Listaárið 2020 - millum gult og innihald
/Morgun og nýføddur dagur og ár. Ein sjáldsama ljósur og klárur morgun gevur optimistiskar vónir um komandi herligheitir, men vit vita einki og máa eyðmjúk við hattinum í hondini biðja til, at farsóttin sleppur takinum og at vit øll fáa eitt gott 2021. Árið í fjør var serligt, í Dimmalætting skrivaði eg eitt sindur um tað, ið hendi á listaøkinum í tjúgu og tað var ikki so heilt lítið.
Hetta var á so mangan hátt eitt serligt ár, sum vit helst fara at minnast fyrst og fremst fyri covid-19. Kortini gav farsóttin okkum øllum tíð til m.a. at ásanna hvussu stóran týdning listin í roynd og veru hevur. Uttan tónleik, film, bøkur, myndlist osfr. høvdu bæði sóttarhald og stilla heimalívið verið nakað væl keðiligari.
Tóroddur Poulsen Ólavsøka (2020)
Sjálvt um vit í Føroyum eru sloppin lutfalsliga væl higartil, hevur listin sum heild verið mikið tarnað av covid-19 í brátt farna ári. Higartil kunnu vit ikki vera annað enn takksom fyri støðuna, nú skulu vit bara ansa eftir eina løtu aftrat, so er koppingarevnið her. Og vit skulu ansa væl eftir nú tølini hækka – eisini í Danmark, haðani nógvir av okkara jólagestum koma. Men vit mugu altso eisini ansa eftir hvussu vit málbera okkum í hesum døgum, nú tølini kvinka uppeftir. Tá hendir tað hvørja ferð, at rættir ræðslusavnarar manifestera seg t.d. á Facebook við øllum møguligum demoniserandi ræðusøgum um smittuberaraútisetar, sum fara beinleiðis í býin fyri at breiða út smittu. - Man tað nú vera? Við lægsta felagsnevnara gerst samskiftið skjótt sansaleyst og ónuanserað og vit gloyma týðandi medmenniskjanslig atlit til ymiskar tilveruligar umstøður, tað verði seg sjúku, elli, einsemi, kærleika, longsul osfr. Vit kenna ikku umstøðurnar hjá okkara medmenniskjum og vit eiga ikki at døma frá hond, tí tað hjálpir ongum. Vit mugu heldur ikki geva ávísum bólkum skyldina - eg haldi, at okkara ungu hava betur uppiborið. Heldur eiga vit at halda saman hvør sær, hava álit á hvønn annan samstundis sum vit ansa eftir at halda okkum sjálvi frá smittuvanda.
Steinprent
Aftur í ár var sera nógv og gott framsýningarvirksemi í Steinprenti við føroyskari og danskari list. Í januar hevði Svend-Allan Sørensen serframsýningina VINDUR ALDA FUGLUR. Tó at náttúran hevur ein stóran leiklut í hansara listaverkum, er konseptið alla tíðina í miðdeplinum – tað er hugskotið, sum drívur verkið, og ofta eru hansara verk beinleiðis bygd upp av poetiskt løddum orðum ella setningum. Í mars arbeiddu Daniel Milan og Zven Balslev í Steinprenti – teir gjørdu saman eina spennandi framsýning við heitinum Tvær strikur, sum ógvuliga fá fólk sóu. Tann fríggjadagin 13.mars, tá framsýningin skuldi lata upp, læt føroyska samfelagið sum kunnugt aftur dagin fyri orsakað av corona. Í Steinprenti og aðrastaðni var tíðin aftaná sera friðarlig, men tá tey í Steinprenti gjørdu eitt átak við at bjóða grafisk dygdarverk fyri serprís, vóru fólk skjót at taka undir við hesum. Summarið var serligt og fult av føroyingum í Føroyum, sum í staðin fyri at ferðast í útlond, valdu at ferðast heima. Hetta var orsøkin til, at mann í Steinprenti valdi at hava heili tvær summarframsýningar við ávikavist Claus Carstensen og KLAKSVIKAFFÆRER REVISITED á gallarínum og við føroyskari samtíðarlist hjá Hansinu Iversen, Rannvá Kunoy, Hanni Bjartalíð, Marius Olsen, Anker Mortensen, Bárður Jákupsson, Zaharias Heinesen, Tróndi Patursson og Torbirni Olsen uppiá Østrøm. Framsýningin VIT ERU HER ENN var áhugaverd við verkum hjá listafólkunum báðum, Vibeke Mencke Nielsen og Poul Janus Ipsen, sum vildu gera vart við, at tey altso enn eru til og listarliga virkin, um tey eru komin væl upp í árini. Ein sera fín framsýning var í Steinprenti í november við verkum hjá Hanna Bjartalíð og Bárði Oskarsson, ið umframt at báðir hava myndprýtt myndabøkur, jú ikki eu ólíkir listarliga sæð, tó at teirra verk kunnu taka seg ymiskt út.
