Bárður Oskarsson - nýggj bók og prent - í Norðurlandahúsinum

122157763_1037819103308493_7116034827557597761_n.jpg

Í kvøld, 22.oktober klokkan 19 verður bókaframløga við nýggju myndabókini eftir Bárð Oskarsson, Hilbert. Bárður Oskarsson hevur arbeitt í Steinprenti hesa vikuna, hann hevur m.a. gjørt eitt framúr fínt prent av Hilberti, sum fæst fyri serprent í kvøld. Tað sama er galdandi fyri myndabókina.

Síðsta myndabókin hjá Bárði Oskarsson, Træið, fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2018. Í Trænum hittu vit Bob og Hilbert, ein hund og eina kanin, sum tosaðu um, hvat mundi vera hinumegin træið. Bob ivaðist í, um hann kundi líta á tað, sum Hilbert segði. Hann segði nevnliga, at hann dugdi at flúgva og ofta hevði verið hinumegin træið.

Í nýggju bókini hitta vit aftur Hilbert og Bob, og hesa ferð hevur Hilbert ein rættiliga løgnan trupulleika, sum Bob má hjálpa honum við. Hilbert situr fastur í luftini.

Skráin

  • Vælkomin

  • Uni Debess spælir

  • Solveig Hanusardóttir Olsen hevur samrøðu við Bárð Oskarsson um nýggju bókina

  • Framsýning við myndum úr nýggju bókini og útlendskum týðingum av bókum hansara

Bókin fæst fyri serprís á tiltakinum.

Bókadeildin bjóðar øllum vitjandi kaffi, te og smákøkur.

Tiltakið er eitt samstarv millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Norðurlandahúsið.

Tilmelding krevst til øll tiltøk, eisini til tey, ið eru ókeypis. Hetta fyri at tryggja, at pláss er til øll og til smittuslóð.

122184895_737228523497589_7653824686940159844_n.jpg
122161094_1437684399768716_3334949977620515314_n.jpg

Samrøður um mjørka

nb-_-samtaler-om-ta-ge-_-nordatlantes-web-_-01-_-billede.jpg

Nú nærkast framsýningin SAMTALER OM TÅGE – kunst på Færøerne i det 21. århundrede, ið verður at síggja á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn frá 31.oktober til 21.februar. Eg kurateri framsýningina, hvørs hugskot kom av einum fyrilestri, sum eg helt á Norðurbryggjuni í 2018, ið snúi seg um broytingar og menning í føroyskari samtíðarlist í 21.øld. Føroyskar listaframsýningar í Keypmannahavn hava sína egnu listasøgu, ið hevur týdning og sigur nakað um hvussu vit hava sæð okkum sjálvi í donskum perspektivi. Tí tað var bara tað besta, sum skuldi til Danmarkar. Føroyaframsýningarnar í Keypmannahavn eru merktar av hierarkium, sum er tengd at tíðini og hugsunarháttinum við einum ávísum bias ella halli til at sýna fram tað mann helt vera tað besta, men eisini tað mann helt danir halda vera tað bestu føroysku listina. Hetta hevði við sær ávís hierarkiir, sum eg havi roynt at ganga uttanum í Samrøðum um mjørka, sum eins og heitið bendir á hevur eitt nokk so óstøðugt grundarlag. Eg gleði meg at síggja hetta folda seg út sum eina ítøkiliga listaframsýning við fantastiskari list, sum eg fari at greiða nógv meira frá í komandi tíðum, fyribils eri eg errin av at presentera luttakararnir:

Rannva Kunoy Hanni Bjartalíð Hansina Iversen Jóhan Martin Christiansen Randi Samsonsen Dennis Agerblad Svend-Allan Sørensen  Alda Mohr Eyðunardóttir Julie Sass og Steinprent:

Claus Carstensen, Ian Mc Keever, Knud Odde, Bjarne Werner Sørensen, Torbjørn Olsen, Marius Olsen, Silja Strøm, Fríða Matras Brekku, Bjørn Nørgaard, John Kørner, Anna Seppälä, Zacharias Heinesen, Zven Balslev, Bárður Jákupsson, Tróndur Patursson, Bárður Oskarsson, Øssur Johannesen, Carl Jóhan Jensen, Peter Laugesen, Tóroddur Poulsen, Peter Carlsen, Anker Mortensen, Jonas Hvid Søndergaard, Erik Heide, Kathrine Ærtebjerg, Kirstine Roepstorff, Mie Mørkeberg og Margrethe Odgaard.

https://www.nordatlantens.dk/da/udstillinger/2020/samtaler-om-t%C3%A5ge-kunst-paa-faeroeerne-i-det-21-aarhundrede/


Bókaframløga við nýggjari myndabók eftir Bárð Oskarsson

Myndin er av fløtu kaninini

Myndin er av fløtu kaninini

22.oktober klokkan 19 verður ein spennandi framløga í Norðurlandahúsinum. Tá kemur myndabókin Hilbert hjá Bárði Oskarsson út og listamaðurin verður sjálvur til staðar og fer at greiða frá í samrøðu við Solveig Hanusardóttir Olsen. Síðsta myndabókin hjá Bárði Oskarsson, Træið, fekk Barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2018. Í Trænum hittu vit Bob og Hilbert, ein hund og eina kanin, sum tosaðu um, hvat mundi vera hinumegin træið. Bob ivaðist í, um hann kundi líta á tað, sum Hilbert segði. Hann segði nevnliga, at hann dugdi at flúgva og ofta hevði verið hinumegin træið.

Í nýggju bókini hitta vit aftur Hilbert og Bob, og hesa ferð hevur Hilbert ein rættiliga løgnan trupulleika, sum Bob má hjálpa honum við. Hilbert situr fastur í luftini.

Skráin

  • Vælkomin

  • Uni Debess spælir

  • Solveig Hanusardóttir Olsen hevur samrøðu við Bárð Oskarsson um nýggju bókina

  • Framsýning við myndum úr nýggju bókini og útlendskum týðingum av bókum hansara

Bókin fæst fyri serprís á tiltakinum.

Bókadeildin bjóðar øllum vitjandi kaffi, te og smákøkur.

Tiltakið er eitt samstarv millum Bókadeild Føroya Lærarafelags og Norðurlandahúsið.

Tilmelding krevst til øll tiltøk, eisini til tey, ið eru ókeypis. Hetta fyri at tryggja, at pláss er til øll og til smittuslóð.

Heyst í Havn

121379876_811040489436000_6174371240466904627_n.jpg

Eg elski plantasjuna, okkara egnu Central Park í Havn við trøum og fuglum og rennandi vatni, og tá eg gekk mær ein túr í regninum í dag sá eg, at heystið hevur tendrað litirnir á trøunum, sum lýsa reytt og gult í tí grøna. Nú er eitt sindur síðani, eg var í Listasavninum, so eg hugdi innar í Listaskálan. Infernalskur gangur úr Bládýpinum minti meg á, at tað hesa vikuna er Savnsfagnaður og ymisk tiltøk í hesum sambandi, sum serliga eru vend móti skúlaungdómi og børnum við heystferiu. Tað er sjálvandi gott, at barnatiltøk eru hesa vikuna og ikki minst, at børnini verða boðin innar í okkara mentanarstovnar, men hetta má gerast ordiligt við dygdarlistaupplivingum og við virðing fyri listini. Listaskálin er ikki bara okkurt høli, men partur av okkara Tjóðlistasavni og har var altso ríkiliga rokaligt í dag. Uppheingingin av Ingálvi av Reyni sá áhugaverd út har í rokanum. Annars var tað gott at síggja nýggj verk, m.a. eitt serstakliga fínt verk hjá Silju Strøm, sum nú er partur av Listasavni Føroya, umframt onnur eldri, áhugaverd verk, sum ikki hava verið framsýnd leingi.

