Svá mælti hann sjálvur Terminator á sinni, men hvat hevur tað við Nólsoyarpáll á myndini her omanfyri at gera? Jú, standmyndin er farin, avmonterað, tikin niður av plássinum, har hon hevur staðið í skjótt fjórðings øld. Millum manna er øgiligt kjak um niðurtøkuna og orsøkina ikki minst - at plássið skal gerast til ein skoytuvøll. Bæði estetikkur og politikkur verða blandað uppí kjakið av staðsetingini av standmyndini. Ósemja tykist valda um hvørt Nólsoyarpáll er ein sonevnd skúmisleiv, sjórænari ella ein evnarík og enntá humoristisk tjóðarhetja. Onkur heldur, at standmyndin skal til Nólsoyar, onkur annar, at hon skal setast á Skinnarasker og onkur triði skálkur heldur, at hon kann sendast til Klaksvíkar sum eitt slag av tiltrongdum mentanarligum menningarstuðli til útjaðaran. Hetta seinasta hugsi eg ikki vera neyðugt, tí júst Klaksvík hevur gjørt nógv burtur úr prýðing av almenna rúminum seinastu árini.
Tað besta við býarplássum eru standmyndirnar, ið við heilsanum úr síni samtíð ríka okkum nútíðina. Tað er í fínasta ordan, at gera nýggjar ætlanir fyri Vágsbotn og eitt sindur meira gjølliga definerað staðið sum eitt býarpláss. Eg dugi bara ikki at síggja hví tað ikki kann vera VIÐ standmyndini. Tað ber væl til at skoyta rundan um eina standmynd, í grundini mátti tað verið betri at havt okkurt at skoyta rundanum. Tað gera tey í so mongum býum.
Mong eru forharmað, tí tey hava vant seg til standmyndina og skyggjandi grønu bronsuna, ið forrestin tekur seg væl út móti teimum gomlu reyðu bygningunum í bakgrundini. -Hví hjálpir oss nú eingin Nólsoyarpáll sang Kári P á sinni, men í veruleikanum er eingin orsøk at stúra eftir sum, at standmyndaleysa støðan í Vágsbotni bara er fyribils. Í Degi&Viku nú hóskvøldið (12.nov.2020) greiddi býararkitekturin, Birita Wardum nevniliga frá, at tann avmonteraða standmyndin hjá Hans Paula Olsen av Nólsoyarpáll fer at koma afturíaftur. Tey vita ikki júst hvar, men tað verður í Vágsbotni, tí tað hevur listamaðurin ynskt. So dugi eg ikki at síggja nakra orsøk til ikki at seta standmyndina upp aftur júst har sum hon var. Hendan spektakulera, sera umdiskuteraða og útskeldaða, men seinni høgt elskaða standmyndin av einari nationalari klenodiu hevur eisini av sonnum uppiborið sítt pláss í Vágsbotni og skal vera verandi har! Hon sigur eina søgu um eitt tíðarskeið við stórari tjóðskaparkenslu, ið kom eftir, at Føroyar fóru á húsagang fyrst í hálvfemsunum og eftir hetta vóru spilt út í donskum miðlum. Vit skulu ikki taka standmyndir niður, men heldur seta nýggjar upp, sum ikki eru gamaldags minnisvarðar, men tíðarsvarandi verk.