Avbyrgingageddon
Í mai hevði Tóroddur Poulsen framsýningina Avbyrgingageddon og aðrar frástøður í Steinprenti. Framsýningarheitið sipaði til farsóttina og harav fylgjandi avbyrgingar og varhugar um heimsins enda. Vit kendu fleiri av myndevnunum aftur, hugfarsligu víntrøini og tær grínandi beinagrindirnar. Ein riðil av menniskjum og øðrum myndaliðum, ið stóðu so tætt, at mann næstan varð øvundsjúk. Eitt tysjandi ævintýr av dreymakendari surrealismu av figurativum og abstraktum myndaliðum og av orðum og setningum, sum viðmerktu list ella veruleika, dreymar, poesi ella profeti - her vóru t.d. virusmyndir, sum vóru málaðar fyri fleiri árum síðani. Tóroddur Poulsen gav eisini tvær bøkur út í ár og fekk sítt gjøgnumbrot í Danmark, har hann annars hevur búð í ein mansaldur, við sínum fyrsta yrkingasavni, Valseværk, sum er skrivað og útgivið einans á donskum. Donsku ummælararnir vóru upp í loft um bókina, yrkingarnar eru ”lynende underfundige” helt Lars Bukdahl, meðan Erik Skyum Nielsen helt, at ”samtlige digte sidder lige i skabet”. Langt áðrenn tað ummælti eg bókina á bæði og føroyskum og var heldur ikki heilt óbegeistrað: #Indledningsvist møder vi digterjeget, der siger sig ikke vide hvad ”han” har gang i, men at han til tider kigger ud et lille vindue. Dette koøje er vores åbning ind i det valsende værk, den nyeste variant i Tóroddur Poulsens lyriske univers, der straks forekommer bekendt med sin særlige håbefulde og salte havsuppeblanding af sømænd, skovfugle og digte, der glimtvis åbenbarer hele den sanselige og kortvarige eksistens, som vi drømmer og skaber, imens lyset brænder hastigt ned og mørket ivrigt kærtegner os. Der er ganske mange digte, der handler om at komme i havn og en tør advarsel om, at når man først har sat trillebøren fra sig, er alle grave fyldt. I et andet digt frabeder jeget sig høreapparat, da det ikke ønsker at høre døden komme. Stadigt opløses digterjeget og bliver enten en del af sin mor igen eller søn til et træ. Interessen for miljøets ve og vel kan næsten forekomme helt posthuman og nymodens, men har rent faktisk været del af Poulsens digte helt fra begyndelsen. Det samme er gældende for stilen, der skifter imellem virkelighed og det surreale og hvor læseren bestandigt overraskes af uventede forløb og spring, der ikke overholder virkelighedens fysiske betingelser, men som derimod sprænger kronologi, personer, sted og tid..”.
