10-20 Listalistin

4EC0D23C-CBEF-4FA4-A9BC-AF4ACB725FB1.jpeg

Á ferð inn í tjúguni kunnu vit gera okkum tankar og støðulýsingar um listaárið, ið fór, men vit kunnu eisini royna at skoða eitt sindur longur aftureftir. Hvussu hava tíggini tíggjað sær listarliga? Eg havi so ofta sagt og skrivað, at tað gongst væl við samtíðarlistini og tað haldi eg enn. Og sjálvt um tað kanska gongur eitt sindur trekari við stovnum og skipanum kring listina, so eru eisini her framburður at hóma í støðum.

Á Fróðskaparsetrinum er ein listaútbúgving sett í gongd. Vit kunnu altíð diskutera um hon heldur skuldi verið so ella so, men eftir stendur, at útbúgvingin er farin í gongd og hetta fer at lyfta støðið so ella so, serliga um farið verður í gongd við at víðka útbúgvingina, so at hon eisini fevnir um myndlist o.a. Musikkskúlaskipanin hevur fingið ein prýðiligan bygning í Havn, sum speglar ta tign og tann týdning, sum henda skipan hevur í føroyska samfelagnum. Í mun til hetta er syrgiliga lítið hent ítøkiliga við Tjóðpalli Føroya. Heili sekstan ár eru liðin síðani føroyska nationalsenan varð skipað við løgtingslóg. Onkuntíð hevði mann ynskt, at tað var eitt stórt fjall ella fjørður ímillum leik A og leik B, tí so er einki, at ivast í, at hol varð bumbað í gjøgnum og leyst og liðugt (og so var bara atkomuvegurin eftir...). Framfýsnu filmsfólkini hava stovnað filmshús og filmsgrunn, fíggjarnevndin hevur umbestemmað seg til ikki at skava 400.000 krónur av játtanini. Tað skuldi verið gott, men um hugsað verður um upprunaligu ætlanirnar spakuliga at hækka stuðulsupphæddina til film, so er talan um eina skeiva gongd og vantandi framsøkni. Føroyskir politikarar og núverandi samgonga tykist ikki hava skilt hvussu stóran týdning list hevur fyri Føroyar og hvussu nógv tað merkir fyri okkum sum land, tá føroysk filmsfólk sum Sakaris Stórá og Andreas Høgenni og onnur við vinna altjóða virðislønir. Føroysk listafólk skara framúr í altjóða høpi, her eru vit javnan við í fremstu división innan øll møgulig listasløg, antin tað er innan sjónleikin, har Olaf Johannessen verður fagnaður bæði í Týsklandi og í Danmark, ella tað er innan barnabókmentirnar, har Bárður Oskarsson er eitt verðinsnavn ella innan myndlistina har Rannva Kunoy hevði serframsýning hjá Nathalie Karg Gallery í Untitled í Miami Beach. Og júst Rannva Kunoy er altíð fús at nevna týdningin av trý ára listastuðlinum, sum hon fekk via Mentanargrunnin.

Listastuðul er eitt margháttligt hugtak, tí tað ljóðar sum um tað snýr seg um at stuðla listafólkunum og sum um at talan er um eitt sosialt átak. So er ikki. Stuðulsskipanin er ein íløguskipan, har landið er so mikið skilagott at gera íløgur í list, ið er prógvað at vera til gagns hjá øllum samfelagnum. Myndlistin, tónleikurin, sjónleikurin, bókmentirnar, filmurin og alt hitt gevur einstaklinginum upplivingar og elvir til kjak, og skapar samanumtikið trivnað. Hóast árinið ikki er so lætt at máta beinleiðis, hava fleiri kanningar bent á, at listin fremur læring og at hon eisini er ein beinleiðis drívmegi fyri búskaparvøkstur – í Føroyum uppliva vit í hesum árum eitt vaksandi tal av mentanarferðafólki, sum koma til Føroya t.d. at royna matin á fantastisku matstovuni Koks og síggja framúr góða list í Steinprenti, Norðurlandahúsinum og Listasavninum. Og júst hesum økinum kunnu vit fáa nógv meira burturúr, um vit skipaðu tað betri.

