkan 15-17 letur listaframsýningin EG ERI ELDGOSIÐ hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir upp í Víngarðinum í Tróndargøtu í Havn. Sæð burtur frá eini uppheinging á Reinsarínum, sum var gjørd í sambandi við framløguna av bókini Psykosudrottningin sigur frá, er hetta fyrsta serframsýning hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir. Á framsýningini í Víngarðinum er eitt úrval av tusjmyndum á pappír. Myndirnar eru figurativar, dekorativar og kunna við sínum bjørtu litum og greitt defineraðu, ævintýrkendu skapum kanska tykjast góðvarnar, fittar ella naivistiskar. Naivisma verður brúkt um sera ymiska list, ið miðar eftir at brúka eitt góðvarið, barnsligt ella upprunakent myndamál, ið minnir um barnatekningar og eitt myndevnisval, sum ofta er merkt av friðsælu og gleði. Tó at myndirnar hjá Onnu Maluni á skræðuni taka seg rættiliga litfagurt og lutfalsliga einfalt út uttan dýpdarperspektiv og ljós og skugga ella nakað annað slag av realistiskari illusionismu, hómast innihaldslig dýpd og álvarsemi í hesum verkum. Í fleiri av myndunum sæst ein kvinna miðskeiðis í myndarúminum. Í eini lýsandi gulari mynd amast grammir, grønir drekar uppi í kvinnuni mitt í myndini. Men kvinnan er sjálv ikki fyriuttan megi og mátt – hon hevur bæði spískar tenn og kløur á bæði hond og fót og er við sínum reydligu flættum als ikki ólík teirri bummsterku Pippi Langsokki, so hon skal nokk klára seg. Sostatt er ein øgilig megi í hesum myndunum hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir, ið varpa ljós á valdsgerðir, men sum eisini fagna lívi og náttúru, blómum, kyktum og djórum við symbolløddum myndamáli. Symbolini tykjast um somu tíð upprunalig og frásagnarlig sum í gomlum ævintýrum ella fólkavísum við drotningum og kongum, fuglum, drekum og slangum. Men talan er um samtíðarlist og samtíðarkenslur, sum eru ílætnar ævintýrmyndamál. Tøkniliga er tað áhugavert, at Anna Malan velur at taka útgangsstøði í gentumiðlinum yvir allar gentumiðlar; teirri didduligu tusjtekningini, men tusjirnar eru dygdar- og haldgóð listaamboð og hyggja vit eina løtu, síggja vit, at gentan er eitt satt spreingigos av ótálmaðum kenslum og lívi. Framsýningarheitið kemur úr eini yrking hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir, har kvinnuliga yrkjaraegið verður knýtt at eini goysandi vulkan: ”sært tú mína vreiði nú?/ sært tú eg eri eldgosið/ sum brýtur út/ mín magma/ rennur reyð/ tjúkk/ allastaðni.” Myndamálsliga hava bæði yrkingar og myndir hesa somu styrkina og uppreistrarhugin, ið gevur hugasamband við Metoo-rørsluna. Framsýningin hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir verður hangandi í Víngarðinum í mai. Hjartaliga vælkomin til vernissage.
INDUSTRIAL BONDAGE - vernissage
/Hetta var eitt ordans listavikuskifti við óvanliga væl vitjaðum framsýningarupplatingum. Í gjár læt framsýningin hjá Jón Sonna Jensen, INDUSTRIAL BONDAGE upp. Talan er um eina maksimalistiska framsýning út yvir tað vanliga við nógvum sansaligum upplivingum og assosiatiónsmøguleikum. Her eru nakrar myndir frá upplatingini.
Til minnis um Gunnar
/Eitt óstøðugt ljósmynstur rakar stovuveggin. Sólskygdur morgun. Kanska er várið endiliga komið? Í dag letur Várframsýningin upp. Náttúran vaknar og svarar list og fuglalát í garðinum. - Men eina løtu er tað sum steðgar alt upp, tá eg lesi og skilji, at Gunnar Hoydal er farin í annað ljós. Enn ein partur av trygga manngarðinum út móti einkisleikanum er farin. - Rúm tíð er gingin, síðani eg seinast sá hann, Gunnar og bæði hann og Jette hava verið inniliga saknað til allar ferniseringar og tiltøk, sum hava verið hildin, síðan hann ikki longur kundi vera við meira.
Gunnar var maður, pápi, abbi, yrkjari, arkitektur, sangskrivari og listmiðlari. Hann var tvíburðabeiggi Kjartan, ið andaðist fyri fimm árum síðani. Avrikið hjá Gunnari Hoydal er stórt og breitt. Tað fevnir um arkitektur, at skipa fyri, at tekna, at varðveita og at siga frá byggilistini. Avrikið kenna vit ikki minst gjøgnum sangirnar, sum hann m.a. skrivaði til systir sína, Anniku. Skaldsøgan "Undir suðurstjørnum" hevur fingið status sum nýklassikari og harumframt skrivaði hann skaldsøgurnar “Dalurin fagri” í 1999 og “Í havsins hjarta” í 2007. Í 2002 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins. Gunnar Hoydal skrivaði eina rúgvu av greinum, ritroyndum og týðingum - í løtuni njóta vit her í húsinum hansara frálíku týðing av Harry Potter. Gunnar Hoydal hevur verið við á so mongum mótum, har arbeitt hevur verið fyri list og mentan, eitt nú var hann fyrsti formaður í Listafólkasambandinum LISA í fýrsunum, tá fá vistu hvussu týdningarmikið eitt tílíkt felag er fyri bæði listafólk og samfelagið sum heild. Hann hevur eisini verið formaður í Rithøvundafelagnum, har hann var heiðurslimur. Hann var limur í nevndini í Mentanargrunni Løgtingsins og var stýrisformaður í Listasavni Føroya, tá tað leikaði harðast á í listastríðnum. Eisini tá undir torførum umstøðum úttalaði hann seg djarvt og visionert við virðing fyri listarligum serkunnleika. Hesa virðing og henda áhuga merktu tey í Steinprenti og í grafikkfelagnum Steinbrá, har hann var ein av ítastu stuðlunum. So leingi sum tað bar honum til, var Gunnar Hoydal aktivur partur av føroyska samfelagnum. Tann, sum lesur hansara tekstir, fær varhugan av einum sera sosialum hugsunarhátti, har tað eru "vit", sum síggja og uppliva og har sjónarhornið altso ofta er hjá fleiri persónum. Við inniligastu samkensluheilsan til tey nærmastu hjá Gunnari, siga vit takk fyri hann við eini vikuyrking, sum stóð í Dimmalætting herfyri.
Gunnar Hoydal gav í 1987 út sítt fyrsta og einasta yrkingasavn, Hús úr ljóði. Mæti býararkitekturin hevði tá laðað eini poetisk hús úr kenslum og litum og við rúmum til alt tað skeiva og veika og mjúka. Yrkingin er lutfalsliga drúgv, hon tekur seg sosialt og atfinnandi upp í lýsingini av ymsum bústaðum, har ”vit” hava búð. Í fyrstani er huglagið sostatt heldur myrkt við húsum, ið minna um fongsul og bumbuskýli. Yrkingin fær samfelagskritiskt bit, tá tosað verður um rændar verjugarðar av ovuráti. Víðari verður varpað ljós á heimloysi, ein trupulleika, sum eftir øllum at døma ikki er nýggjur her um leiðir, tí tey eru mong, sum alt ov væl munu kenna seg aftur í reglunum um at hava búð so leingi í kjallarum gjørdum úr heimloysi og harmi, at vandi er fyri at missa seg sjálvan og sína rødd burtur. Miðskeiðis í yrkingini kemur eitt avgjørt ”Nú” og her vendist lagið og gerst meira positivt við áræði at byggja eini nýggj hús úr viti og dirvi og góðum menniskjaligum førningi. At enda broytist yrkingin og verður til eina kærleiksyrking.
Húsini
Í so nógvum húsum hava við búð
so nógvir veggir
so nógvar dyr
so nógvir karmar við rimum fyri
og við farnum rútum.
Í bumbuskýlum hava vit búð
stoyptum úr nátt og eldi
lokaðum við øsku og ótta
umgirdum av oyðimørkum
í okkara geislandi hjørtum.
Í skansunum hava vit búð
aftan fyri verjugarðar av ovuráti
rændum frá heimsins svøltandi
og laðaðir so sterkir
at bara byrsumúlarnir
hoyra skotriðini í okkara æðrum.
so leingi hava vit búð í kjallarum
gjørdum úr heimloysi
og bróstaðum innan við harmi
at røddirnar kámaðust
og eiturfon veiftraði í okkara andadrátti.
Nú er tíðin komin
at grunda av nýggjum
úr drúgvum starvi
er tilfarið vaksið
til sterkari grindir:
Eitt hús úr kenslum
borið av huga
styrkt av viti og dirvi
og við látri út gjøgnum allar gluggar
varmin er til
hann rennur kaldur eftir bakinum
andlitið er opið
og tárini dryppa niður í urtagarðarnar
ímóti skansunum stendur samkenslan
ímóti ræðsluni hugurin
gleðin og longsulin
ferðast í grønum frumskógum
kærleikin og tann reyða ástin
bíða á hvørjum húsarhorni
at taka teg av fótum
og syfta teg óvardan
inn í látur og grát .
