This Is An Ambiguous Face er fleirtýdda heitið á forvitnisligari framsýning hjá Silju Strøm, sum letur upp í Víngarðinum leygardagin 7.november klokkan 15-17. Tó at listakvinnan enn er lutfalsliga ung, sýnist hon rættiliga búgvin. Hon málaði áhugaverdar myndir og fann síni listaligu mál longu blaðung og herfyri gjørdu almennu Føroyar íløgu við at lata Silju Strøm Listafólkaløn, sum í trý ár veitir henni arbeiðsfrið til tess at arbeiða og menna seg víðari.
Silja Strøm hevði í fjør serframsýningina, Listaleikir í Listasavni Føroya. Í myndunum á Listaleikum sóu vit, at listin hjá Silju Strøm ofta snýr seg um relatiónir ella viðurskifti millum menniskju, lutir og umhvørvi millum figurativt og abstrakt, millum tekning og málarí, tað spontana og tað stýrda, tað intima og ópersónliga, millum mynd og tekst, millum einstaklingin og hini.
Teir nýggju málningarnir eru litríkari, eins og teir tykjast meira villir og málandi. Teir eru framleiddir síðan mars, tá covid-19 fór at gera um seg og krúnusóttin hevur verið til bága fyri listakvinnuna, sum ikki hevur kunnað arbeitt á sínum atelieri í skjótt níggju mánaðar. Í staðin hevur hon arbeitt á køksborðum og aðrastaðni har hon hevur búleikast, m.a. hjá foreldrunum í Vestmanna, har hon hevur verið stødd seinastu mánaðarnar.
Kortini hevur Silja fingið væl burturúr hesum tíðarskeiðnum við myndum, sum sýnast tengdar at sínaru egnu serstøku samtíð. Koloristiskt eru myndirnar sansaligar og vakrar, á tremur í glógvandi litum. Kring glitrandi reinar grundlitir alda ymisk brigdi av leskiligum ljósagulum, ljósagrønum, turkis og ljósareyðum í eini lýsandi heild av kroppum og skapum, sum dansa og standa tætt ella klemmast. Áh, at standa tætt og klemmast! Sjálvt um covid-19 á ymiskan hátt hevur tarnað listakvinnuni, tykjast málningarnir, hon hevur málað hetta tíðarskeiðið, fullir av lívsgleði og takksemi um tað serliga menniskjaliga og alt tað, vit plagdu at halda vera eina sjálvfylgju. Framsýningin er opin í vikuskiftum til og við 28.november. Kurator í Víngarðinum er Kinna Poulsen.