Silja Strøm

Silja Strøm

Hans Pauli Olsen Listasavn Føroya

Hans Pauli Olsen Listasavn Føroya

Torbjørn Olsen

Torbjørn Olsen

Ingálvur av Reyni og Savnsfagnaður

Ingálvur av Reyni og Savnsfagnaður

Jón Sonni Jensen

Jón Sonni Jensen

Rannvá Holm Mortensen

Rannvá Holm Mortensen

Tummas Arge

Tummas Arge

Ingálvur av Reyni

Ingálvur av Reyni


Leiklistafylkingin 2020 boykottar Tjóðpall Føroya

leiklistafylk.jpg

TÍÐINDASKRIV: Leiklistafylkingin 2020 lýsur tann 08.10.2020 boykott av Tjóðpalli Føroya

Áramálsetanin skal virðast.

Leiklistafylkingin 2020 hevur mótmælt stjórasetanini á Tjóðpalli Føroya síðani 31.03.2020. Tað er grundleggjandi skeivt og fakliga óforsvarligt, at sami stjóri skal mynda leiðsluna á Tjóðpalli Føroya í samanlagt 20 ár - sama hvør persónurin er.

Ongar eftirmetingar í fimtan ár:

● Í fimtan ár eru stovnur, virkistreytir, lista- og handverksliga støðið, samstørv, arbeiðsumstøður- og umhvørvið á Tjóðpallinum ikki eftirmett.

● Fáir fundir hava verið, har Leiklistaráð og økið hava verið savnað. Eingin av hesum fundum, hava havt fakliga nóg viðkomandi fokus.

● Ongar eftirmetingar eru gjørdar av samstørvum bólkar/leikhús hava havt við Tjóðpallin.

● Leiklistaráðið hevur ongantíð vent sær til teir bólkar/leikhús, sum tey gera til- og frámæli um stuðul til og skulu varða av.

Setanartilgongdin 2020:

● Starvslýsingin er merkt av ,at Leiklistaráðnum vantar innlit í, hvussu tílíkar starvslýsingar vanliga verða gjørdar.

● Tíðarætlanin fyri stjórasetanini er ikki løgd til rættis á ein hátt, sum á yrkisleikhúsum, tryggjar eina góða og smidliga yvirgongd. (T.e. fráfarandi stjóri handar fyrisitingina til og lærur upp nýggja stjóran í eitt hálvt ár. )

● Leiklistaráðið sigur: “Setanarsamrøðurnar vórðu skipaðar eftir siðbundnum leisti ...” Tjópallurin er bert fimtan ár, og tí er eingin siðbundin leistur. Leisturin tey hava brúkt, líkist ikki teimum leistum, ið siðvenja er at brúka á yrkisleikhúsum aðrastaðni.

● Einki starvsfólkaumboð hevur verið í ráðnum síðani februar 2019 og hevur tí ikki verið við til at orða starvslýsing og heldur ikki verið við til fyrsta umfar av samrøðum.

● Leiklistaráðið grundgevur fyri stjórasetanini við samstørvum, ið hava verið við bólkar/leikhús í fylkingini. Bólkarnir/leikhúsini eru ongantíð spurd, hvussu hesi samstørv hava verið.

Í bókstavarað:

Sámal Blak, pallsniðgevi og medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Jón Mc Birnie, tónameistari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund, hvílandi limur í Film- og tv-arbejderforeningen, FAF

Barbara Christophersen, sjónleikari, medstovnari av Teatur Grugg

Sóley Danielsen, sjónleikari, medstovnari av InTime Theater, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Búi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Egi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Petur Meinhard Ellebye, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Kjartan Hansen, sjónleikari, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Annika Johannessen, sjónleikari, A-limur í Dansk Skuespillerforbund, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Olaf Johannessen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Birita Mohr, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, hvílandi limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Sofía Nolsøe, sjónleikari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Bárður Persson, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Búi Rouch, dansari, framleiðari av fríyrkisverkætlanum, limur í Deutscher Buhneenverein, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Súsanna Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Kristina Sørensen Ougaard, dansari og sjónleikari, medstovnari og leiðari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av TVAZZ, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Durita Dahl Andreassen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini

Marita S. Dalsgaard, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini

Mariann Hansen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini

Ria Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini

Leikbólkar:

Det Ferösche Compagnie, stovnað í 2010

GUT//Productions, stovnað í 2015

InTime Teater, stovnað í 2014

Leikhús Skift, stovnað í 2005

Teatur Grugg, stovnað í 2009

TVAZZ, stovnað í 2006

Listin í luftini

1280px-Faroe_Islands%2C_Streymoy%2C_T%C3%B3rshavn_%282%29.jpg

Mentanarsendingin Nón varpaði í dag ljós á ósemjuna í føroyska leiklistaumhvørvinum. Eg fekk um endan á sendingini, meðan eg setti vørur uppá pláss í køkinum. Útvarpið stóð frá og eg hugsaði ikki so nógv um tað at byrja við – tað var ikki fyrr enn ein øgiligur mishugur seig seg niður yvir meg so tungliga, at eg mátti seta meg niður. Hetta minnir í nógvum um myndlistastríðið, og sjálvt um tað var neyðugt, eru minnini um tað ikki góð.

Men djúp ósemja og kreppa valdar á leiklistarumhvørvinum og tí vóru dagsins tíðindi úr Mentamálaráðnum um eitt nýsett Leiklistaráð serliga forvitnislig. Tá boð soleiðis koma av brúnni úr erva mitt í eini ódn, lurta vit øll í vónini um salomonskan vísdóm og um onkran serligan kapasitet, ið við eitt fer at slætta sjógv og skapa harmoni millum manna. Hetta hendi ikki í dag. Í staðin hevur Jenis av Rana valt ein formann til Leiklistaráðið púrasta fyriuttan leiklistarliga bakgrund. Ólavur Jøkladal er cand.mag. í tónleikavísindum og norðurlendskum máli. Hann hevur altso bæði útbúgving og royndir innan tónleikin, serliga innan kórtónleikin, har hann hevur verið ein vælumtóktur kórleiðari, men hvussu hetta kann vera ein fyrimunur, tá tú skalt stjórna føroyska nationalteatrinum, er ikki lætt at fata.

Leiklistafakliga stendur altso við og versnar her á landi. Valið hjá mentamálaráðharranum er ómetaliga undrunarvert, bæði tá hugsað verður um aktuella leiklistarstríðið og at Leiklistaráðið er ovast í føroyskari yrkisleiklist m.a. við, at tað setir stjóran fyri Tjóðpall Føroya.

Yrkislistini tørvar yrkisliga viðferð. Hetta er galdandi allan vegin runt og vit mugu krevja, at tey, ið ganga á odda í nevndum og stýrum fyri okkara listarligu stovnar, hava relevanta útbúgving, vitan og royndir. Alt gott um hvussu tað plagdi at vera fyrr og okkara forfedrar, ið bygdu land og løgdu grundina undir Tjóðsavn, Listasavn og aðrar mentanarstovnar, men tíðin er langt síðani farin frá at lata áhugaðum mynsturborgarum, læknum, sakførarum osfr. avgerðarrættin innan yrkislistina. Tað skal meira til og í dag eiga vit í roynd og veru fólk við listarligum førleikum innan øll listaøkini. Møguliga mugu vit eisini hava reglur um hetta. Tí tað er eftir øllum at døma einki mark fyri hvussu ósmæðið fólk uttan neyðugar listfakligar førleikar játta at stjórna týdningarmiklum listfakligum stjórnum og stýrum.

Sendingin í Nón í dag var góð. Báðar síður komu framat og spurningarnir vóru greiðir og góðir. Kritikkurin var konsekventur og ítøkiligur, aftursvarið var óvikandi. Lurtið her:

https://kvf.fo/non?sid=114500

Stjórasetanin á Tjóðpalli Føroya

20141010_tjodleikshus_a_skalatrod_116.jpg

Mánadagin var skriv sent Listaportalinum frá sonevndu Leiklistafylkingini 2020 - tað kann lesast niðast í hesi greinini. Heitið á Leiklistafylkingini 2020 klingar revolutionert og talan er eisini um eitt í føroyskum høpi óvanliga hvassorðað mótmæli av stjórasetanini á Tjóðpalli Føroya í sambandi við, at sitandi stjóri, Jenny Petersen varð afturvald á fjórða sinni.