Eitt hús úr litum
við rúmum til alt tað skeiva og veika og mjúka
eitt hús úr vøkstri
har eg komi óbiðin til tín
og tú tekur ímóti við ongum spurningum
elskaða,
unnusta mín.
INDUSTRIAL BONDAGE
/Jón Sonni Jensen sýnir fram í Steinprenti
Leygardagin 17.apríl klokkan 15-17 letur ein forkunnug framsýning upp í Steinprenti við verkum hjá Jón Sonna Jensen. Framsýningin INDUSTRIAL BONDAGE er myndað av spildurnýggjum verkum, ið øll eru framleidd til framsýningina. Eisini verður givið út eitt framsýningarkatalog við myndum og teksti, sum Kim Simonsen hevur skrivað í sambandi við framsýningina.
Tað enska framsýningarheitið tykist altjóða hugsað og tað sama kann sum heild sigast vera galdandi fyri framsýningina, ið er myndað av standmyndum, relieffum og objektum. Heitið er sett saman av tveimum hugtøkum, ið koma frá hvør sínum universi, ið hvørki tykist hava nakað við list at gera sum so. Tað fyrra, INDUSTRIAL sipar jú til maskinir og okkurt slag av skipaðari vøruframleiðslu úr ráevnum á verksmiðjum ella við maskinamboðum, meðan tað seinna BONDAGE upprunaliga sipar til trælahald og at vera í fjøtrum. - Í dag verður tað kortini mest brúkt til at lýsa eina seksuella praksis, har ein verður kynsliga øst av at verða bundin og dominerað. Men hvussu skal samansetingin tá skiljast? Eg hugsi, at framsýningin, sum sami listamaður hevði á Granskingarsetrinum Inova fyri nøkrum árum síðani, kann geva okkum eina ábending. Tí hon hevði somuleiðis eitt sera samansett heiti, Viscera Construct, ið ávikavist sipar til bleytar innvølir og harða byggiverkfrøði. Listamaðurin hevur also áður roynt hesa mannagongdina við mótsetningum í framsýningarheitinum, ið hevur við sær eina rúgvu av assosiatiónum, sum ofta fara í hvør sína ætt. T.d. í mun til eitt verk, sum hongur á vegginum og sær út til at vera sett saman av tveimum tilfarum, sum ovast minnir um ljósareytt skúm sum í einum vaskisvampi, meðan tað niðara minnir um gips. Verkið er kvadratiskt, men við fýrkantaðum innvikum í erva og í neðra og millum hesi bæði heldur eitt silvurlitt folie eftir øllum at døma pørtunum saman í eini dynamiskari rørslu, sum gongur á skák. Rukkurnar í silvurlitta tilfarinum eru spentar og minna í skapi um eitt bind fyri eyguni samstundis sum tað líkist einum pakningi í onkrum byggjaríi. Her verður also latið upp fyri tveimum sera ymiskum søgum.
Í sambandi við framsýningina hevur Jón Sonni Jensen arbeitt á verkstaðnum við steinprenti í eina tíð – hesi prent verða at síggja á framsýningini. Steinprentið er um somu tíð eitt einfalt og komplekst tøkni í og við, at tað fevnir um eina serstakliga umstendiliga prosess, sum krevur, at listafólkið dugir at hugsa bæði mannagongd og harvið ta komandi myndina ígjøgnum. Tey lata væl at á verkstaðnum, so tað verður spennandi at síggja litografiskar debutmyndir eisini.
Jón Sonni Jensen hevur líka síðani hann byrjaði, arbeitt sera tilfarsliga tilvitað við heldur øðrvísi tilfari, sum annars verður brúkt innan byggivinnu m.a. Tað er polyurethan-skúm, gips, latex, nylon reimar og mylar (silvurfolia). Standmyndir og objekt hava eitthvørt maskingjørt yvir sær, samstundis sum skapini eru full av lívrunnum ójavnum. Fleiri av verkunum hava ein bløðrutan yvirflata, ið sipar til okkurt, ið er flótandi og bleytt, samstundis sum verkini sýnast hørð og føst. Mótsetningsríku, bólgnandi verkini sýnast bæði løtt og skemtilig og djúpt álvarslig. Tey hava eitt hugtakandi sansaligt, hedonistiskt brá, sum verður undirstrikað av ljósareyða litinum, ið gongur aftur í verkunum á framsýningini. Ljósareytt er ein serstakur litur, sum bæði signalerar nakað náttúrliga kroppsligt og nakað, sum beint tvørtur í móti er ónatúrligt og kunsturligt. Eisini í tí tilfarsliga, sýnast verkini hjá Jón Sonna samansett, merkt av mótsetningum millum t.d. frítt og bundið og millum kropp og heila. Hetta er ein trídimensjonal framsýning, sum skal upplivast við øllum kroppinum í Steinprenti, við øðrum orðum: Far og hygg!
Tróndur Patursson í fokus
/Í gjár frættist, at ætlanirnar um at seta upp ein 17 metrar høgan glaskross hjá Tróndi Patursson á Høganesi á Toftum eru sleptar. Tað eru mong fegin um og tað er gott, tó at gleðin ikki er líka larmandi sum øðin um krossverkið var. Eg havi skrivað eina grein í Dimmalætting, sum kemur í dag, um krossin ella um kjakið, ið stóðst av ætlanunum.
Nú um dagarnar varpaði KVF út ein nýggjan listadokumentar við heitinum, Ringurin í Atlantis um listaverkið hjá Tróndi Patursson, sum varð veruleiki og kundi upplivast á fyrsta sinni, tá Eysturoyartunnilin læt upp fyri jól í fjør. Tað eru teir báðir, Hans Petur Hansen og Ivan Hentze Niclasen, ið hava gjørt filmin, sum er áhugaverdur, upplýsandi og í grundini serstakur, tí tað er sjálvdan, at samtíðarlistin á henda hátt er í fokus í sjónvarpinum. Og Tróndur Patursson syrgir sjálvur fyri, at tað er tað listarliga, sum er í fokus, tí hann er sjálvur ein fínur listmiðlari. Í februar koyrdi eg sjálv á fyrsta sinni gjøgnum Eysturoyartunnilin og skrivaði ummæli til Dimmalætting. Ummælið er her undir - Her er leinki til dokumentarin: https://kvf.fo/dokumentarurin?sid=122364
Tíðarleys tunnilslist
-Tá alt kemur til alt kunnu vit listafólk bara gera okkara besta og so vóna – eg vóni, at tað hevur eydnast mær at fáa verkið so einfalt og lætt at skilja, at tað er tíðarleyst og kann fatast av øllum menniskjum nú og til allar tíðir. – Hetta sigur Tróndur Patursson við meg á veg í Eysturoyartunnilin.
Tíð er á so mangan hátt týdningarmikil partur av samtíðarlistini og í nýggja verkinum hjá Tróndi Patursson í Eysturoyartunlinum er tíðin avgerandi. Fyri tað fyrsta er tíðin ein grundtreyt til tess at uppliva verkið. Hetta er jú ikki ein málningur, men ein rund standmynd, sum tú koyrir framvið ella rundanum og sum tú harvið upplivar í tíð. Stóra ljós- og stálverkið, ið fevnir meira enn 80 metrar í heimsins fyrstu rundkoyring undir sjónum hevur bara tikið eitt ár at framleiða. Tróndur Patursson varð spurdur fyri bara einum ári síðani um hann vildi vera við í verkætlanini, men hann hevur arbeitt nógv og hart hetta seinasta árið og sonurin, Brandur Patursson hevur eisini hjálpt honum væl, sigur hann.
Ljós
Hesum greiðir listamaðurin mær frá ein hvítan kavatýsdag fyrst í februar. Vit sita í hansara stóra, gráa rugbreyði á veg til Eysturoyartunnilin, sum eg nú skal síggja á fyrsta sinni. Eg havi bíðað eftir røttu løtuni ella eftir teimum røttu ljósunum, tí eg eri greið yvir hvussu stóran týdning ljósini hava í einum tílíkum verki. Tað øvugta sæst alla møguliga staðni kring landið, har vit hava fingið eina merkiliga kensludeyva ljósseting, ið als ikki tekur atlit til umhvørvið. Eitt serliga keðiligt stað er á trappuni í Vágsbotni, har syntetiskt diskoljós tekur tað áður so fína og fjálga kvøldarútsýnið yvir á kirkjutornið og klokkuna í Havnar kirkju. Sama er galdandi fyri fossar og aðrar náttúruperlur, sum við bíligum litaðum ljósi verða vanbøttar og í grundini minkaðar niður í turistbrosjurustødd. Eg veit ikki hvør finnur uppá at seta ljósini upp og eg havi ikki møtt nøkrum, sum dámar tað.
Tróndur sigur, at tunnilin var liðugur ov tíðliga. Tá vóru tey røttu ljósini ikki komin fram og tí var okkurt annað sett fyribils. Beint áðrenn vit koyra inn í sjálvan tunnilin fara vit ígjøgnum nakrar elegantar, bogaðar hvítar stengur ella portalar, sum Eyðun Eliasen, arkitektur hevur teknað. Hesir sýnast funktionellir og vakrir og tað sama er galdandi fyri ljósdesignið gjøgnum allan tunnilin, sum sami arkitektur stendur fyri. Óheppið haldi eg tað tó vera, at arkitekturin brúkar litað ljós í byrjanini og seinni í tunlinum, tí mann heldur hetta hanga saman við listaverkinum og tað ger tað nettupp ikki serliga væl, frástøðan er ov stór millum litaðu ljósini har.