Virðislønir og vantandi armslongd
Aftur í ár vórðu fólk fagnað fyri sín leiklut innan listina. Anna Malan Jógvansdóttir, sum í 2019 gav út Psykosudrotningin sigur frá fekk Ebbuvirðislønina 2020. Í januar vóru Mentanarvirðislønir Landsins allar latnar monnum, ið allir høvdu almennu virðislønirnar hjartaliga uppibornar. Hanus G.Johansen fekk mentanarvirðislønina fyri sín ómissandi leiklut sum vísusangari og tónaskald og sum tulkari, ið hevur endurnýggjað áhugan fyri Pól F og øðrum yrkjarum. Simme Arge Jacobsen fekk heiðursgávu landsins fyri sín ikki minni ómissandi og kveikjandi leiklut sum drívmegi í føroyska tónleikalívinum síðani fimmtiárini. Forlagið Leirkerið v/ Zachariasi Zachariasen og Flóvini Tyril fekk Serstaka Virðisløn. Landsstýrismaðurin í menta- og uttanríkismálum, Jenis av Rana hevur tvær reisur í 2020 valt at handla ímóti ráðunum frá settum listanevndum og báðu ferðirnar hevur tað gingið út yvir tey ungu. Fyrst var tað virðislønin til ung listafólk, ið varð droppað og síðani valdi mentamálaráðharrin ikki at fylgja tilmælinum um at geva unga filmsleikstjóranum Tóka Jansson filmsstuðul á 40.000 krónur til teknifilmsrøðina, Skúla Scam. Grundgevingin fyri at nokta at lata stuðul var tann, at Jenis av Rana helt, at tey bannaðu ov illa í filminum. Hetta brotið á armslongdarregluna varð mótmælt av fleiri eisini úr Danmark, har ANIS (Animationssammenslutningen) avgjørdi at geva Tóka Jansson eitt serlegat á 30.000 kroner.
Føroysk list í DK og í Løkshøll
Filmsleikstjórin Andrias Høgenni hevur somuleiðis havt eitt gott ár. Hansara stuttfilmur Ikki illa meint heldur fram við at verða heiðraður og hevur m.a. fingið Robert-virðisløn og Ekko-virðisløn, sum sjálvur Thomas Vinterberg handaði. Tað er ikki minst í Danmark, at føroysk list hevur gjørt um seg eisini við stórum listaframsýningum, Speaking in tongues v/Hansinu Iversen og Jóhan Martini Christiansen í Møstingshus og Samtaler om Tåge á Norðurbyggjuni við føroyskari samtíðarlist. Í mai fekk Barbara í Gongini eitt av stóru og prestisjumiklu arbeiðslegatinum frá Statens Kunstfond á 250.000 DKK, ið verða latin listhandverkarum og designarum við dirvi til at gera nakað út yvir tað vanliga. Olaf Johannessen fekk sína fjórðu Reumertvirðisløn og við framførslu hansara í Løkshøll kundi eisini føroyingar við egnum eygum síggja leiklistarliga fyribrigdið í leikinum Tann komiska tragedian, ið var leikstjórnaður og týddur av Maritu Dalsgaard. Súni Joensen stóð fyri ljósinum – hann fekk í ár virðisløn frá Statens Kunstfond fyri ljósdesign í einum donskum leiki. Leikurin Tann komiska tragedian, sum Marita Dalsgarð týddi er, sum heitið bendir á, bæði stuttligur og inntonktur. Hann snýr seg um eitt slag av eini hólmgongu millum ein sjónleikaraleiklut ella rolluna og sjónleikaran sjálvan, ið saman skulu spæla ein leik um leitanina eftir stóra kærleikanum. Tað var einastandandi at uppliva eitt so stórt og sermerkt listafólk sum Olaf Johannessen á palli og Løkshøll stóð seg væl sum karmur kring leiklistarligu stórhendingina.