Útvarpið hevur tikið málið upp og gjørdi m.a. viðtal við forkvinnuna, Ingibjørg Berg í Leiklistaráðnum, ið varðar av stjóravalinum á Tjóðpalli Føroya. Ikki heilt óvæntað kveistrar forkvinnan kritikkin frá sær og heldur seg og sítt stýri hava valt tann besta av teimum fimtan umsøkjarunum, ið vóru til starvið. Hertil og ikki longur røkkur føroyskur kulturjournalistikkur. Tað er væl skilligt, tí tað er óbehagiligt og krevjandi at seta seg inn í og kritiskt eygleiða virksemið á Tjóðpalli Føroya og møguliga finnast av virkseminum hjá einum navngivnum persóni, hvørs lív er teatur og hevur ikki alt møguligt gott verið sett upp har? Jú avgjørt og Jenny C.Petersen eigur sín stóra part av heiðrinum fyri at tað hevur borið til at framført framúr leikir á Tjóðpallinum. Hinvegin eru fólkini í Leiklistarfylkingini 2020 ikki hvørji sum helst, hetta eru roynd og dugnalig leiklistafólk og tessvegna verða vit noydd til at taka teirra mótmæli í álvara.

Eitt mótmæli av hesum slagnum hava vit ikki sæð síðan nøkur av okkara bestu og mest etableraðu myndlistafólkum trektu seg úr samstarvinum við Listasavn Føroya til tess at mótmæla vantandi listfakligheit hjá táverandi stjóra, Helga Fossádal, ið m.a. hevði við sær eina røð av framsýningum, ið vantaðu ta listarligu dygdina, sum eitt tjóðlistasavn krevur. Nøkur av listafólkunum tá hildu við stjóranum, sum onnur funnust at og elvdi støðan tá til eitt listastríð so óreint og djúpt, at tað enn ávirkar myndlistaumhvørvið. Tað tykist nú greitt, at sama slag av ósemju ræður innan leiklistarliga umhvørvið, tí tað eru ikki øll leiklistafólkini, ið hava skrivað undir mótmælisskrivið.

Í grundgevingini fyri at seta Jenny C.Petersen aftur í stjórastarvi stendur, at avgerðin er einmælt og at hon hevur ”drúgvar royndir sum stjóri á Tjóðpallinum, har hon hevur sitið í 15 ár, og hon hevur eitt breitt innlit og tiltknýti til mentanarliga økið, umframt royndir og førleikar innan yrkisleiklistaliga økið, umsiting og framleiðslu av leikum. Jenny C. Petersen hevur seinastu mongu árini eisini áhaldandi víst á úrslit á høgum listarligum støði, hevur megnað at seta á pall upprunaføroysk handrit og hevur verið við til at tryggja breið samstørv innan listarliga økið”.

Tey flestu, sum hava notið góðar stundir á Tjóðpalli Føroya munu hava hámett leikarar og øll tey, sum starvast á Tjóðpallinum fyri teirra vilja og styrki til at arbeiða professionelt undir nokk so ómøguligum – ikki minst eigur stjórin rós fyri sítt áhaldandi arbeiði. Tá hetta er sagt, so má eisini staðfestast, at tær stóru leiklistarligu upplivingarnar í Føroyum í vaksandi mun henda uttan fyri Tjóðpallin. Tað eru produktiónir hjá m.a. Det Ferösche Compagnie, GUT//Productions, Teatur Grugg og TVAZZ. Og sjálvandi er tað fantastiskt at hava eitt so listarliga ríkt land, at hetta yvirhøvur ber til, men mótmælið ger vart við, at tað er ein orsøk til, at allir hesir mongu sjónleikarbólkarnir eru kyknaðir seinastu árini.

Tað snýr seg um vantandi listarligt framfýsni á Tjóðpalli Føroya. Hetta málið snýr seg í grundini ikki um stjóran á Tjóðpallinum, tí uttan mun til førleikar, kann einki menniskja sita í einum slíkum starvi í fimtan-tjúgu ár og framvegis vera listarliga progressiv. Tað ber ikki til. Stjórin dugir væl síni ting, onkur annar stjóri hevði dugað okkurt annað. Vit vita ikki hvørji tey fimtan eru, ið søktu starvið. Men tað tykist undrunarvert, at Leiklistaráðið úr bunkanum av fimtan umsøkjarum, ellivu monnum og fýra kvinnum ikki kundu finna nakran annan enn sama stjóra, ið hevur sitið í starvinum í fimtan ár.

Málið snýr seg um hvørt listarliga atlitið í Leiklistaráðnum er nóg gott. Leiklistaráðið tykist mannað av skikkaðum fólkum, ið eru tilnevnd politiskt og av LISA, men spurningurin er um teirra listfakligheit og listarliga dirvi eru nóg sterk. Tað kann í hesum sambandi undra, at Ingibjørg Berg er forkvinna, hon er cand scient pol og hevur fyrisitingarligar royndir, men tykist ikki listarliga skikkað til leiklistarligu lyklastøðu sína.   

Í Leiklistaráðnum eru:

Ingibjørg Berg, forkvinna, tilnevnd av landsstýriskvinnuni
Oddfríður M. Rasmussen, tilnevndur av landsstýriskvinnuni
Noomi Reinert, eftir tilmæli frá Meginfelag Áhugaleikara Føroya
Birna Heinesen, eftir tilmæli frá Listafólkasambandi Føroya
Turpin Napoleon Djurhuus, eftir tilmæli frá Leikarafelag Føroya
Jóan Petur Hentze, eftir tilmæli frá Tórshavnar býráð
Fríða Midjord, starvsfólkaumboð fyri Tjóðpall Føroya

Tíðindaskriv frá Leiklistafylkingini 2020:

Mótmæla stjórasetan á Tjóðpalli Føroya

Leiklistafylkingin 2020 er ein fylking av 22 føroyskum yrkisleiklistafólkum og 6 fríyrkisleikbólkum. Leiklistafylkingin varð stovnað í februar í ár, tá Leiklistaráðið valdi at seta sama stjóra á Tjóðpall Føroya fyri fjórðu ferð.

Stjórastarvið á Tjóðpalli Føroya er eitt av hægstu størvum innan listarliga økið í Føroyum. Í lógini um Tjóðpall Føroya stendur, at stjórin er áramálssettur í mesta lagi fimm ár.

Leiklistafylkingin 2020 mótmælir at Leiklistaráðið ikki virðir áramálssetanina í lógini, men setur sama stjóra á Tjóðpall Føroya í eitt fimm ára skeið afturat. Vit meta ikki, at tað er leiklista fakliga forsvarligt, at sami stjóri skal mynda leiðsluna á Tjóðpalli Føroya í 20 ár.

Leiklistaráðið er stýrið fyri Tjóðpall Føroya. Umframt at seta stjóran, hevur ráðið til uppgávu at samskifta við og ráðgeva stjóranum, og skal harafturat tryggja samstarvið millum Tjóðpallin, aðra leiklist og onnur lista og mentanarøki.

Ferð eftir ferð hava yrkisleiklistafólk gjørt Leiklistarráðið vart við síni sjónarmið viðvíkjandi áramálssetanini. Við at endurseta stjóran, velur Leiklistaráðið ikki at lurta eftir meginpartinum av yrkisleiklistafólkunum, og skapar soleiðis eina álvarsliga kreppu á leiklistaøkinum.

Síðani stjórasetanina hevur Leiklistafylkingin lagt síni sjónarmið fram fyri Leiklistaráðnum og Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, við grundgevingum fyri, hví vit mótmæla. Nú, hálvt ár aftaná setanina, er ongin loysn at hóma í málinum, og tí sendir Leiklistafylkingin hetta tíðindaskrivið út.

Vit undirritaðu mótmæla, at Leiklistaráðið ikki virðir áramálssetanina í lógini, og fyri fjórðu ferð hevur sett sama stjóra á Tjóðpall Føroya.

Heilsan

Leiklistafylkingin 2020

Í bókstavarað.