Atlantis
Vit koyra nokk so leingi nøkulunda beint fram uttan, at tað hendir tað stóra. Eitt sindur huldusligur og drúgvur tunnil og heilt løgið er tað at hugsa sær, at mann nú er onkrastaðni undir firðinum, sum mann annars altíð hevur koyrt rundanum, men so dagar brádliga blátt ljós fyri framman og so er berømta jellyfish-skapið har mitt í Atlantis. Tunnilin er eitt sindur trølsligur, og bláa, reyða og grøna ljósið er djúpt, intenst og ekspressivt og nakað heilt serligt at koyra inní. Tróndur sigur, at verkið í útgangsstøði er skapt eftir praktiskum atlitum. Tá tankin kom at lýsa miðsúluna upp, gjørdist skjótt greitt, at hetta ljósið ikki mátti blenda bilførararnar og at tað tessvegna fór at gerast neyðugt við einum skermi. Tróndur helt sjálvur, at súlan tóktist eitt sindur ber ella endaleys niðri við fundamentið og harvið kom hugskotið at seta eitt slag av skermi upp har. Í staðin fyri at brúka vanligt stál, ið sambært listamanninum er eitt sindur keðiligt, deytt og mekaniskt og minnir um bilar, so valdi hann at brúka sonevnt cortenstál, ið fær ein vakrari rustaðan lit. Men so var tað hvat hesin skuldi ímynda. Hann hugsaði fyrst um okkurt slag av landslagi og om onnur myndevni, hann hevur brúkt, men kom skjótt í tankar um menniskjaskapið: “Eg avmyndi ikki ofta menniskju, men fór at hugsa um tingstaðir, sum vit hava havt kring allar Føroyar og so tað, at henda rundkoyringin onkursvegna er ein miðja í Føroyum, sum fer at savna fólk. Av hesum kom hugskotið at skera tilfarið út, so at tað líkist menniskjum, sum áskoðarin sær eins og skuggamyndir. Hetta eru vit føroyingar, sum hóast alt standa saman, lið við lið, vit sum hava liva her í øldir eisini tá tað ikki var lætt at lívbjarga sær her”.
Eitt logandi bál
Sjálv súlan mitt í rundkoyringini er ótrúliga imponerandi bæði tí hon er so stór, men eisini tí hon sýnist halda øllum rúminum uppi. Litirnir flóta saman, blátt og reytt verður violett og ljósliturin tykist livandi og skærur sum var eitt logandi bál innanfyri ella ein lýsandi fossur. Eg komi alt fyri eitt í tankar um tvey listaverk hjá Tróndi Patursson. - Tað eina er ein vatnlitamynd, sum stendur á permuni á eini kvæðabók hjá Marianne Clausen, kanska er hetta okkurt slag av dansiringi í bláum og reyðum – eg nevni hetta fyri Tróndi, sum nikkar og sigur seg hava gjørt sær stóran ómak við at gera skapini av øllum persónunum ymisk, so at individualiteturin hjá hvørjum einstøkum traðkar fram. Støddin er monumental, tann hægsti figururin er 3 metrar høgur og so niður til 1.80. Hetta við dansinum er annars ein vælkomin assosiatión, skilji eg, av tí at kvæðini hava givið okkum so nógv og hava so alstóran týdning í okkara mentan og máli. Samstundis er tað sjálv samanhangskraftin, sum tað snýr seg um, sigur listamaðurin.
Tað dionysiska vertshúsið
Eg sigi við hann, at hitt listaverkið, eg kom í tankar um, er Vertshúsið í Havn frá fyrst í hesi øldini, ið Tróndur prýddi inni sum totalinstallatión við bæði málarí, glaslist og spegling. Hølini vóru málað við sterkum “Trónd-litum”, barrin var eitt stórt, glógvandi glaslistaverk. Í loftinum hekk ein veldigur bláur glashvalur og lampurnar vóru naknar kvinnubulmyndir. Tað var Tivoli, ramasjang, suggestión og too much uppá allar møguligar mátar. Eitt kvøldið, tá Vertshúsið júst var latið upp, møtti eg listamanninum har og forvitnaðist um um hvørjir tankar lógu í hesum óvanliga ótálmaða verki. Eg minnist so væl svarið - ikki neyvu orðingina, men innihaldið, sum gekk út uppá, at tað var ov keðiligt at vera til um man bara skuldi gera sovorði, sum mann var púra vísur í fór at halda. – “Onkuntíð mást tú leypa á bláman og so finna út av seinni um tú grynnur ella um tú druknar ella bara fánar av tíðarinnar tonn”. Vertshúsið fekk eina vána lagnu og slapp hvørki at fána ella at skína. Kanska var ølið ov bíligt ella ov einstáttað, men tað var prýðingin, sum fekk toyggið. Í eini roynd at fáa fleiri gestir at trívast har vóru veggirnir málaðir ljósir og henda normaliseringsroyndin var í veruleikanum at oyðileggja verkheildina. Um Vertshúsið hevði verið varðveitt, hevði tað verið ein av kulturperlunum í Havnini. Eg hugsi, at tað verkið kom ov tíðliga. Tí tíð hevur týdning og fyri tjúgu árum síðani skiltu fólk ikki verkið og hildu tað vera smakkleyst og ólátað og tey spældu punktónleiki í kjallaranum – møguliga var reaktiónin eisini tengd at gomlum føroyskum truplum, skuldfestum viðurskiftum við rúsdrekka.
Eitt høvuðsverk
Eg spyrji Trónd um hvussu hann heldur, at hetta nýggja verkið skal síggjast í mun til restina av hansara verk og hann svarar, at talan í øllum førum er um eitt tað størsta verkið hann hevur gjørt, men at tað annars er upp til okkum áskoðarar og tíðina at meta um. Saman við einum parkeringshúsi í Vejle, ymsum konteynaraverkunum, kosmiskum rúmum, glas- og ljósprýðingum úti og inni og øllum hinum verkunum á eini serstakari virkisleið, er listaverkið í Eysturoyartunlinum eitt høvuðsverk hjá Tróndi Patursson. Uppgávan at gera eitt verk undir sjónum má hava verið fantastisk í sær sjálvum hjá einum listamanni, hvørs verk í stóran mun er grundað á havið og á upplivingar, hann hevur havt av havi, himmal og kosmos á søguligu sjóferðum sínum. At tað eydnast so væl kemst av væl hugsaða einfaldleikanum og menniskjaleikanum, ið tekur umstøður áskoðarans við og ger, at áskoðarin fatar verkið eisini í ferðini á veg í gjøgnum og fram við verkinum.
Meðan vit bíða eftir ódn og uppreisn
/Leygardagurin millum Langa Fríggjadag og Páskadag er ein løgin dagur, sum liggur ímillum tveir av teimum ordiliga tungu kristnu heiligdøgunum. Hesin leygardagur reyði er sambært bíbliusøguni merktur av bíðistøðu, tá Jesus liggur í grøvini og tað yvirhøvur sær eitt sindur svart út tað heila. Ovasti málningurin er altartalvumynd í Havnar Kirkju - tað er Kristi Gravlæggelse hjá Ditlev Blunck frá umleið 1825 (smb Statens Museum for Kunst, ið eigur málningin). Vit síggja alt fyri eitt á hvíta lina kroppinum, at Jesus er deyður. Krossarnir upp móti reyða vesturskininum siga søguna um hvat Jesus er deyður av meðan kropsmálið hjá teimum livandi sigur okkum eina nemandi søgu um kærleika, sorg og samanhang. Á steinprentinum hjá Torbirni Olsen, sum hann gjørdi í Steinprenti í 2005, er Jesus somuleiðis steindeyður - tað lirrar ikki í honum. Kortini vísir radikala, diagonala kompositiónin okkum, at støðan ikki er blívandi. Her fer at henda nakað, kompositiónin og litljósini í myrkrinum vísa vón um komandi uppreisn.
Tað er páskaleygardagur. Vit bíða eftir uppreisn og kavaódn, men enn er veðrið upplagt at gera sær ein framsýningartúr. Hesar dagarnar er síðsti kjansur at síggja ella enduruppliva listaframsýningarnar í ávikavist Listasavninum og Steinprenti. Í Listasavninum endar serframsýningin um havið 5.apríl og í Steinprenti er tað framsýningin hjá Onnu Seppälä, ið verður rundað av og kann síggjast í dag, leygardagin 3.apríl, týsdagin 6.apríl og mikudagin 7.apríl.
Myndirnar hjá Onnu Seppälä eru vakrar, lívsfegnar og litríkar, samstundis sum tær eru ekspressivar, dramatiskar, symbolskar og apokalyptiskar. Trø, plantur og blómur eru týdningarmikil myndevni hjá listakvinnuni. Í myndum av trøum og fólkum lýsir hon hvussu alt hongur saman; hár og æðrar hjá menniskjanum vaksa saman við røtrunum á trøunum og á henda ítøkiliga hátt verður víst á samanhangin millum okkum og alheimin. Ofta eru menniskju og bygningar endurgivin í lítlari stødd. Ístaðin eru tað náttúran og blómurnar, sum taka yvir júst sum í romantiskum málningum í 19.øld. Anna Seppälä er væl kend listakvinna í føroyska listaumhvørvinum her hon framsýndi á fyrsta sinni fyri góðum tjúgu ár síðani.