Men tað er fyrsti dagur í einum nýggjum ári og tíð at gera listar um hetta og hatta og árið, ið fór. Tað havi eg eisini gjørt, tað kunnu tit lesa um her á Listaportalinum. Harumframt haldi eg, at tað kundi verið stuttligt at gjørt ein lista yvir hvørji listaverk sita eftir í huganum, sum vórðu gjørd/framsýnd/lisin/upplivað í tíggjunum. Tað er ikki neyðugt at minna á - men eg geri tað allíkavæl - at eg sjálvandi ikki havi upplivað alt, sum var og at eg heldur ikki minnist alt og at tað eisini er hopleyst at seta listasløg upp í móti hvørjum øðrum soleiðis sum eg geri, men eg geri tað ásannandi, at tað nú allíkavæl er ótrúligt hvussu nógvar listaupplivingar, mann kemur í tankar um, tá man roynir og at tað besta við listum er, at teir eru so lættir at yvirskoða, at teir alt fyri eitt elva til nýggjar listar í vitskuni á teimum, ið síggja listan og varnast alt tað, sum manglar á listanum. Men hetta er so mín roynd at skráseta mínar bestu listaupplivingar frá 10-20 og eg síggi longu nú, at hetta heldur ikki ordiliga, tí er Bridges hjá Eivør ikki enn betri enn Room? Men júst tað árið kom tann stórfingna symfoni nummar 2 hjá Sunleif Rasmussen, so tað bar ikki til. Og har er alt møguligt sum manglar innan sjónleik og tónleik og annað; fantastiski sálmurin Uden dig hjá Teiti Lassen/Per Worm ljómar framhaldandi í mínum høvdi og hatta einastandandi verkið hjá Ragnari Kjartansson Nur wer die Sehnsucht kent - verðinslist í Norðurlandahúsinum, og hvat við Fløtu kaninini hjá Bárði Oskarsson og við Listaleikum hjá Silju Strøm? Jú, vit eru av sonnum rík, tá tað um listina ræður…

Her er eitt boð uppá ein listalista  – Royn tú!

2019 Rannva Kunoy AFTER HISTORY Steinprent

2018 Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen Lonely Hearts Listahøllin

2017 Tóroddur & Co Steinprent

2016 SPOR v Jóhan Martin Christiansen Listasavnið

2015 Sunleif Rasmussen Symphony No. 2 "The Earth Anew".

2014 Carl Johan Jensen Eg síggi teg betri í myrkri Forspæl til ein gleðileik

2013 Tóroddur Poulsen Heimvitisferðin

2012 Eivør Room

2011 Sissal Kampmann Ravnar á flogi Yrkingar úr uppgongdini

2010 Anna Seppälä og Hanni Bjartalíð. Framsýning í Steinprent

2010.jpg

2019 Málningaframsýning hjá Torbjørn Olsen í Steinprenti, Hamlet í NLH v/Búi Dam, Psykosudrotningin sigur frá eftir Onnu Maluna Jógvansdóttir kemur út, Flakar eftir Aldu Mohr Eyðunardóttir í Skálabúðini í Havn, Hans Pauli Olsen: Elinborg Lützen, Eivør Pálsdóttir í Maggies í Nólsoy, Always Coming Home á G! Forlagið Eksil v/Kim Simonsen og Vónbjørt Vang, Ragnar Kjartansson Nøkur verk – NLH Tórshavn, Tóroddur Poulsen Takrennutónar, Anný Djurhuus Øssursdóttir "You can not turn the bark inside out, without receiving bad luck", Julie Sass Black Fog Rising Steinprent, AFTER HISTORY Rannva Kunoy Steinprent, Anker Mortensen Norðurbryggjan, Ikki fyrr enn tá eftir Oddfríð M.Rasmussen, Peter Callesen Lítlum báti rekist eg á. Steinprent, Hansina Iversen Gamla Seglhúsið Klaksvík, Silja Strøm Listaleikir. Listasavn Føroya, Plúmm Catch