Einstaklingar:

Sámal Blak, pallsniðgevi og medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Jón Mc Birnie, tónameistari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund, hvílandi limur í Film- og tv-arbejderforeningen, FAF

Barbara Christophersen, sjónleikari, medstovnari av Teatur Grugg

Sóley Danielsen, sjónleikari, medstovnari av InTime Theater, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Búi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Egi Dam, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Petur Meinhard Ellebye, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Kjartan Hansen, sjónleikari, medstovnari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Vár Berghamar Jacobsen, dramaturgur og sjónleikari, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Annika Johannessen, sjónleikari, A-limur í Dansk Skuespillerforbund, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Olaf Johannessen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Birita Mohr, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari av Grímu, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, hvílandi limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Sofía Nolsøe, sjónleikari, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Bárður Persson, sjónleikari, B-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Búi Rouch, dansari, framleiðari av fríyrkisverkætlanum, limur í Deutscher Buhneenverein, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Súsanna Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Kristina Sørensen Ougaard, dansari og sjónleikari, medstovnari og leiðari av Det Ferösche Compagnie, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av TVAZZ, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund

Durita Dahl Andreassen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini

Marita S. Dalsgaard, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Leikhús Skift, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini

Mariann Hansen, sjónleikari, medstovnari og leiðari av GUT//Productions, nevndarlimur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini

Ria Tórgarð, sjónleikari og leikstjóri, medstovnari og leiðari av Teatur Grugg, stovnandi limur í Leikarafelag Føroya, A-limur í Leikarafelag Føroya/Dansk Skuespillerforbund. Hvílandi limur í Leiklistafylkingini

Leikbólkar:

Det Ferösche Compagnie, stovnað í 2010

GUT//Productions, stovnað í 2015

InTime Teater, stovnað í 2014

Leikhús Skift, stovnað í 2005

Teatur Grugg, stovnað í 2009

TVAZZ, stovnað í 2006

 

 

 

 

Brandur Patursson við í altjóða virtuellari framsýning

120820596_811271302967865_284805553810702095_n.jpg

Í dag føroyska tíð klokkan 15 (t.e. klokkan 10 í New York) letur upp forvitnislig virtuel framsýning á Hammond Museum í New York við luttøku av m.a. einum føroyskum listamanni. Tað er Brandur Patursson, sum greiðir frá, at hann eftir ætlan skuldi verið í New York, har hann bæði skuldi arbeiða og framsýna, men at hetta varð forðað av covid19 sóttini.

Brandur skuldi eisini til bæði Hawai og Korea í listarligum ørindum, men tað er alt avlýst. Hammond Museum hevur avgjørt at lata framsýningina upp á netinum. Til framsýningina hevur Brandur Patursson gjørt eina video- og ljóðinstallatión, sum hevur heitið Wave of Melancholia. Brandur arbeiðir innan fleiri listarlig tøkni, men valdi at brúka video, tí hann heldur tað rigga best til virtuellar framsýningar.

Hini listafólkini á framsýningini eru: Leslie Hardie Crystal Marshall L. Brandon Krall Yvette Cohen Patricia Stuart Eleanor Wong Jennifer H. Pien Siena Gillann Porta Karen Fitzgerald Lisa Breznak Mimi Czajka Graminski Connie Freid Bärbel Thiel Karen LaFleur Nancy Tucker Erla Thórarinsdottir Niki Ketchman Theresa DeSalvio Rosalind Schneider Lisa K Rosenstein Prem Singh Dustan Osborn Veronica C Wilkinson Nalini Rau Maya Rau-Murthy Kristjana Samper Mireya Samper Asra Ran Bjort January Yoon Cho Maya Matheis

Zacharias Heinesen væl eydnaða vernissage í SALT

120405212_3420163254718364_8534209823404340184_n.jpg

Sunnudagin 27. september læt listaframsýning við verkum hjá Zachariasi Heinesen upp í mentanarhúsinum SALT á Drelnesi.

Listamaðurin letur sjálvur sera væl at upplatingini, har Lív og Tróndur settu tónleikaligan dám á. - Suðuroyingar eru sera listáhugaðir heldur Zacharias Heinesen, tí nógv fólk vóru møtt - eisini fólk aðrastaðni frá. Eitt nú var umboðsmaður Íslands til upplatingina, har stjórin Ólavur Rasmussen helt eina stutta og skemtiliga røðu.

zh4.jpg





Býráðsfundur í kvøld "Harmiligt tá fótonglar verða lagdir fyri listafólk"

Skúlin á Fløtum - foto: Heðin Mortensen

Skúlin á Fløtum - foto: Heðin Mortensen

Listprýðing av almennum stovnum er av alstórum týdningi ikki bara fyri listafólk, men fyri alt landið og tess borgarar. Týdningurin av listini er eftirkannaður væl og virðiliga av listfrøðingum og mentanargranskarum, sum ferð eftir ferð hava staðfest, at list í almenna rúminum ger okkum klókari og glaðari.

Prýðingin av skúlum hevur eitt serligt pláss í okkara tilvitsku, tí vit lutfalsliga tíðliga í tíðini hava verið greið yvir stóra týdningin, sum listin hevur fyri børn. Longu Kommunuskúlin var vakurt prýddur. Eg minnist sjálv hvussu bilsin eg var, tá eg kom niðan í Eysturskúlan í 1980 og m.a. sá teir abstraktu Støðuhyljarnar hjá Ingálvi av Reyni. Hetta var ein listarligur skelkur, ið leiddi til djúpa og støðuga undran, sum við tíðini var við til at flyta okkurt innií. - Tí er tað eisini gleðiligt at síggja væl eydnaðar listprýðingar í Havn og aðrastaðni í landinum og tí var tað gott á sinni at frætta frá Listabólkinum í Tórshavnar Kommunu, at m.a. Hansina Iversen var millum tey trý listafólkini (av sekstan innsendum uppskotum) sum hevði vunnið heiðurin at prýða skúlan (harumframt prýða Jón Sonni Jensen og Edward Fuglø skúlan). http://www.venkom.fo/news-25+mio+kronur+til+listpryding.htm

Hetta málið endaði heilt ómetaliga keðiligt og óprofessionelt við, at Hansina Iversen kortini ikki slapp at vera við í prýðingini. Orsøkin var vantandi fígging, men tað hjálpir ikki uppá sakina. Hansina Iversen var í boði at fáa eina peningaupphædd sum endurgjald fyri ómakin, men hon hevur takkað nei og eitt eventuelt endurgjald hjálpir hvørki skúlabørnunum ella skattaborgaranum, sum rinda fyri prýðiliga skúlabygningin.

Sambært Helenu Dam á Neystabø verður gølukenda viðgerðin hjá Listabólkinum av listprýðingini á Skúlanum á Fløtum tikin upp á Býráðsfundi í kvøld, 24.sep. : “ Vit hava lagt uppskot fyri Býráðið um at broyta ta avgerð, at siga tann eina vinnaran Hansinu Iversen upp,  og at semjast um at finna ta fígging, sum er neyðug til tess at triði vinnarin av kappingini eisini kann fara til verka”. Mælt verður til at halda avtalur við listafólk, eisini limirnar í ListGrafo, sum eru ónøgd um manglandi høli og avtalubrot: “At lívbjarga sær sum listafólk í Havn og í Føroyum er ein kunstur í sjálvum sær, tað er tí harmiligt, tá ið enn fleiri fótonglar verða lagdir enn neyðugt..”

Listprýðing hjá Hansinu Iversen í Leirvíkar Skúla http://listinblog.blogspot.com/2012/09/

Listprýðing hjá Hansinu Iversen í Leirvíkar Skúla http://listinblog.blogspot.com/2012/09/


4 x REUMERT - Olaf Johannessen er ein leiklistarligt fenomen

serprís.jpg

Eg ynskti í áðni Olaf Johannessen hjartaliga til lukku við teirri triðu Reumert heiðurslønini. Hann takkaði og rættaði kurteisliga, at hetta var í roynd og veru fjórða Reumert heiðurslønin. - Jamen maðurin er jú eitt leiklistarligt fenomen, eitt satt teaterfyribrigdi og Havnamaður aftrat - skjótt fara vit út á gøtur og stræti at agitera í eini fólkarørslu til frama fyri at fáa Olaf Johannessen á føroyskan pall umgangandi! Hetta sigi eg við Olaf - ella kanska orði eg tað eitt sindur øðrvísi og spyrji hvussu heiðurin følist. Hann svarar: “Jú eldri eg blívi, spæli eg alsamt minni fyri persónligan heiður og viðurkenning. Tað týdningarmikla liggur í leiklistini sjálvari - hon er óútømilig”.