Á framsýningini í Listasavninum eru verk eftir hesi listafólk: Tita Vinther, Sigrun Gunnarsdóttir, Jack Kampmann, Sámal Joensen-Mikines, William Heinesen, Bárður Jákupsson, Zacharias Heinesen, Rannvá Kunoy, Edward Fuglø, Frida Zachariasen, Ingálvur av Reyni, Rannvá Holm Mortensen, Elinborg Lützen, Janus Kamban, Tróndur Patursson, Jógvan Waagstein, Jóannis Kristiansen, Randi Samsonsen, Jóna Rasmussen, Heiðrik á Heygum, Ingi Joensen, Kári Svensson, Frimod Joensen, Sven Havsteen-Mikkelsen, William Gislander, Steffan Danielsen, William Smith, Fridtjof Joensen, Olivur við Neyst, Poul Horsdal, Torbjørn Olsen, Amariel Norðoy, Bent Restorff, Flora Heilmann, Guðrið Poulsen, Súsan í Jákupsstovu, Astrid Andreasen, Tóroddur Poulsen o.o. Á Listasavninum er opið leygardag frá 13-16. Í Steinprenti er opið leygardag frá 14-17.
Málningurin her undir er við á framsýningini í Listasavninum. Tað er Kjalarvørrur, sum Mikines málaði í 1929, tá hann hevði gingið á kunstakademinum í eitt ár. Karl Niclasen - Karl í Bókhandlinum keypti málningin, sum Grunnur H.N.Jacobsens eigur. Sambært Bárði Jákupsson er hann málaður umborð á Tjaldrinum á staffeli, sum Mikines setti upp afturi á bátadekkinum. Tað er áhugaverd upplýsing, tí myndin hjá 23 ára gamla listamanninum sýnist ikki serliga impressionistisk. Dentur verður heldur lagdur á eitt dreymakent og romantiskt huglag. Hesin kjalarvørrur sigur eina søgu um menniskjans spor og hvussu lítlan týdning, vit hava í stórbæru náttúruni. Kompositiónin er dynamisk við einum kjalarvørri, sum gongur á skák gjøgnum myndarúmið - um eina lítla løtu er hann horvin sum ein hvørvisjón.
Her í húsinum hongur ein onnur mynd hjá Mikines av havinum, sum eisini er málað í 1929 - sí niðastu fotomynd. Eisini her er sjónarringurin høgur. Grátt er í veðrinum og aldurnar eru at síggja til um at bróta sær veg út úr myndini. Men heldur enn at úrslita í einum gamalsligum náttúruromantiskum málningi, tykist myndin hjá Mikines í stóran mun at snúgva seg um málarí. - í báðum havmyndunum er tað sum bjóðar Mikines báðum elementum av; havinum og málarínum.
KVIR
/Eitt nýtt føroyskt poddvarp er sett á stovn við heitinum, Kynsvillingarnir. Sambært luttakarunum er talan um eitt sonevnt kvir poddvarp, sum hevur í hyggju at hugleiða og ráðgeva um kvir sex, kærleika og samleika - og alt har ímillum! Men hvat er kvir og hvørnn týdning hevur fyribrigdið í list og mentan?
Kvir er føroyskt fyri queer, sum í beinleiðis týðing er eitt lýsingarorð, ið merkir løgin ella margháttligur og áður hevur verið brúkt vanvirðisliga sum slang um samkyndar menn á enskum. Í dag er orðið tikið aftur av teimum, tað upprunaliga var brúkt um, og verður brúkt seriøst og í víðum týdningi sum hugtak, ið fevnir um kynsminnilutar, also grundleggjandi øll menniskju, sum ikki eru hinskynd. Í akademiskum høpi verður hugtakið nýtt í sambandi við gransking av kynsleiklutum og samleika við atliti til korini hjá kynsminnilutum. Serliga á amerikanskum universitetum, men eisini aðrastaðni verður granskað í queerhugtakinum og queerástøði.
Kynsvillingarnir
Tey trý, Dina Barbara Abrahamsen, Dan Helgi í Gong, Siri Súsonnudóttir Hansen, sum hava stovnað poddvarpið, brúka heitið Kynsvillingarnir - eitt ikki serliga gott orð, ið tíverri enn livir sítt fríska lív í Sprotanum sum føroyska orðið fyri tað enska ”homosexual”, har tað stavast uttan s í miðjuni. Kynvillingur er bæði við og uttan s eitt vanvirðiligt orð, ið indikerar, at ein persónur er vilstur í kynum og ikki finnur leið sína fram. Mann kann kanska siga, at teir tríggir stovnararnir av poddvarpinum við sínum heiti taka orðið aftur. Tey ”owna” tað, sum tað eitur á nýføroyskum og gera hetta við yvirskoti og humor og kanska tí tey eru vill við kyni heldur enn vilst. Í øllum førum er kyn stórur partur av prátinum, eisini av presentatióninum, tá tey siga hvat tey eita og gera osfr. Tey upplýsa heilt natúrliga hvat teirra pronoun er, tvs. hvat kyn, tey kenna seg sum og hvat ella hvørji kyn tiltrekkja tey. Ein av luttakarunum í orðaskiftinum er t.d. panseksuel – tá kann mann vera drigin at einum og hvørjum menniskja, eisini at teimum, sum ikki passa inn okkara vanligu, sonevndu bineru fatan av kyni sum verandi antin maskulint ella feminint. Tey trý eru nokk so bersøgin og flenna nógv í hesum poddvarpi, sum longu við 2.parti er vorðið betri, eisini tí mikrofonin er betri. Samrøðan, ið á ymiskan hátt nertur við eina kenslu hjá einstaklingum um ikki at passa inn í samfelagsbygnaðin, er djúptøkin og eigur at vera tikin í álvara. Tað er eisini beinleiðis hjartanemandi at hoyra Dan Helga í Gong greiða frá hvussu hann hevði tað í kynsbúningarárunum, tí hann føldi eitt ávíst ósamsvar millum sín samkynda samleika og sína trúgv. Ófrættakent er at hoyra tey tosa um, at LGBT´arar í samkomum føla seg heimleys sum trúgvandi, tí samkoman ikki góðtekur teirra kynsliga samleika. Sagt verður, at trupulleikin við vantandi accept er størri í samkomum enn í fólkakirkjuni.
Heteronormativ list
Sjálv má eg viðganga, at eg ikki havi verið serliga tilvitað um fyribrigdið kvir í sambandi við list og mentan. Men tá eg hugsi meg um, eru tílík signal í nógvum av tí, ið var frammi í fýrsunum, í móta, tónleiki og list. Í reklamum hjá Calvin Klein, í videoløgum t.d. The Chauffeur hjá Duran Duran og Smalltown Boy hjá Bronski Beat, sum vit dyrkaðu á ungum døgum. Á eini framsýning í Steinprenti hjá Hans Paula Olsen fyri nøkrum árum síðani við hópin av modeltekningum og standmyndum, prátaði eg við ein samkyndan vinmann, ið saman við mær hugdi at øllum teimum naknu crocquisfigurunum. - Jú flott var tað helst, helt hann, men tað segði honum ikki tað stóra. Eg vísti á, at eisini naknir menn vóru á tekningunum, men hetta gjørd tað sama, tí úttrykkið var so heilt øgiliga hetero, segði vinmaðurin. Síðani havi eg hugsað nógv um hvussu kynsleiklutir kunnu ávirka listarliga fatan og úttrykk.
The Chauffeur (Duran Duran)
Marknasteinar
Fyrsta stóra samlaða kvira listaframsýningin í USA var á Smithsonian í 2010. Um hugsað verður um hvussu langt frammi USA annars er innan LGBT-økið, tykist tað undrunarvert, at hetta er so lutfalsliga seint í tíðini, men tað hevur sínar søguligu og bygnaðarligu frágreiðingar. Framsýningin æt Hide/Seek: Difference and Desire in American Portraiture og tann eini kuratorurin, Jonathan Katz greiddi frá í fjølmiðlunum, at hann í 15 ár hevði roynt at fingið í lag eina tílíka framsýning við denti á samkyndleika og kvir. Hann greiddi frá, at hetta at varpa ljós á kvira list í amerikanskum savnshøpi í grundini hevði verið bannað í áratíggju – líka síðan framsýningina hjá Robert Mapplethorpe í 1989, sum varð stongd orsakað av politiskari (republikanskari) uppílegging. Orsøkina helt Katz vera stýringina, sum privatir grunnar hava á listini, sum í mongum førum eru konservativt republikanskt stýrdir. Tað var serliga eitt verk eftir David Wojnarowicz (1954-1992), Fire in my belly, ið skakaði fólk og sum at enda var tikið úr framsýningini. Við hesum verkinum verður líðingin í kjalarvørrinum av AIDS sjúkuni samanborin við líðingina hjá Jesusi á krossinum og hetta skapti mikið kjak og uppstandilsi ikki minst í teirri katólsku kirkjuni. Tað eru bara fýra ár síðani, at tann allarfyrsta stóra listaframsýningin við kvirari myndlist var á Tate Britain. Framsýningin QUEER BRITISH ART 1861–1967 við listafólkum sum John Singer Sargent, Dora Carrington, Duncan Grant og David Hockney fekk ómetaliga stóran týdning í og við, at hesi verkini á fyrsta sinni vórðu savnað og sæð úr einum nýggjum sjónarhorni við atliti til queer hugtakið. Nógv hevur verið skrivað um framsýningina, sum eisini hevur ávirkað onnur etablerað listasøvn til at vera meira opin við at viðgera kvira list. Í 2017 var til dømis framsýningin Ditlev Blunck: En anderledes guldaldermaler á Nivaagards Malerisamling og í 2020 var framsýningin Kristian Zahrtmann. Queer, kunst og lidenskab á Hirschprungsavninum í Keypmannahavn.
