Ljósmálningar
Á framsýningini hjá Heðini Kambsdal í Gamla Seglhúsinum í Klaksvík vekja ikki minst teir smærru málningarnir áhuga. Eg havi enn bara sæð framsýningina endurgivna á fotomyndum, men tað sær spennandi út – ikki minst tveir málningar, ið báðir avmynda tað uttasta av einum mola, ið verður upplýstur av ljósinum frá einum lyktapela. Vit kenna einfalda, men hugfarsliga myndevnið frá t.d. Steffani Danielsen, eins og Marius Olsen eisini hevur gjørt fínar grafiskar myndir við sama myndevni, men Heðin Kambsdal hevur sín egna máta og stíl. Hetta eru koloristiskir ljósmálningar, sum lýsa og glógva við mótsetningslitum og ljósi í myrkri. Tann eini málningurin er rættiliga bláur meðan ljósið frá lyktapelanum skyggir gull. Hin málningurin er violettur við gulum ljósskyggjandi lyktapela. Báðir málningarnir eru smáir í vavi, men hava stórt árin og geva áskoðaranum eina kenslu av ugga og hita um so illfýsið er.
Listaligir bótamolar
Á framsýningini THIS IS AN AMBIGIOUS FACE, ið sum áður nevnt var orsøkin til hesar hugsanir um list og stødd, eru málningar, sum Silja Strøm hevur málað í coronatíðini. Hon hevur áður gjørt málningar, sum eru enn minni í vavi enn hesir, men av tí, at nýggju málningarnir eru ómetaliga fylltir av litum, skapum og innihaldi, so tykist myndarúmið lutfalsliga lítið og konsentrerað. Hesar myndir eru eins og listaligir bótamolar, sum tú í huganum kanst breiða út. Kenslan kemst helst eisini av, at myndaliðirnir eru javnsettir í myndarúminum. Í staðin fyri at brúka perspektiviska dýpd og eini harav fylgjandi hierarkiskari uppbýti av myndarúminum í forgrund, miðgrund og bakgrund, trokast allir myndaliðir saman á eini og somu flá. Áskoðarin hómar bæði nærleika og fremmandkenslu í eini mynd sum A Thoughtless Mouth ovast her, har persónarnir tykjast halda saman móti onkrari hóttan, ið kemur uttanífrá. Tey hyggja øll sama veg eftir onkrum, sum er uttan fyri myndakantin. Vit síggja ikki hvat, tey hyggja eftir, kanska coronahagtøl, kanska er tað okkurt heilt annað og møguliga stúra tey als ikki, men eru hinvegin vónrík? So universalar og fleirtýðugar eru myndirnar hjá Silju Strøm, at tær eru opnar fyri øllum møguligum tulkingum. Ein orsøk til, at mann hevur lyndi til at fata A Thoughtless Mouth tann sorgblíða vegin hevur møguliga við bláu litirnar at gera og so tað, at skapini tykjast eitt sindur niðurboygd og at tað, eg fati sum skýggj er málað við eini næstan akvarelkendari effekt, so at tey sýnast tung og regnvát. Sjálvandi er mín fatan av samtíðarlistini tengd at mínari egnu tíð og eini kenslu av, at vit øll nú bíða eftir hvat nú fer at henda. Myndin er fleirtýdd, hon er ljósareyð, mild og vøkur, men eisini regnblá og melankolsk. Sorgblíða bráið kemst ikki minst av dropunum miðskeiðis á myndini. Teir eru cartoon-kendir, teknaði í einum øðrum stíli eins og symbol uppá dropar, regn ella tár, ið detta niður úr erva og eru hervið eisini við til at definera eina kenslu av hvat er upp og niður í myndini. Men so er tað, at myndaheitið punkterar melankoliina, tí hvat merkir tað? Ein tankaleysur muður er talan um eitt sorgfrítt andlitsbrá ella er tað onkur, sum hevur sagt okkurt, sum viðkomandi ikki skuldi sagt?