Fýra ferðir hvørt skúlaár hava vit á gymnasialum miðnámi á Glasi ein sonevndan blokkdag, tá vit hava høvið til at fara í dýpdina ella undirvísa á øðrvísi hátt enn annars, tí tá hava vit eitt og sama hold í somu lærugrein ein heilan dag. Í dag hevði eg sostatt myndlist allan dagin við einum blandaðum holdi í myndlist C. Vit løgdu fyri í Listasavninum, har Solveig Hanusardóttir Olsen greiddi frá fyrst um Listasavnið og síðani um serframsýningina, Havið. Næmingunum dámdi framsýningina og hildu frágreiðingina hjá Solveig vera sera áhugaverda. Tá vit aftur komu í Listastovuna á Glasi, var arbeitt av grimd. Vit endaðu vit at gera eina framsýning. Her eru nakrar myndir av tí, sum kom burturúr. Eitt verk er eftir Mikines og eitt annað gjørdi Randi Samsonsen - tit kunnu gita hvør gjørdi hvat, men restina gjørdu hesi:
Andrea Joensen, 20a, Annika Gunnleivsdóttir Isaksen, 20u. Barbara Hammer, 20u Bergljót Augustinussen, 20u, Birita Vatnsdal, 18n, Bjørt Natasja Næss Waagstein, 20a,Esther Maria Sjóstein, 20u, Fía Maria Karstinsdóttir, 20u, Jónas Paulason Olsen, 19ð, Jórunn Døgg Jørgensen, 18n, Krista Krossá Johansen, 20a, Poul Kjartan Højsted Horsdal, 18m, Rannvá Lovisa Lindudóttir Olsen, 20u, Rebekka Bjarnadóttir, 20a, Silas Tróndur Andersen, 20a, Silja Terjadóttir Nielsen, 20a, Sólja Lise Feldballe Hammer, 20u, Súsanna Lindberg Hansen, 20a, Tormóður Petursson Djurhuus, 17n, Tórunn West av Teigum, 20u.