Myndlist
Í Listasavni Føroya varð fasta framsýningin umskipað, ein tiltrongd broyting, sum eisini tóktist lutfalsliga radikal frá eini fyri tað mesta listasøguliga skipaðari framsýning til eina tematiska, har tað eisini verða framsýnd nógv fleiri verk – umleið dupult so nógv verk sum áður. Endamálið sigst vera at umboða nógv fleiri listafólk á savninum og so er spurningurin um flest merkir best ella barasta flest. Harumframt sigur stjórin, Karina Lykke Grand seg hava ynskt at fáa eina meira tíðarhóskandi javnvág millum listakvinnur og listamenn, málningar og aðrar listamiðlar umframt klassikarar og nýggjari listaverk. Og tað er sjálvsagt í fínasta lagi, meðan tematiska skipanin eftir mínum tykkum er meira ivasom. Hóast tematiskar framsýningar eru vanligar á gallaríum og søvnum, er tað ikki vanligt sum at kalla einasta uppheingingarmeginregla í eini fastari sýning í einum tjóðlistasavni. Tað er óvanligt. Uppheingingin sigst leggja dent á at geva gestinum eina ávísa uppliving av Føroyum gjøgnum myndir og tað er eisini væl hugsandi, at nógvum fer at dáma hetta. Tað er lætt og ómakaleyst at skilja eina framsýning, sum í einum rúmi t.d. tematiserar havið við myndum av uppgangi, av sjómonnum, sakni, óveðri og logn – fyri t.d. ferðafólkaídnað og upplivingarbúskapin verður broytingin ivaleyst vælumtókt. Men at redusera føroyska listarliga hugsjón í allar tíðir til evni sum hav, landslag, dýr, portrett, interiør, ull, átrúnað - tað tykist ov einfalt fyri eitt tjóðlistasavn. Stóra serframsýningin í Listasavninum um Havið var eisini einføld og pedagogisk. Eg var við einum skúlaflokki á Glasi í Listasavninum og upplivdi har framsýningina fyrimyndarligt miðlaða av Solveig Hanusardóttir Olsen. Solveig læt eisini framsýningina SALT JARÐARINNAR JARÐARINNAR SALT hjá Guðrið Poulsen og Rannvá Holm Mortensen upp í oktober í Müllers Pakkhúsi. Hon var sett saman av ymiskum bygdum lutum, readymades, ljósi, ljóði og videoverkum. Miðskeiðis í rúminum stóð ein stórur hvítur bygnaður - ein salttinna í ovurstødd, sum áskoðarar kundu ganga inn í at skoða teir ymsu lutirnir harinni. Gjøgnumskygda rúmið var eins og eitt raritetskabinett við lívrunnum lutum og avstoypningum, ið á ymiskan hátt tóktust lýsa menniskjakroppin. Partar av framsýningini mintu meg um framúrskarandi danska listamannin, John Olsen, ið dugdi at skipa sínar funnu lutir soleiðis, at teir vóru lyftir upp til list. Eg haldi, at John Olsen kallaði síni verk fyri “undranarkømur” - og tað kundi mann kanska eisini kalla framsýningina hjá Guðrið Poulsen og Rannvá Holm Mortensen
Tónleikurin
Tónleikarar hava ikki havt tað lætt í 2020 – stór orkestur og kór hava fyri tað mesta verið avlýst. G-Festivalurin og aðrir festivalar avlýstu. Fleiri yrkistónleikarar hava mist nógva inntøku og máttu bíða leingi eftir, at tað varð hugsað um tey innan almennu hjálparpakkarnar. Summir tónleikarar hava roynt at varpa konsertir gjøgnum internetið og at hava uttandura framførslur, t.d. Teitur Lassen, ið gav út EP´ina Modern Era. Teitur dugir at manifestera ein sang soleiðis, at hann eftir øllum at døma vaksur upp burtur úr ongum soleiðis peu un peu tilvildarliga. Sum lurtari sleppur tú øllum væntanum um stórbærar upplivingar, tú ert bara til og tá er tað, at kensluborna røddin og tær mjúku, sveimandi akkordirnar raka inn millum rivjabeinini og tendra hjartað lukkuliga og sorgblítt, men eisini við onkrum skálkabrosi. Árið 2020 gav okkum eisini ta heitu, reyðu og elektronisku plátuna Segl hjá Eivør, og nakað væl færri áskoðarar enn ætlað sloppu til framúrskarandi konsertir í Norðurlandahúsinum. Eg upplivdi aðalroyndina og tað var stórt.