2018 Hansina Iversen Portrait of the loved ones Steinprent, Soli deo Gloria eftir Peter Asmussen v/Christoffer Berdal Tjóðpallur Føroya, Hansina Iversen og Jóhan Martin Christiansen Lonely Hearts Listahøllin, Marius Olsen Steinprent, Látur Medusu v/GUT productions. Sjónleikarhúsið, Hamferð Támsins likam, Tóroddur Poulsen Himnahyljar, Anna Malan Jógvansdóttir Korallbruni, En kort historie om abstraktion Kuraterað av Julie Sass. Rønnebæksholm, In Search of Lost Colours Randi Samsonsen Steinprent, Sorg, sálarkvøl og heimloysi v/ Elin J.Smith, Trygvi Danielsen Silvurbók, Teitur Lassen I want to be kind, Claus Carstensen Ape Rules OK! Steinprent, Himnahyljar Tóroddur Poulsen, Astrid Andreasen Müllers Pakkhús, Bárður Jákupsson Norðurbryggjan, Anna Seppälä Steinprent, Glasir listprýðingin v/Ranva Kunoy, Sigrun Gunnarsdóttir, Brandi Patursson, Jóhan Martin Christiansen, Ragnhild Hjalmarsdóttir , Bárður Oskarsson Træið. Konsert v/ Eivør Pálsdóttir +Mikael Blak, Høgna Lisberg, Halli Jonson og Turpin Napoleon Djurhuus í Sjónleikarhúsinum, Sólsmakkur v/Rannvá Holm Mortensen, William Heinesen Listasavnið, Spor Jóhan Martin Christiansen Norðurbryggjan, Kringsýni v/Bjarne Werner Sørensen. Sakaris Stórá Dreymar við havið.

2017 Abstrakt Summar v málningum og prentum hjá Rannvá Kunoy, Hansinu Iversen, Julie Sass og Ian McKeever. Steinprent. Viscera Construct Jón Sonni Jensen. Inova. Djúpini v/Vónbjørt Vang, Anker Mortensen í Gamla Seglhúsinum, G!Festival v Jóhan Martin Christiansen. Sakaris Stórá Dreymar við Havið. Kristina Sundar Hansen Ómegd. Jóngerð Purkhús Tekstillist Mullers Pakkhúsi. Tóroddur & Co Steinprent. Tóroddur Poulsen Ferðamaður í egnum heimi. Jóanes Nielsen Gudahøvd. Carl Jóhan Jensen Sær ein fuglabók av gloymsku. Anný Øssursdóttir Djurhuus Our bodies are merely a shell which conceal our heavenly. Veitslan NLH v/Marita Dalsgaard.

2016 Jóanes Nielsen Havfrúgvin v/Eyðun Johannessen, Zacharias Heinesen Listasavnið, Anker Mortensen Listasavnið, SPOR v Jóhan Martin Christiansen Listasavnið, Tíðarrúm Bjarne Werner Sørensen Listahøllin, Sissal Kampmann Sunnudagsland, Lena Anderssen Eagle in the sky, Marius Olsen Norðurlandahúsið, Kurpali Hanni Bjartalíð Steinprent, Standmyndir Erik Heide. Steinprent, Dissonant Thought Hansina Iversen Norðurbryggjan, Grafikkur Toni Larsen Steinprent, Julie Sass VOLUME RHYTHM MATTER  listabók Steinprent, Fríða Matras Seyðirnir koma. Steinprent, Heiðrik á Heygum Funeral.

2015 Rúm v/Brandur Patursson, Det færøsche compagnie Operation Valentine. Sjónleikarhúsið, Lív Maria Róadóttir Jæger Hvít Sól, Marius Ziska Heim, Silja Strøm The people and the Things Steinprent, Between darkness and light Ian Mckeever. Listasavn Føroyar, Between the Stone and the Pape v/Ian Mckeever Steinprent, Desembermorgun v/Kim Simonsen og Jóhan Martin Christiansen, Sunleif Rasmussen Symphony No. 2 "The Earth Anew", Eivør Bridges, Annika Hoydal Endurljós,

2014 Eg síggi teg betur í myrkri - Forspæl til ein gleðileik,Katrin Ottarsdóttir LUDO, Carl Johan Jensen Eg síggi teg betri í myrkri Forspæl til ein gleðileik, Tóroddur Poulsen Rustur sum viður og vindur,Tóroddur Poulsen Leyvið haldi eg Løvet tror jeg. After. Hand, Community hjá Terike Haapoja í NLH Anything is a mirror Hansina Iversen Listasavn Føroya, Fjallasjónir hjá Bárði Jákupsson Listasavnið. Tóm Rúm Marjun Kjelnæs v/Eyðun Johannesen, Hanni Bjartalíð Steinprent, DRESS Jóhan Martin Christiansen Steinprent, Orsaka Kamilla Wargo Brekling v/Marita Dalsgarð Tjóðpallur Føroya, Stovugenturnar Jean Genet v/ Twazz Christoffer Berdal, Træprent v/Tóroddi Poulsen Steinprent, Vetrarmorgun Sakaris Stórá, Lille Dæmonologi og Dét hvorom man ikke kan tale Søren Ulrik Thomsen og Claus Carstensen. Steinprent, Vit eiga ikki eitt oyra vit lata ikki eitt oyra Dario Fo v Hans Tórgarð, 2014 MÍTT NAVN VIÐ HONDSKRIFT” við orðum hjá Lív Mariu Róadóttir Jæger og tónleiki hjá Lasse Thorning Jæger, Tróndur Patursson Steinprent, Sakaris Stórá Vetrarmorgun.