Ditlev Blunck altartalvumyndin í Dómkirkjuni
Hvat er natúrligt?
Beint fyri ólavsøku í 2012 skipaði LGBT fyri slóðbrótandi vísinda- og listaframsýning í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Framsýningin, sum hevði heitið: ”Hvat er natúrligt?” var ein roynd at gera fólk varug við, at samkyndleiki er eins natúrligt millum djór sum millum menniskju, og at samkyndleiki ikki er so óvanligt í náttúruni, sum vit søguliga hava havt lyndi til at hildið. Samkyndleikin sæst nógva staðni í føroyskari list, í filmum, tónleiki og í bókmentum – hetta síðsta gjørdi Turið Sigurðardóttir vart við í einum fyrilestri í sambandi við áðurnevnda LGBT tiltak, at í okkara elsta tátti, Ánaniasartáttur, sum skal vera yrktur í Sumba um ár 1700 kanska áðrenn tað, verður ástarleikur millum tveir menn á fyrsta sinni alment festur á blað í Føroyum. Í táttinum hoyra vit, at Ánanias tekur Símun undir Gjørðaveggi, leggur hann undir høku á sær og strýkur honum um skeggið.”Hoyr tú tað tú Ánanias, mær tykir einki betur enn hetta: Tú ert søtur um munn, sum tú hevði verið genta.”…So leingi kystu báðir teir, til hvørgin kundi snakka, hendur hildu teir um hvønn annans nakka
Hvat er natúrligt
Breið allýsing
Kvir myndlist verður breitt definerað sum list, ið viðger LGBT evni, list úr LGBT umhvørvum ella list, sum er framleidd av LGBT persónum. Tílík list hevur verið til so leingi sum menniskjað hevur verið til og hevur verið framleidd meira og minni opið og við størri og minni gølum í farvatninum. Allýsingin av kvirari list er í veruleikanum bæði ov breið og ov smøl, tí tað finst list, sum ikki inniheldur kyn og einki hevur beinleiðis við kyn, kropp ella seksualitet at gera, sum vit kortini fata sum kvir. Tað finst eisini list, ið er skapt av LGBT´arum, ið ikki beinleiðis hevur eitt kvir úttrykk, eins og tað finst kvir list, skapt av hinskyndum listafólkum sum t.d. designaranum, Barbara í Gongini, ið summastaðni leggur dent á tað androgyna.
Eitt dømi um hvussu torført tað er at kategorisera hesa listina er vakra og kensluborna myndin av Gravlegging Kristusar, sum er altartalvumálningur í Havnar Kirkju. Listamaðurin Ditlev Blunck úr Holstein var samkyndur. Hann livdi frá 1798-1854 og flutti til Danmarkar at búgva, har hann var fataður sum øðrvísi á so mangan hátt - m.a. málaði hann heldur øðrvísi enn sínir dansku starvsfelagar og so hetta, at hann var samkyndur. Hann hevur verið meira ella minni tagdur burtur í danska almenninginum í langa tíð eftir at hann í 1840 varð burturvístur úr Danmark orsakað av sínum samkyndleika, sum tá í tíðini var kriminaliseraður atburður – samkyndur atburður er framvegis í skrivandi stund í 2021 lógarbrot í heili 72 av heimsins londum. Tað er óskiljandi. Framúrskarandi barokkmálarin, Caravaggio var somuleiðis samkyndur og málaði sansaligar vakrar málningar av ungum monnum við frukt og blómum, ið vaktu ans og øði, men sum ikki vóru nógv øðrvísi enn hópurin av sansaligum málningum av ungum kvinnum við frukt og blómum, sum vit eru so von við, at vit kanska ikki varnast hvussu sensuelt og sexuelt tær eru lýstar.
Robin Ova Tolfsen
Kvir føroysk list
Tað valdast sjálvsagt hvussu mann fatar allýsingarnar av hugtakinum kvir, men eg haldi vit kunnu staðfesta, at vit í Føroyum hava havt fleiri dømi um kvira list og kvir listafólk, men uttan at hetta er serliga nógv viðgjørt skrivliga. Undirritaða hevur roynt at taka eina lítla uppgerð við hetta krógvilyndið, tí tað heilt einfalt ikki eigur at vera neyðugt longur. Í komandi katalogi um framsýningina Samrøður um Mjørka á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn eru orð sett á, at listin hjá Robin Ova Tolfsen, sum í listahøpi nevnir seg Dennis Agerblad, er kvir. Hetta tosaðu vit ikki nógv um, tá ein onnur stór framsýning við føroyskari list varð hildin á Den Frie Udstillingsbygning í 1999. Tá hevði fjøllista- og undangongumaðurin innan fyri kvira føroyska list, Robin Ova Tolfsen nakrar monumentalar málningar við, ið greidliga arga og viðmerkja normalitetin. Talan er um sjálvsmyndir, har listamaðurin hevur pallsett seg sum vanligan meðalhampa- normcore-føroying í tjóðveldistroyggju við silvurknappum, ið skína sum gull. Men hann snerkir og gálvar og larmar so mikið illa, at hann sýnist vera á veg út úr tronga myndarúminum. Longu í 1989 gav hann út slóðbrótandi tónleikaútgávuna maður:glotti saman við Terja Messel og í 2009 var hann boðin við á Várframsýningina, har hann til upplatingina poseraði í føroyskum klæðum og plateauskóm og gav allari framsýningini kviran dám.
Robin Ova Tolfsen kvirar Várframsýningina - Fotomynd: Birgir Kruse
Heiðrikur á Heygum: Videolag Orka
Homoerotikkur
Av beinleiðis homoerotiskari list hava vit annars ikki havt tað nógva í Føroyum - (vit hava heldur ikki øgiliga nógva heteroerotiska list), men hesi seinastu árini eru fleiri listamenn farnir at arbeiða tann vegin, t.d. Dennis Agerblad, eins og eitt ávíst lyndi er til, at listafólk í samtíðarlistini koma út alment við sínari list. Dan Helgi í Gong og Heiðrik á Heygum í videoverkum og í tónleiki og nú eisini Beinir Bergsson, hvørs nýggja yrkingasavn m.a. viðger samkyndleika t.d. í hesari yrkingini, ið er á tremur av kroppi og av krevjandi sagnorðum í boðshátti: ”Bora fingrarnar í ryggin á mær/ tá eg trýsti teg upp at vegginum/ halt um skøvningin og síggj/ lívæðrina í mínum hálsi/ meðan tú liggur á bakinum/ kroyst undirarmarnar/ inn móti bringuni á mær/ tveit meg til síðis/ og set teg á meg…”. Hjá ungu kvinnunum verður tað kvira úttrykkið í fleiri førum sett saman við einum feministiskum tilviti, sum eitt nú felagsskapurin Damudomi varpar ljós á t.d. á Instagram.
Marsden Hartley
Dirvi at seta orð á
Kvir er eitt hugtak, sum ikki er lætt at allýsa, avmarka ella fasthalda. Í bókum um samkynda og kvira list eru áhugaverdar royndir at taka saman um, men ofta ber til at siga tað øvugta av valdu lýsingarorðunum, sum verður valt. Also um mann heldur uppá, at queer list dyrkar tað androgyna, kann svarið vera, at tann kvira listin somuleiðis ger nógv av at dyrka ávikavist maskulint og feminint. Um uppáhaldið er, at queer list er sensuel og dyrkar tað kynsliga, kann svarið vera, at queer list eisini er kaldgløgg og dyrkar tað intellektuella. Og so framvegis. Ein fyribils niðurstøða er, at tað kundi sæð út sum um, at tann kvira listin er eins fjølbroytt og øll hin listin. Kortini skulu vit hava dirvi at seta orð á og ikki krógva kvir eyðkenni burtur – tí eisini tey ríka okkum listina og listafatanina.
Kinna Poulsen
Kristian Zahrtmann: Adam í Eden
Carvaggio
Catherine Opie
David Hockney
Religiónsstríð á Nesi?
