Stuttfilmurin Ikki illa meint hjá Andrias Høgenni hevur lagt eina týdningarmikla virðisløn undir seg aftrat -talan er um virðislønina fyri besta fiktiónsfilm frá Ekko Shortlist Awards 2020. Eg havi vent mær til unga filmsleikstjóran og spurt hvørt ein tílík virðisløn hevur týdning.
Andrias takkar og leggur stóran dent á hvussu takksamur hann er: - Eg eri sera takksamur fyri Ekko Shortlist virðislønina. Serliga tí at tað er ein bransju-virðisløn. Ekko er blaðið hjá donsku filmsvinnuni, og nógv tey flestu av teimum ið hava atkvøtt, koma haðani. Tað er deiligt at síggja, at tey hava atkvøtt fyri einum filmi á føroyskum, og eg síggi tað sum eitt tekin um áhuga fyri føroyskari filmsgerð.
KP: Ekko skrivar, at filmurin hjá tær prógvar, at ”filmur er listin hjá beinspennunum” – hvat meina tey við og ert tú samdur?
AH: Ein hvør filmur má berjast við veruleikanum, og hesin filmurin mátti upptakast undir fleiri umstøðum ið ikki vóru so lættar at arbeiða við. Tað merkir eisini at ein má taka ímóti teimum gávunum sum veruleikin gevur, og tað hava vit roynt at gjørt. Tí síggi eg teirra viðmerking sum eitt gott herðaklapp
Eg spyrji at enda hvat Andrias ger, um hann nú bara hvílir á laurberunum. Hann svarar, at hann arbeiðir við einum spælifilmi, har ætlanin er at byrja upptøkur í summar. Men fyribils fegnast hann um Ekko-virðislønina og ikki minst at fáa hana handaða av legendariska filmsleikstjóranum, Thomas Vinterberg (ið leikstjórnaði Festen, Submarino osfr.). Hjartaliga til lukku, Andrias Høgenni og blíðan byr.