Framsýningin hjá Silju Strøm í Víngarðinum er opin í vikuskiftinum

silja3.jpg

Víngarðurin er ein vínbarr, matstað og gallarí við skiftandi listaframsýningum, sum liggur mitt í Havn og sum er opið í vikuskiftinum frá klokkan 18- 24. Á framsýningini This is an Ambiguous Face eru seytjan málningar, sum Silja Strøm hevur málað í coronatíðini. Hesir málningar eru lutfalsliga smáir í vavi, tó at teir tykjast stórir, tá tú hyggur at teimum, kanska tí, at teir eru ómetaliga fylltir av litum, skapum og innihaldi. Henda serliga fyllta kenslan kemst helst eisini av, at myndaliðirnir eru javnsettir í myndarúminum. Í staðin fyri at brúka perspektiviska dýpd og eini harav fylgjandi stigvíst uppbýti av myndarúminum í forgrund, miðgrund og bakgrund, trokast allir myndaliðir saman á einari einstakari myndaflá.

Myndirnar á framsýningini snúgva seg um bæði nærleika og fremmandkenslu. Hetta sæst eitt nú á myndini, A Thoughtless Mouth I ið er avmyndað í erva - tað er eins og persónarnir halda saman móti onkrari hóttan, ið kemur uttanífrá. Tey hyggja øll sama veg eftir onkrum, sum er uttan fyri myndakantin. Vit síggja ikki hvat tað er, tey stúra fyri, kanska er tað coronahagtølini, kanska okkurt heilt annað og møguliga stúra tey als ikki, men eru hinvegin vónrík? So universalar og fleirtýðugar eru myndirnar hjá Silju Strøm, at tær eru opnar fyri øllum møguligum tulkingum. Eg hugsi, at ein orsøk til, at eg sjálv lesi myndirnar tann eitt sindur sorgblíða vegin er, at skapini tykjast eitt sindur niðurboygd og at tað, eg fati sum skýggj eru málað við eini næstan akvarelkendari effekt, so at tey sýnast tung og regnvát. Men sjálvandi er mín fatan av samtíðarlistini tengd at mínari egnu tíð og eini kenslu av, at vit øll nú bíða eftir hvat nú fer at henda. Ein vaccina er uppfunnin, har 9 út av 10 verða frísk - tað er fantastiskt, hugsi eg fjálturstungin og uha at vera tann 10. hugsar mín ólogiski heili samstundis sum tey í ræðsludyrkandi sjónvarpstíðindum tosa um okkurt serliga herviligt fuglakrím. Eg siti í sofuni og fái mær kaffi. Merkiliga mótstríðandi kensla at hava tað so gott og ikki mangla nakað sum helst og samstundis stúra so nógv. Myndin er fleirtýdd, hon er ljósareyð og mild og regnblá og melankolsk. Og ein orsøk til mína bláu og sorgblíðu fatan av myndin er sjálvsagt dropaskapini miðskeiðis á myndini. Tey eru cartoon-kend, teknaði í einum øðrum stíli eins og symbol uppá dropar, regn ella tár, ið detta niður úr erva og eru við til at definera eina kenslu av hvat er upp og niður. Men so er tað, at myndaheitið punkterar melankoliina, tí hvat merkir tað? Ein tankaleysur muður er talan um eitt sorgfrítt andlitsbrá ella er tað onkur, sum hevur sagt okkurt, sum viðkomandi ikki skuldi sagt? Eg veit ikki, men far tú og hygg! Í Víngarðinum er ókeypis atgongd og tað ber væl til at fara hagar at hyggja at listini uttan at drekka ella eta nakað (men hitt er stuttligari).

siljatár.jpg