/Kjakið um 17 metrar høga krossin á Høganesi heldur fram og skulu vit meta eftir viðmerkingunum á miðlum á internetinum er talan meira um eitt átrúnaðarligt enn eitt listarligt stríð. Skipað er fyri innsavning av undirskriftum ímóti krossinum, og higartil hava meira enn 100 fólk skrivað undir. Jóhan Magnus Gunrim, sum býr á sjálvum Høganesvegnum, er ein av stigtakarunum til innsavningina av undirskriftum, ið verða savnaðar umvegis facebook og seinni fara tey at ganga hús úr húsi. Ein borgari á Saltangará, tónleikarin og tónaskaldið Kári Sverrison hevur skrivað eitt lesararbræv á portalinum, har hann harmast um ætlaninar um at byggja krossin: “Vit eru uttan iva ein minniluti, men her búgva eisini fólk, ið halda, at missionerandi kristindómur fyllir ivaleysa nógv sum er, og at ein stórur lýsandi krossur, ið stendur ovast uppi á eini høvd við vælsignilsi frá einum samdum bygdaráð, bert er enn ein áminning um, at væntað verður, at tú kastar teg undir ein ávísan átrúnaðarligan hugsanarhátt, ætlar tú tær at vera her. Á fundinum løgdu teir dýran við, at hetta var so sanniliga ikki ætlanin. Øll skuldu kenna seg fevnd av hesum góða krossi, hann skuldi vera øllum til mikla gleði, og ikki vera nakar hamari í høvdið á nøkrum. Men tað er hann so kortini, og tað slepst ikki uttanum.” - Lesið restina av mótmælinum her: https://lesarin.fo/motmaeli+moti+krossi+a+hoganesi.html
Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu, Torbjørn Jacobsen heldur í støðulýsing á Facebook, at tað kennist margháttligt, at hvørki Sjóvar kommuna ella Runavíkar kommuna verða hoyrdar í máli sum hesum, sum kann hava ávirkan á borgarar í hesum báðum kommunum.
Fríggjadagin vóru eg og Poul Guttesen í Nón og kjakaðust. Eg kom fram til, at kjakið snýr seg um krossmerkið og leggur seg báðumegin gjónna, sum vit høvdu frammanundan millum kristiligt og humanistiskt, millum konservativt og progressivt osfr. Tað er við øðrum orðum júst sum tað hevur verið her á landi. Eg havi stórt álit á listina og á Trónd Patursson. Men sjálvandi var tað betri um listamaðurin sjálvur slapp at avgera myndevnið á standmyndini. Heldur enn tað æviga polariseraða skotgravaklandrið, sum einki flytur, hevði tað verið nógv betri um kjakið var listarligt og um øll tann fría listin kundi verið við í eini kapping um at gera eina standmynd á Høganesi, har tey sjálvi kunnu avgera hvussu standmyndin skal síggja út og hvat myndevnið skal vera. Spurningurin er so bara um fíggingin á nakran hátt er treytað av, at standmyndin er ein krossur. Síðsta orð er neyvan sagt í hesum máli, her er samrøðan í Nón: https://kvf.fo/non?sid=122198
Anker Mortensen 60
/28.mars 2021 fyllti listamaðurin Anker Mortensen trýss ár. Hetta verður feirað á Listaportalinum við eini mynd av einum av minstu listaverkunum í mínum listasavni - myndin er 14 x 9 cm, men er hon lítil í vavi, er hon tess størri í týdningi - í øllum førum fyri meg. Talan er um eina lítla abstrakta runda kompositión, sum er teknað við oljukriti og penni á ein rukkutan pappírslepa. Innasta skapið er ein lýsandi sólgulur rundingur, rundan um hann eru pennastrikur teknaðar eins og strálur og rundan um tær er ein avgjørd ljósagrøn rípa, ið sær út til at vera gjørd við ferð uttan at endarnir møtast. Anker hevur signerað myndina í antin 93 ella 98, eg síggi ikki ordiliga og allarniðast stendur skrivað við smáum bókstavum A MAN WAS DANCING ALONE ON A STAGE, eg minnist ikki hvørjum yrkjara reglan kom frá, men tað ger tað sama, tí innihaldsliga flættar setningurin seg saman við runda bygnaðinum í eini framhaldandi rørslu, sum bæði er fullkomiliga abstrakt og sannførandi centrifugal. Hjartaliga til lukku, góði Anker.
Lat várið koma - vernissage
/Har var sannur várrómur í Víngarðinum, tá ljósa framsýningin hjá Fríðu Matras Brekku læt upp. Framsýningin kann síggjast í dag frá klokkan 18. Tað verður stongt í Víngarðinum um páskirnar, men vit kunnu lata upp eftir avtalu um onkur ynskir at síggja framsýningina. Her eru myndir frá framsýning og upplating.
Føroysk list er fjølbroytt, men í nógvari landslagslist verður dentur lagdur á tað stórbæra í landslagnum. Hjá Fríðu Matras Brekku er sjónarmiðið øðrvísi og meira inniligt og stillisligt við eygleiðingum av blómum, seyði og fugli. Meðan summar myndir eru merktar av einum serligum poetiskum løddum tómleika, eru aðrar fevndar av fjálgum skemti. Tær fínu laseringarnar og neyvleikin í strikuni siga okkum, at listakvinnan er dugnaligur handverkari.
Blómumálningar hava sína egnu listasøgu. Fyrr í tíðini var málningalist ikki hildin at vera hóskandi arbeiði hjá kvinnum, men blómumálningar vóru kortini góðtiknir sum eitt slag av málaðum broderíi, ið var nóg feminint hjá kvinnum at takast við. Listafólk finna uppá ráð og duga at víðka um sjangrur. Tí kunnu blómumyndir innihalda nógv meira enn bara koloristiskan og formligan vakurleika. Blómumyndir kunnu eitt nú vera symbol og merkja alt møguligt. Gjøgnum blómumyndir kunnu listafólk lýsa sansaligt gróðursemi, lív móti deyða, reinleika ella kærleika, men blómumyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku sýnast um somu tíð grafiskt einfaldar og modernaðar.
Í myndini av einari stórari reyðari blómu er bakgrundin svarthvít og skjórut sum í einum fotokopi, ið er sera øðrvísi í mun til ta flottu, málandi reyðu blómuna. Á henda hátt og við ítøkiliga at mála prentini við vatnlitum fær Fríða Matras Brekku fram mótsetningar í myndunum við tilsipingum til amerikanska popplist og við denti á tað ónatúrliga, kunsturliga. Fríða Matras Brekku er djóravinur – hennara myndir av seyði, djórum og fuglum sýnast fullar av kærleika. Ein spildurnýggj mynd er av einum bringureyða, ið er staðsettur miðskeiðis á myndaflatanum á eini grein haðani hann við gløggum, glógvandi eygum skoðar út úr myndarúminum framvið áskoðaranum. Kanska hevur hann borið eyga við várið.
Á veg inn
Mynd av framsýningini
Mynd av framsýningini
Reyðvín og list
Eitt landslag við serligum laveringum og ljósi
Vatnlitamálað steinprent
Fagra Fríða
Dreymsólja
Tey lurta
Føroysk list er fjølbroytt, men í nógvari landslagslist verður dentur lagdur á tað stórbæra í landslagnum. Hjá Fríðu Matras Brekku er sjónarmiðið øðrvísi og meira inniligt og stillisligt við eygleiðingum av blómum, seyði og fugli. Meðan summar myndir eru merktar av einum serligum poetiskum løddum tómleika, eru aðrar fevndar av fjálgum skemti. Tær fínu laseringarnar og neyvleikin í strikuni siga okkum, at listakvinnan er dugnaligur handverkari.
Blómumálningar hava sína egnu listasøgu. Fyrr í tíðini var málningalist ikki hildin at vera hóskandi arbeiði hjá kvinnum, men blómumálningar vóru kortini góðtiknir sum eitt slag av málaðum broderíi, ið var nóg feminint hjá kvinnum at takast við. Listafólk finna uppá ráð og duga at víðka um sjangrur. Tí kunnu blómumyndir innihalda nógv meira enn bara koloristiskan og formligan vakurleika. Blómumyndir kunnu eitt nú vera symbol og merkja alt møguligt. Gjøgnum blómumyndir kunnu listafólk lýsa sansaligt gróðursemi, lív móti deyða, reinleika ella kærleika, men blómumyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku sýnast um somu tíð grafiskt einfaldar og modernaðar.
Í myndini av einari stórari reyðari blómu er bakgrundin svarthvít og skjórut sum í einum fotokopi, ið er sera øðrvísi í mun til ta flottu, málandi reyðu blómuna. Á henda hátt og við ítøkiliga at mála prentini við vatnlitum fær Fríða Matras Brekku fram mótsetningar í myndunum við tilsipingum til amerikanska popplist og við denti á tað ónatúrliga, kunsturliga. Fríða Matras Brekku er djóravinur – hennara myndir av seyði, djórum og fuglum sýnast fullar av kærleika. Ein spildurnýggj mynd er av einum bringureyða, ið er staðsettur miðskeiðis á myndaflatanum á eini grein haðani hann við gløggum, glógvandi eygum skoðar út úr myndarúminum framvið áskoðaranum. Kanska hevur hann borið eyga við várið.
Nýggjasta steinprentið á framsýningini
J.H.O.Djurhuus
Marjun Syderbø Kjelnæs í uppskoti til Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins 2021
/Fyri løtu síðani varð kunngjørt, at bókin Sum rótskot eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs er í uppskoti til ársins Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn hjá Norðurlandaráðnum. Vit á Bókadeildini fegnast og ynskja Marjuni hjartaliga til lukku við tilnevningini!
Grundgevingin hjá Norðurlandaráðnum
Í grundgevingini hjá Norðurlandaráðnum verður skrivað soleiðis um bókina:
Bókin skrivar seg beint inn í tíð okkara við tí økokritiska ráki, sum sæst í nútímans bókmentum. Bókin er tó meira enn bert ein veðurlagsskaldsøga. Hon er eisini, og kanska uppaftur meira, ein søga um tað, sum hugtekur okkum menniskju – bæði vaksin og ung – í dag. Hetta er ein bók um, hvussu ungdómurin ber seg at í einum heimi við avbjóðingum. Bókin tematiserar evni sum veðurlagsbroytingar, nýtslu av skíggjum, rúsdrekkamisnýtslu, sorg, og harafturat stór og torskild evni sum samleika, seksualitet, vísindi og trúgv.
