Skaldsligt ljós í myrkri - Rithøvundavitjan í Víngarðinum

ljos.jpg

Sunnudagin 8.desember klokkan 18 eru bókmentir á skrá í Víngarðinum. Tá fara tríggir rithøvundar, Sólrun Michelsen, Jóanes Nielsen og Carl Johan Jensen at lesa brot úr sínum spildurnýggju skaldsøgum.

Sólrun Michelsen fer í hugtakandi bók síni Ein táttur er silvur farin aftur í tíð fyri at lýsa lagnuna hjá eini kvinnu og hvussu ymiskar hendingar knýta saman grundarlagið í okkara tilveru. Sprotin skrivar um bókini: Ein genta tænir á einum garði, og bóndin neyðtekur hana. Hon verður við barn og vil ikki siga, hvør ið pápin er. Skaldsøgan hevur henda tilburð og lagnuna hjá hesari kvinnuni sum snúningsás. Bókin er á ongan hátt ævisøga, men fyrimyndin til kvinnuna, ið Sólrún lýsir við so stórum innlivingarevnum, er omma hennara.

Jóanes Nielsen hevur í fleiri ár verið á eini skaldsligari ferð, sum eisini tekur støði í eini afturlítandi slektslýsing. Tað vóru á sinni Brahmadellarnir og Bommhjarta og er nú bókin um eina jarðarferð, sum byrjar í Shanghai og endar í Sumba. Hetta er eisini søgan um eina forvitnisliga dagbók og um felagsskapin International Dwarfs Association og tað, sum kann henda, tá ið leitað verður eftir avvarðandi hjá nøkrum deyðum kinesiskum fiskimonnum. Jarðarferðin er júst so undirhaldandi sum lýsingin av henni bendir á.

Terningar - søgur av tilvild er hugfarsliga heitið á nýggju bókini hjá Carl Johan Jensen. Skaldsøgan er partur av einum tríverki, har Sær – Ein fuglabók av gloymsku er tann fyrsta og ein kemur afturat. Bøkurnar hanga saman á tann hátt, at tær eru frá sama tíðarskeiði, men tað eru ymsir persónar í bókunum, sum eru skrivaðar upp ímóti hvørjari aðrari, sigur Carl Johan Jensen. Tann fyrra bókin snýr seg um at fylgja sínum útlongsli og finna heimaftur. Terningar snýr seg um ein persón, sum er føddur í føroyskum fjarðarbotni har hann verður verandi alt lívið.

Í myrkastu tíðini – og hon er jú rættiliga myrk her um leiðir – er ein tilík skaldslig løta neyðugt móteitur og ljós, sum neyvan verður verri av dagsins tilboði í Víngarðinum, sum er heimagjørd tomatsuppa við smørristaðum græskarkjarnum, súrróma og heimabakaðum breyði og eitt glas av Fleur de Gabbro afturvið.

Víngarðurin, Tróndargøta 31. Tórshavn. Rithøvundavitjan 8/12-2019 klokkan 18

713b3f12d56021e0e75752e4b31a8355974939da_w1152_h0_fS.jpg