Torbjørn Olsen ger ársins gávuprent til Steinbrá
/Hesa árstíðina, nú stutt er millum stormarnar, dagarnar styttast og myrkrið sýgur niður yvir land og fólk, tá er gott at kunna boða frá, hvussu listin støðugt arbeiðir fyri ljósi og litum. Í Steinprenti hevur Torbjørn Olsen gjørt ársins gávuprent til limirnar í Steinbrá. Talan er um serstakliga litríkar myndir m.a. við útsýninum úr húsunum hjá Torbirni út yvir Havnina og Nólsoynna. Prentini eru málandi ekspressiv við lýsandi grundlitum, ið tendra av mótsetningslitum í eini ljómandi koloristiskari heild. Øll, ið hava rindað sítt limagjald, kunnu velja sær eitt av nýggju prentunum. Nýggir limir eru altíð vælkomnir at melda seg. Aðalfundur verður í Steinprenti 9.desember klokkan 15.
Steinbrá er sjálvstøðugt grafiskt áhugafelag, sum øll kunnu gerast limir í. Fyri limagjald fáast árlig gávuprent, sum eru gjørd á Steinprenti í Havn. Endamálið við Steinbrá er at stuðla virkseminum í Steinprenti. Tíggju ár eru liðin síðan grafikkfelagið Steinbrá varð stovnað, men árliga limagjaldið er framvegis tað sama, nevniliga 500 krónur fyri einstaklingar og 2000 krónur fyri virki, fyritøkur og líknandi.
Steinbrá hevur kontu í Norðoya Sparikassa 9865-1042496.