Stutt um bókina
Bókadeild Føroya Lærarafelags gav Sum rótskot út í 2020. Hendan ungdómsskaldsøga snýr seg um fýra vinfólk, sum vilja hava fólk at vakna og taka umhvørviskreppuna í álvara. Men tá tey velja at taka sakina í egnar hendur, fær tað avleiðingar, sum tey ikki høvdu ímyndað sær. Bókin viðger spurningar sum: hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær?
Stutt um høvundin
Marjun Syderbø Kjelnæs (1974) hevur skrivað stuttsøgur, skaldsøgur, yrkingasøvn, barnabøkur, ungdómsbøkur, leikrit og sangtekstir. Hon hevur fingið fleiri virðislønir, m.a. Norðurlendska skúlabókavarðaprísin fyri ungdómsbókina Skriva í sandin í 2011. Sum rótskot fekk Mentanarvirðisløn Tórshavnar býráðs í 2020, og í ár fekk Marjun eitt ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins. Bøkurnar hjá Marjuni eru týddar til fleiri norðurlendsk mál umframt enskt, franskt og týskt.
Fríða Matras Brekku sýnir fram í Víngarðinum
/Fríggjadagin 26.mars klokkan 16-18 letur upp serframsýning í Víngarðinum í Havn við verkum eftir Fríðu Matras Brekku. Framsýningin í Víngarðinum er opin fríggjadagar og leygardagar.
Føroysk list er fjølbroytt, men í nógvari landslagslist verður dentur lagdur á tað stórbæra í landslagnum. Hjá Fríðu Matras Brekku er sjónarmiðið øðrvísi og meira inniligt og stillisligt við eygleiðingum av blómum, seyði og fugli. Meðan summar myndir eru merktar av einum serligum poetiskum løddum tómleika, eru aðrar fevndar av fjálgum skemti. Tær fínu laseringarnar og neyvleikin í strikuni siga okkum, at listakvinnan er dugnaligur handverkari.
Blómumálningar hava sína egnu listasøgu. Fyrr í tíðini var málningalist ikki hildin at vera hóskandi arbeiði hjá kvinnum, men blómumálningar vóru kortini góðtiknir sum eitt slag av málaðum broderíi, ið var nóg feminint hjá kvinnum at takast við. Listafólk finna uppá ráð og duga at víðka um sjangrur. Tí kunnu blómumyndir innihalda nógv meira enn bara koloristiskan og formligan vakurleika. Blómumyndir kunnu eitt nú vera symbol og merkja alt møguligt. Gjøgnum blómumyndir kunnu listafólk lýsa sansaligt gróðursemi, lív móti deyða, reinleika ella kærleika, men blómumyndirnar hjá Fríðu Matras Brekku sýnast um somu tíð grafiskt einfaldar og modernaðar.
Í myndini av einari stórari reyðari blómu er bakgrundin svarthvít og skjórut sum í einum fotokopi, ið er sera øðrvísi í mun til ta flottu, málandi reyðu blómuna. Á henda hátt og við ítøkiliga at mála prentini við vatnlitum fær Fríða Matras Brekku fram mótsetningar í myndunum við tilsipingum til amerikanska popplist og við denti á tað ónatúrliga, kunsturliga. Fríða Matras Brekku er djóravinur – hennara myndir av seyði, djórum og fuglum sýnast fullar av kærleika. Ein spildurnýggj mynd er av einum bringureyða, ið er staðsettur miðskeiðis á myndaflatanum á eini grein haðani hann við gløggum, glógvandi eygum skoðar út úr myndarúminum framvið áskoðaranum. Kanska hevur hann borið eyga við várið.
Verðinsmaður heiman av Sandi fyllir 60
/Tónaskaldið Sunleif Rasmussen fyllti 60 fríggjadagin og í hesum sambandi var nýggja tónleikaútgávan Territorial Songs við verkum eftir tónaskaldið givin út. Eg skrivaði eina heilsan í Dimmalætting, sum sæst niðriundir hesum tekstinum, men har er longu hent alt møguligt síðani mína deadline. Territorial Songs hevur longu fingið framúrskarandi ummæli frá m.a. týska tónleikaritinum Klassik Heute, har útgávan fær besta skotsmál innan allar kategoriir. Tónleikaummælarin, Thomas Baack staðfestir: Um tú leitar eftir samtíðartónleiki, sum evnar at røra teg, skalt tú avgjørt lurta eftir hesum. Tað er eitt mást fyri blokkfloytuspælarar, ið vilja vita hvussu tey mest torføru tónleikastykkini mugu verða spæld við elegansu og optimalum, vøkrum klangi.. - Hann endar við at geva útgávuni sítt besta viðmæli í ummælinum, sum kann lesast her: http://www.klassik-heute.de/4daction/www_medien_einzeln?id=23555
At siga, at Sunleif hevur brotið upp úr nýggjum í føroyskari tónleiki er at gera alt ov lítið av. Hann stendur at kalla einsamallur um at hava framt sera mong tónleikalig nýbrot. Hann hevur til dømis skrivað ta fyrstu føroysku symfoniina og ta fyrstu føroysku operuna og so er hann harumframt fyrsta føroyska tónaskaldið við konservatoriuútbúgving. Hesa nam hann árini frá 1990 til 1995 á Det kongelige danske Musikkonservatorium hjá Ib Nørholm og elektroniskan tónleik hjá Ivar Frounberg. Hann hevur fingið heiður og styrk frá Leonie Sonning Grunninum og Statens Kunstfond – í 2002 vann hann tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri symfoniina Oceanic Days og í 2010 fekk hann Mentanarvirðisløn Landsins.
Sama um sjónarmiðið er heiman ella tað vendir hin vegin úr stóru verð, fevnir Sunleif bæði. Hann er heimakunnigur í operahúsum og á altjóða tónleikapallum, men fýrir ikki fyri at vera við, tá fjøllini verða gingin og seyður verður flettur. Hann er ein ógvuliga sermerktur maður, sum hevur sett Føroyar á altjóða samtíðarmusikalska heimskortið, og sum í øllum sínum mongu samrøðum við útlendskar miðlar heldur fast við sín uppruna og ongantíð troyttast av at lýsa bygdina og landið, haðan hann kemur.
Tey góðu úrslitini koma ikki av ongum. Sunleif L. Rasmussen er ein ómetaliga arbeiðssamur og passioneraður musikkmaður, sum arbeiðir javnt og samt við sínum tónleiki. Tey, sum hava ferðast saman við honum vita, at hann brúkar allar løtur, sum eru til yvurs, til at skriva tónleik. Tað merkir ikki á nakran hátt, at hann er turrisligur ella verðinsfjarur, Beint tvørturímóti er hann eitt sera stuttligt, gløggskygt og fjálgt menniskja og ein partur av frágreiðingini um stóru viðgongd hansara, snýr seg um hansara persón. Hann er sjáldsama harmoniskur og glaður, og dugir ógviliga væl at miðla tónleik fyri bæði leikum og lærdum. Hann er sera opin fyri tí listarliga, serliga fyri yrkingum, men eisini fyri myndlist og er altíð fúsur at greiða frá sínum tónleiki. Íblástur fær hann úr náttúruni og hennara ljóðum, umframt upplivingar av føroyskum upprunatónleiki, kvæðum og sálmum. Hetta er ikki soleiðis at skilja, at hann beinleiðis brúkar fólkatónleikin í sínum tónleiki – referensurnar verða umbroyttar í ymiskum seriellum og spektralum skipanum, soleiðis at endaúrslitið kann tykjast ógvuliga fjart frá byrjanini. Allíkavæl hómast ein týðilig náttúrukensla í verkum sum Territorial Songs t.d., sum hann hevur skrivað til unnustuna, heimskenda blokkfloytusolistin, Michalu Petri, ið hann hevur samstarvast nógv við nú í fleiri ár.
Sunleif L. Rasmussen hevur í viðtali um sína aðru symfoni ”The Earth Anew” greitt frá, at hann heldur seg vera romantikara soleiðis at skilja, at menniskja og náttúra eftir hansara meting eru eitt og tað sama: ”Vit eru náttúrunar børn. Náttúran hevur síni gosfjøll og menniskjan hevur síni. Innan í okkum menniskjum eru verjuskipanir sum t.d. immunverjan og uppaftur aðrar skipanir, ið loypa á verjuskipanina, og soleiðis er tað eisini í menniskjans sálarliga og sosiala lívi. Fyri meg var tað umráðandi at fáa fram tey ekstremu útmørkini. Myrkrið og ljósið, og bæði í senn. Tað ógvusliga og ljóta, og blíða og vakra. Og at hetta skuldi vera so víðgongt, sum eg nú einaferð evnaði at gera tað. Sera vakurt, sera myrkt, og sera ógvisligt”. Hiðani verður ynskt Sunleif L. Rasmussen hjartaliga til lukku á seksti ára føðingardegnum við tøkk fyri verkið higartil - til lukku eisini við nýggju útgávuni og móttøkuni av henni.
