14.november læt framsýning hjá Jóhan Martin Christiansen og Hansinu Iversen við heitinum Speaking in Tongues upp í Møstings Hus í Keypmannahvn. Framsýningin verður opin inntil 20.desember í ár.
– ”Og jørðin var oyðin og ber, og myrkur var yvir frumhavinum, og Guðs andi lá á vøtnunum. Soleiðis ljóða nøkur av fyrstu orðunum í Halgubók, eftir at Guð hevur skapað himmal og jørð. Skapanargongdin kann mangan vera torfør at skilja, og endamálið við at skapa er kanska uppaftur torførari at fata. Tí hví skulu vit tað?” – Soleiðis leggur Theodor Eli Dam Olsen, theologur fyri í hugfarsliga tekstinum, hann hevur skrivað í sambandi við framsýningina, har hann greiðir frá tungutalu sum fyribrigdi, men eisini hugleiðir um íblástur og skapan við støði í Løgstrup.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at tey bæði at síggja til sera ymisku listafólkini, Hansina Iversen (f.1966) og Jóhan Martin Christiansen (f.1987) samstarva – tey gjørdu eisini saman framsýningina Lonely Hearts á Skipasmiðjuni Mest í Havn í 2018. Í sambandi við framsýningina Speaking in Tongues hittast tey tvey aftur, ein kvinna og ein maður, ein listamálari og ein listamaður, sum stoypir síni verk og ger installatiónir við tekstil- og video. Í videoverkinum, ið er gjørt til framsýningina, luttekur sjónleikarin Annika Johannesen.
Á framsýningini Speaking in Tongues skapa listafólkini samskifti millum einstøku verkini, ið sum heild gerast átøk eini stórari felags installatión. Framsýningin er stuðlað av Dansk-Færøsk Kulturfond, Grosserer L.F. Foghts fond, Mentanargrunni Landsins, Statens Kunstfond og Uttanríkis- og mentamálaráðnum.