Nólsoyar Páll
Einki elvir til so nógv kjak sum býararkitekturur, tað sóu vit, tá ein skoytuvøllur skuldi leggjast í Vágsbotni júst har sum Nólsoyar Páll, standmyndin hjá Hans Paula Olsen hevur staðið í skjótt 25 ár. Skoytuvøllurin endaði við at vera fluttur niðan í Gundadal, men vit bíða enn eftir standmyndini. Í Degi&Viku 12.november greiddi býararkitekturin, Birita Wardum frá, at tann avmonteraða standmyndin hjá Hans Paula Olsen av Nólsoyarpáll fer at koma afturíaftur. Tey vita ikki júst hvar, men tað verður í Vágsbotni, tí tað hevur listamaðurin ynskt. Og tað er gott, tí hendan spektakulera, umdiskuteraða og útskeldaða, men seinni høgt elskaða standmyndin av einari nationalari klenodiu hevur eisini av sonnum uppiborið sítt pláss í Vágsbotni og skal vera verandi har. Hon sigur eina søgu um eitt tíðarskeið við stórari tjóðskaparkenslu, ið kom eftir, at Føroyar fóru á húsagang fyrst í hálvfemsunum, fóru biddaragongu til Danmarkar og síðani vórðu útspiltar í donskum miðlum í nøkur ár.
Edward Fuglø - Jón Sonni Jensen
Listprýðing
Seinastu árini hava vit sæð hópin av stórfingnum listprýðingum taka skap á skúlum og øðrum nýbygdum stovnum. Í nøkrum kommunum er listprýðing lógarkrav, men tey flestu tykjast skilja hvussu listin er tann berømti prikkurin yvir i´ið á bygningsverkum. Vit hava seinast sæð tað í nýggja Eysturoyartunlinum, har Tróndur Patursson hevur gjørt eina at síggja til imponerandi prýðing úr stáli og ljósi. Ljósviðurskiftini eru ikki í lagi enn, tí tey bíða enn eftir at fáa røttu ljósini. Undirsjóartunnilin og rundkoyringin eru flott bygningsverk í sær sjálvum, men tað er listin, sum samlar verkið visuelt og fær tað út um allan heim. Tí er tað eisini gleðiligt at síggja væl eydnaðar listprýðingar í Havn og aðrastaðni í landinum og tí var tað gott á sinni at frætta frá Listabólkinum í Tórshavnar Kommunu, at m.a. Hansina Iversen var millum tey trý listafólkini (av sekstan innsendum uppskotum), sum hevði vunnið heiðurin at prýða skúlan (harumframt prýða Jón Sonni Jensen og Edward Fuglø skúlan). Orsakað av sera óprofessionellari tilgongd í málinum, endaði tað við, at Hansina Iversen ikki slapp við allíkavæl vegna vantandi fígging. Málið verður tikið upp aftur í Býráðnum, ið vónandi fer at tryggja, at tílíkt ikki hendir aftur.
Stríð innan leiklistina
Í oktober gjørdist greitt, at stríð er innan føroyska leiklistaumhvørvið. Leiklistafylkingin 2020, ið er ein fylking av 22 føroyskum yrkisleiklistafólkum og 6 fríyrkisleikbólkum, mótmælti hvassliga stjórasetanini á Tjóðpalli Føroya í sambandi við, at sitandi stjóri, Jenny Petersen varð afturvald á fjórða sinni. Eitt mótmæli av hesum slagnum hava vit ikki sæð síðan nøkur av okkara bestu og mest etableraðu myndlistafólkum trektu seg úr samstarvinum við Listasavn Føroya til tess at mótmæla vantandi listfakligheit hjá táverandi stjóra. Tey flestu, sum hava notið góðar stundir á Tjóðpalli Føroya munu hava hámett leikarar og øll tey, sum starvast á Tjóðpallinum fyri teirra vilja og styrki til at arbeiða professionelt undir nokk so ómøguligum – ikki minst eigur stjórin rós fyri sítt áhaldandi arbeiði. Tá hetta er sagt, so má eisini staðfestast, at tær stóru leiklistarligu upplivingarnar í Føroyum í vaksandi mun henda uttan fyri Tjóðpallin. Tað eru produktiónir hjá m.a. Det Ferösche Compagnie, GUT//Productions, Teatur Grugg og TVAZZ. Og sjálvandi er tað fantastiskt at hava eitt so listarliga ríkt land, at hetta yvirhøvur ber til, men mótmælið ger vart við, at tað er ein orsøk til, at allir hesir mongu sjónleikarbólkarnir eru kyknaðir seinastu árini. Tað snýr seg um vantandi listarligt framfýsni á Tjóðpalli Føroya.