Aftur á slóðina við Ingálvi
/Ummæli (Hevur staðið í Dimmalætting)
Í farnu viku sýndi Filmsfelagið nýggja heimildarfilmin um Ingálv av Reyni, Ferðin inn í tað ókenda – og var undirritaða millum hepnu áskoðararnar at síggja filmin, ið eisini hevur verið vístur í KVF.
Sjálvt um hetta kvøldið á so mangan hátt og heilt frá fyrstu fetunum inn í tann gamla, slitna biografsalin – fyrst og fremst var ein ferð inn í tað kenda, var talan um eina góða ferð. Tilfar um og við Ingálvi av Reyni er eins og listamaðurin sjálvur av alstórum týdningi og tí hava teir rós og tøkk uppiborið, Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen, ið hava lagt filmin, sum varir 84 undirhaldandi minuttir, til rættis. Og í og við, at bæði Føroyar og Listasavnið eftir øllum at døma gloymdu at halda hundrað ára føðingardagin hjá okkara týdningarmesta listamanni - ja, so kom hesin filmurin í tøkum tíma.
Ein metafilmur
Filmurin er eitt slag av metafilmi, tvs. tað er ein filmur um ein film, ið er meistaraverkið av einum portrettfilmi um Ingálv av Reyni við heitinum, Svartur Sannleiki (1999). Meðan tann gamli filmurin er lutfalsliga neyvt og stramt bygdur upp um eina listarliga kreppu, sum nívir Ingálv av Reyni í stríði hansara fyri erligari list, er hesin nýggi filmurin eitt sindur leysari vovin og kanska eisini meira nostalgiskur. Ein av mannagongdunum í filminum er at fólk verða filmað, meðan tey hyggja at upptøkum av Ingálvi av Reyni. Og tað er rørandi at síggja eitt nú kærleiksfulla andlitsbráið hjá soninum, Eyðuni av Reyni, meðan hann lítur at pápa sínum á einum teldilskíggja.
Óhátíðarlig fráklipp
Við nýggja filminum koma vit tættari at samkomumanninum og familjumanninum enn í gamla filminum. Vit hitta sjarmerandi konuna, Elsu av Reyni, sum eisini árini eftir, at maðurin doyði, møtti til allar ferniseringar. Vit síggja eisini nøkrum av børnum teirra - tey hittast til ein drekkamunn í filminum fyri at práta um pápan. Tað er listamaðurin, Eyðun av Reyni, sum staðfestir ta fantastisku sannroyndina, at Ingálvur av Reyni eftir filmsupptøkurnar, skapti fleiri framúrskarandi stórverk. Fleiri nýggir upplýsingar koma fram í filminum, m.a. at Ingálvur av Reyni í roynd og veru var illa sjúkur, tá Svartur Sannleiki varð innspældur. Annars eru í hesum nýggja filminum bæði endurtøkur og útgreiðingar av upplýsingum í gamla filminum, ið alt samalt staðfestir varhugan av einum edeligum, eyðmjúkum og stillførum listamanni, sum heldur vil tosa um list enn um seg sjálvan, og sum heldur, at lívið er betri at liva, tá tú hevur alt í lagi við fólk. Og so kortini! Í onkrum “fráklippi” er listamaðurin eitt sindur meira óhátíðarligur og privatur. Teir tosa um hetta, at fleiri av óvart eru komin til at venda abtraktu málningunum hjá Ingálvi á Reyni øvugt, so at tað sum vendi niður vendi upp. Ingálvur sigur brosandi, at tað leggur hann ikki í, men kemur so í tankar um, at hann í grundini einaferð bleiv firtin av nøkrum tílíkum. Og so nevnir hann ein persón við navni og greiðir frá, at hesin keypti eina gentumynd frá sær, sum hann helt rigga betur sum landslag liggjandi á síðuni. Hann ætlaði eyðsýnliga eisini, at Ingálvur skuldi signera málningin í hesum liggjandi formatinum. men tað vildi listamaðurin sjálvsagt ikki.
Hevd
Fatanin av Ingálvi av Reyni er sum heild rættiliga hevdbundin í filminum. Ávirkanin frá teknilæraranum, Bizzie Høyer og renesansulistamanninum, Pisanello, hvørs myndir hanga í atelierinum hjá Ingálvi á Reyni. Men mann kundi jú eisini hugt yvir á hin veggin. Har hongur ymiskt rættiliga progressivt, t.d. ein av teimum hvítu avantgardemyndunum hjá Anker Mortensen frá 1990´unum, sum Ingálvur av Reyni var hugtikin av. Tá Anker skuldi framsýna á fyrsta sinni í danska gallarínum Galleri Trap í 2002, var tað við einum viðmæli frá Ingálvi á ferniseringskortinum: “Við fáum ofta sera einføldum miðlum sigur Anker Mortensen munandi meira enn vit onnur megna við stórum armrørslum. Hansara reina málarí opinberar fyri okkum nógv meir enn tað, vit síggja við fyrsta eygnabrá”.
Mannligir serfrøðingar
Tað eru ómetaliga nógvir menn í nýggja filminum um Ingálv av Reyni. Allir serfrøðingar, sum eru spurdir, eru menn, Bárður Jákupsson, Nils Ohrt, Bent Irve og Mikael Wivel. Talan er um fakfólk, ið vita og duga síni ting, men kynsliga vanbýtið tykist eitt sindur gamaldags. Tað sama kann í grundini eisini sigast um listarligu viðgerðina, sum í mongum er ein endurtøka og útdýping av teimum sjónarmiðum, sum Ingálvur av Reyni sjálvur slóðar fyri í filminum Svartur Sannleiki, at undirvísingin hjá Axel Jørgensen professara við tíðini gjørdist honum eitt haft osfr. Um mann heldur fylgdi øgiligu framdriftini í listini, sum Ingálvur av Reyni fekk av skafti aftaná 1999, kundi mann fingið eina meira progressiva mynd av listamanninum við t.d. at gera viðtal við hansara listarligu eftirkomarar, Anker Mortensen, Jóhan Martin Christiansen, Hansinu Iversen og Rannvá Kunoy, ið øll hava ment ta føroysku abstraktu listina víðari.
Einki kemur av ongum
Einastaðni í filminum staðfestir frásøgumaðurin (Dánjal Højgaard), at einki kemur av ongum og hetta vísir seg at passa fyri mítt egna viðkomandi. Tí tá gamli málningurin hjá Ingálvi av Reyni av fjósinum í Porkeri frá 1946 verður vístur í filminum saman við viðmerkingum Mikael Wivels um hvussu tætt hetta legði seg at læraranum, Axel Jørgensen, tá kom brádliga júst tað øvugta mær til hugs og hetta havi eg ongantíð hugsað áður, hóast eg kendi málningin. Sjálvt um violetta ljósið og litavalið sum so minnir um verk hjá Jørgensen, ger perspektivið myndina rættiliga abstrakta. Her er at síggja til ikki tann stóri áhugin fyri rúmligari illusión, men kanska heldur fyri flatanum og strukturunum á honum. Hetta er sera áhugavert, tí Ingálvur av Reyni fór ikki í gongd við tað abstrakta fyrr enn umleið 1960 ella gott tað. Leggjast kann aftrat, at mótsetningslitirnir jú eisini koma afturíaftur í verkunum hjá Ingálvi av Reyni. Hetta síggja vit t.d. í stóra málninginum, Gjøgnum tíð og rúmdir, sum listamaðurin málaði í 2002 og sum Tryggingin keypti.
Ein gáva til Føroya fólk
Í filminum frá 1999 var Ingálvur av Reyni sjálvur frásøgufólk og hetta varð gjørt sera ómaksfult við einum sera konsentreraðum úrsliti uttan uttanumtos yvirhøvur. Í og við, at listamaðurin doyði í 2005 mátti onnur loysn finnast til nýggja filmin og tað hava fyriskipararnir gjørt á sera skilagóðan hátt og við ansi fyri at skapa samanhang millum tær ymisku fláirnar í filminum m.a. við at Dánjal Højgaard er frásøgufólk og at hann eisini ítøkiliga gongur inni í atelierinum hjá Ingálvi av Reyni, har vit annars hava sæð meistaran mála og práta. Dánjal Højgaard dugir somuleiðis væl at spyrja og at skapa gott samband við tey, hann spyr. Myndatøkurnar hjá Hans Peturi Hansen sýna somuleiðis ein serligan fotografiskan ans fyri bæði tí stórbæra og tí inniliga við skiftandi sjónarhornum úr neðra og úr erva og við skiftum millum veldug náttúrupanorama, ekspressivar myndir av listamanninum í føroyskum klettalandslagi í mótljósi og meira neutralt frásagnarligar upptøkur av fólkum, ið greiða frá. Upptøkurnar av ovfarakáta listamanninum inni á Louvre savninum eru einastandandi góðar og upplyftandi.
Ferðin inn í tað ókenda er samanumtikið ein gáva til Føroya fólk, sum teir báðir, Dánjal Højgaard og Hans Petur Hansen skulu hava hjartans takk fyri – ikki minst fyri brot, sum geva okkum nakað nýtt, t.e. tá Ingálvur tosar ítøkiliga um ein málning, hann er í ferð við at mála, har hann greiðir frá týdninginum, ið løgini av undirmáling hevur og annars sigur hvat hann sær og hvat tað er, hann roynir at fáa fram av ljósi, anga, fuglum, hegni, steyrum og fólki í náttúruni.
STATUS
/Torbjørn Olsen: Ummælarin (2020)