2013 Sár á Sál hjá Kristinu Sundar Hansen Tjóðpallur Føroya, Appilsingult Hansina Iversen Gallarí Stephansons hús, Tróndur Patursson Migration Nordic Cool Washington, Tóroddur Poulsen Málningaframsýning Steinprent, Bárður Oskarsson framsýning í Stephanssons hús, Lutfalsliga ørt Andreas Schulenburg Steinprent, Claus Carstensen Klaksvikaffærer Norðurbryggjan, Myrkursins Børn v/Súsanna Tórgarð Sakaris Stórá Vetrarmorgun, Summarframsýningin NLH v/Silja Strøm og Steinunn Thorarinnsdóttir, SS 14 Barbara í Gongini v/Jens L.Thomsen, Hans Pauli Olsen Steinprent, Teitur Lassen Storymusic, Katrin Ottarsdóttir Eru koparrør í himmiríki, Tóroddur Poulsen Heimvitisferðin. Krapp Samuel Beckett Hans Tórgarð Sjónleikarhúsið.

2012 Øssur Johannesen Vindurin blæsur ígjøgnum markið ímillum tey livandi og tey deyðu, Breaking the waves Vivian Nielsen/Lars von Trier Guðjón Pedersen Tjóðpallur Føroya, Tóroddur Poulsen Avbyrgingar, Tóroddur Poulsen Heimvitisferðin, Kirsuberjagarðurin eftir Anton Tjekhov Guðjón Pedersen Tjóðpallur Føroya, NLH, Frontal Rannva Kunoy, Tróndur Patursson Hinumegin Blátt Listasavnið, Jóanes Nielsen Tapet millum øldir, Udvandring Norðurbryggjan Summarnátt v/Sakaris Stórá. 200 Vendetta

2011 Heystframsýning, Klaksvikaffærer v/Claus Carstensen NLH, Tóroddur Poulsen Bræddur firvaldur, Eivør Room, Sissal Kampmann Ravnar á flogi Yrkingar úr uppgongdini, Edward Fuglø Merry-Go-Round Listasavn Føroya, Jan Håfstrøm og Lotta Melin A safe place to die NLH, Knud Odde og Jan Håfstrøm Kosmisk søvngænger, Hanus G.Johansen Framførslan á Hertak Vaglið tiltakinum av Føroyar mín móðir, Bárður Jákupsson Listahøllin, Hanni Bjartalíð Is anybody home, Norðurbryggjan, Gullnám Hanni Bjartalíð. Steinprent, Meðan vit bíða eftir Godot Samuel Beckett v Eyðun Johannesen Tjóðpallur Føroya, Prýðing av tilbygningi í Gøtu Skúla Tummas Jákup Thomsen, Marius Olsen Steinprent, Anker Mortensen Listahøllin. Tey Óndu Teater Twazz Tjóðpallinum, Pauli í Sandagerði verk til Skúlan á Argjahamri, Dennis Agerblad sings Tóroddur Poulsen Málhøvd / Sproghoved.

2010 Hanus Kamban Gullgentan, Summarframsýningin NLH Rannva Kunoy, Anna Seppälä og Hanni Bjartalíð Steinprent, Tóroddur Poulsen Eygnaholur, Innrás Müllers Pakhus. “I only paint what I feel” v Peter Carlsen í Steinprenti. Arnold Vegghamar Listasavn Føroya, Heystframsýningin + Danny Lane, Várframsýningin Dennis Agerblad, Rannna Kunoy Frontal Steinprent. Carl Jóhan Jensen Myndir á eini óhildnari framsýning Jólakalendarayrking á Listablogginum. Heiðrik á Heygum Sigarett, Katrina Maria Hansen Norðurlandahúsið.

FE9BD60E-C023-4CFE-BF73-CBE9587F9D36.jpeg