Bøkur
Fleiri bøkur komu út í ár ikki minst til jóla. Tann bunkan havi eg ikki lisið enn, men bókina, sum Øssur Johannesen skrivaði um vinmannin, Tummas Jákup Thomsen las eg. Tað er ikki á hvørjum degi, at ein hondskrivað bók kemur út og ikki eigi eg nógvar listabøkur, ið eru skrivaðar við sprittusj, men tað er gott og uppá tíðina, at okkurt kemur út um gávuríka og arbeiðssama poppsurrealistin í Gøtu. Í summar las eg bókina hjá Carl Jóhan Jensen Mitt í hesi krónutíð. Sum politiskur viðmerkjari og satirikari er Carl Jóhan Jensen stuttligur og beinrakin, men bókin er kanska mest áhugaverd í teimum av tekstunum, ið ikki prædika fyri teimum frelstu, men sum lýsa aðrar partar av samfelagnum. Ikki minst eru eygleiðingar og hugleiðingar, ið eru tengdar at ymiskum bókmentaligum og listaligum, áhugaverdar. Bókin er løtt men hon er skrivað við sosialum rótfesti, vitan og tyngd, ið gevur lesaranum eina lítið hugaliga hóming av einum kaldligum tíðarráki, merkt av vantandi atliti til okkara gomlu medborgarar, minkandi samhaldsfesti og vaksandi ójavna. Ein bók, ið hugtók er tann nýggja hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger Eg skrivi á vátt. Meðan eg las hoyrdi eg røddina á yrkjaranum fyri mær heilt týðiliga sum stóð hon mitt á gólvinum her í stovuni hjá mær og las við sínu ljósu, treisku rødd við skiftandi herðslu á ymisk orð. Henda gløggskygda næstan uttanveltaða og samstundis yvirhugaða, heita røddin er serlig við yrkingum, ið geva lesaranum varhugan av einum serligum sambandi millum orð og setningar - millum partar og heild, millum gult og innihald.
Solveig Hanusardóttir - JARÐARINNAR SALT SALT JARÐARINNAR v/Guðrið Poulsen og Rannvá Holm Mortensen
Speaking in Tongues Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen Foto: Torben Eskerod
Heðin Kambsdal sýndi fram í Gamla Seglhúsinum
Speaking in Tongues Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen Foto: Torben Eskerod
Alda Mohr Eyðunardóttir - SAMTALER OM TÅGE Foto:KP
Hanni Bjartalíð - So gjørdi hann vatnið til perlandi vín. Víngarðurin 2020 Foto:KP
Julie Sass - Jóhan Martin Christiansen - Samtaler om Tåge 2020 Foto:KP
Vernissage Jólaframsýningin VG 2020 -
Svend-Allan Sørensen - SAMTALER OM TÅGE
Portrett Torbjørn Olsen á Myndaódnini í Steinprenti
Litbrá - Østrøm/Steinprent
Olaf Johannessen
Vibeke Mencke Nielsen í Steinprent
Zacharias Heinesen sýndi fram m.a. í Salt og í Víngarðinum
Eg skrivaði um Torbjøn Olsen, sum málaði meg
Silja Strøm sýndi fram í Gamla Seglhúsinum - foto: Dávur Winter
Carl Jóhan las upp í Víngarðinum