Tað áhugaverda við ársins Reumerttilvnevning er, at Olaf Johannessen vann Reumert-virðislønina í bólkinum besti mannligi høvuðsleikari saman við Jens Albinus fyri teirra avrik í leikinum 'Tað stóra stílaheftið'. Leikurin snýr seg um tvíburar, sum eru sendir til ommu sína á bygd, tí har er kríggj í býnum. Dreingirnir eru einsamallir og skulu klára seg uttan vaksin, sum kunnu læra teir, hvat er rætt og hvat er skeivt, uttan kærleika og umsorgan. Agota Kristof hevur skrivað leikin, sum upprunaliga er skrivaður á fronskum. Agota er fødd í Ungarn, men flutti til Sveis í 1956.

Eg spyrji Olaf um samstarvið og hann greiðir frá, at hugskotið til samstarvið kom fyri trimum árum síðani frá Jens Albinus og at Olaf var við uppá at samstarva serliga tí teir báðir skuldu spæla saman. Teir mentu leikin saman í venjingarrúminum til teir at enda høvdu eitt leikrit. Í hesar prosessini virkaðu Marita Dalsgaard og Marina Bouras sum instruktørkonsulentar.

Uppá mínar heldur júkandi spurningar um hann ikki skal spæla í Føroyum svarar Olaf: “Leikhús Skift  hevði í vár á skrá at spæla “Dýpið“ í Salt. Korona steðgaði hesum. Vit bíða í løtuni eftir svari at fáa tann stuðulin frá UMMR fluttan til eina meira Koronavinarliga verkætlan, sum vit so fara at sýna í Føroyum í heyst.

Tað er altso ikki neyðugt at fara út á gøtuna við bannarum. Leiklistarliga fenomenið tímir væl til Føroya at spæla og tað veit Guð, at vit treingja til tað. Summi vilja halda, at alt hetta listarliga er snobbaluksus, men tey kunnu snøgt sagt ikki hava upplivað tað sama sum eg. Hesar upplivingar av list og listarligum framførslum í einum sali, sum er á tremur við øðrum menniskjum, ið eins og tú og eg, øtast, gleðast og rørast alt meðan gásarholdið tysjar niðan og oman gjøgnum ryggjageislarnar og frunturin lyftir seg algoystur uppfrá. Felagsmenniskjaligar listaupplivingar skapa gleði og gera okkum so nógv klókari uppá lívið. Eg krossi fingrar fyri, at tað fer at eydnast Olafi at trína á pall í heimliga umhvørvinum í heyst. Hjartaliga til lukku Olaf Johannessen og Jens Albinus.

Vibeke Mencke Nielsen og Poul Janus Ipsen - vernissage í Steinprenti

119791256_319046059356874_2661570562303241176_n.jpg

VIT ERU HER ENN! eitur framsýningin, sum læt upp í Steinprenti í gjár. Ein kønur málmaður hevur gjørt vart við, at hetta er skeivt orðað hjá mær, eg hugsi tað klingar danskari enn Vit eru enn her, men tað rakar betri innihaldsliga, haldi eg. Altso fyrst tað sjálvsagda juhu: VIT ERU HER og síðan ENN, sum bæði bjóðar av og sorgblítt staðfestir lívsins grundtreyt, at vit bara eru til eina avmarkaða tíð. Og nú eri eg komin til fjórðu nei fimtu reglu uttan at nevna tey bæði fantastisku listafólkini, Vibeke Mencke Nielsen og Poul Janus Ipsen, sum av sonnum eru her og í gongd og tøkk fái tey fyri tað. Upplatingin var góð sum tær plaga at vera í Steinprenti, har fólk hittast og fáa eitt prát um list og lív. Her eru nakrar fotomyndir og ein grein.

FOTO: KP og Steinprent - Lithografier og udstilling er lavet med støtte af STATENS KUNSTFOND

Ferniseringsgestir

Ferniseringsgestir

Vibeke Mencke Nielsen

Vibeke Mencke Nielsen

Poul Janus Ipsen

Poul Janus Ipsen

Tær práta

Tær práta

Tvær fittar vinkunour

Tvær fittar vinkunour

Fólk

Fólk

Eitt av nýggju fínu prentunum hjá Vibeke Mencke Nielsen

Eitt av nýggju fínu prentunum hjá Vibeke Mencke Nielsen

Jan Andersson bjóðar vælkomin

Jan Andersson bjóðar vælkomin

Tvær listakvinnur práta

Tvær listakvinnur práta

Ein fitt genta spældi uttanfyri í góða veðrinum

Ein fitt genta spældi uttanfyri í góða veðrinum

Grein og øl

Grein og øl

Tey bæði listafólkini aftaná upplatingina

Tey bæði listafólkini aftaná upplatingina

Framsýningargestir

Framsýningargestir

Ein framsýningargestur aftrat

Ein framsýningargestur aftrat

Nakrar av myndunum hjá Poul Janus Ipsen

Nakrar av myndunum hjá Poul Janus Ipsen

Prát

Prát

Gyðja skoðar listina hjá Vibeke

Gyðja skoðar listina hjá Vibeke

Poul Janus Ipsen

Poul Janus Ipsen

Grein í Dimmalætting

VIT ERU HER ENN

Framsýningarheitið er bæði skemtingarsamt og meint í álvara. Tað eru listafólkini Vibeke Mencke Nielsen og Poul Janus Ipsen, sum nú gera vart við, at tey altso enn eru til og listarliga virkin, um tey eru komin væl upp í árini.

Fríggjadagin 18.september klokkan 15-17 letur framsýningin VIT ERU HER ENN upp í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Framsýnd verða spildurnýggj prent hjá listafólkunum báðum umframt eldri verk. Bæði Vibeke Mencke Nielsen (1937) og Poul Janus Ipsen (1936) hava arbeitt á Grafiska Verkstaðnum áður, eins og tey hava kent Jan Andersson og samstarvað við hann í mong harrans ár. Tey eru bæði sera hugtikin av verkstaðnum niðri á Skálatrøð, av arbeiðsgongdini har og ikki minst av stóra áhuganum, sum merkist millum tey mongu, sum vitja á verkstaðnum.

Skipað óordan

Tá eg leygardagin í síðstu viku hyggi inn til tey í Steinprenti, situr Poul Janus Ipsen við telduna og fylgir spentur við í Tour de France. Jan Andersson og Fríða Matras Brekku eru í ferð við at prenta og Vibeke Mencke Nielsen skal velja ein grønan lit til eitt prent, sum eg fyrst haldi mynda okkurt slag av teknmáli. Tá eg hyggi nærri er myndin sett saman av tekningum av gummihandskum. Hon brúkar altíð handskar, tá hon arbeiðir, greiðir hon frá – og hon er hugtikin av mátanum, handskarnir forma seg, tá hon hevur latið seg úr teimum og lagt teir frá sær. Allir eru ymiskir og síggja næstan út sum um teir dansa eina vakra og stuttliga hanskaballett. Eg nevni, at tað er hugtakandi hvussu henda myndin sýnist um somu tíð skipað og óskipað. Listakvinnan hyggur upp um brillukantin, eygnabráið er gløgt og blídligt, tá hon sigur júst hetta ósamsvarið vera av avgerandi týdningi í síni list. Hon peikar mær á eitt katalog við sigandi heitinum Vibeke Mencke Nielsen Uoverskuelig Orden.

