Nýggj verk hjá Bárði Oskarsson og Hanna Bjartalíð í Steinprenti

IMG_9177.JPG

Fríggjadagin 6.november letur framsýning upp í Steinprenti við nýggjum verkum hjá Hanna Bjartalíð og Bárði Oskarsson. Umframt at báðir hava myndprýtt myndabøkur, eru listamenninir ikki púra ólíkir listarliga sæð, tó at teirra verk kunnu taka seg ymiskt út. Báðir listamenninir eru stuttligir, óskikkiligir og kortini djúpt álvarsligir. Teirra list er inniliga menniskjalig og sjónarhornið tykist humanistiskt. Her er tað ikki bara pláss fyri menniskjaligum veikleikum - her verða mistøkini beinleiðis fagnað.

Tað avskeplaða ella groteska er sostatt afturvendandi hjá Bárði Oskarsson. Hansara myndir kunnu vera daprar, eksistentiellar tulkingar av, hvussu tilveran kann kennast meiningsleys og tóm. Og sjálvt um hansara myndabøkur síggja elskuligar út, lýsa eisini tær eitt áhaldandi meiningsloysi eins og tær seta spurningar til okkara tilveruligu mannagongdir.

Í einum av nýggju steinprentunum hjá Bárði Oskarsson sæst miðskeiðis á myndaflatanum ein menniskjakend vera, ið onkursvegna tykist hjálparleys. Hon er í stríputari troyggju, ið eins og hennara stóra høvd hevur eitt barnsligt brá, men hendurnar hanga eisini niður við kroppinum, at síggja til fullkomiliga máttleysar. Barnsligi dámurin sýnist rættiliga óunniligur í myndini, tí kring munnin á veruni savnast flugur í hópatali. Flugur sambinda vit vanliga við deyða og rot. Men heldur ikki flugan er eintýðug í myndaheiminum hjá Bárði Oskarsson. Í myndabókum hansara verða rørslurnar hjá fluguni eitt nú brúktar sum smáar flúgvandi vignettir, ið skapa eina stuttliga endamálsleysa gongd og á sama hátt sýnast flugurnar í steinprentunum sveimandi og vakrar.

Verkini, sum Hanni Bjartalíð sýnir fram eru fyri tað mesta standmyndir, relieffir ella eitt slag av hegnisliga samansettum kassum við figurum í. Mannagongdin hjá Hanna er spælandi og spontan - tað byrjar við onkrum ávísum hugskoti, men ofta tekur sjálvt verkið yvir soleiðis, at tað endar við onkrum heilt øðrum enn byrjanarhugskotinum. Úrslitið er fjølbroytt og serstakliga undirhaldandi. Nýggju verkini eru eins og smáar pallsetingar, ið viðmerkja absurdar og stuttligar løtur, men sum grundleggjandi eisini eru víðopnar fyri teim søgum, ið vit áskoðarar leggja í tær. Hvussu er við hasum fýrinum við í grønum kasketti og í sólbrillum, sum heldur fast um sína øl meðan hann hyggur beint fram fyri seg – hevur hann júst verið og atkvøtt fyri Trump? Ella feirar hann bara, at hann endiliga fekk upp í lag at vaska bilin?

IMG_9497.jpg