119778755_1255648714792022_6003023831210090638_n.jpg

Fyrsti kvinnuligi professarin

Í summum av nýggju prentunum hevur Vibeke Mencke Nielsen brúkt pensil, men fyri tað mesta er tekningin í miðdeplinum. Strikan hjá Vibeke Mencke Nielsen er serlig, hon er løtt at kenna aftur við vøkrum organiskum, ullintum kaldnálskantum, sum í støðum minnir um grafisku myndirnar hjá Søren Hjorth Nielsen samstundis sum hennara myndamál er sera langt frá hansara og tykist sera egið, modernað og frískt. Hjorth Nielsen var tann eini av hennara professarum, árini hon gekk á Det Kongelige Kunstakademi í Keypmannahavn frá 1958-1964, men hon heldur sjálv nógv av Preben Hornung, sum hon gekk hjá á Glyptotekinum áðrenn hon søkti inn á myndlistaskúlan á kunstakademinum. Sjálv var hon fyrsti kvinnuligi professari á sama akademi á grafiska skúlanum frá 1989 til 1998 og í 2005 fekk hon ta tignarligu Eckersbergmedaljuna fyri sítt týdningarmikla listarliga virksemi. Summastaðni eru hennara myndir vakrar veruleikakendar lýsingar av landsløgum, fólkum og umhvørvum, meðan aðrar kunnu vera eru abstraktar lýsingar av mynstrum. Allar myndirnar eru fullar av týdningum og samanhangum, sum listakvinnan greiðir frá á áhugaverdan hátt. Í einari av nýggju prentmyndunum sveima bókstavir dansandi á myndaflatanum. Har stendur: WIR SCHAFFEN DAS, ið siterar Angelu Merkel og hennara uppáhald um, at Týskland fór at megna at taka sær av flóttafólkastreyminum. Tað eru júst fimm ár síðani umdiskuteraðu útsøgnina, ið tíverri framvegis er óhugnaliga aktuel í mun til t.d. flóttafólkaleguna Moria á griksku oynni Lesbos, sum í løtuni tørvar akutta hjálp.  

119716374_330842588226347_6933360769391270098_n.jpg

Sodavatnsblikk

Nú er steðgur í súkklingini og eg biði listamannin Poul Janus Ipsen um at greiða mær frá hvat hann hevur gjørt á verkstaðnum í hesum umfarinum. Hann er málari, grafikari og arbeiðir eisini trídimensjonalt við standmyndum Hann hevur fleiri ferð samstarvað við litografin, Jan Andersson í Steinprenti bæði niðri og í Føroyum – líka síðan Jan stóð í læru, greiðir hann frá. Hann hevur eisini skrivað um hetta í tekstinum “Mine trykkere”, sum stendur í bókini um hansara grafikk. – At framleiða prent er nakað heilt annað enn tá ein málningur verður til, skrivar hann her. Meðan málningurin verður til í einsemi, er prentið framleitt saman við einum prentara og hjálparfólkum. Poul Janus Ipsen er skemtiligur og eitt sindur sjálvspeiskur maður, sum helst ikki vil gera nógv burtur úr sær sjálvum – hetta er bara dósir, sigur hann. Hansara myndir eru bara at síggja til realistiskar – um mann hyggur gjølliga er ofta okkurt løgið og uppstillað í myndunum og hetta er heilt vist galdandi fyri tey fýra nýggju steinprentini, ið øll avmynda sodavatnsdósir. Listamaðurin flutti til New York í 1979 og búði har í tjúgu ár og har var tað, at larmandi sodavatnsblikk, sum í heilum vóru tveitt á vegin, gjørdust afturvendandi myndevni.

119776927_370263864106190_7865624375974084719_n.jpg

Speiskar viðmerkingar til okkara tíð

Myndaheimurin hjá Poul Janus Ipsen er myndaður av veruleikakendum lutum, sum eru settir saman á óvæntaðan hátt, ið ofta hevur við sær eitt surrealt árin. Í teimum fýra nýggju prentunum, hann hevur gjørt í Steinprenti, eru sodavatnsdósir monumentalt lýstar miðskeiðis á myndaflatanum. Tað sær næstan út sum bróta tær sær út úr myndarúminum, samstundis sum myndabygnaðurin er sera statiskur, hildin fastur av strikum, sum bygnaðarliga binda myndevnið til myndakantin. Yvirhøvur er ein áhugaverdur mótsetningur í teirri at kalla plastisku 3D viðgerðini av myndevninum, ið samstundis sýnist merkiliga flatt í støðum, m.a. í navnseðlum á dósunum við tekstum, ið gera vart við hvussu ómetaliga lítið er til av kalorium og sukri í dósini. Her gerast myndirnar speiskar viðmerkingar til okkara tíð.

119786171_756631591571829_7335906927653514240_n.jpg





Útselt tiltøk í Norðurlandahúsinum

blh.jpg

Sambært heimasíðuni hjá Norðurlandahúsinum er útselt til bæði bókaframløguna við nýggju ungdómsskaldsøguni hjá Marjun Syderbø Kjelnæs og útgávukonsertirnar hjá Eivør. Tey vónbrotnu, ið eins og eg mugu sanna, at sein kúgv fær skitið gras, kann eg ugga, tí hatta við tí skitna grasinum passar ikki heilt - vit sleppa jú øll at keypa okkum sjálvar útgávurnar, sum verða hátíðarhildnar hetta komandi vikuskiftið. Plátan SEGL og bókin Sum rótskot kunnu um skamma stund fáast til keyps! Tað er sjálvandi góða gamla nýggja covid, sum aftur ger fortreð og avmarkar áskoðaratalið. Og sjálvt um Eivør hevur 5 (Fimm!!) útgávukonsertir, verða tað bara fimmhundrað fólk, sum uppliva hana á palli hesa ferð.

Fyri 10 árum síðan skrivaði Marjun Syderbø Kjelnæs seg inn í hjørtuni á føroyskum ungdómi við skaldsøguni Skriva í sandin. Nú er ein nýggj ungdómsskaldsøga komin, sum aftur hesa ferð skrivar seg beint inn í samtíðina. Skaldsøgan viðger spurningar sum: hvat gert tú, tá fólk látast sum einki, meðan heimurin verður týndur? Og hvat gert tú, tá ein sjúka hóttir við at taka tína bestu vinkonu frá tær? Sum rótskot snýr seg um fýra vinfólk, sum vilja hava fólk at vakna og taka umhvørviskreppuna í álvara. Men tá tey velja at taka sakina í egnar hendur, fær tað avleiðingar, sum tey ikki høvdu ímyndað sær.

Eivør hevur seinastu árini arbeitt við at skriva og framleiða tilfar til fløguna SEGL, ið kemur út 18. september og í sambandi við fløguútgávuna var konsertferð planløgd um stórar partar av Europa, har Føroyar var fyrst á skránni. Tað sum stendur eftir av hesari konsertferðini, nú Korona hevur gjørt um seg, eru konsertirnar í Norðurlandahúsinum, alt annað er fyribils avlýst.

Eivør greiðir frá, at á konsertunum fer hon at frumframføra løg av nýggju útgávuni, og umframt tað, vera eisini eldri tilfar at hoyra. Við sær á pall hevur hon ein bólk, ið er samansettur av Mikael Blak, bass, Per Ingvaldi Højgaard, trummur og sum nýggir í bólkinum er Mattias Kapnas, tangentar og Theodor Kapnas handan ljóðpultin. SEGL er 9. soloútgávan hjá Eivør, tekstirnir eru á enskum og á føroyskum. Sjálv sigur Eivør, at hetta helst er hennara mest samstarvsríka útgáva Fløgan er framleidd saman við Tróndi Bogasyni, Høgna Lisberg og øðrum framleiðarum kring heimin, millum annað Daniel Heath, ið eisini hevur framleitt fyri millum annað Lanu Del Rey. Útgávna fevnir eisini um gestaframførslur við m.a. Ásgeir Trausta.

VIT ERU HER ENN!

VIT ERU HER ENN MYND.jpg

Vibeke Mencke Nielsen og Poul Janus Ipsen í Steinprenti

(Dansk tekst herunder - Nye litografier og udstilling er støttet af STATENS KUNSTFOND)

Fríggjadagin letur framsýningin VIT ERU HER ENN upp í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Framsýnd verða spildurnýggj prent hjá listafólkunum báðum umframt eldri grafisk verk. Bæði Vibeke Mencke Nielsen (1937) og Poul Janus Ipsen (1936) hava arbeitt í Steinprenti áður, eins og tey hava samstarvað mangan við Jan Andersson eisini í Danmark. Framsýningarheitið er bæði skemtiligt og álvarsligt - ein áminning frá listafólkunum um, at tey enn eru til og listarliga virkin, um tey eru komin upp í árini.

Vibeke Mencke Nielsen var fyrsti kvinnuligi professari á Kongaliga Kunstakademinum í Keypmannahavn, har hon undirvísti á grafiska skúlanum. Hennara nýggju prent eru nokk so ymisk. Ein mynd sær út til at avmynda teknmál, men vísir seg í roynd og veru at vera tekningar av gummihandskum. Vibeke Mencke Nielsen brúkar altíð gummihandskar til tess at verja hendurnar, tá hon arbeiðir og er hugtikin av mátanum, handskarnir forma seg, tá hon hevur latið seg úr teimum og lagt teir frá sær. Allir eru ymiskir og síggja næstan út sum um teir dansa eina handskaballett. Tað er hugtakandi hvussu henda myndin og aðrar við sýnast um somu tíð tilvildarligar og skipaðar.

Fyri tað mesta er tað tekningin, sum er í miðdeplinum hjá Vibeke Mencke Nielsen. Hennara strika er serstøk og løtt at kenna aftur við vøkrum organiskum, ullintum kaldnálskantum. Hóast tílíkar klassiskar grafiskar teknidygdir er okkurt modernað og frískt yvir hennara verkum, ið taka teg á bóli við abstraktum mynstrum, óvæntaðum samansetingum og aktuellum tilsipingum. Í einum av nýggju prentmyndunum sveima bókstavir dansandi á myndaflatanum. Har stendur: WIR SCHAFFEN DAS, ið siterar Angelu Merkel og hennara uppáhald um, at Týskland fór at megna at taka ímóti eini rúgvu av flóttafólkum. Tað eru júst fimm ár síðani hesa umdiskuteraðu útsøgnina og hon er tíverri framvegis óhugnaliga aktuel í mun til t.d. flóttafólkaleguni Moria á griksku oynni Lesbos, sum í løtuni tørvar akutta hjálp.

Poul Janus Ipsen (1936) er málari, grafikari og hann arbeiðir eisini trídimensjonalt við standmyndum Hann hevur fleiri ferð samstarvað við litografin, Jan Andersson í Steinprenti bæði niðri og í Føroyum – líka síðan Jan stóð í læru. Hansara myndir eru bara at síggja til realistiskar – um mann hyggur gjølliga er ofta okkurt løgið og uppstillað í myndunum og hetta er ikki minst galdandi fyri tey fýra nýggju steinprentini, ið øll avmynda sodavatnsblikk. Listamaðurin flutti til New York í 1979 og búði har í tjúgu ár og har var tað, at larmandi sodavatnsblikk, sum í heilum vóru tveitt á vegin, gjørdust myndevni. Í teimum nýggju prentunum eru sodavatnsdósir monumentalt lýstar miðskeiðis á myndaflatanum. Tað sær næstan út sum eru tær í ferð við at bróta sær veg út úr myndarúminum, samstundis sum myndabygnaðurin er sera statiskur, hildin fastur av strikum, sum bygnaðarliga binda myndevnið til myndakantin. Yvirhøvur er ein áhugaverdur mótsetningur í teirri at kalla plastisku 3D viðgerðini av myndevninum, ið samstundis sýnist merkiliga flatt í støðum, m.a. í navnseðlum á dósunum, ið gera vart við hvussu lítið er av kalorium og sukri. Her gerast myndirnar speiskar viðmerkingar til okkara tíð.

Upplatingin av VIT ERU ENN HER fríggjadagin 18.september klokkan 15-17 er almenn - í Steinprenti hava tey bæði frástøðu og spritt. Vælkomin. Statens Kunstfond hevur stuðlað framsýningini og nýggjum prentum.

vibeke.jpeg

VIT ERU HER ENN - Vibeke Mencke Nielsen og Poul Janus Ipsen i Steinprent

Fredag d.18.sept åbner udstillingen VIT ERU HER ENN i Steinprent med nye og ældre grafiske arbejder af Vibeke Mencke Nielsen (1937) og Poul Janus Ipsen (1936), der begge har arbejdet på Færøernes Grafiske Værksted før og som har samarbejdet en del med Jan Andersson også i Danmark.

Udstillingstitlen VI ER HER ENDNU er en såvel humoristisk som alvorlig påmindelse fra kunstnerne om, at de er her endnu. Den kan nok ses i lyset af tidens tendens til at negligere kunstnere, der når op i årene, men er også en frejdig erklæring fra to mennesker, der er til stede og i gang. Deres kunstneriske udtryk er på en måde væsensforskelligt, men begge kunstnere kredser delvist motivisk om genstande, der er brugt og smidt væk.  

Enkelte af Vibeke Mencke Nielsens nye litografier er lavet med pensel, men det er for det allermeste tegningen, der er central i hendes værker. Stregen er særegen og skøn med organisk bølgende uldne kanter. Tegningerne er således præget af klassiske grafiske kvaliteter, samtidig som der er noget moderne og frisk over billedernes til tider uventede sammensætninger og aktuelle henvisninger. I et af de nye tryk svæver bogstaver på billedfladen i en uorganiseret, men velkomponeret dans, der samler sig til sætningen WIR SCHAFFEN DAS. Præcis fem år er gået siden Angela Merkels omdiskuterede bekendtgørelse, at Tyskland og Europa nok skulle klare at tackle flygtningekrisen – problematikken er desværre stadig uhyggelig aktuel eksempelvis på den græske ø Lesbos i flygtningelejren Moria.

Poul Janus Ipsens fire nye litografier forestiller alle sodavandsdåser, der tilsyneladende er realistisk gengivet. Billedkunstneren flyttede i 1979 til New York, hvor han boede i tyve år og her var det, at de larmende sodavandsdåser, som konstant blev smidt på gader og stræder, blev motiver i hans billeder. I de nye tryk er sodavandsdåserne monumentalt placeret midt på billedfladen. De er relativt store og virker næsten som om de er i færd med at bryde sig ud af billedrummet, der dog samtidig er fuldstændig statisk og stillestående holdt fast af linjer, der kompositorisk binder motivet til billedkanten. Der er en interessant modsætning i litografiernes næsten plastiske 3D gengivelse af dåserne og så delelementer, der forekommer fuldstændig flade som feks. mærkater på dåserne, der bekendtgør hvor lidt der er i de forskellige sodavand af kalorier og sukker. Her fornemmes en sarkastisk tone og en samfundskritisk kommentar til den tid vi lever i.

Vernissage: VIT ERU ENN HER i Steinprent d.18.september kl. 15-17. Vi har afstand og sprit. Velkommen! Udstillingen er støttet af STATENS KUNSTFOND.

DSCF2387.jpeg

OPEN CALL Monument in remembrance of women who died in maternity bed

mynd.jpg

FREISTIN ER LONGD

All over the world and throughout time women have died because of pregnancy and childbirth. The Faroe Islands are no exception. Several decades ago, the infrastructure was far from its current state. When births became difficult, getting help in time was much more challenging than now. Most families have stories about relatives who died giving birth and how it affected their family narrative and thriving for generations. Times have changed. The Faroe Islands are a modern society. However, the stories of the dead women have affected their people, and they deserve to be remembered. There are many monuments in the Faroe Islands, but none of them are there to commemorate the women who gave their lives for later generations. Three women in the town of Fuglafjørður have started a project that will give these stories a physical expression. The Municipality of Fuglafjørður is going to grant a part of the funds and has devoted a green area for the monument in the town centre. Social activities already take place in this area, such has singing, playing, outdoor church services, and concerts. The idea is that the monument should be in a space where life is being lived – a life that these women were bereft of. PRACTICAL MATTERS Below, there is a photo of the area that the municipal authorities according to plan have allocated to the project. Note that this is subject to change and that preparations will be made in co-operation with the Fuglafjørður Municipality.

We hereby announce this open call for proposals from artists in the Nordic region. We expect to be able to finance the entire project within a maximum budget of DKK 700,000.

Deadline for proposals: October 1st, 2020

Date for reply: October 20th, 2020

Artwork ready: September 1st, 2021

Location: Miðstaðarlundin, Fuglafjørður, Faroe Islands

The proposal must contain: Description of monument Sketch of artwork (or equivalent) Budget Artist biography 2 Format: Word, PDF, jpg or PowerPoint. The artist is at liberty regarding choice of materials and expression, and the committee is free not to choose any of the submitted works.

E-mail: minnismerki@fuglafjordur.fo

The project has been developed in co-operation with LISA, the council of Faroese artists.

Professional artists will be part of the committee. There are three members: One from the Municipality of Fuglafjørður, one from LISA and one of the initiators. The initiators are: Anne Mette Greve Klemensen priest; Poulina Abrahamsen, midwife; and Brynhild Næs Petersen, cultural co-ordinator

So gjørdi hann vatnið til perlandi vín

Silja Strøm

Silja Strøm

Leygardagin 5.september klokkan 15-17 letur framsýning upp í Víngarðinum í Tróndagøtu við festliga heitinum So gjørdi hann vatnið til perlandi vín. Listafólkini, ið sýna fram á framsýningini eru Hanni Bjartalíð, Silja Strøm, Marius Olsen, Tóroddur Poulsen, Torbjørn Olsen og Zven Balslev. Heitið á framsýningini kenna vit væl, tí tað er ein regla úr einum kendum veitslusangi um brúdleypið í Kána, tá drykkjuvørurnar vóru uppi og Jesupápin sambært Bíbliusøguni loysti peniblu støðuna við at gera vatn til vín. Eitt váttligt undur, sum hevur verið mongum alkoholandstøðingi til fortreð. Men tað vóru aðrar tíðir tá sum nú. Vit hava júst upplivað aðru bylgju av krúnusóttini, ið aftur hevur gjørt bæði perlandi vín og felagsskap til nakað forkunnugt og eftirstundað. Vit gleðast tessvegna serliga nógv um at kunna fara út (við varsemi og skili) og hitta fólk og uppliva list. Hjartaliga vælkomin.

Hanni Bjartalíð

Hanni Bjartalíð

Hon skrivar, so at tað hoyrist

eg skrivi vátt.jpg

Meðan eg lesi nýggju bókina hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger, hoyri eg røddina á henni fyri mær heilt týðiliga sum stóð hon mitt á gólvinum her í stovuni hjá mær og las við sínu ljósu, treisku rødd við skiftandi herðslu á orðunum. Onkuntíð steðgar hon upp mitt í einum setningi sum fyri at signalera, at setningurin er komin at enda, men vit hoyra á framhaldinum, at hatta var ongantíð hugsað sum eitt punktum. Hon vil bara geva orðunum pláss og tyngd. Hendan gløggskygda næstan uttanveltaða og samstundis yvirhugaða, heita røddin er serlig við yrkingum, ið geva lesaranum varhugan av einum serligum sambandi millum orð og setningar - millum partar og heild, millum gult og innihald. Tí bókin er vøkur og gul við greiðum samanhangi millum innihald og útsjónd.

Heitið Eg skrivi á vátt pappír stendur skrivað við gulum á gult. Litmunurin millum stavir og permu er so evarska lítil, at tú bara hómar tað skrivaða sum nakað, ið er næstan horvið eins og tað, ið er skrivað á vátt pappír er í støðugan vanda fyri at hvørva, tá tað antin tornar ella flýtur út júst sum tær óálítandi upplivingarnar í okkara minni. Bókin er býtt upp í átta partar við hvør sínari yvirskrift. Innihaldið fevnir bæði um konsentreraðar abstraktar tekstir, um eitt slag av ekfrasum (um mann kann kalla tær næstan objektivu fotomyndalýsingarnar soleiðis) og um leysari prosakendar hugleiðingar og endurminningar.

Í støðum er teksturin settur upp og talskipaður sum var hann ein vísindalig ritgerð, meðan hann aðrastaðni er settur upp eins og brøv ella dagbókatekstur. Alt er hetta ein konstruktión, ið passar inn undir víðfevnda tekstaslagið poesi. POESI stendur eisini tilskilað á innpermuni, ið somuleiðis avdúkar, at tað er Forlagið Eksil, ið gevur út. Forlagið Eksil hevur áður givið út bøkur við partvíst sjálvsævisøguligum og samansettum sjangrum, m.a. hybridbókina Psykosudrotningin sigur frá hjá Onnu Maluni Jógvansdóttir og fleiri aðrar týðandi útgávur hjá føroyskum yrkjarum og yrkjarindum ikki minst.

Av eini yvirskrift í bókini verður lesarin mint á, at tann skrivandi er ”ein onnur”, men yrkjaraegið minnir kortini heilt nógv um tað, vit vita um yrkjaran og persónin, Lív. Útgangsstøðið er jarðarferðin hjá ommuni, ið sendir hana á eina ferð aftur í barndóms- og ungdómsminni. Hendan omman hevur verið ein nokk so festlig typa. Ein, sum drekkur durasnaps, roykir serutt, ger ov nógv av og spyr í noktandi staðfestingum. Tað er nokk so herligt at lesa og at merkja ta mjúku ferskuhúðina á ommuni gjøgnum barnsins sansir og eygu gjøgnum lyklarhol í hesum fínu eygleiðingum, ið sum heild eru imponerandi ósentimentalar og neyvar. Tað er bara ein setningur í bókini, sum kennist hesum lesaranum óneyðugur - tað er hann um, at omman er vøkur - hesum vistu vit av frá allarfyrstu síðu, har tað millum annað verður staðfest, at omman er saftig reyðgul. Meðan vit í lýsingum av barnaminnum hóma hvussu barnið burtur úr einstøkum upplivingum myndar sína fatan av heimi og máli, er tónin í ungdómslýsingum minni trilvandi, meira beinleiðis. Her snýr tað seg um kropp og kjøt og blóð. Uppreisturin er í kroppinum og í tí, hann etur ella noktar at eta. Sexualitetur er eitt, kærleiki eitt annað og sjálvt um tónin í hesum sambandi sýnist næstan kaldgløggur, er hugsunarhátturin eitt sindur ungromantiskur, tí tað var sjálvandi hann, sum slapp avstað, hon var forelskað í.

Tað er eyðvitað alt ov fýrkantað at halda uppá, at dreingir skriva um pápar, meðan gentur skriva um ommur í føroyskum samtíðarskaldskapi. Kortini hómast ein ávísur og kanska tiltrongdur samtíðarligur áhugi fyri kyni og fyri at reisa okkara formøðrum ymisk sløg av varðum. Og tó, at hesir eru tiltrongdir og uppá tíðina, so eru minnisvarðar kanska ikki tað mest áhugaverda listarliga sæð. Men tá vit í mong ár hava laðað forfedrunum varðar, so er tað nú einaferð mátin, vit brúka, tá vit heiðra. - Mannfólk eru ikki til at stóla uppá og mann fær pena húð av kaffi – tað eru nakrar av ommuklisjéunum, sum verða endurtiknar í bókini, ið eisini snýr seg nógv um skommina í kroppi og kyni, um sorgina í vatninum og um harðskapin í grindadrápinum.

Omman átti ein drong, sum druknaði í einari á og lýsingin av hvussu gamli sorgarleikurin ómerkiliga gerst partur av veruleikanum hjá gentuni, er einastandandi væl skrivað við javnvág uttan at detta útí tað sentimentala. Lív Maria Róadóttir Jæger hevur áður útgivið yrkingasavnið Hvít sól og yrkingaplátuna Mítt navn við hondskrift saman við manninum, Lasse Thorning Jæger. Sum yrkjari er Lív Maria Róadóttir Jæger sera tilvitað við stórum kunnleika til bókmentir og hugsanir um tilveruna og tað at skriva. Í nýggju bókini eru ein ørgrynna av rithøvundum nanvgivnir. Yrkjarin bjóðar á henda generøsa hátt okkum við inn í maskinrúmið at síggja okkurt av tí, sum hevur formað tilvitskuna handan yrkingarnar.

Fyrstu ferð, eg hoyrdi Lív Mariu Róadóttir Jæger lesa upp, kom eg í tankar um danska yrkjaran Inger Christensen og hennara serligu viðurskifti við orðunum, sum hon var sannførd um arbeiddu saman fyri at halda yrkingini uppi júst soleiðis sum kyknur í kroppinum samstarva. Síðstu ferð, eg hoyrdi Lív Mariu Róadóttir Jæger lesa upp á G! var tað okkurt við einum óbundnum sjeiki, sum fekk meg at hugsa um ein ungan danskan rithøvund, men í gulu bókini, sum liggur á borðinum, hoyri eg nú fyrst og fremst røddina á Lív Mariu Róadóttir Jæger. Og hetta er ein rødd, eg fegin lurti meira eftir.